leygardagur 2. mai 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 2. MAI 1998 tíðindablaðið
Marius Dam gevst ikki
sum kommunulækni fyribils
Við valið í gjár fekk 42 ára gamli kommunulæknin í Vágum, Marius Dam,
góðar 190 atkvødur, og hann hevði neyvan roknað við, at hann før at verða
valdur sum fyrstvaldur á Sambandslistanum í Vágum
OLAvur Í BEITI
Tað er eingin ivi um, hvat
mál liggur ovarlaga á ynski-
listanum hjá Mariusi Dam,
kommunulækna og nú løg-
tingslimi fyri Sambands-
flokkin í Vágum
Og hann metir eisini, at
ein samgonga millum teir
borgarligu flokkarnar fer at
tæna ið hvussu so hesum
ynski einamest, nevniliga,
at vit fáa fast samband um
Vestmannasund til gagns
fyri alt Føroya fólk, og ikki
bert fyri vágafólk sum
mong úti um landið hava
hildið
Fleiri týðandi mál
Men tað eru eisini onnur
mál sum nývaldi sambands-
maðurin í Vágum fer at ar-
beiða við í tinginum uttan
mun til um hann kemur í
samgongu ella andstøðu
Estt nú at reka ein sunnan
fíggjarpolitikk til gagns fyri
alt Føroya fólk, at arbeiða
fyri at vinnan fær góðar
møguleikar at virka undir,
at ein meiri miðvísur sosial-
politikkur verður førdur og
skatturin verður minkaður
bert fyri at nevna nøkur týð-
andi mál.
Ongan avloysara enn
Spurdur um hann heilt og
fult fer at halga tingarbeidi-
num alla sina tid, sigur
Marius Dam, at fyribils er
ætlanin at røkja kommunu-
læknastarvið eisini, men
verður tað so, at tingar-
beiðið krevur alla mína tíð,
má ein avloysari koma í
mítt stað.
- Nú er henda stødan so
nýggj enn, men higartil hev-
ur eingin trupulleiki verið
millum meg og hin komm-
unulæknan (Elisabeth Thor-
steinsson, blm.) at samskipa
arbeiði, og tað verður tað
heldur ikki nú, leggur ný-
valdi løgtingslimurin í Vág-
um aftrat.
Fólkaflokkurin fekk eis-
ini sítt umboð afturvalt á
valinum í gjár og var tað
Jørgen Niclasen, sum fekk
góðar 180 atkvødur.
Marius Dam, ein av
nýggju tingmonnum
Sambandsfloksins
á
Koala lumpar
Í vikuskiftinum spælir
sjónleikabólkurin Koaia
lumpar nýggja ævintýr-
leikin Tá mánin setur og
sólin rísur.
Koala lumpar er ein
bólkur, sum er vorðin tíl
á kveldskúlaskeiðnum
»At skríva og spæla
leik< hjá Rakel Helms-
dal.
Leikin, sum tær sjálvar
hava skriva, er eitt nýtt,
men kortini klassiskt æv-
intyr, sum tvær prinsess-
ur, sum fara út á eina
langa ferð fyri at bjarga
einum prinsi undan ein-
ari óndari heks, og á
ferðini hitta tær sjálvandi
ymsar løgnar og stutt-
ligar verur og vandar,
sum tær mugu vinna á
Her er alt hoyrir til í ein-
um ævintýri, men hetta
ævintýri hava tit púra
víst ongantíð hoyrt áður.
Søgan er roknað øllum
børnum og barnligum
sålum millum 3 og 93 år.
Spælt verdur i Sang-
stovuni í Kommunu-
skúlanum leygardagin
kl. 14 og 16 og sunnu-
dagin kl. 15 og 17.
{MASTER
- vit halda Føroyar í venjing
Vit útvega eisini ítróttarútgerð/klæðir til |
feløg. skúlar, fimleikahallir, stovnar v. m. ns —
—
Vit geva fegnir tilboð | þr
Lucas Debesargeta 6 Tel 31 95 12