Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 2. MAI 1998 tíðindablaðið >> 7 | | | | | | Jogvan Adolf fall Harða valstríðið í Sandoynni hjá Tjóðveldisflokkinum gjórdi, at Javnaðarflokkurin hesa ferð misti mannin Turip KJøLBRO Bert 11 atkvødur vóru á muni ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin í Sandoynni. Hesa ferð rakk Tjóðveldisflokkurin longri og tað førdi við sær, at Jógvan Adolf Johannesen, sum hevur umboðað Javnaðarflokkin í 10 ár, fall. — Persónligu atkvødurnar visa, at eg havi roynt at gjørt vart við meg í valstríðnum. Men valstríðið í oynni hev- ur verið ógvuliga hart, Tjóðveld- isflokkurin hevur lagt øgiliga hart út og tað hevur givið teimum mannin, sigur Jógvan Adolf. — Vónbrotin, nei í politikki er sum í bingo, einki er givið. Og tí má man rokna við hesum. Tað kom ikki óvart á meg, tí flokkarnir í Sandoynni hava altíð verið ógvuliga iavnir. Ein útskifting er farin fram, fleiri av teim eldru eru farn- ir, og tað er kanska tekin um, at veljararnir vilja hava yngri fólk á ting, sigur Jógvan Adolf, sum verður 63 ár. Fert tú at sakna tingarbeiðið? — Ja, tað fari eg, tí tað hevur verið ógvuliga spennandi. Mítt hjartamál hevur verið Sandoyggin sum heild, at skapa trivnað í oynni. Ein orsøk til, at vit ruku er kanska, at Sandoyggin hevur verið so hart rakt av kreppuni, men eg dugi ikki at síggja, at Javnaðarflokkurin hevur gjørt ov lítið fyri at bóta um stød- una, tí tað vóru vit sum skaptu arbeiði og vinnulív aftur í oynni. Sjálvstýris- hugsjónin hevur altíð verið sterk í oynni og tað er møguligt, at vit ikki hava gjørt nóg mikið á hasum økinum. Rákið er á sjálvstýrisleið og allir flokkarnir í oynni eru meir og minni sjálvstýrishugaðir. Sambandsflokkurin hevur ongantíð havt røtur her. Ert tú liðugur í politikki nú? — Tað veit eg ikki, eg eri ikki heilt ungur longur. Hvat verður til næstu ferð, dugi eg ikki at siga longu. Eg vil ynskja teimum valdu gott viðrák og at teir gera okkurt munagott fyri oynna, sigur Jógvan Adolf Johannesen, sum eisini takkar veljarunum fyri persónligu at- kvødurnar og stuðulin annars. Tøkk, øll sambandsfólk! Hjartans tøkk til tykkum øll, id so tråliga valdu Sambands- flokkin á løgtingsvalinum aftur hesaferð. Somuleidis takki eg hjartaliga øllum tykkum, ið góvu mær persónliga dyggan stuðul. Edmund Joensen, floksformaður Glaslist í Norð- urlandahúsinum Í gjár lat summarfram- sýningin í Norðurlandahúsi- num upp. Í år er tað lista- maðurin Tróndur Patursson, sum sýnir fram. Við á fram- sýningini eru 26 verk, máln- ingar og glaslistarverk. Tað er serliga glaslistin, sum hevur eyðkent list Trónd seinastu árini. Hann hevur víst fram í nógvum londum og størsta listar- verkið á hesi framsýningini, ein glasillusjón, hevur verið ógvuliga víða, í Týsklandi, Danmark og USA. Í vikuni keypti Carlsberggrunnurin eitt listarverk hjá Tróndi, sum er eitt glasrúm Mynd: Jens Kr. Vang SO 1 SRA Ein hjartans tøkk til tykkum, ið gjørdu Javnaðarflokkinstóran aftur. Takk til eysturoyingar, ið góvu okkum tað næstbesta valið nakrantíð. Inniliga takk til tykkum øll, ið persónliga vístu mær álit. Tað fløvadi. Samvitskufult vil eg halda tey vallyfti, vit góðu áðrenn valið, í samsvari við stevnumiðini. Hjartans tøkk! Dan Reinert Petersen, løgtingsmadur