Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 11 Seinastu vikurnar hava óvanliga nógvar ráðstevnur ver- ið hildnar í landinum. Eftir øllum at døma er hesin siður at skipa fyri ráðstevnum innan allar hugsandi greinar vorðin ein fastur táttur, nakað, sum er komið fyri at vera. Tað er sjálvandi skilagott, at vit eisini fáa serkøn fólk uttanífrá til slíkar ráðstevnur, tí hetta gevur fleiri føroyingum møguleika at vera við og fáa innlit og kunning frá royndum hjá øðrum. Hin møguleikin at føroyingar fara av landinum til ráðstevnur er so eisini ein partur av somu søk og nakað, sum eigur at gagna bæði landi og fólki. Í dag verður enn ein ráðstevna fyriskipað í Norður- landahúsinum. Tað er »Offshore Faroes 2003«, sum Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum stendur fyri. Hetta er 3. ferð, at tað verður skipað fyri slíkari ráð- stevnu í Føroyum. Gott tað sama. Tá tað snýr seg um okkara landgrunn og framtíðina her so er rætt, at vit sjálvi skipa fyri ráðstevnu her heima. Tað er eisini gott, at hetta er afturvendandi tiltak á hvørjum ári, tí tá fáa vit møguleikan at gera støðuna upp og fáa sett teir neyðugu spurningarnar. Evnið hesaferð er 2. útbjóðing og status yvir oljuleit- ingina. Vit fara at hoyra um, hvussu gongst við at loysa basaltknútarnar, tvs. at síggja og bora gjøgnum basalt. Eisini fer kendi bretski oljujournalisturin Jeremy Cresswell at hugleiða um oljuleitingina á Atlantsmót- inum. Annað áhugavert er eisini á skránni. Ikki er neyðugt her at reksa upp, hvat er hent og hvør støðan er í løtuni. Niðurstøðan í løtuni er tann, at tað tekur tíð at finna olju. Tað krevur tol. Hetta er læran vit fáa nærum alla aðrastaðni, Noregi, Danmark, Ong- landi, Nigeria o.s.fr. Nú um dagarnar varð skipað fyri ráðstevnu í Hetlandi í sambandi við, at liðin eru 25 ár, síðani teirra oljuvinna byrjaði. Tað var tá oljuterminalurin Sullom Voe varð tikin í brúk. Nú oljan er farin at minka eru hetlendingar ikki ráðaleysir. Teir hyggja frameftir og vilja gera íløg- ur í varandi orkukeldur og selja streym frá vindorku til skotska meginlandið. Eisini síggja teir møguleikan í einum nýggju vinnuvegi, nevniliga at fáa lut í upp- høggingini av oljupallum. Hvat Føroyum viðvíkur so kunnu vit vera við í øllum hesum trimum vinnuvegum. Framleiðslu av olju og gassi, um og tá hesi verða funnin, at gera íløgur í var- andi orkukeldur og at fáa lut í upphøgging av oljupall- um, um so er, at hetta er ein vinnuvegur vit megna og sum ikki kemur at nerva umhvørvið. Víst hava vit nakað av læra av okkara grannum het- lendingum, og tí kemur Offshore Faroes eisini sum ein náttúrlig uppfylging av stóru ráðstevnuni í Lerwick, har m.a. bretski orkumálaráðharrin luttók. Eisini okk- ara ráðharri var við umframt onnur umboð. Sosialurin gevur í dag út stórt eykablað um olju- og fiskivinnu í sambandi við oljuráðstevnuna í Norður- landahúsinum. Eisini fara vit í komandi bløðum at frætta meira frá ráðstevnuni í Hetlandi. DAGSINS MEINING Sosialurin Enn ein ráðstevna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bárður Nielsen løgtingslimur Vit hava nú í fleiri ár hoyrt hvussu væl okkara sam- felag er stýrt fíggjarliga og at mestsum allur blokk- stuðulin er settur á bók, men nú sær ikki út til at pengarnir eru til staðar kortini. Vit hava síðani 1998 móttikið umleið kr. 5.000 mió. í blokkstuðli og er innistandandi í lands- bankanum einans økt við kr. 1.200 mió. og í sama tíðarskeiði er kravið um minstainnlán økt við kr. 700 mió. Tað merkir, at av blokkinum eru kr. 3.800 mió. brúktar og tøkur pen- ingur landskassans hesi ár- ini er einans øktur við kr. 500 mió. Hetta er í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð, við góðum fiskiskapi og met- høgum fiskaprísum, men framtíðarútlitini eru ikki eins góð og tey hava verið. Spurningur má tí setast, um fíggjarliga stýringin hevur verið nøktandi ella um full- veldi hevur koyrt landi so langt út fíggjarliga, at ringt verður at koma uppaftur á turt. Samlaða skattatrekkið á persónar er hesi árini økt við 3% og nú eru fleiri upp- skot í tinginum um hægri avgjøld o.a. í eini seinastu roynd at fáa enn fleiri full- veldisskattir úr lummanum á føroysku borgarunum. Um fíggjarstýringin hevði verið nøktandi seinastu ár- ini, so hevði landskassin havt ríkiligt at staði ímóti við, men veruleikin er bara tann, at nú brúk er fyri nøkrum krónum fyri at fáa fíggjarlógina at hanga sam- an eru pengarnir ikki til. Skuldin hjá landskassa- num verður nú umfíggja soleiðis, at skuldin til danska statskassan minkar við kr. 2.000 mió. og hetta verður ístaðin fíggja við lánsbrøvum uppá 1.500 mió., ið hava eina lægri rentu uppá stuttsigt og 500 mió. verður tikið av gjald- førinum hjá landskassa- num. Av lánsbrøvinum er helvt- in ella kr. 750 mió. við 1. ára leypitíð og skal hetta sostatt endurfíggjast longu komandi ár og er lítið sann- líkt at rentustøði verður eins lágt sum nú og má tí roknast við, at rentuspar- ingin longu næsta ár verður minni enn hetta fyrsta árið. Skuldin til danska stats- kassan var við eini fastari rentu uppá 5 % yvir 20 ár og var hetta ein sera lág renta tá ið hetta lánið bleiv veitt okkum í 1998, so øll árini fram til í fjørð hava vit havt eina sera stóra rentu- sparing við hesum láninum. Støðan vit vóru í tá, gjørdi at vit neyvan høvdu fingið lán til eina rentu lægri enn 7%, so um vit roknað rentu- sparingina fyrsta árið vit fingu hetta statslánið er hon 2% av 5.000 mió. og svarar tað til eina sparing uppá kr. 100 mió. bara fyrsta árið. Tað eru sera undrunar- vert at man drenar lands- kassan fyri likviditet, tá ið man komandi fíggjarár fer at hava eitt gjaldførishall. Og er hetta als ikki í trá við politikkin hjá verandi sam- gongu, sum hevur havt ætlanir um búskapargrunn til at fíggja yvirgongdina til fullveldi, men nú full- veldispolitikkurin er farin fallit er alt líka mikið, so tað er bara ein spurningur um tíð, til Tjóðveldisflokk- urin stingur halan millum beinini og rýmur úr sam- gonguni. Hvar eru pengarnir Finnleif Guttesen sambandsveljari Nú tit hava sett uppskot fram um at hjálpa rækju- flotanum, sum flest allir føroyingar kunnu taka undir við, við einari FAS- skipan har landi og komm- unurnar koma at gjalda, vil eg heita á tykkum um at seta uppskot fram um broytingar í FAS-skipanini, tí annars eru tit komnir í sama bás sum samgongan, um at blaka útreiðslur á kommunurnar og var tað vónandi ikki tykkara ætlan. • Sum FAS-skipanin er í dag, gjalda allar komm- unurnar í Føroyum til skipanina, meðan bert landi og ein ella tvær kommunur fáa inntøkur av skipanini. Hetta er ikki rættvíst og skuldi inntøkurnar sjálvsagt eis- ini verði luta út til allar kommunurnar eftir sama leisti sum útreiðslurnar. Seti tí uppskot fram um hetta beinanvegin. ella • Fólkaflokstingmenn hava tosa nógv um, hvat fyri ein pengamaskina FAS- skipanin kann verða fyri Føroyar. Somuleiðis vil Tjóðveldisflokkurin hava greiðar linjur millum land og kommunur, so teir kunnu bert taka undir við einari skipan, har landi fær allar inntøkur- nar og rindar allar útreiðslurnar. Tit missa einki við at hjálpa Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, við at seta uppskot fram um, at landi fær allar inntøkurnar og rindar all- ar útreiðslurnar av FAS- skipanini. Allar gjalda, ein fær inntøkurnar Grundgevingin fyri verandi skipan var, at hon skuldi verða solidariskt, menn hetta er ikki veruleikin, tí allar kommunurnar skulu gjalda meðan bert ein fær inntøkurnar. Við seinra uppskotinum hevði Sambandsflokkurin hjálpt Føroyum til at blivið eitt sindur meiri sjálvbjarg- ið og er tað hart tiltrongt, tí verandi samgonga hevur bert megna at minka um sínar útreiðslur við at blaka tær út á kommunurnar. Sjálvandi kunnu aðrir skilagóðir tingmenn, sum eisini eru kommunustýris- limir, t.d. Kári Højgaard við lítlari undirtøku frá veljarunum fingið ágóða av, at hjálpt kommununum í hesum og øðrum málum. Áheitan á sambandstingmenn: Broyting av FAS-skipanini - Skipini gerast heldur færri í tali, men tonsatalið veksur, sigur Hjalmar Lamhauge, havna- umsjónarmaður hjá Runavíkar Havn RUNAVÍKAR HAVN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tríggir mans starvast á havnaskrivstovuni hjá Runavíkar Havn. Havna- meistari er Jákup Lam- hauge, og umsjónarmenn eru Petur á Roykheyggi og Hjalmar Lamhauge. Mánamorgunin, tá ið Sosialurin vendi sær til Havnaskrivstovuna, var havnameistarin burtur í ørindum, men vit fingu eitt fitt prát við Hjalmar. Nógv skip Runavíkar Havn telist mill- um størstu havnir í landin- um. Seinastu árini eru 1800-1900 skip komin og farin um árið. Tað svarar til eini 5 skip hvønn einasta dag í árinum. - Árini eru eitt sindur ymisk, men gongdin sein- astu árini hevur verið hon, at skipini eru vorðin heldur færri í tali, men tonsatalið er økt, sigur Hjalmar, sum hevur starvast hjá Runavík- ar Havn í seks ár. Hann sigur, at enn eru skipini, sum hava ligið til bryggju í hesum árinum, ikki tald upp, men tað verð- ur gjørt uppundir ársenda. Hann væntar tó, at talið fer at liggja rundan um tey 1800-1900. Størri skip - Tað eru fleiri størri skip, sum koma higar í dag enn áður. Green-skipini, sum eru heimahoyrandi í Ber- gen og sigla yvir til Ame- riku, steðga her. Skipafelag Føroya er umboð hjá hes- um skipum. Hjalmar vísir á, at onnur stór skip sigla fyri Skipafelag Føroya, og síðan hava tey stóru supply- skipini, sum serliga vóru her í 2001, eisini verið við til at økt um tonsatalið. - Árið, teir byrjaðu at bora eftir olju, vóru supply- skipini her einar 2-3 ferðir um vikuna, men í ár og í fjør hava færri supply-skip verið her. Hann vísir á, at aftrat hesum koma so øll fiski- skipini, sum hvørja einastu viku verða landaði hjá Før- oya Fiskavirking og Beta, og tey eru mong gjøgnum eitt heilt ár. - Onnur skip koma eisini higar til umvælingar og nýgerð, sigur Hjalmar. Byggja kai Hann veit annars at siga, at bryggjan frammanfyri Før- oya Fiskavirking í løtuni verður breiðkað norðureftir við umleið 10 metrum. Longdin av bryggjukantin- um, ið verður breiðkaður, er 60 metrar. - Hetta er tann gamla bryggjan, sum nú verður breiðkað. Tá ið arbeiðið er liðugt móti vári, verða 55 metrar av kaisíðu eftir, sum framvegis er hin gamla bryggjan. Hjalmar sigur, at tað er MT-Højgaard, sum gera arbeiði, og sum teir hava skilt, gongur væl. Teir vænta nevniliga at verða lidnir fyri ætlaðu tíðina, ið er 1. mars komandi ár. Umsjónarmaðurin sigur annars, at tað gongur yvir- høvur væl at avgreiða tey mongu skipini, sum vitja Runavíkar Havn um dag- arnar. - Jú, eg haldi, vit hava góðar umstøður og við teimum betringum, sum verða framdar, verða um- støðurnar uppaftur betur, sigur Hjalmar Lamhauge at enda. Runavíkar Havn: 1800-1900 skip koma og fara um árið Í miðal vitja fimm skip um dagin Runavíkar Havn gjøgnum eitt heilt ár Mynd: Vilmund Jacobsen - Jú, eg haldi, vit hava góðar umstøður, sigur Hjalmar Lamhauge, havnaumsjónarmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Bryggjan frammanfyri flakavirkinum verður nú breiðkað við 10 metrum. Arbeiðið gongur væl og verður væntandi liðugt fyri tíðina Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 11 10