Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 30. APRÍL 1998 Vagn á Wåhlin, serfróðingur í fóroyskum v iðurskiftum: Fólkið vil ikki hava Ogvusligar broytingar — Lítil munur er á orðaskiftinum um loysing í dag og fyri 50 árum síðan. Tað tykist løgid, at lyndiseyðkennini ikki er broytt, tá hugsað verður um stóru broytingarnar í fóroyska samfelagnum, sigur Vagn Wáhlin, sum hevur fylgt valstríðnum á síðulinjuni ac; Wintim: - haldi. sat tosið uk løysing er meira nógv? rokum lítið og einki, enn eitt veruligt ynski hjá foroyingum ui. loysing, tó at eg vænti at eitt nýtt rák tekur seg upp, sum pølitikar- Bruir. múgu taka til = - eftirtektar DAGNY JOENSEN JENS KR. VANG Vagn Wåhlin er dosentur við Århus Universitet og serkønur í føroyskum viður- skiftum. I løtuni er hann i Føroy- um og undirvisir á Fróð- skaparsetrinum. Seinastu vikurnar hevur Vagn Wåhlin fylgt vid f val- stríðnum, og undrast stór- liga á, at orðaskiftið um loysing ella ríkisfelagsskap, hóast nógv umrøtt, ikki er komið longur. — Høvudsmålini í 46 - 48 vóru eisini spurningar um sambandið við Danmark, og um tað bar til at smíða ein karm um eina heima- stýrislóg, sum kundi geva føroyingar so mikið av sjálvstýri, sum teir ynsktu tá. Og um danir yvirhøvdu vildu halda slíka lóg. Riggar tá tað føndur væl ann heldur, at reglurnar í heimastýrislógini eru greið- ar, men bert, at tá veruligir trupulleikar standast, eitt nú undir Klaksvíkstríðnum í 1955 og undir fíggjarligu kreppuni í 1992, verður grundlógin galdandi. Tað merkir, at danska stjórin hevur skyldu at leggja seg út í føroysk viðurskifti. — Hvat er best fyri Føroy- ar - loysing ella sjálvstýri við broyttari Heimastýris- lóg? — Skal eg siga sum er, so eru danir líkasælir í hesum spurningi. Einastu ferðirnar Danmark hevur havt brúk fyri Føroyum var tá Nato- stødin vard bygd, men so »brast fridurin å« í 1991, og heimurin broyttist. Føroyingar eru eina- standandi iskoyti — Kortini haldi eg at 600 åra felagsskapur ikki kann slitast eftir einum degi. Hetta er ein spurningur um kenslur. Tað búgva 15.000 føroyingar i Danmark. Teir eru eitt einastandandi í- skoyti í danska samfelagn- um, eins og danir búgva í Føroyum. Persónliga haldi egtað ikki vera rímiligt at slíta menniskjansliga sam- bandið, sum hevur stórri týdning enn kaldar lógir, sigur Vagn Wåhlin. Hann heldur, at ein vidk- an av Heimastyrisskipanini, aftaná samráðingar vid dan- ir, er besta loysnin. Vagn Wáhlin hevur eisini fylt við kjakinum og teim- um kanningum, sum hava verið í Danmark, um ríkis- felagsskapin og loysing, og heldur tað ikki vera nakað ivamål, at vilja føroyingar loysing, so fáa teir tað. — Um so verður, skal mál- ið eisini undir fólkaatkvaðu í Danmark, tí eingin stjórn hevur sambært grundlógini, heimild, at geva fullveldið frá sær, uttan so at fólkið hevur talað. — Tí hava vit í Danmark fingið lógargrein, sum fleiri ferðir hevur verið fyri í hægstarætti, í samband við ES- limaskapin. Nú er sam- tykt, at tað kann gerast við ávísum treytum: Eisini fólkatkveða í Danmark — Fyri tað fyrsta skulu 5/6 av fólkatingslimunum taka undir við broytingunum, men tað kann stutt sagt ikki lata seg gera at fáa so stóran meirluta í Fólkatingunum. So sigur Grundlógin, at um 5/6 ikki eru fyri, skal málið til følkaatkvødu. — Danski forsætisråd- harrin hevur sagt, at um føroyingar vilja loysing, so eftirlika danir? — Tad hevur hann fyri so- vítt rætt at siga, tí meirlutin av dønum atkvøda ikki i- móti, men um danska stjór- nin setir uppskot fram, eftir samráðingar við føroyingar um loysing, uttan at seta málið undir félkaatkvødu, so er hugsandi at hægsti- rættur leggur seg út í málið, og tað er álvarsligt. Umframt tað, skal grund- lógin broytast, skal Grøn- land eisini taka stóðu. Tað er ikki vist at teir ikki fara at krevja broytingar í Norð- uratlanthavi, sum føroying- ar kanska ikki verða fegnir um. — Hvat hevur tú serliga lagt til merkis í valstríð- num? Tað, sum eg havi lagt til merkis - og tað havi eg skrivað fleiri børkur um - er, at eg sakni eitt veruliga orðaskifti um samfelags- menningina. Skúlamál ikki tikin uppá tungu — I valstríði í ødrum lond- um, verður tað oftast til eitt rúkandi orðaskifti um skúlamál, av tí at tað er fólkaskúlin, sum skapar framtíðar menniskjað — Tað er óskiljandi, at eitt slíkt orðaskifti ikki hevur verið í hesum valstríðnum Serliga tá sagt verður, at hetta er laguval, sum snýr seg um framtíð Føroya — So er tað tú hugsar, hvussu tað verður hjá teim- um, sum skulu liva og skapa framtíðarsamfelagið. Hví tosa politikarar ikki um tað? Nógv rok um lítið og einki — Tí haldi eg, at tosið um loysing er meira nógv rok um lítið og einki, enn um veruligt ynski hjá føroying- um um loysing, sigur Vagn Wåhlin — Er tad bert innbilling vita fara á val uppá loys- ing? — Tad eri eg bangin fyri, at tað er. Veruleikin er málið tann føroyska skuldin, sum er 6. mi.a krónur, og sum aðalkjarnin av føroyskum politikararunum åbyrgdar- leyst hava verid vid til at stovna Er tað nakað, sum før oyskir politikarar ikki vilja taka uppá tungu, so er tað júst skuldin, og tí verður í staðin tosað um loysing og alt annað byrgdarloysi - Ja, tað hugsi eg, tí ann ars átti orðaskiftið at snúð seg um heilt onnur mál, sig ur Vagn Wáhlin, og vísir á onnur fyribrygdi, sum hava verið ødrvisi enn hann hevði væntað í hesum val- stríðnum — Sum áskoðari á síðu- linjuni, skal eg íkki taka stóðu til, hvat er rætt og skeivt, men eg undrist stór- liga á veruliga stødutaka- nina í bankamálinum, um hvert foroyingar eru lump- aðir ella hava borið seg býtt at. Hetta er hóast alt bert smálutir. Talan er um 1,5 miå. krónur í endurgjaldi. Hví nevnir eingin skuldina, sum framvegis er 6. mia. krónur. Tað verður ikki nevnt við einum orði? Vagn Wáhlin hevur kann- að tølini í seinastu veljara- kanningini, og sammett við kanningar umleið 20 ár aft- ur í tíðina. 10 pst. fara at avgera valið — Abendingarnar seinastu dagarnar vísa, at veljararnir hava flutt seg munandi frá greiðu uppbýtingini á fólka- tingvalinum í februar mán- aða. Veljarnir flyta seg alt meira móti miðjuni og til teir gomlu flokkarnar. Hetta sæst einamest av, at 10- 11 pst. av veljarafjøld- ini ikki hevur tikid stødu Just hesir veljarar fara at avgerða valid, sigur Vagn Wåhlin. Hann byggir síni sjónar- mið á kanningar 20 ár aftur í tíðina, og samanber við danska valið í ár Nyrup útskrivaði val, og allar kanningar vístu, at teir borgarligu fóru at vinna stórsigur, men beint fyri valið kom vend í. Tá saman um kom, valdu fólk eftir hver flokkur veitti teimum størstu trygdina Skelda ístaðin fyri at grundgeva og lurta — Vit halda ofta at politiska valstríðið er keðiligt, og at politikararnir duga so illa at fóra síni sjónarmið fram Hvat heldur tú er orsøkin? Ein orsøk er, at politisk mál vanliga verða avgjørd í áhugabólkum og uttan fyri tingsalin. OR vita, hvat hvor flokkur stendur fyri, og tað nýtast ikki so nógvar grund- gevingar til at loysa eitt mál — Danmark er td. 100 ferðir stórri enn Føroyar men har eg galdandi - ikki bert hvat tú gert - men hvussu tú grundgevur fyri ti, sum tú vilt hava framt Tað verður ført fram yvir eitt langt tíðarskeið, áðrenn avgerðin fellur I føroysku politikki fara politikarar at skeldast og seta niður á hvgnn annan Tað verður brúkt ístaðinfyr at grundgeva fyri sín sjónarmiðu, ella at lu polit Sk Va W hetta ørk k sc 109% es « 3, By erð ) k hugs g 5 Cc < ; øðrum ágóð S I veruleikanun fólk kanska valt taí sum á fólkatingvali men tey hava longu flutt seg. Teir gomlu stóru flokk arnir fara at fáa nakað tað sama sum seinasta løgtings val. Tí kann henda, at Ed- mund Joensen hevur meir lutan, tá Løgtingid kemur saman eftir valið Nýtt rák í føroyskum politikki — Kortini vænti eg eitt skifti í politisku leiðsluni, men eisini, at eitt nýtt rák tekur seg upp, sum vil hava broyt- ingar. Hjá føroysku politik- arunum er tí skilabest at lurta eftir hesum rákinum. Fólk vilja hava broyting- ar, men tey eru ikki hugaði fyri ógvusligum broyting- um, sigur Vagn Wåhlin. Hann saknar eina grund- geving fyri, hvat loysingar- flokkarnir vilja seta í staðin fyri núgaldandi skipan — Øll vita at fiskurin ikki er støðug inntøkukelda, men hvat vilja teir gera við fíggjarligu viðurskiftini, um fiskurin svíkur? — Her áttu teir at lagt eina 10 ára ætlan fram, sum greitt vísti á møguleikar, men tann frágreiðingin er ikki komin, sigur Vagn Wå- hlin.