leygardagur 2. mai 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Katrin Dahl Jakobsen, nýggjur tinglimur:
I—- sån
Ovart å meg
— Hevdi ikki roknað vid at verði vald, sigur
nýggi tinglimurin hjá Javnaðarflokkinum í
Suðurstreymoy, Katrin D. Jakobsen
TURIÐ KJØLBRO
Við 167 persónligum at-
kveðum varð Katrin Dahl
Jakobsen úr Havn vald inn
á ting fyri Javnaðarflokkin
— Tað kom óvart á meg, ti
hetta er fyrstu ferð eg havi
stillað upp. Hóast eg hav:
verið virkin innanfloks, er
hetta ein spildurnýggj verð,
sigur Katrin, sum arbeiðir
sum lærari í Eysturskúla-
num
Í valstríðnum hevur
Katrin serliga lagt dent á
trupulleikarnar á barna-
ansingarøkinum, og á
eldrarøktina, sum hon sigur
er í eini kreppu. Men at hon
er útbúgvin sum lærari
speglar eisini hjartamál
hennara, og eitt teirra er
barnamentanin, sum ong-
antíð hevur fingið høga
raðfesting í Føroyum
— Tað er serliga innan
fólkaskúlan, eg kundi hugs-
að mær, at barnamentanin
verður tengt at. Vit hava
musikkskúlan og eg ímyndi
mær, at hann kann taka sær
av ødrum eisini, tað vil siga
av ødrum skapandi við
børnum og ungum. Barna-
mentan er bæði tonleikur og
sangur, sjónleikur, list og
bókmentir og eg vildi ynskt,
at vit kundu fingið hesi
viðurskifti inn í skúlan,
sigur Katrin D. Jakobsen
— Íwóttin er serliga
frammi og hon er ógvuliga
týdningarmikil, men sum
lærari síggi eg so nógvar
aðrar dygdir hjá børnum
sum vit eiga at leggja dent
á. Tað ber sum er ikki til at
menna tær rættiliga, tí andin
er ikki til tað
— Fólkaskúlin eigur at fáa
hægri Mið-
námsútbúgvingarnar hava
verið nógv frammi og stórur
dentur er lagdur á tær, men
fólkaskúlin er dottin burtur
raðfesting
ímillum. Vit hava fingið
nýggja fólkaskúlalóg, men
okkum vantar efurút-
búgving av lærarum. Lógir
verða settar í gildi, men
restin fylgir ikki nóg væl
við, sigur Katrin D
Jakobsen
Kvinnur ov varnar
Í løgtinginum sita nú fýra
kvinnur av 32 tinglimum,
ein færri enn seinast.
— Tað er keðiligt, at
kvinnurnar eru so fáment-
ar. Vit áttu at verið fleiri og
satt at siga hevði eg væntað,
at gongdin var hinvegin.
Tað kann vera tí konufólk
halda seg aftur, tí prátið
hevur í so stóran mun snúð
seg um vinnulív. Konufólk
halda, at tær skulu halda seg
til tey bleytu málini, men
tað er tvætl. Kvinnur eru ov
varnar og trúgva ikki at tær
duga líka væl. Kanska
hugsa tær ov lítið um,
hvussu umráðandi tað er, at
man hevur eina breiða fjøld.
Viðurskiftini mugu gerast
soleiðis, at tað ber til hjá
kvinnum at vera við.
Umsorganargkið hevur altíð
hingið á kvinnum og tað
síggja vit aftur
Í hesum døgum síggja vit,
at pengar verða játtaðir til
at veita foreldrum pengar
at ganga heima hjá børnum
sínum ?
— Tað er óheppið, tí tað
kann føra við sær, at konu-
fólk verða hildin heima. Tað
fær ikki fleiri konufólk út í
samfelagið. Vit mugu spyrja
okkum sjálv, hvat fyri
samfelag vit vilja hava.
Vilja vit hava konufólkini
við at mynda samfelagið, so
mugu vit leggja viðurskift-
ini soleiðis til rættis, at tað
ber til og ikki rinda teimum
pengar fyri at halda seg
heima, sigur Katrin Dahl
Jakobsen
tíðindablaðið
Sy
Nr. 82 — 2. MAI 1998
Inga Ellingsgaard, forkvinna i Kvinnufelagnum i Havn:
Vonbrot, at so fåar
kvinnur vórðu valdar
fleiri kvinnur vóru á tingi. M
ikki at tosa um pengarnir, sigur Inga
í Havn í viðmerking til, at so fáar kvinnur vórðu valdar inn á ting
Turm» KJØLBRO
Rákið alla aðra staðni og
serliga í Norðurlondum er,
at fleiri og fleiri kvinnur
verða valdar á ting. Hóast
nógv fleiri mannfólk
vórðu uppstillað til Fólka-
tingsvalið í Danmark her-
fyri, varð fimta hver upp-
stillað kvinna vald, meðan
áttandi hver maður varð
valdur. Hetta rákið letur
ikki til at hava nomið við
Føroyar, tí bert fýra kvinn-
ur sita nú á løgtingi
— Tað er eitt stórt vón-
brot, at fleiri kvinnur ikki
vórðu valdar. Eg havi
ringt við at skilja, hví tað
Vit eru afturút á
nógvum økjum, men
gongur tað við hesi ferð-
ini, er ikki stór vón fyrr
framman. Eg hevði vónað,
at kvinnur komu longri
fram og at tær hugsaðu
meiri kvinnuligt. Kvinnur
mugu taka seg saman.
Kanska hongur tað saman
við tí, at eitt land sum er
so lítið sjálvbjargið sum
okkara, at kvinnur av tí
| sama eru so lítið sjálv-
| bjargnar, sigur Inga
| Ellingsgaard.
— Eg dugi ikki at síggja,
at evnini, sum hava verið
frammi í valstríðnum,
er so
hava verið ein forðing
fyri, at fleiri kvinnur
vórðu valdar. Tær hava
verið við, men tær eru
nógv færri enn menninu
Og tað eru altíð menninir,
sum verða fokuseraðir. At
tosa um størri sjálvræði
forðar ikki kvinnum at
vera við. Vit hava líka
góðar fyritreytir at tosa
um tað sum um alt annað
Vit skulu bara halda okk-
um framat. Tað hevur eis-
ini nakað at gera við, at
politikkur og alt í sam-
felagnum er tengt at ngkr-
um viðurskiftum, sum er
gjørd av monnum. Uttan
mun til, hvar tú fert, so
hava menninir sett treyt-
irnar. Og tað er kanska
ikki tær treytirnar sum til-
tala kvinnur.
Skulu kvinnur so ikki
bara fylgja við og gera
líka sum menn?
— Nei, avgjørt ikki.
Skulu vit hava eitt betri
samfelag skulu vit skapa
okkara egna fyritreytir, og
tí hevði eg vónað, at fleiri
kvinnur komu inn. Tað er
trupult at broyta nakað,
um kvinnurnar eru so fáar.
Tær bjóða seg fram í øll-
um flokkum og tí er tað
umráðandi hjá kvinnum at
velja kvinnur.
— Tá ið tíðirnar eru ringar kunnu kvinnur brúkast til at rudda upp
men ikki í tíðum. tå ið tað gongur væl. Samfelagið hevði verið nógv ødrvist um
álini hóvdu verið raðfest á heilt annan máta — fyri
Ellingsgaard, forkvinna í Kvinnufelagnum
Vantandi álit
Valúrslitið vísir, at kvinn-
ur velja menn. Hava
kvinnur ikki álit á kvinn-
um?
— Tað dugi eg ikki at
siga, men tað havi eg so
avgjørt. Nakrar hava klár-
að seg væl í valstríðnum,
ikki allar, ti so hevði úr-
slitið verið ødrvisi, sigur
Inga Ellingsgaard
Til seinasta løgtingsval
heitti Kvinnusamfylking-
in á allar kvinnur í Føroy-
um um at velja kvinnur
— Valtglini eftir løg-
tingsvalið í 1994 vístu, at
kvinnur fingu væl fleiri
atkvgður enn til undan-
farna val. Sjálvstýris-
kvinnurnar loftaðu bein-
anvegin teirri áheitanini
og komu út við einum
blaði. Tað hjálpti væl, men
hesa ferð var ikki semja
um at gera eitt slíkt tiltak
tvørpolitiskt. Myndin
hevði ivaleyst sæð gðrvísi
út. Vit síggja, hvussu
Jóannes Eidesgaard er
borin fram í sínum flokki
og tað er at gera mismun
at taka eitt valevni so nógv
fram. Ein flokkur nýtist
ikki at missa nakað um eitt
konufólk verður tikid
meiri fram.
— Kvinnur mugu verða
og vaska,
hesa ferð
meiri tilvitaður um tað, at
tær eru kvinnur og at tær |
eiga at stuðla kvinnum.
Vil man hava broytingar
mugu fleiri kvinnur koma
|
til og eg trúgvi, at vit fingu |
eitt nógv betri samfelag |
um so var.
— Vit skulu gledast um |
tær sum eru komnar inn |
og kanska stendur onkur
kvinna so frammalaga, at
hon kemur inn i landsstyr-
id, sum nå verdur skipad.
— Hvussu tad politiska
arbeiðið verður skipað i
teim ymsu.flokkunum veit
eg ikki. Men tað sýnist
sum man roynir at pynta
vallistan upp undir val við
kvinnum
Flokkarnir |
kundu tilvitað arbeitt mið- |
vísari við, at fingið fleiri |
kvinnur við. Tað er mikið |
heppið við nógvum kvinn-
um í ringum tíðum, tí tá
kunnu tær brúkast til at |
rudda upp og vaska, men
ikki í tíðum, tá ið tað
gongur væl. Samfelagið
hevði verið nógv ødrvisi
um nógv fleiri kvinnur
vóru í tinginum. Málini
høvdu verið raðfest á heilt
annan máta fyri ikki at
tosa um pengarnar, sigur
Inga Ellingsgaard, for-
kvinna í Kvinnufelagnum
í Havn.
Lasse Klein, fyrrv. tinglimur:
Verri enn roknað við
— Fjólmiðlarnir hava stýrt valstríðnum og hava lagt dent á nókur ávís mál. Vit hava ikki
megnað at fylgt nóg væl við, sigur Lasse Klein, sum nú eftir 14 ár í politikki, er fallin
Turm K:9LBRO
Bjartskygnið hjá Kristiliga
Fólkaflokkinum helt íkki.
Flokkurin var í fleiri
veljarakanningum spáddur
lítla og onga framtíð, men
kortini var Lasse Klein,
tinglimur fyri flokkin,
bjartskygdur til tað síðsta.
— Hóast vit høvdu roknað
vit eini afturgongd um
nærum alt landið, gekk væl
verri enn væntað. Í
Norðoyggjum hevði eg
væntað eina framgongd. Á
kommunuvalinum fyri
tveimum árum síðani fingu
vit ein mann valdan og tað
var um reppið, at vit fingu
tann næsta. Bjartskygnið
bygdi eg uppá, at vit hava
eitt sterkt felag i
Norðoyggjum, men tað
hevur eftir øllum at dóma
ikki verið nóg mikið, sigur
Lasse Klein.
— Orsøkin til, at vit ikki
komu inn um tinggáttina
kann vera, at fjølmiðlarnir í
ov stóran mun hava stýrt
orðaskiftinum og hava valt
nøkur serstøk evni út. Teir
hava í stóran mun lagt
politikarum orð í munnin,
skilt á tann hátt, at teir hava
sett spurningarnar soleiðis,
at valevnini ikki hava havt
adrar møguleikar enn at
svara jú og nei. Eg trúgvi,
at tað framvegis er brúk fyri
smáum flokkum, men
orsakað av
fjølmidlastyringini endaði
tað sum tað — gjørdi
Fjølmidlarnir hava víst á
nøkur mál sum tey
tydningarmestu. Høvdu teir
hinvegin fokuserad uppå
nøkur mål, sum vit standa
fyri, so var flokkurin til enn
Tað er ikki fyri at lasta
fjølmidlarnar, slíkt hendir
eisini aðra staðni.
— Teir smáu flokkarnir
hava ikki gjørt nóg væl vart
við seg í málinum um
ríkisrættarligu stóðu okkara.
Nú kunnu vit so siga, at vit
áttu at tikið eina greiðari
stóðu.
Ert tú liðugur í politikki
nú?
— Eg kann bara ásanna, at
eg havi íkki fingið
undirtøku og at eg ikki
longur eru tngmaður.
Veljarin hevur talað og tað
er einki meir at gera við tað.
Tað politiska stóðið undir
flokkinum er burtur og eg
fari ikki at taka stig ul at
endurreisa flokkin, sigur
Lasse Klein, sum hevur
verið virkin politikari í 14
ár