Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-04-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a Nr. 80 — 30. APRIL 1998 Sambandsflokkurin Alternativir íbúðar- Hevur tú førleika og møgu- leikar kanst tú skapa tær sjálvum og familju tínari eina trygga og stabila fram- tíð, men hendan møguleika hava ikki øll, og hvat við teimum. Hvussu kunna vit betra um ibudarmøguleikan hjá teimum eldru. Man hoyrir oftani eldri fólk siga, at tey orka ikki at halda hesi stóru húsini o.s.v. Hevdi eg bara kunna selt og keypt eitt minni hús, og júst hetta er sera áhugavert. Tað eru nógvar verkætl- anir, sum eru farnar av bakkastokki í gjøgnum ár- ini, bæði góðar og minni góðar almennar og privatar. Tað skuldi verið natúr- ligt, at samfelagið gekk á odda fyri at betra um íbúð- armøguleikarnar hjá pens- ionistum, evnaveikum, sjúkum og avlamisfólki. Eitt alternativ kundi verið at bygt smá eittplans hús/ íbúðir. Uppgávan hjá tí almenna skuldi verið at útvega grundstykkir runt um í land- inum í teimum stóru komm- ununum. Eigarafeløg og møguliga saman vid kommununum, skuldu so kunna fullført verkætlanina. Hetta alter- nativið skuldi kunna hvílt í sær sjálvum, við tað at fólk kunna selja síni egnu hús og á tann hátt fíggja nýggju verkætlanina. Tann peningur, sum tey fáa fyri sólu av egnum hús- um, skuldi verið grundarlag nokk til at keypt eina íbúð ella eitt minni hús fyri, og harvið hava tey ein bústað sum nøktar tørv teirra, um lív og heilsa er til staðar at liva sum pensionistar. Hetta kundi eisini verið ein møguleiki hjá foreldr- um at evnaveikum og sjúkum børnum, sum ikki hava fullan førleika at búgva einsamgll ella at seta fótur undir egið borð. Hesi foreldur hava ofta stóran ampa av at hugsa um, hvussu verður við fram- tíðini hjá teirra barni. Hvør kemur at taka sær av ti tá ið tey ikki orka longur 0.S.V. Um hesin møguleiki var til stadar, kundu tey tryggja barninum ein bústað og eina rímuliga framtíð. Tú mást kunna vísa á al- ternativar møguleikar, tá tú bjóðar teg fram í politikki. Sum valevni floksins vil eg arbeiða fyri at betra um umstødurnar hjá pensionist- um, avlamisfólki og teim- um veiku f samfelagnum. Annfinn Brekkstein, valevni hjå Sambandsflokkinum Varandi rikis- felagsskapur Okkum tørvar eina lóg, ið greitt skipar ábyrgdarbýtið á Broytingarnar undir heima- stýrislógini hava verið øgi- ligar hesi seinstu 50 árini, bæði samfelagsliga, tøkni- liga og í aðrar mátar. Okkum tørvar tí eina lóg, ið greitt skipar ábyrgdar- býtið á felagsøkinum, og ið greitt ásetur rættindi og skyldur føroyinga í einum varandi ríkisfelagskapi. Til hetta valið hava po- litisku flokkarnir nýtt meg- inpartin av síni orku í talu og skrift til persónligt briksl ella til at finnast at dónum fyri líkt og ólíkt. Sambandsflokkurin hev- ur altíð staðið fyri føroysk- um búskaparligum sjálv- bjargni ígjógnum ein ábyrgdarfullan fíggjarpol- itikk. Føroyski búskapurin er í dag ein hin mest afturlatni í Evropa. Monopol, tollmúr- ar og vantandi kapping hava ført við sær 6kappingarførar prísir fyri føroyska vinnu- lívið og føroyska brúkaran. Skulu vit klára okkum í kappingini á teimum økj- um, har vit eru dugnalig, mugu vit fáa skil á hesum viðurskiftum. Vit mugu gevast at hugsa um førnyskt vinnulív sum ein vardan verkstað, ið kann starvast uttan fyrilit fyri tí, ið fer fram uttan um okkum. Vit skulu endurnýggja tann almenna sektorin; út- lisitera har tað er ein fyri- munur, og privatisera har tað er ein fyrimunur. | Ein endurnýggjaður al- felagsøkinum, og ið greitt ásetur rættindi og skyldur fóroyinga í einum varandi ríkisfelagsskapi mennur sektorur kann tryggja føroyingum eitt høgt alment tænastustødi, vælmotiverað, vælútbúgvið alment starvslið og eitt rími- ligt skattatrýst. Tá ið vit hava tryggjað tey stýrisskipanarligu við- urskiftini við Danmark og hava tryggjað føroyingum ein sterkan og kappingar- fóran búskap, mugu vit tryggja øllum føroyingum lut í hesi menning. Tænastustóðið á mong- um gkjum innan sjúkrargkt, skúlagongd, eldrargkt o.s.fr. er ov lágt. Hetta skal hækk- ast við einum betraðum bú- skapi. Ríkisfelagsskapurin og ein liberalur búskaparpol- itikkur eru besta trygdin fyri einum rættvísum og um- sorgarfullum sosialpolit- ikki. Johs. M. Olsen valevni Sambandsfloksins 25 | Sambands-flokkurin møguleikar/vardar íbúðir — tvey alternativ! til pensionistar, evnaveik, avlamisfolk og onnur Sambandsflokkurin stendur í dag á einum vegamóti í føroyskum politikki. Flokk- urin má nú av álvara gera upp við seg sjálvan hvørja politiska kós hann skal halda í komandi tíðum. Áhugavert verður um sambandsflokkurin fer at dúva uppá tey ortodoksu sjónarmiðini um tað statiska afturlítandi samfelagið um- boðað av tí sonevnda reak- tionera partinum av flokk- inum, ella um aðalmálið verður ein modernaður kon- struktivur og framburðsvin- arligur politikkur bygdur á upplýsing og nútíðar for- treytir og veruleikar. Fyribils er kósin full- komuliga óbroytt. Nýskip- anir og endurskoðan av hugsjónarliga førninginum frá 1906 hevur ilt við at síggja dagsins ljós. Men trupult er at skrúva tíðina aftur. Útviklingurin krevur broytingar. Hetta eru sjálvt teir mest varnu og vanabundnu — sambands- menninir farnir at åsanna. Í sambandsflokkinum er tað tíverri framvegis ein lítil kjarna av afturhaldskreft- um, sum ikki hevur sæð skriftina á vegginum. Tey hava start seg full- komuliga blindan uppá nakrar politiskar trúardog- mir, sum møguliga vóru nýtiligar bæði í 1906 og 1948, men sum tíðin nú fyri langari tíð síðan er farin frá. Sjálvsagt brýggja hesi fólk seg ikki um nakra órógvandi endurskoðan av stevnumiðunum, sum kann hótta teirra politiska tilveru- grundarlag. Fyri at varðveita henda status, sum ein altfaðirlig umbodan av réttu aktikvar- isku trúnni er tað umráðandi fyri henda bólk at sáa iva um trúvirðið hjá øllum ann- arleidishugsandi. Hetta hevur so partvist eydnast, tá nógv góð sam- bandsfólk í dag ganga undir heitinum fyri at vera annað floks limir, bert tí tey eru liberal og framburðsvinar- lig. Fyribils hevur hesin bólkur so løgid tað ljóðar | tíkið løgmann Edmund | Joensen til sin, sjålvt um hansara imkompetansa og | manglandi kvalifikatiGnir, | sum løgmadur eftirhondini eru eyðsýnd fyri so at siga hvgrjum mansbarni bæði í Føroyum og langt út um landoddarnar. Løgmadur stendur iva- leyst í teirra hugaheimi, sum hesum ímyndin av meir eila minni afturlitandi, steinrunna, fornaldarkenda politikkinum, sum onkurs- vegna skal vera borganin fyri trygd og trivnaði her á landi við afturvirkandi gildi Tí stuðla afturhaldskreft- irnar Edmund Hann er jú trygdin fyri ein- um sokallaðum reinum og óspiltum sambandspolitikki uttan nakra órógvandi ný- hugsan. Fyri hesi fólk, sum als ikki eru áhugaði fyri nøkrum nýskipanum gevur hetta eitt åvist kjølfesti og trúvirði! So lat fara, at Edmund Joensen er sjålvsøkin, líður av høvudkambalétum, er óútrokniligur og tíðum loypir framav. At hann tekur land og flokk sum gísla og spælir hasard við okkara framtíð og vælferð, grundað á eina innanhýsis ósemju í Eysturoy, er alt samalt fyri- givið, tá man av aldrandi chefideologunum verður roknaður sum ímyndin av tí sterka og stinna verjanum av eini beinfrystari og ævin- ligari heimastýrislóg, har ongin bókstavur skal rgrast. Lat fara, at hann skjýtur yvir málið og veittrar við einum vali í tíð og úrtíð, sleingir uppsøgnir út og tek- ur tær aftur og sidan sigur landsstyrismenn upp fyri eitt gott ord. Lat fara, at hann gongur einagongd i flest øllum tydandi målum, so sum bankamåli, markna- trætu og kanning av okkara rikisrættarligu vidurskift- um. Sjålvt um einarædislynd- id og vantandi virding fyri parlamentariskari sidvenju sostatt er rættuliga eyðsýnt, so verður hann toldur orsak- að av óttanum fyri broyt- ingum. Hetta er jú tann ræðumynd, sum mest av øllum ríður hesum vongi í sambandsflokkinum, sum ein sonn marra. Tað er tískil so sera umráðandi fyri henda trúarflokk at krøkja seg til ein, sum vísir seg at Joensen! kunna halda fast við „det bestáende“ Um neyndu aðaleyð kenni fyri politiska gamla- mannasjúku stava frá fá vitsku, manglandi útbúgv ing ella einans heimfødis ligum trongskygni er ikki gott at vita, men hetta er vist nokk eitt vidføtt brek, sum ongin upplagdur heilivågur finst ímóti og sum harvið neyvan kann bræði Vit hava so hina meira liberalu, upplýstu og mod- ernaðu linjuna av sam- bandsflokkinum, sum nú heilt greitt hevur vent hes- um dókka afturhaldinum bakið og nú bjóðar seg fram at taka við teimum avbjóð- ingum, sum nútíðin setur Hetta eru ikki bara ungar kreftir, men so sanniliga els- ini eldri og royndir sam- bandsmenn, sum hava so mikið av lívsvísdómi og skili, at teir hava fatað og viðurkent tørvin á broyting- um um flokkurin skal yvir- liva grødast i Tað eru enntá menn, sum hava sitid á ungi fyri sam- bandsflokkin í mong harr ans ár, sum nú siga við ein munn, at um flokkurin ikki tekur sær um reiggj og sam- starvar og luttekur í teimum broytingum, sum vit álíka- væl ikki kunnu forða fyri, so rýkur flokkurin út í myrkrið og missir alla pol- itiska ávirkan Hesir menn hava skilt, at sambandsflokkurin nú má taka annað skinn um bak, um hann ikki skal detta full- komuliga burturímillum og kanska fáa heitið „gamla sambandið“ eins og sjálv- stýri á sinni Ongin ivi er um, at hesin partur av sambandsflokk- inum er førur fyri at fara undir eitt skilagott samstarn við aðrar flokkar og náa nøkur avgjørd positiv úrslit Fyrsta stigið er tikið, og nú er bert eftir at vóna, at tann meira upplýsta, fram- burðsvinarliga og liberala linjan í sambandsflokkinum sigrar til komandi løgtings- valið. Hendir tað, so er nógv vunnið, og kann flokkurin tá síggja fram til at fáa eint ýðandi leiklut i føroyskum politikki langt inn í næstu ártúsund. Bjørn á Heygum