týsdagur 2. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 229 - 2. desember 2003
Nr. 229 - 2. desember 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Farna vika var í stóran mun
merkt av búskaparligum upp-
gerðum úr USA og Evropa. Sum
væntað, gjørdust so at siga allar
uppgerðirnar bjartar og bjartari
enn væntað. Millum annað vísti
dagføringin av búskaparvøkstr-
inum í USA í 3. ársfjórðingi, at
hesin nú hækkaði 8,2% mótvegis
mánaðar gomlu metingini á
7,2%. Eisini gongdin á arbeiðs-
marknaðinum gjørdist betur enn
tá seinast varð uppgjørt. Einans
355.000 fólk søktu um arbeiðs-
loysisstuðul av fyrsta sinni í
farnu viku, og hetta er lægsta tal-
ið síðani januar 2001. Prógvini
um at framgongdin í amerikan-
ska búskapinum veruliga er stað-
fest, økjast sostatt.
Thanksgiving var í USA í
farnu viku, og førdi við sær, at
lutfalsliga lítið virksemi var á al-
tjóða marknaðunum. Hetta var
eina av orsøkunum til, at markn-
aðirnir ávirkaðust avmarkað av
sera góðu uppgerðunum, ið
kunngjørdar vóru. Tískil er vænt-
andi, at marknaðirnir fara at taka
góðu tíðindini til sín hesa vikuna,
og hetta kann sannlíkt føra við
sær hækkandi rentur og parta-
brøv.
Hinvegin gongst illa hjá dollar-
anum fyri tíðina og hesin er al-
samt viknaður mótvegis evruni
og krónuni. Beint fyri evstamark
kostaði dollarin 6,20 krónur, og
hetta er lægsta stig síðani 1999.
Orsøkin er gjaldsjavnahallið í
USA, og framgongdin í USA
kann økja trýstið á gjaldsjavnan,
soleiðis at dollarin kann vikna
meira. Hesi viðurskifti kunnu
syrgja fyri, at rentustigið um
okkara leiðir ikki hækkar sam-
svarandi búskapargongdini, tí ein
viknandi dollari og harvið ein
styrknandi evra (og króna), er
tálmandi fyri evropiska búskap-
in.
Vestas Wind Systems A/S gav
fríggjadagin 28. novembur eina
kunning um 3. ársfjórðing.
Kunningin gjørdist eitt satt vón-
brot. Í samband við kunningina
lækkaði Vestas sølumetingarnar
fyri 2004 av tí at bíleggingarnar
úr USA og Týskalandi væntandi
eru skotnar út. Bæði í ár og næsta
ár metur Vestas, at sølan fer at
lækka um kr 750 milliónir í
ávíkavist kr 12,6 milliardir og kr
14 milliardir. Samstundis metur
Vestas, at rakstraravkastið fellur
úr 7% í 5%. Eftir kunningina fall
kursurin á Vestas ikki minni enn
20%.
Millum áhugaverdastu búskap-
arligu uppgerðirnar hesa vikuna
er vinnuálitið og arbeiðsmarkn-
aðarfrágreiðingin úr USA. Hesar
verða væntandi góðar og kunnu
fáa lánsbrævarentur og partabrøv
at hækka hesa vikuna. Hósdagin
hevur evropiski miðbankin mán-
aðarliga rentufundin. Marknað-
arrák metur ikki at leiðandi
rentustigið í Evropa verður
broytt á hesum fundinum.
Eingin evropisk rentuhækking hesa vikuna
Vika 49, 2003
www.kaupthing.fo
Politi, sløkkilið og
sjúkrahús skulu vera
til reiðar til øll sløg av
vanlukkum, men tað
eru tey ikki í dag.
Løgtingið skal týsdag-
in hava aðalorðaskifti
um, hvussu tilbúgv-
ingin í Føroyum skal
skipast
TILBÚGVING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Tá stóra vanlukkan aftur
hendur, skulu øll vita, hvat
er rætt at gera fyri at hjálpa.
Í Føroyum er tað í dag
politiið, sum skipar fyri,
hvussu farast skal fram tá
stórar vanlukkur henda.
Men nógv onnur hava
týðandi leiklut. Sjúkrahús-
ini, sløkkiliðini, bjargingar-
feløgini, vaktar- og bjarg-
ingartænastan, bjargingar-
tyrlan, froskmenn, sálar-
frøðingar.
Alt hetta skal skipast í
eina felags tilbúgvingarætl-
an fyri at hjálpin skal vera
so góð sum yvirhøvur gjør-
ligt. Løgtingið skal týsdag-
in hava aðalorðaskifti um,
hvussu ein tilbúgvingar-
ætlan skal leggjast til rættis.
Á sjógvi og landi
Ein tilbúgvingarætlan skal
fevna um allar tonkiligar
vanlukkur bæði á landi og
sjógvi.
Á landi er tað politiið,
sum samskipar, men komm-
unurnar hava í dag ábyrgd-
ina av vanlukkum, sum
henda í teirra øki.
– Nógvar kommunur eru
alt ov litlar til at hava
ábyrgdina av stórum van-
lukkum. Har mugu broyt-
ingar gerast. Antin skulu
kommunurnar gerast størri
ella skal ábyrgdin flytast til
landsmyndugleikar, sigur
Rógvi F. Johansen, sum er
samskipari í tí verkætlanin,
ið hevur gjørt tilbúgvingar-
ætlanina.
Sjóbjargingarstøðin hev-
ur ábyrgdina av bjargingar-
arbeiði á sjónum, men við
eini møguligari oljuvinnu
er eitt nýtt øki komið uppí.
Hvussu gera vit í Føroyum,
um ein stór oljudálking
hendir á føroyskum øki.
Frágreiðingin um til-
búgvingarætlanina hevur
verið á veg í fleiri ár, men
er nú komin og politikarar-
nir skulu viðgera hana. Í
frágreiðingini eru gjørd til-
mæli um, hvussu ein saml-
að tilbúgving kann gerast.
Hvussu kann samskiftið
tryggjast í eini vandastøðu
ella, hvussu verður gjørt í
Føroyum, um ein nýtt
Tjernobyl-óhapp hendir.
– Okkara ynski er, at
politikararnir vísa álit á
okkara arbeiðið. At teir
stóla upp á allar teir
myndugleikar, sum skulu
samskipa eina tilbúgving,
so kunnu vit arbeiða víðari,
sigur Rógvi F. Johansen.
Hann vísir á, at yvirtøkur
er ein stórur partur av ar-
beiðinum við tilbúgvingini.
Samskipanin av tilbúgving-
ini í Føroyum liggur undir
Fiskimálaráðnum,
men
ábyrgdin fyri fleiri økjum
liggur enn í Danmark. Í løt-
uni verður seinasta hond
løgd á yvirtøkuna av kjarn-
orku-tilbúgvingini.
– Vit eru eitt so lítið land,
at vit kunnu ikki hava
ætlanir fyri alt, men vit
mugu gera eitt skilagott
samarbeiði við Danmark og
onnur lond. Bæði um hjálp
í serligum vandastøðum og
um útbúgving, sigur Rógvi
F. Johansen.
Skulu vera til reiðar til alt
Fleiri av vaktarskip-
unum í frálanda-
vinnuni sum eru
undir fremmandum
flaggi, men hava
føroyskan reiðara,
lata yvirmenn
mynstra uttan sátt-
mála
SÁTTMÁLAR
FREMMANDIR
Eini 15-20 føroyiskir
yvirmenn hava mynstrað
við vaktarskipunum í frá-
landavinnuni, uttan nakr-
an sáttmála.
Ellintur M. Abraham-
sen, formaður í Skipara-
og navigatørfelagnum,
vísir á, at felagið ikki
kann
hjálpa
teimum
monnum, sum ikki myn-
stra eftir einum sáttmála
ella mynstra við skipi
undir fremmandum flaggi.
Hann metir, at eini
seks-átta vaktarskip hava
føroyskan reiðara, men
skipini eru skrásett undir
fremmandum flaggi. Í
fleiri førum sigla menn
við teimum skipunum
uttan tær trygdir, sum eru
í vanligum sáttmálum.
– Tveir menn stóðu
frammanfyri mær, tí teir
høvdu fingið sekkin av
einum av hasum bátun-
um, men teir høvdu ikki
rætt til eina krónu í upp-
sagnarhýru, tí teir høvdu
mynstrað eftir eini avtalu
um fast krónutal fyri
hvønn dag, sigur Ellintur
M. Abrahamsen.
Skipara- og navigatør-
felagið ávarðar yvirmenn
um at mynstra uttan at
tryggja sær sáttmála-
vunnin rættindi.
Yvirmenn mynstra
uttan sáttmála
Ein tilbúgvingarætlan skal royna at geva svar
upp á, hvussu besta og skjótasta hjálp verður
samskipað, tá stórar vanlukkur henda
Savnsmynd
Einki samband millum
samkomur og samkynd
Bíblian stýrdi kjakin-
um fyri og ímóti
teimum samkyndu í
Læraraskúlanum
leygardagin. Tey kjak-
sinnaðu vóru so ym-
isk, at eingin livandi
vón var fyri nakrari
semju. Tað hevði ong-
in væntað. Ein løg-
tingslimur fekk sinn-
ini í kók, tá ið hann
vendi kanónunum
TABU-RÁÐSTEVNA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Klapp, klapp. Buh og hurrá.
Fólk livdu væl við á tabu-
ráðstevnuni í Læraraskúlan-
um leygardagin. Politisku
ungmannafeløgini høvdu
sett allan dagin av til kjak
um evni, sum antin eru for-
boðin, illa dámd ella goymd
burtur í Føroyum. Kjakast
var frá morgunstundini um
rúsdrekka, porno, abort og
homosexualitet.
Sosialurin legði leiðina
framvið frá umleið klokkan
16 og úteftir, tá samkynd og
teirra støða í samfelagnum
var á skránni. Við hvør sín
enda á tíggju metrar langa
pallborðinum sótu Sonja J.
Jógvansdóttir og Peter O.
K. Olofson. Eitt ólíka par.
Sótu tey langt frá hvørjum
øðrum at byrja við, so
komu tey ikki nærri tann
góða hálvan annan tíman
kjakið gekk so lystiliga.
Frammanundan
hevði
samkynda Sonja J. Jógv-
ansdóttir úr nýstovnaða
Ælaboganum mælt til, at
kjakið ikki bleiv stýrt av
Bíbliuni. Hon fekk ikki sítt
ynskið uppfylt.
Samkynd og pedofil
Peter O. K. Olofson, prest-
ur, legði fyri. Hann gjørdist
ikki heimsins populerasti
maður, tá ið hann samanbar
rættindini hjá samkyndum
við tey hjá pedofilum.
– Um eg vil hava fýra
konur, og um eg vil hava sex
við børnum. Hví skal tann
lóggevandi myndugleikin
forbjóða mær tað. Hvat
verður tað grundað á? Hví
verður loyvi so givið til
homosexualitet? Tað er rein
tilvild. Einki er rætt ella satt,
bara tí vit føla tað. Nøkur
virði og nakrir normar eru
yvir tað einstaka samfelag-
ið. Annars hava vit anarki,
segði Peter O. K. Olofson.
Í aðrari helvtini av sal-
inum varð dúgliga nikkað.
Hin helvtin av salinum
vendi eyguni av berari and-
stygd fyri tí, sum presturin
førdi fram. Men hann
steðgaði ikki kortini. Hann
vísti aftur, at ein manna-
rættur er nóg góð próv-
førsla fyri, at vit skulu
loyva samkyndum og verja
teirra rættindi.
– Mannarættindi byggja á
konsensus, men tey eru
ymisk til ymiskar tíðir.
Tann náttúrliga lógin bygg-
ir millum annað á tey tíggju
boðini. Frá skapanini eru
maður og kvinna skapt til
hvønn annan. Hesum skulu
vit rætta okkum og okkara
samfelag eftir. Vit eru her
fyri at føra ættina víðari.
Tað er okkara identitetur.
Góðtaka vit homosexualit-
et, so ganga vit ímóti nátt-
úruni. Ganga vit ímóti nátt-
úruni, so kann pedofili ger-
ast tað næsta, segði Peter O.
K. Olofson.
Skapt til kvinnur
Bæði buh og klapp, tá ið
Olofson var liðugur.
Sonja J. Jógvansdóttir,
sum var tann næsta at taka
orðið, valdi í fyrstu syftu at
lata provokatiónina hjá
prestinum liggja. Hon vísti
á, at hon hevði tørv á at
elska kvinnuna, tí kvinnan
varð skapt til hennara.
– Tað er ein mannarættur
at fáa góðkent sína sexuellu
orientering, men vit eru ikki
til í Føroyum. Tí mugu vit
hava samkynd við í anti-
diskriminatións-paragraff-
ina, og vit mugu fáa loyvi at
fara í skrásett parlag. Øll
hini Norðurlondini hava
hetta í teirra lóggávu, men
vit liggja sum ein skamm-
blettur mitt í Norðuratlants-
havinum. Tað undrar meg, tí
tað er bara ein lítil lóg, ein
evarska lítil paragraff, sum
ikki ger seg inn á nakran.
Hví skal hon koppa einari
heilari samgongu? spurdi
Sonja J. Jógvansdóttir.
Lógvabrestir, sum vitn-
aðu um, at tey samkyndu
og teirra stuðlar vóru fleiri í
salinum.
Næstrakærleiki í fokus
Tað leikaði hart á eina løtu.
Karin Kjølbro, fyrrverandi
løgtingskona og leiðari fyri
kriminalforsorgini, talaði at
teirri einvísu tulkingini av
Bíbliuni, sum Olofson og
hansara fólk løgdu fyri
dagin.
– Kuldi og frástøða er tað
ringasta í einum samfelagi.
Næstrakærleikin er grund-
leggjandi í einum kristnum
samfelagi. Tað var ein, sum
tordi at sita til borðs við
teimum, sum vóru útihýst.
Vit eiga at góðkenna sam-
kynd. Vit eiga at stuðla hes-
um djørvu fólkum, sum
standa fram sum samkynd.
Hvat fólk gera í songini er
ein privat søk, so leingi tey
ikki gera seg inn á onnur.
Tey hava bara ein annan
máta at elska uppá, segði
Karin Kjølbro, sum vísti
aftur, at tey samkyndu hava
staðið fyri nøkrum ræðu-
leikum.
Peter O. K. Olofson
vendi sær frá næstrakær-
leikanum, sum Karin Kjøl-
bro umboðaði.
– Tað er ikki næstrakær-
leiki at góðtaka menniskju,
sum ganga ímóti náttúruni,
segði hann og vendi aftur til
at samanbera við pedofili.
At taka sær rætt
Øði spann í ein politiskan
eftirkomara hjá Karini.
Annlis Bjarkhamar, fráfar-
in landsstýriskvinna fyri
Tjóðveldisflokkinum, reisti
seg og talaði harðliga at Ol-
ofson.
– Olofson hevur rætt at
velja,
hvat
hann
skal
trúgva. Tann rættin brúkar
hann til at taka rættindi frá
øðrum samfelagsbólkum.
Rættindi krevja, at tú livur
upp til nakrar skyldur, men
hvønn rætt hevur hesin
prestur at taka rættin frá
samkyndum? spurdi Annlis
Bjarkhamar hørm.
At síggja til, vóru bara
tjóðveldispolitikarar
til
staðar. Í øllum førum var
bara ein løgtingslimur, ið
tók orðið. Tað var Rói Eg-
holm úr Tjóðveldisflokkin-
um. Politiska eftirspælið
kann gerast áhugavert, tí
koma tey samkyndu fyri
løgtingið, hóttir Miðflokk-
urin við at spreingja sam-
gonguna.
Atkvøður ja!
Rói Egholm gjørdi púra
greitt, at hava tey sam-
kyndu tørv á hansara stuðli,
so trýstir hann á ja-knøttin
uppá tann eina dagin. Hann
segði seg annars vera
kristnan, og hann talaði at tí
ógvusligu framferð, sum
summi, ið tóku sær rættin
at tulka bíbliuna, løgdu fyri
dagin. Og so fekk hann øði
í grindina. Hann vísti til
nakað av tí, sum útvarps-
støðin Lindin, sendir seint á
kvøldið. Og tað helt hann
ikki verða borðbært.
– Har sita vaksin fólk
seint um kvøldarnar, við
greiðum seksuellum undir-
tónum og siga seg vera for-
elskað í Jesus. Tey eru upp-
hissað fyri opnari mikrofon.
Tað er blasfemi! Tað ljóðar
sum rein orgasma, og tað
hevur einki við kristindóm
at gera. Tað skuldi verið for-
boðið, segði Rói Egholm.
Róp kom í salin. Sosial-
urin takkaði fyri seg. Tað
var kortini vónleyst at fáa
samkomurnar og tey sam-
kyndu við samhugaðum at
tosa sama mál.
TABULIGT. Hygg eg ræðist hana slett ikki. Hon er slett ikki sjúk, sigur Jónfinn Olsen frá Miðflokkinum, sum hættaði sær at taka um Sonju J. Jógvansdóttir
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
9
8