Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 81 — 1. MAI 1998 tidindabladid B rl Ingi Mohr, býráðslimur: Eg stuðli ikki nakrari mafiu — Eg havi ikki álit á lægra tilboðnum uppá graslíkisvallir- nar, tí viðkomandi leverandørur hevur snýtt kommununa fyri nógvar pengar. Eingin gosbaðsmafia fær mín stuðul, sigur Ingi Mohr, sum er farin úr Fólkaflokkinum Turi KJØLBRO Orsøkin til, at samgongan i Tórshavnar Byråd skrædn- aði týsdagin, er sambært Inga Mohr, byrådslimi, ikki av tilboðunum uppá graslík- isvallirnar, men heldur av vánaligum stevi í samgong- uni. — Í mínum føri ræður tað um, hvat er best fyri Tórs- havnar Býráð og einki ann- að, sigur Ingi Mohr. Men tað næst lægsta til- boðið er 1,3 mill. krónur dýrari enn tað lægsta? — Tað merkir, at vit fáa nakað fyri pengarnar. Eg havi ikki álit á tí lægra til- boðnum og at geva tilboðu- num skyldina fyri, at sam- gongan brast, er skeivt. Or- søkin var, at stevið í sam- gonguni hevur verið ringt leingi og at enda var einki annað at gera. Tað var Páll Petersen, sum kom til mín og ikki øvugt, og tað kann eg prógva. Fyri mær segði hann, at tað var ótolandi at vera í samgongu, tí Jan Christiansen hótti hann við, at nú varð bátahylurin í Kaldbaksbotni av ongum. Og tað kundi hann ikki liva við. Tí fóru vit í gongd við at gera eina nýggja sam- gongu, skrivaðu undir og tað hildu vit vera nóg greitt. Men klokkan trý um náttina ringdi hann og segði, at hann var hoknaður í kngu- num. Hann segði, at Jan hevði lagt trýst á hann og at teir høvdu boðið Ronald Poulsen sessin í teknisku nevnd, um hann vildi við í samgonguna. Men tað var ein loddrøtt lygn, tí teir hava als ikki boðið Ronald henda sessin. — Viðvíkjandi grasliki- num talar alt fyri, at sam- tyktin i býráðnum síðsta hóskvgld var tann rætta. Vanliga skal eitt býráðsmál bara eina ferð á dagskránna, uttan mun til, um meiriluti ella minniluti er fyri tí. Ann- ars er tað óserigst at sita í býráðnum. Tað má vera ein trygd fyri, at tann avgerðin, sum verður tíkin, verður fylgd. Bara fíggjaætlanin hjá býráðnum skal hava fleiri viðgerðir, sigur Ingi Mohr. Men nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum ? — Teir kenni eg einki til. Eg illtonki teir fyri, at koma við onkrari broytingarætlan, sum vit skulu taka støðu til á fundi og so leggja teir aft- Man má trúgva uppá eina býráðssamtykt, annars er tað forumið åseriøst, sigur Ingi Mohr ur trýst á Páll. Og so broytir hann meining Men í blaðnum í gjár kom fram, at málsviðgerðin av hesum málinum var meiri ein spurningur um persónar enn um góðsku? — Tað sum gekk fyri seg á fundinum, kann eg ikki koma út við. Mín uppgáva er ikki at hunddálka fólk. Tað lægsta tilboðið er heilt óserigst í minari verð. Landsbyggifelagið mælir altíð til at taka av lægsta til- boðnum. Býráðið hevur vidtikid, at ein persónur sum skyldar kommununi pengar og hevur beinleiðis snytt kommununa ikki skal fáa slíkar uppgávur. Peng- arnir, sum hann hevur skyldað kommununi í trý ár fyri stólarnar í áskoðara- plássunum, hevur hann ikki goldið enn. Tá ið teir vórðu keyptir fekk hann pengar- nar, men brúkti teir so og tí mátti býráðið eina ferð aft- urat gjalda fyri at fáa stól- arnar. Nú havi eg hoyrt, at hann skal rinda teir, áðrenn býráðsfundin í kvøld. Nú er henda gosbadsmafian kom- in til landið, men eg stuðli undir ongum umstýðum nakrari mafiu. Tá ið eitt slíkt arbeiði verður sett í verk, má býráðið kenna seg trygt í, at arbeiðið verður væl Útleigan av moldfresarum og ureinsarum til mosa plen NPK t/ gras 16.05.12, 50 kg NPK t/ eplir 14.03.18, 5 - 10 - 50 kg | NPK - Nitrophoska 12.05.14, 5 - 10 - 50 kg Magnesiumkålk, 25 kg DÆHNFELDT GRASFRÆ, 1 kg gjørt, men ikki minni, at um okkurt hendir, so tekur garanti við. Tað kann hesin ikki veita. Málið skal ikki takast upp aftur í býráðnum, tað einasta sum eftir er at avgreiða, er spurningurin um, hvat slag av grasi vit skulu hava. — Um málið verður tikið uppaftur fáa vit eitt stórt endurgjaldskrav frå Føroya PF. VALDEMAR LUTZEN Skálatroð - 100 Torshavn - Tlf. 31 10 20 Møblasølu. Tey hava fingið tilboðið og hava síðani ar beitt hareftir. Tí tað hevur skund at fáa graslíkið á vøllurin á Argjum skal vera lidugur um ein månada Hann er farin undir arbeiðið og hevur sagt onnur arbeiði frá sær. Man má trúgva uppá eina býráðssamtykt annars er tað forumið óseri- øst, sigur Ingi Mohr at enda