Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1998síða 26

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

um tað er hon, sum er í Gekkinum. Sum heild eru hetta eldri fólk, sum fegin vilja gera onkra viðmerking ella geva rós og rís. Men hon fær eisini nógvar við- merkingar frá ungfólki, tá ið hon er í býnum í viku- skiftinum. Ofta er tað onkur, sum sig- øll óivað eru greið yvir. Nevnliga, at tað eru ófat- aliga nógv fólk, sum spæla við ella hyggja eftir Gekkinum! Gekkurin krevur fulla arbeiðsviku Anna hevur fulltíðarstarv í “Eg var ógvuliga fjálturstungin fyrstu ferð, eg stóð framman fyri upptekutólunum" ur, "eg manglaði bert eitt tal seinasta friggjakvøld” ella líknandi. Men tað, at hon fær so nógvar viðmerkingar og verður kend aftur so ofta, prógvar helst tað, sum vit tíðindafólk í sjón væpinum # TEDE F - —— sjónvarpinum. Einasta ar- beiðseki hjá ungu havnar- gentuni er Gekkurin. Frá mánadegi til hósdag fer tíðin til at leggja Gekkin til rættis, fáa hendur á vinn- ingum, avgreiða gisting hjá vinnarum og mangt annað. Sosialurin Apríl 1998 Men sjálvur fríggjadagurin fer bert til sjálva sending- ina; fyrrapartin fer ofta við at fáa gjørt hárið, og um tveytíðina hittast tey bæði, Anna og Rudolf, og tosa um sendingina. Tey hava eisini eitt prát við teknik- ararnar um okkurt nýtt kanska er skránni, ella um onkrar broytingar eru gjørdar. Er upptikin frå morgni til myrkurs Anna hevur nógv um oyrini. Tá ið hon fær frí frá sjónvarp- inum er altíð okkurt annað á skránni. Anna fæst nógv við fimleik, og í næst- um skal hon til Dan- markar at gera fim- leik saman við eð- rum fimleikarum úr Ljósinum í Havn. Hon rer eisini við 6- mannafarinum Gongurólvi hjá Havnar Róðrarfelag, sum fer við nógvari tíð. Haraftrat gongur hon vanliga modell fyri ymsar handlar í Havn, tá ið móta- sýningar eru á skránni. Tað er ikki torført at í- mynda sær, at tað má verða trupult at fáa tíðina til at røkka, og hetta játtar Anna eisini. Tað er mangan so, at manningin á Gongurólvi venur, tá ið Anna er upp- tikin, men so er hon bert noydd til at venja fyri seg sjálva, so at hon fær hildið tørn. Men hon væntar, at umleið 1. Mai endar fimleikurin, og tå verða betri stundir til alt hitt! Mangan nær við láturkrampa At tey í Gekkinum mangan hava verið nær við at fingið láturkrampa nav onkrari hending, man neyvan koma óvæntað á tey flestu. Anna sigur, at tey mangan hava staðið og brúkt alla orku til at “halda maskuna”, so at tey ikki brustu út í látur. Orsøkirnar eru so mangar, tað kann verða ein stuttliga viðmerking frá onkrum vinnara, ella okkurt óvæntað er farið fram aftan fyri uppteku- tólini og so framvegis. At gerast tíðindafólk ljóðar áhugavert Anna hevur ikki lagt sær tær stóru framtíðarætlan- irnar enn. Sum hon sjálv sigur, so er hon bert 20 ár enn, so at hon hevur góða tíð. Men tað er av- gjørt ikki óhugsandi, at hon fer at læra til tíðinda- fólk. Um so verður, so verður tað allarhelst sum sjónvarpsfólk. Hon sigur, at hevur tú fyrst fingið fótin inn um gáttina í sjónvarp- inum, so er trupult at fara út aftur, tí tað er eitt sera áhugavert arbeiðspláss við nógvum avbjóðingum, sum veruliga hava givið henni blóð upp á tonna Alt hetta liggur nakað úti í framtíðini, tí at hon vil feg- in ferðast nakað, áðrenn hon fer at fáa sær eina út- búgving, og fyri at endur- geva hana, “eg havi tað sera gott i løtuni og havi bert hug til at liva lívið"! Klokkan er við at verða nógv, og Anna og Rudolf skulu skjótt hittast og tosa saman um sendingina í kveld, so best er at slokkja bandupptakaran og takka fyri seg, hóast ein óivað hevði dámt væl at sitið eina letu aftrat og hugt eftir teirri vøkru og smílandi gentuni hinumegin borðið niðri í Verðsluni UTTAN UR HEIMI.. Coolio ákærdur í Týsklandi Kendi rappsangarin Coolio bleiv í farnu viku, saman við 6 av limunum í bólk- inum hjá sær, åkærdur fyri stuldur og harðskap av týska ákæruvaldinum. Hann er skuldsettur fyri, at hann í november síðsta ár skal hava verið í einum måtahandli í týska bynum, Poebblingen, har hann skal hava tikið klæðir og síðani skúgvað kvinnuliga handilsleidaran til sidis, tå ið henda roynda at forða honum í at fara út um dyrnar við mótaklæð- unum. Coolio heyði dagin fyri verið í handlinum og skrivað autografar. Coolio varð handtikin eftir hend- ingina, men leyslatin stutt eftir. Nú vil rætturin í Stuttgart so fegin hava fatur á honum! Tim Allen innlagdur til avvenjingar Kendi amerikanski skemt- arin, 44 ára gamli Tim Allen, ið tey flestu kenna rásini TV3; er innlagdur til avvenjingar fyri ovurnýtslu av rúsdrekka. Tað er rætt- urin í Michigan, sum hevur dømt kenda sjónleikaran til avvenjingar, eftir at hann var tikin fyri rúsdrekka- koyring í Ferrari bilinum hjá sær, tá ið hann koyrdi 110 km/t í einum eki, har mest loyvda ferð var 70 km/t. Hósdagin var Tim Allen so innlagdur á av- venjingarstaðið. Myndir: Terji c