Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

sunnudagur 26. apríl 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 tíðindablaðið < Nr. 78 — 28. APRÍL 1998 Øll menniskju hava eitt virði Hevur tú lurta eftir fram- søguf6lkunum fyri teir ym- isku flokkarnar ? Ja, so veit tú at javnaðarflokkurin er einasti flokkur. sum bjóðar seg framm til hetta vali, við itøkiligum ætlanum um, hvussu hin einstaki før- oyingurin skal hava tad i komandi frammtíð. Tá hetta valstríðið byrjaði, tosaðu hinir flokkarnir bara um loysing ella samband. Aft- aná at umboð fyri javn- aðarflokkin høvdu verið í fjødlmidlunum, vaknaðu hinir flokkarnir við. Brád- liga kom teimum til hugs, at tá vit tosa um at seta kós fyri politikk, so hevur tað við at gera hvussu íbúgv- arnir í hesum landi skulu hava tað. Allir flokkar. und- antikid javnadarflokkurin, lupu á leistum aftannå tjóð- veldisflokkinum, tá hann, eins og hann ger 4. hvort ár, bjóðar seg framm uppá loysingarpolitikk. Føroya fólk må vita, at teir hava Folk við skerdum møgu sovið í 50 ár. Teir fingu ein skelk í 1946, og hann eru teir ikki komnir yvir enn. Tá ein so spyr tjóðveldis- fólk um hvussu vit fara at búleikast á hesum oyggjum aftaná loysing, so hava tey bert tað svarið, at vit kunnu samanlíkna okkum við hvussu fyrrverandi ensk hjálond hava tað í dag. Undirritaða hevur verið í fleiri av hesum londum, og Gud forbarmi seg fyri okk- um, um vit fáa teirra livifót. Tey hava eina vánaliga so- siala skipan. Lenin er våna- lig. Næstan alt virksemið er á privatum hondum, tað vil siga, at tað eru nøkur sum eru sera rík, millum annað av ferðavinnu, og tey flestu eru fåtøk. Javnaðarflokkur- in vil ikki hava henda stættamun í Føroyum. Vit vilja arbeida fyri, at øll, sum bugva i Føroyum skulu hava figgjarligt frælsid. Vit vilja, arbeida fyri, at tey sum av sjúku ella ødrum ådum ikki eru før fyri at arbeida, kunnu hava eina inntøku, sum gevur teimum mannsømilig kor. Vit vilja arbeiða fyri, at broyta hug- burð hjá teimum, sum meina at arbeiðsleys eru ema byrða fyri samfelagið. Eg fái ilt fyri bróstið, tá eg hoyri onkran siga: “ Eg eri ikki typan til at vera í ALS, — tey hava eisini rætt til eitt innihaldsríkt lív Í samfelag okkara eru borg- arar við skerdum møguleik- um, men tey hava eins og vit onnur sanniliga rætt til eitt gott og innihaldsrikt lív Í hesum døgum verður framtakið Heilaárið í Fer- oyum sett og fer at fara fram em kampagna við upplýs andi tiltøkum í sambandi við áðurnevnda bólk. Vit høvdu Ár teirra brekaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan og komu tá nógv hug- skot fram um at beta umsteðurnar hjá menning- artarnaðum fólkum og teirra avvarðandi. Nøkur av til- tøkunum vórðu framd brúk arnum at gagni, so sum at allir almennir stovnar og aðrir stovnar skuldu skipa so fyri, at møguleiki varð hjá fólki í koyristólum at koma inn, hetta tó eftir á- heitan. Nú sýnist alt steðg- að upp á hesum øki og tørv- ur er á eini ætlan at útbyggja og menna umstødurnar hjá hesum borgarum. Hesi fólk hava framvegis enn ikki møguleika at koma inn á øll almenn stød ella at kunna nýta okkara samferðslu eins og vanligu borgarar Menniskjunnar eydna, trivnadur og vælferð er að- almál Javnaðarfloksins og tí hevur Javnaðarflokkurin ein greiðan hugburð í hes- um máli. Tað skal bøtast munandi um korini hjá teimum við skerdum møgu- leikum. Bøtast skal um íbúðarmeguleikarnar hjá rørslu- og menningartarn- adum, eisini so at tey hava møguleika at verda i egn- um heimi so leingi sum gjørligt. Javnadarflokkurin vil framvegis samarbeiða við tey, ið hava skerdar møguleikar í hesum samfe- a, so at tey eisini fáa ávirkan í málum, sum eru avgerandi so eg stovnaði mína egnu fyritøku “. Hver velur at brúka ALS frammum eitt arbeiðið ? Eingin, sum eg kenni. Tey sum siga slíkt, hava eina niðurgerandi menniskjaáskoðan. Tað er lætt at fara undir egna fyri- tóku, um ein hevur fíggj- arligar umstødur til tess. Og teimum stuðli eg, men ikki tá tey samstundis niðurgera tey, sum av fíggjarligum, ella øðrum áðum, ikki hava henda førleika. Summi kalla seg evnarík, og onnur siga seg vera evnafåtøk. Í mínum huga- heimi er eingin evnafátæk- ur. Vit eru øll skapt við onkrum virði , sum er til gagns fyri okkara samfelag. Sær tú ikki eitt virði í einum menniskja, so er tað tú sum er evnafåtøk. Við ynskjum um eitt gott javnadarval, Joan Ziskason, javnadarflokkurin leikum fyri teirra lív. Fólk, ið eru rørslu- ella menningartarn- að, skulu hava sama rætt til samfelagslig tilboð og í øll- um almennum ætlanum skal verða hugsað um tørvin hjá hesum fólkum. Vilt tú vera við at føra ein politikk, ið: — tryggjar javnað í øllum samfelagsins viðurskiftum — styrkir valmøguleikarnar hjá tí einstaka og gevur tí einstaka møguleikar stóð- ugt at mennast og trívast so fert tú á val tann 30. apríl og velur Javnaðarflokkin. Eva Mortensen, valevni Javnaðar- floksins í Eysturoy Álvarsamasta valið í nýggjari tíð Hetta løgtingsvalid er kanska eitt tað álvarsamasta í Føroyum í nýggjari tíð Orsøkirnar til hetta eru meira enn ein og tvær Taka vit vidurskiftini millum Føroyar og Dan- mark, so hava hesi verið rættiliga frammarlaga í øll um almennum kjaki sein astu árini Vit hava jú havt heima stýrislógina síðan 1948, og innan karmarnar av henni hava vit ment føroyska samfelagið til tað, tað er eitt framkomið og nýtím- ansgjørt samfelag, líkt grannatjóðum okkara Hinvegin hevur tað víst seg, serstakliga síðan fíggj- arkreppan tók seg upp, at nøkur viðurskifti áttu og eiga at verða greiðari for- mulerað. Hetta vil Javnað- arflokkurin gera nakað við, m.a. við at skapa ein nýgggjan karm, ein karm, ið gevur politiskan møgu- leika fyri at semjast tvørtur um miðjuna í føroyskum politikki Hesin karmur er ein sjålv- stýrislóg innan rikislelags- skapin, tilevnað av eini stjørnmålanevnd, har allar dyr í tilevnanini standa opn- ar. Hetta styrkir um upp- skotið, júst tí at tað gevur rúmd fyri fleksibiliteti í sjálvari tilevnanini Hetta er og verður ikki nøkur løtt uppgáva, og skal heldur ikki vera tad, men hon er so mikið meira neyð- ug Góðu veljarar, hugsið tykkum væl um, áðrenn tit taka eina avgerð sjálvan valdagin. Tað er ídni, handalag og skilagóðirkarmar at virka undir, ið skapa eitt gott og sunt samfelag og hesum borgar Javnadarflokkurin fyri. Olavur Heinesen, valevni Javnadar- floksins i Eysturoy Javnaðarflokkurin førir utjadarapolitikk Eg havi latid meg stilla upp fyri javnadarflokkin, ti eg haldi at hann er einasti flokkur, sum í stevnu sínari hevur ein veruligan útjað- arapolitikk. Javnaðarflokkurin hevur talað og talar um at møgu- leikarnir at búgva í útjað- arøkjunum skulu bøtast, soleiðis at fjarstødan skal ikki forða búseting. Ferðasambandið til útjað- aran skal bøtast soleiðis, at tað ber til at fara til arbeiðis hvønn dag, eisini higani úr Skúgvi. Tað skal vera ein javnari ferðakostnaður, soleiðis at tann stóri munurin, jú longri tú býrt burtur frá miðstað- arøkinum ikki verður so ógvusligur sum nú. Tann stóri ójavnin á frakt, sum t.d. ger at ein litur av olju kostar eini 40 oyru meira enn á miðgkinum, skal burtur, og annars skal tað ikki vera dýrari í heila tikið at búgva í útjaðaran- um, har hentleikarnir eru færri enn á miðgkinum. Okursprísirnir at sleppa av við landbúnaðarvørur t.d. úr Skúvoy skulu mink- ast. Javnaðarflokkurin ætlar eisini at gera tað liviligari hjá teimum gomlu, sjúku, faðir- ella móðurleysu og hann ætlar at bóta um lestrarstuðulin hjá børnum undir 18 ár. Javnaðarflokkurin miðar eisini ímóti, at jørdin, sum er avgerandi fyri at fólk vilja búgva í útjaðaranum, fylgir bygdini. Hann heldur tað vera skeivt at peninga- sterkir menn í miðstaðar- økinum liggja og lúra eftir nærum hvørjari gyllin, sum er til sølu í útjaðaranum, tí teir hava fragd í at stuttleika sær har um sumrarnar, og annars taka av tí tilfeingi, sum er á staðnum. Tann aldargamla siðvenj- an at fara á flot og eiga bát skal varðveitast, so at hetta kann vera eitt ískoyti til tað, sum fæst av landinum. Annars skal eingin ivi vera um, at útjaðarin liggur ógvuliga frammarlaga í ætl- anum hjá javnaðarflokkin- um, og tí eiga skúvoyingar at fylkjast um hann. Eg fari at ynskja tykkum eitt gott val. Tummas Frank Joensen valevni hjá javnaðar- flokkinum Eldrapolitikkur aftan á valið Javnaðarflokkurin vil m.a.: — hækka munandi um inntøku- stigið hjá teimum, ið bert fáa fólkapensión og samhaldsfasta — seta í verk eina nøktandi heimargkt — hjálpa teimum eldru at verða búgvandi heima so leingi tilber Samhaldsfasti var næstan ein banning, tá Javnaðarflokkurin í áravís stríddist at fáa hann settan á stovn. Í dag er hann tað einasta positiva viðvíkjandi hjálp afturat fólkapensiónini, sum jú ikki er nøktandi sum er, tí hóast ágangin frá fleiri flokkum, rindar hann í dag 500 kr. út um mánaðin. Hann er heldur ikki ein útreiðsla fyri tað almenna, tí tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, = sum gjalda inn í hann. Og hann ger ikki mun á ríkum og fåtøkum, tá hann rindar út. Handan lívstryggingin, sum Fólkaflokkurin skjýtur upp, verður ikki solidarisk, t'ihar verða tey, sum hava góð ráð at hava eina góða trygging. með- an tey minni mentu hava eina vánaliga ella kanska onga trygging Talsmaður Fólkafloksins í hesum máli segði í útvarpin- um, haldi eg tað var, at eitt gjald uppá 800 til 1000 kr./mår. fór at verða hóskandi. Tað er ikki einumhvørjum beskorið at klára tað gjaldið afturat øllum útreiðslunum, sum eru í for- vegin. Og hevur tú ikki ráð at gjalda, meðan tú ert á yngri árum, fært tú einki tå tær tørvar tað seinni. Tí fara vit á val og velja Javnaðarflokkin. Gott val. Gardar Joensen