mikudagur 29. apríl 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 79 — 29. APRIL 1998
tíðindablaðið
23
Inserat
Jógvan Mørkøre:
Veljið eitt umboð
norðarliga í Norðstreymi
Bygdaráðsformaðurin í
Hósvík Jógvan Mørkøre,
sum á ødrum sinni stillar
upp landspolitsk fyri Javn-
aðarflokkin, vísir á, at
broytingar í kommunu-
mynstrinum áttu at eggja
norðstreymoyingum at valt
umboð, sum umboða norð-
ara partin av Norður-
streymi. Hitt kann enda við
at vera ein atkvøda fyri mið-
staðargkinum.
Hann dylir ikki fyri, at hann
er av tí gamla skúlanum,
tann annars bert 42 ára
gamli Jógvan Mørkøre.
“Vit mugu royna at bera
arvin víðari í flokkinum,
sum teir gomlu góvu okk-
um. Her hugsi eg serliga um
tendensin í tíðini av, at tú
ikki fært eitt greitt svar. Fyri
teir eldru í flokkinum var
eitt ja eitt ja og eitt nei eitt
nei. Í dag upplivir tú ofta,
at tá tå spyrt politikarar, so
fært tú eitt lunkað ja, sum
tá síðani vísir seg, tú ikki
kanst brúka til nakað sum
helst. Tá er nógv betri at
siga nei. Tí tað er so í øllum
fórum eitt svar.”
Jógvan Mørkøre, sum er
bygdaráðsformaður í Hós-
vík, kom upp í landspolitikk
til seinasta val.
“Eg fór á uppstillingar-
fund, tí eg hevði hoyrt, at
tað stóð nógv á hjá Javnað-
arflokkinum, tí VMF still-
aði upp. Tá eg hoyri slíkt,
vil eg hava tað staðfest á
rætta stað. Og tað vísti seg
at vera satt. Tad var eitt øg-
iligt trýst á Javnaðarflokki-
num. Eg havi altíð í tí stilla
verið javnaðarmaður, og tað
gekk striltid at fáa fólk stil-
129 upp, og soleiðis endaði
eg sum valevni, sjálvt um
eg ivadist nakað. Men tå eg
havi tikið eina avgerð, so
vil eg eisini vera vid 100%.”
Fleiri røktarplåss
Jógvan Mørkøre leggur
dent á, at sosialpolitikkurin
må prioriterast høgt.
"Javnadarflokkurin = er
kendur fyri at taka sosial-
politikkin i fullum ålvara.
Frá Kollafirði og norður-
eftir eru vit afturúrsigld, tá
tað snýr seg um røktarplåss.
Hetta má gerast nakað við
A samferðslugkinum eru
norðaru bygdirnar við svið-
usoð. Á Langasandi er
smalur vegur, bara ein bani,
og ik-ki so frægt sum ein
gongubreyt til skålabørnini.
Og tå tad snyr seg um
Tjørnuvik so hevur ådur
verid tosa um at gera tunnil.
Og hóast tað ikki hendir í
morgin, so haldi eg, tað er
týðandi at fáa hetta raðfest.
Tí sum er er tað líkavið at
tað loypur oman næstan
hvønn dag. Eg trúgvi heldur
ikki, at tjørnuvikingar
krevja nakran stóran tunnil
Men ein ætlan um at gera
ein einsporadan tunnil vid
víkiplássum hevði avgjørt
verið upp á pláss", sigur
Jógvan Mørkøre.
Veljið norðarliga!
Hann leggur samstundis
dent á, at tað er týðandi, at
javnaðarfólk velja eitt um-
boð norðarliga í valdømi-
num. Hann vísir á broytt
kommunumynstrið
“Kollafjørður verður
partur av Havnini, tí er tað
av týdningi, at vit longur
norðuri standa saman", sig-
ur Jógvan, sum sær nógv
vandatekin í ein midsavn-
ing. ;
“Brandskúlin við Air og
Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna eru góð dómi. Her
hevur verið prátað um at
flyta skúlan úr Vestmanna.
Og á fíggjarlógini verður nú
Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík
taða burtur av játtanini til
Brandskúlan. Her haldi eg,
tað er av týdningi, at lands-
myndugleikarnir siga sum
so, at Norðurstreymur fær
hesar skúlarnar í frið
Fakfólk innan oljuvinnu
siga, at Brandskúlin við Air
er frålikur til venjingar í olj-
uhøpi, tí siglast kann inn
bædi nordaneftir og sunnan-
eftir. Øki vid Air kundi i ti
sambandi eisini verið ein
utgangstød hjá Vaktar á
Bjargingartænastuni
Og tá tað snýr seg um
Fiskivinnuskúlan, so haldi
eg, tað líkist ongum, at hann
skal liggja í einum sethús-
um. Vit eru jú ein fiskivinn-
utjóð."
Jú, fyri Jógvan Mørkøre
eru nógv mál - bæði lokal
og landspolitisk - sum hann
vil arbeiða dúgliga fyri, um
hann verður valdur á ting
fyri Javnaðarflokkin
landsstýrismaður
Thomas Arabo hevur
royndirnar í politikki. Hann
var fyrstu fer valdur á ting
fyri Javnaðarflokkin frá
198-88 og seinnu ferð frá
90-94. Og báðu ferðirnar
endaði hann úti í landsstýr-
inum.
Hvat heldur hann so er av
størstu týdningi á politiska
økinum komandi fýra árini.
Nú ræður um at fáa sosiala
javnvág aftur í samfelagið.
Sosialpolitikkurin hevur
verið forsømdur so tað for-
slær seinastu árini. Ja, í
roynd og veru síðan krepp-
an kom. So her liggur nógv
á láni", sigur Thomas Ara-
bo.
Tummas Arabo, fyrrverandi løgtings- og
"Heilsuverk, almanna-
mål, skúlaverk og sam-
ferðsla hava øll verið við
sviðusoð. Hetta er hent,
sjálvt um vit frá náttúrunar
hond hava havt eitt ótrúligt
viðrák seinastu árini. Kort-
ini hevur verandi samgonga
valt at lata alt fara til skatt-
alætta. Ongir pengar eru
settir av til samferðslugki,
og pensiónirnar eru eitt nú
alt ov lágar. Hetta ætlar
Javnaðarflokkurin at gera
nakað við."
27 atkvødur aftrat
Í Norðstreymi hevur ofta
verið sera tætt millum Javn-
aðarflokkin og Tjóðveldis-
Thomas Arabo vil hava
Norðurstreym aftur á
politiska landkortið
Fyrrverandi lógtingsmaðurin og landsstýrismaðurin fyri Norðurstreym heldur
tað vera týðandi, at fáa økid aftur á politiska landkortið. Og hetta verður best
gjørt við einum javnaðarumboðið. Tað vísir søgan.
flokkin. Til seinasta val var
Tjóðveldisflokkurin 27 at-
kvødur aftanfyri.
Thomas Arabo minnir tó
á, at størsta virksemi hevur
oftast verið í umdøminum,
tá norðstreymoyingar hava
valt javnaðarumboð á ting.
"Vit hava eisini nøkur
lokalmál at stríðast fyri. Eitt
nú skal fiskivinnuflotin
endurnýggjast. Og har
mugu norðstreymoyingar
vera á vakt. A samferðslu-
økinum er tað serliga eitt
líktorn, ið plágar, og tað er
vegurin til Tjørnuvikar.
Fyrrverandi stjórin á
Strandferðsluni trýr heldur
onki upp á, at tað fer at
loysa seg at privatisera eitt
nú skipini í Strandferðsluni.
“Eg vil heldur siga tvørt-
urímóti. So øgiliga nógvir
trupulleikar eru tengdir at
samferðsluni millum oyggj-
arnar. Vera tað einstakir eig-
arar til hvørja einstaka sigl-
ing; hver skal so setast í
sigling um Dúgvan fær
maskinskaða? Tað fer ikki
at bera til, tí tey privatu fara
ikki at hava fíggjarligu ork-
una at standa ímóti, um okk-
urt gongur ímóti.
Men um vit hinvegin tosa
um privatisering, so trúgvi
eg, at tað hevði loyst seg at
gjørt Strandferðsluna til eitt
partafelag eftir sama leisti,
sum eitt nú Atlantic Air-
ways."
Ja, til ílegustuðul
Thomas Arabo telist ikki
millum teirra, ið halda, tað
er rætt at avtaka íløgustuð-
ulin, sum er.
"Vanliga gangi eg ikki inn
fyri iløgustuduli og øðrum.
Men vit mugu ásanna, at
hetta kann verða neyðugt.
Verður iløgustudulin kvett-
ur, ja so missa vit eitt nú
tveir bátar í Vestmanna. Og
eisini her verður rákið so-
leiðis, at alt verður mið-
savnað. Og tað er ikki gott
fyri Føroyar. Vit hava eisini
góð dómi um, at tað hevur
loyst seg hjá landinum at
geva íløgustuðul. Vesturvón
fyri almenna hjálp fyri góð-
ur 20 árum síðani. Ongin
man í dag ivast i, um tað
var rætt. Var stuðulin ikki
givin, so var hetta reiðaríið
slettis ikki til í dag."
Fyri 57 ára gamla Thomas
Arabo eru sostatt bæði
landspolitisk og lokalpolit-
isk mál á skránni komandi
fýra árini, um hann verður
valdur á ting