sunnudagur 26. apríl 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 28. APRÍL 1998
tíðindablaðið
Fóroyski ,, fótbóltshóvdingin “Torleif S
SKS
igurðsson uppí landspolitikk:
Eftir at hava brúkt stóran part av lívi sínum til at fáa Fóroyum altjóða viðurkenning sum sjálvstóðug fótbóltstjóð, um-
hugsar Torleif Sigurðsson, formaður í FSF og dagligur leiðari hjá FK í Klaksvík nú eina móguliga framtíð sum
landspolitikari. Hann hevur tikið av áheitan um at stilla upp fyri javnaðarflokkin fyri at styrkja um flokkin til løg-
tingsvalið. Kortini ætlar hann ikki at venda fótbóltinum bakið. Verður hann valdur fer hann at gera brúk av teimum
mongu royndum hann hevur fingið frá arbeiðinum innan ítróttina at gera Føroyar meira sjónligar á heimskortinum
JAN MÚLLER
Torleif Sigurðsson man
helst vera tað einasta av
teimum fleiri hundrað val-
evnunum til løgtingsvalid,
sum ikki hevur umstødur at
reka nakað valstrid heim-
anifrå. Og tað hevur sína
orsøk. Torleif er nevniliga
burturstæddur, í altjóða ør-
indum fyri føroyskan fót-
bólt. Sum formaður í Fót-
bóltssambandinum er hann
noyddur at røkja ymsar al-
tjóða uppgávur, eitt nú sum
nevndarlimur í ungdómsfel-
agsskapinum hjá UEFA, har
hann i hesum døgum er
eygleiðari í EM-endakapp-
ingini fyri ungdómslands-
lið, sum fer fram í Skotlandi
júst í hesum døgum. Har
skal hann tryggja, at alt fer
regluliga fram, bæði innan
og uttanfyri vøllin.
Valstrtríð úr Skotlandi
Sosialurin traff Torleif í
telefonini úr Dunblane og
spurdu vit, hvussu hann fær
rikið valstríðið úr Skot-
landi!
Hann vísir á, at tað eru
sjey mánaðir síðani, at hesar
uppgávurnar vórðu avtal-
aðar: Tú hevur at meta.
-Tá eg varð biðin um at
stilla upp fyri javnaðar-
flokkin í Norðoyggjum til
løgtingsvalid bar eg meg
fyrst undan, men tá eg fekk
fleiri áheitanir, tók eg av
tilboðnum. Hetta m.a. út frá
tí sannroynd, at tað eisini
er ein borgaraskylda at vera
við í politiskum arbeiði so
sum at stilla upp til løg-
tingið.
Hvør er so hesin 51 ára
gamli klaksvíkingurin!
Hann er kanska mest kend-
ur fyri sín leiklut í fótbólts-
høpi. Sum formaður í Fót-
bóltssambandinum hevur
hann verið við til at gera
Føroyar sjónligari á heims-
kortinum.
Men hann leggur okkum
eina við, tá vit spyrja hann
um orsøkina til at stilla upp
fyri ávísan flokk, at hann
hevur ongantíð og ætlar sær
tað heldur ikki at misbrúka
fótbóltin til egnan polit-
iskan vinning.
Hinvegin er ilt at koma
uttan um leiklutin hjá Tór-
leivi nettup innan altjóða
fótbólt, tí hetta arbeiðið er
farið avstað við so stórum
parti av hansara lívi.
Stillaði upp
Hvat politikki vidvikur, dyl-
ur Torleif ikki fyri, at hann
altíð hevur verið javnaðar-
maður. Longu sum 21 ára
gamal stillaði hann upp fyri
javnaðarflokkin til løgting-
ið. Í dag er hann býráðs-
limur í Klaksvík valdur inn
fyri javnaðarflokkin.
Hann lat seg ávirka av
javnaðarhugsjónini, tá hann
sum barn plagdi at koma
inn á gólvið hjá Guttorm á
Brekkumørk, pápa Michael
Matras. Tá búði fyrrverandi
blaðstjórin á Sosialinum,
Villy Sørensen, har.
-Guttormur var ein vitug-
ur maður. Hann var heil-
hjartaður javnadarmadur.
Tað ávirkaði mítt sinni tá
at lurta eftir honum, og tað
hevur ikki broytt seg síðani
sigur Torleif.
Tey, sum kenna Torleif og
hava havt nakað við hann
at gera kenna hann sum ein
eitt sindur lítillætnan per-
són, ið ger lítlan háva burt-
ur úr sær sjálvum. Hann
brúkar ístaðin orkuna til at
leggja til rættis fyri onnur.
Ein kann eisini siga, at hann
hevur mest luttikið í slíkum,
sum hevur givið nógv ar-
beiði men ongar pengar.
Hann er uppvaksin í ein-
um útróðrarheimi, og tað
hevur eisini sett síni spor.
Ahugin fyri fiskivinnu hev-
ur altíð verið stórur, og tað
hevði eisini við sær, at hann
saman við einum beiggja og
einum bróðursoni keypti
fiskiskip fyri 5 árum síðani.
Tað er Pison.
Dagliga virkið hjá Tór-
leivi hesi seinastu 30 árini
hevur verið at standa fyri
FK-handlinum í Klaksvík.
Torleif hevur luttikid í
almennum arbeiði frá barns
beini av, so sum skótalív-
inum, kappróðri og ikki
minst fótbólti. Hann gjørd-
ist nevndarlimur í ÍSF i
1973. Har umboðaði hann
kappróðurin. Í 1981 bleiv
hann formaður í Fótbólts-
sambandinum. Arbeitt varð
longu tá miðvíst við at fáa
Føroyar við í altjóða
fótbóltskappingini, og til
tess var neyðugt at stinga
út í kortið eina ætlan um,
hvussu skuldi farast fram
fyri at fáa sjålvstøduga um-
boðan í altjóða fótbóltshýpi.
Miðvíst arbeiði
Fyrsta stigið var at koma
uppí tað norðurlendska
Torleif Sigurðsson, aldursforseti í europapeiskum fót-
bóltssambandshópi, ætlar sær uppí landspolitikk
samstarvið. Síðani royndi
ein at tamba tað ein kundi
fyri at fáa norðurlendingar
at siga gott fyri føroyingar.
Hetta hevði við sær, at Før-
oyar fingu limaskap í FIFA
í 88, í UEFA í 89, og í 1990
byrjaðu vit at luttaka í
landsliðsfótbólti. Fyrsti og
minniligi landsdystur okk-
ara sum sjålvstødug fót-
bóltstjóð var í Landskrona
12. september 1990, tá vit
vunnu á Eysturríki.
-Tá settu vit Føroyar á
heimskortið. Og hugsar ein
nærri um tað, er føroyskur
fótbóltur eitt tað størsta ak-
tivid Føroyar eiga eitt nú í
sambandi við ferðamanna-
vinnu, sigur Torleif.
Nú hann lítur aftur um
bak, ásannar hann, at tað
hevur verið ein sera spenn-
andi og áhugaverd tíð.
Neyðugt hevur verið at gera
seg út við treiskni og tolni.
Longu í 70-unum komu
hugskotini um royna at
blíva sjálvbjargin og verða
vidurkend sum serstøk tjóð.
Hetta eydnaðist ikki fyrr
enn 15 ár seinni.
-Tað, sum í veruleikanum
hendi, var, at vit brúktu
hetta tíðarbilið til at gera
okkum út til at kunna klára
okkum, tá avtornaði. Tað
gjørdu vit við útbúgving
aftaná útbúgving, og tá vit
náddu at koma uppí, vóru
vit nógv betur førir fyri tað,
enn um vit vóru komnir
uppí frá byrjan. Tá hevði alt
rapað saman.
Nú løgtingsval stendur
fyri durum, og Torleif skal
royna seg sum valevni,
heldur hann, at tað sama er
galdandi í dag sum tað var
tá . Tað nyttar ikki bara at
tosa um eina skipaða loys-
ing, áðrenn tú finnur fram
til, hvat orðið skipað merkir.
Torleif Sigurðsson legg-
ur annars stóran dent á, at
eingin kann leggja seg undir
at hava brúkt ítróttina til at
skapa sær sjálvum politisk-
an vinning. Tað hevur hann
heldur ongar ætlanir um.
-Hinvegin kunnu vit før-
oyingar so prógva, at vit
ítróttarliga hava klárað okk-
um á altjóða stødi. Ein kann
siga, at vit í so máta eru
komin longur á itréttarøk-
inum, enn vit eru tað pol-
itiskt.
Politikkurin kann læra
av fótbóltinum
Hverjar eru so royndirnar,ið
føroyska samfelagið annars
kann gera sær av gongdini
innan fótbóltin!
Torleif sigur, at tað eru
ikki altíð tey stóru orðini,
sum gera, at ein røkkur á
mál. -Tað er meira hetta, at
tú hevur bæði bein á jørdini
og arbeiðir miðvíst og skila-
gott. Tá fær tú eitt úrslit til
endans fylgir tú hesi stevnu
Viðurkenningin av Før-
oyum, sum sjålvstødug fót-
bóltstjóð hevur gjørt, at vit
í dag eru umboðað í nógv-
um av nevndunum í UEFA,
okkara dómarar luttaka á
jøvnum føti við altjóða
dómarar úti í stóru verð, og
ikki færri enn 5 føroysk
landslið eru við í altjóða
kappingum
Torleif Sigurðsson vísir
ikki aftur, at gongdin á fót-
bóltsskinum kundi verið
góð fyrimynd fyri eini
menning á tí politiska øki-
num annars
-I fótbóltshepi hava vit
sett okkum mál og hava so
arbeitt fram móti hesum
máli stig fyri stig. Vit hava
ongantíð átikið okkum nak-
að, fyrr enn vit hava meint,
at vit megnaðu tað. Vit hava
brúkt ta neyðugu tíðina til
at fyrireika okkum til tað,
sum vit eru komin til í dag
Torleif Sigurðsson leggur
tó dent á, at tú mást eisini
gera tær fullkomiliga greitt,
at við teimum rættindum,
tú fær, hevur tú eisini átikið
tær nakrar skyldur
-Tað dugur tí ikki, tá tú
hevur fingið rættindi, at
man tá fer at royna at skulka
sær undan og ikki taka sær
av skyldunum. Tey tingini
mugu fylgjast at.
Torleif Sigurðsson sigur,
at tað finnast mong dómi
um, at føroyingar hava fing-
10 rættindi, sum vit hava
biðið um, men at vit ikki
hava megnað at stýrt teim-
um.
-S0 tú metir, at tað var
rætt at fara uppí altjóða
fótbólt?
- Vit hava prógvað, at tað
ber til. Tað var ikki bara eitt
upplop. At tú fór uppí og so
alt rapaði, og tú sat eftir við
eini stórari skuld.
Torleif Sigurðsson sigur
víðari, at tá teir fóru undir
hetta stóra tak fyrst í 80-
unum, vóru tvær fyritreytir
avgerandi fyri at kunna lut-
taka: at ein ítróttarliga sæð
metti seg føran fyri tað, og
at tað fíggjarliga var for-
svarligt.
-Tað er eisini mín grund-
áskoðan til føroyskan poli-
tikk: at vit skulu seta okkum
sjålvum nøkur krøv, men vit
skulu samtidis vita, hvør
skal gjalda rokningina, og
vit skulu vera innstillað
uppá, at rokningin er okkara
egna
Torleif sigur, at roynd-
irnar frá fótbóltsarbeiðinum
hava givið sær nógv størri
fatan av, hvat krevst fyri, at
føroyingar kunnu bjóða seg
fram á øllum økjum
Ábyrgd og skylda
Merkir tað, at tú í veru-
leikanum er loysingar-
maður
Nei. Eg taki undir
tankanum um eina sjálv-
stýrislóg. Eg viðurkenni, at
tað í einum flokki skal vera
vítt til veggja, men eg skal
gera púra greitt, at eg eri
ikki ein av teimum sokall-
aðu sambandsku javnaðar
monnunum. Sjálvur standi
eg fyri tí jarðbundna men
kortin! altíð frameftirhyggj-
andi
Torleif sigur, at hann er
ikki fyri at kappa á stokk-
inum her og nú. Slíkur út-
viklingur má avgreiðast stig
fyri stig, og tað vera nógv
ár, áðrenn man kann taka
stigið fult út
Vit spurdu at enda Torleif
Sigurðsson, hvussu leingi
hann ætlar at vera virkin í
altjóða fótbóltsarbeiðinum
nú hann er farin um tey
hálvthundrað og longu hev-
ur tænt Fótbóltssamband-
inum í so mong ár?
Sjålvur er hann tann , sum
hevur sitid longst sum for-
maður í einum Fótbóltssam-
bandi í Europa, hann er ald-
ursforseti, og tí heldur hann,
at skjótt megu aðrir sleppa
fram at og royna seg
Um hann hereftir fer at
brúka tíðina til politikk
heldur enn til fótbólt og al-
tjóða samarbeiði vil Torleif
ikki gera viðmerkingar til
Hann vísir bert á, at nú boð
hava verið eftir sær at vera
við til at gera manngarð um
javnaðarflokkin í Norð-
oyggjum, kendi hann tað
sum sína skyldu at jåtta
Antin hetta gevur møgu-
leika fyri at koma á ting, ella
tað verður við til at fáa ann-
að fólk úr valdøminum valt
er fyri Tórleiv tað sama.
Umráðandi er fyrst og
fremst at fáa mannin vald-
an.