mikudagur 29. apríl 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 79 — 29. APRÍL 1998
tíðindablaðið
17
Louis Wilson, hálvur fóroyingur búsitandi í London:
Voni at Javnaðarflokkurin
endurtekur sigurin hjá Labour
— Prinsippini um solidaritet, rættvísi og um at geva teimum veiku í
samfelagnum ans eru júst so viðkomandi í dagsins samfelag, sum tey altíð
hava verið — ja kanska ongantíð so viðkomandi sum júst nú. Uppgávan er at
umseta tey til nútíðarsamfelagið og búskaparligu støðuna, segði Louis
Wilson, gestargðari á eykalandsfundi Javnaðarfloksins á Tvøroyri í fjør.
Louis Wilson er hålvur føroyingur og býr í London. Vit hava umsett rødu
hansara
Harra formaður, flokslimir.
Eg vil fegin takka lands-
nevndini hjá tykkum fyri at
bjóða mær at røda á hesum
fundinum, og fyri at geva
mær tann heiður at taka lut
í hesi gongdini.
Eg má biða tykkum um-
bera meg, fyri ateg ikki tosi
til tykkara á tykkara egna
máli, men tað er tann bretski
parturin av mær — sum tit
ivaleyst vita, eru bretar væl
kendir fyri ikki at vera ser-
liga stinnir í nøkrum øðrum
máli enn enskum.
Eg hefti meg við, at hesin
fundurin fer fram á Tvør-
oyri — ein býur, sum verður
mettur sum feðistaðið hjá
føroyskum fakfelagslivi og
hjá sosialistiskari politiskari
samskipan.
Hasir undangongumenn-
inir vóru noyddir at skapa
felagsskapir og menna stra-
tegiir fyri at verja áhuga-
málini hjá vanliga arbeið-
andi fólkinum í tí, sum var
eitt samfelag í stórari broyt-
ing. Ein ídnaðarkollvelting
var farin fram í Føroyum
við menningini av nýmót-
ans fiskivinnuni — ein koll-
velting, sum broytti nógv
upp á familjulívið.
Enn eina ferð eru vit nú í
eini tíð, har samfelagið
broytist dag fyri dag. Ein
kann siga, at tað broytist
skjótari enn nakrantíð fyrr
við hesi kollveltingini innan
kunningartøknina. Vit
kunnu nå lesa Sosialin å
internetinum í London, áðr-
enn hann kemur út her í Før-
oyum. Hugsið um møgu-
leikarnir, ið liggja í hesum
fyri at senda ein boðskap út,
hvar enn í heiminum ein er.
Hetta førir vid sær broyt-
ingar í arbeiðsmegini og
broytingar í leiklutunum
millum menn og kvinnur.
Men tað eru eisini vansar
við hesi ótrúligu tøknifrød-
iligu framgongdini. Ovirkni
og fremmandageran gera
meir og meir um seg. Vit
fáa alt oftari at vita, at tað
ikki longur finnast størv fyri
lívstíð. Fyri summi fólk
kann hetta vera eini ræðandi
boð at fáa.
Eg havi fegnast um, at
flestu rødurnar her á fund-
inum hava lagt dent á tey
somu prinsippini um sosi-
alan solidaritet og sosialt
rættvísi, ið gav íblástur til
teir, sum stríddust fyri at
gróðrarseta arbeiðarargrsl-
una her í býnum tá fyri so
br TO >
nógvum árum síðani. Reyði
tráðurin í føroyskum poli-
tikki sær út til at vera væl
fyri.
Solidaritetur
Prinsippini um solidaritet,
rættvísi og um at geva teim-
um veiku í samfelagnum
ans eru júst so viðkomandi
í dagsins samfelag, sum tey
altíð hava verið — ja kanska
ongantíð so viðkomandi
sum júst nú. Uppgávan er
at umseta tey tl nútíðar-
samfelagið og búskaparligu
støðuna.
Tað er hetta, John Pres-
cott, varaleiðari í Labour-
flokkinum og nú — eri eg
fegin um at siga — varafor-
sætisráðharri hevði í huga,
tá hann segði >traditionell
virði í einum nýmótans um-
hvørvi«.
A hesum fundinum nema
tit sjálvandi við nógv ymisk
politisk evni, sum eru eyka
týdningarmikil, nú val
stendur fyri durum. Eg vil
ikki taka ov nógv av tykkara
tíð, men eg fari at heita á
fundin um at hugsa um at
skapa eitt gott samband
millum Javnaðarflokkin og
bretska Labour-flokkin. Eg
eri vorðin alt meira sann-
førdur um tydningin av ein-
um tílíkum sambandi eftir
mínar royndir við FISC
seinastu árini. Og í hesum
sambandi noyðist eg kanska
at geva tykkum eitt sindur
av persónligari bakgrund.
Hálvur føroyingur
Eg eri føddur í Bretlandi,
men eri hálvur føroyingur
— ein av tí ættarliðnum, ið
kom sum eitt úrslit av
bretsku hersetingini av Før-
oyum undir seinna heims-
bardaga — ella eitt sonevnt
»krigsprodukt« av bretsk-
føroyska sambandinum.
Eg havi verid rættiliga
nógv á hesum oyggjunum
upp gjógnum árini, og min
føroyska bakgrund og
mentanararvur er nakað, eg
altíð havi sett nógv virði i.
Sum partur av hesum hevur
tað at eta grind og spik fyrr
mær verið eins náttúrligt og
at eta Roast Beef og York-
shire Pudding.
Men tað var sum so bert
privat inntil fyri nøkrum fá
um árum síðani, tá eg gjørd-
ist alsamt meira stúrin av
propagandaini, sum djóra-
verndarfelagsskapirnir
førdu móti grindadråpinum.
Landið og fólkið, sum
vórðu lýst í lýsingunum og
ðrum tilfari, høvdu einki
við fólkini, sum eg kendi,
at gera. Hesi vórðu lýst sum
ósiviliseraðir barbarar, sum
fingu sadistiskan stuttleika
burtur úr høgga hvalir niður
og síðani lata teir liggja og
rotna í fjøruni — tí sjálvandi
var grindadrápið bert ein
ítróttur. Nei, tað var als ikki
tað sama fólkið, eg kendi.
Tað var, sum varð ein partur
av mær eisini álopin.
Grindaherferðin
Tað kom til skarpskeringar
í mars 1993. Tað var tá, at
tann sokallaða grindaher-
ferðin varð sett í gongd á
Queen Elizabeth II Confer-
ence Center — ein stórur og
glæsiligur bygningur skamt
frá parlamentinum í Lon-
don.
Tey kunngjørdu, at eitt
forbrúkaraboykott fór at
verða sett í verk móti før-
oyskum fiskavørum. EIA-
leiðarin Alan Thornton
segði, at >hetta fór at fáa
føroyingar niður á knø«.
Sum stuðul til kampanjuna
vóru fleiri kend fólk, so-
nevndar »celebrities«, savn-
að saman; sangarar, sjón-
leikarar o.s.fr., men tað var
eisini ein rættiliga stórur
politiskur stuðul frá fleiri av
Labour-limunum í undir-
húsinum — har var ein ein-
stakur Konservativur poli-
tikari (sum varð viðfarin
sum ein kongur). Eg komi
aftur til hasar Labour-ting-
limirnar seinni...
Tvey fólk arbeiddu fulla
tíð við grindaherferðini ein-
ans við tí fyri eyga at oyði-
leggja føroyska búskapin.
Tey fingu stuðul frá trimum
bólkum, sum stovnaðu The
Pilot Whale Campaign
Coalition (PWC). Hesir
bólkarnir vóru The Environ-
mental Investigation
Agency (EILA), World Soci-
ety for the Protection of
Animals (WSPA), og The
Whale and Dolphin Con-
servation Society (WDCS).
Hesir bólkarnir áttu nógvar
pengar, og so vóru tað sjálv-
andi teir góðtrúgvandi býtt-
lingarnir, sum góvu pengar
fyri at ættleiða ein hval<.
Tað var tíð upp á at gera
okkurt. So eg setti meg í
samband við Marjun Joen-
sen King úr Leirvík og Olav
Rasmussen, sum var sjó-
mansprestur í London, og
A OD Si ui -
stovnaði The Faroe Íslands
Solidarity Committee
(FISC).
Til mótverju
Vit settu okkum til mót-
verju. Vit striddust hart fyri
at byggja upp eitt net av
kontaktum millum fólk í
Bretlandi, sum á onkran hátt
høvdu samband við Føroy-
ar, við tí fyri eyga at upplýsa
og mobilisera tey. Vit fóru
at brúka tað avmarkaða
samband, vit sum vanligir
borgarar høvdu við fjøl-
miðlarnar. Vit skaptu sam-
band við aðrar felagsskapir,
sum stríddu sama stríð sum
vit — Grindamannafelagið
sjálvandi, men eisini felags-
skapir so sum High North
Alliance í Noregi. Eg havi
ikki hug til at greiða so nógv
frá arbeiðnum hjá okkum
her, men vit vilja fegtn
halda, at vit eisini eru ein
partur av orsøkini til, at tað
hálvtfimta ár seinni er
grindaherferðin og ikki Før-
oyar, sum eru á kngunum —
í veruleikanum er hon ikki
til longur.
Men eg vil fegin vísa á
tað, vit lærdu av hesum upp-
livingunum. Vit lærdu mill-
um annað, at Føroyar ikki
høvdu nakrar týdningar-
miklar kontaktir í London,
tå størst tørvur var á teim-
um. Um vit kunnu læra nak-
að av hesum, må tað vera,
at vit mugu fara undir arb-
eiðið at broyta upp á hetta.
Í so máta er Javnaðar-
flokkurin í eini serstakt góð-
ari stóðu, tá hann sigur seg
vera = bróðurflokk hjá
bretska Labour-flokkinum,
sum nú sjálvandi situr við
stjórnarvaldinum í Stóra-
bretlandi. Hóast vit øll fegn-
ast um støduna, bretski
flokkurin er komin í, er tað
ein sannroynd, at næsta
stóra hóttanin móti Føroy-
um og grindadrápinum
kann koma innan úr Lab-
our-flokkinum.
Hóast tað framvegis
kunnu koma smærri mót-
mælistiltøk her og har — eitt
nú á Oyggjaleikunum í fjør-
summar — eru dagarnir hjá
PWC taldir.
Hinvegin síggi eg eina
stóðu, har serliga ETA kann
royna at brúka sína politisku
ávirkan í Labour-flokkinum
til at skapa trupulleikar fyri
Føroy ar
Tað skal nevnast, at áðr-
enn valið høvdu vit djóra-
Louis Wilson
verndarfelagsskapir, sum
góvu eina millión pund ti
Labour-flokkin sum gávu
Eg vísti í áðni á tinglim-
irnar hjá Labour, sum vóru
á staðnum, tá grindaherferð-
in varð sett í gongd. Hetta
var tíverri ein alt ov typiskur
stuðul, sum kom innan úr
Labour-flokkinum Vit
høvdu millum 60 og 70 lim-
ir í Undirhúsinum, sum
settu sítt navn undir eina
áheitan frá unginum, ein á-
heitan, sum innihelt nakað
av tí láturligasta tvætlinum,
sum hevur verið frammi um
grindadráp.
Eg haldi bert, at um teir
høvdu fingið samband við
samsintar føroyingar, heyði
tað í øllum fórum kunnað
fingið teir at hugsa eitt sind-
ur meir — eitt nú at fólk, sum
teir hildu vera barbarisk og
rangt hugsandi, vóru fólk
við somu politisku sannfør-
ing sum teir
Vitjið Bretland
I hesum sambandi vil eg
siga, at eg eins og nógv onn-
ur í føroyska felagsskapin-
um í Onglandi vóru sera
vónsvikin av, at løgtings-
nevndin ikki tók av innbjóð
ingini um at koma at vitja
London
Vit duga ikki at síggja,
hvat tað skal gera gott fyri
at sita her heima í Føroyum
At enda vil eg taka saman
um við bjartskygni, lata
meg í hattin hiå Labour og
fegnast um stóra sigurin á
parlamentsvalinum tann 1
mai.
A dett kvold tað var at sita
og hyggja eftir úrslitunum,
sum komu inn — úrslit, sum
vóru betri, enn vit høvdu
torað at havt vónir um. Á
sum tað var uppfrískandi at
síggja tær mongu Labour-
kvinnurnar, sum tóku sæti í
undirhúsinum — nakað, sum
gevur eina vælkomna
nýggja síðu av bretskum
politikki. Men tað besta av
øllum er, at Labour-stjórnin
ikki hevur vónsvikið okkum
síðani. Teir fóru í stjórn við
eini greiðari kos, og hetta
er eisini nakað, flokkurin
hevur greitt bretska fólkin-
um frá. Teir hava verið av-
gjørdir og miðvísir í at
halda síni lyfti. »Utbugving
útbúgving, útbúgvings,
sum Tony Blair sigur. Og
Gordon Brown hevur hildið
maskinaríið koyrandi við at
fáa tey ungu arbeiðsleysu
og einligu mammurnar út á
arbeiðsmarknaðin aftur, og
eru tey nú aftur partur av
arbeiðsmegini
Tættari samstarv
Ein nýggjur moralur er eis-
ini komin inn í politikkin
Fad hava verið onkur mál,
sum hava havt serligan á-
huga fyri Føroyar, har hetta
við moralinum hevur sæst
aftur. Kravid um Rokkin er
tikið aftur, og dálkingin av
havinum, sum undir konser
vativu stjórnini fingu fólk
at kalla Ongland >Skitni
maðurin í Europa«, er
steðgað
r
Eg gleði meg til at síggja
Javnaðarflokkin endurtaka
sigurin hjá Labour á kon
andi vali og at síggja hann
aftur í samgonguni, har
hann fremur sín politikk við
sama idni og skili fyri styr
ing. Tað er óneyðugt at siga,
at eg eisini von, at vit tå
eisini hava fingið eitt tættari
samband og betri samskifti
millum teir báðar stjórnar
flokkarnar
= Í
Louis Wilson