Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 2. MAI 1998 Nr. 82 - 2. MAI 1998 DAGNY JOENSEN JENS KR. VANG Í hesum døgum eru nógv flyting í Tinganesi. Ikki bert politikarar fara kanska at stinga í sekkin, men eisini heildar deildir í umsitingini flyta úr Tinganesi. Borgarhjørt Kragesteen er ein teirra, sum flytir år Tinganesi í Albert Hall, har Figgjarmålastyrid skal hava til húsa 12 årini hevur hon verið skrivari hjá lands- styrismanninum í fíggjar- málum og mentamálum, og hevur sitið í forskrivstov- uni, sum er millum hesar báðar fólkavaldu. Nógvir politikarar hava verið hennara arbeiðsgev- arar. Tilsamans hevur hon arbeitt fyri 15 landsstýris- menn úr ymsum flokkum, og allir hava verið stak góð ir at samstarva við, Borgar- hjørt Kragesteen Jeinastu Finna stevið — Menniskjað og politikar- arin eru tveir persónar, og í veruleikanum tosa vit ógv- uliga líuð um politikk í Tinganesi. Tað ræður bert um at finna stevið, tá nýtt fólk kemur til, og tað hevur ong- antíð verið nakar trupulleik- ir, sigur Borgarhjørt, sum vit prátaðu við, meðan hon stákaðist við flytingina vikuni Hon var bert 19 ára gom- ul, tá hon byrjaði at arbeiða í Tinganesi í 1973, eftir at hon hevði verið í læru á ad- vokatvirkinum hjá Leivur Lútzen, og hevdi arbeitt har i ett ár Tá var øll umsitingin ein eind, sum kalladist Lands- skrivstovan. Vit vóru eini 30 starvsfólk, og Johan Djur- huus var skrivstovustjóri. — Tað var stór umbroyting fyri meg at byrja í Tinga- nesi, tí eg kendi als einki til politisku flokkarnar, men Johan Djurhuus, sum eg var skrivari hjá, var eitt eina- standandi menniskjað, og hann tekk al' at laga seg. Vit høvdu stora virðing fyri. honum, sigur Borgarhjørt Kragesteen. — Umstødurnar í dag eru so nógv ødrvisi, og kunnu ikki sammetast við gomlu skipanina. Øll arbeiddi sam- an og hjálptu til, har tað var neyðugt. Eitt nú vit at taka telefonina, fotokopiera o.t., ið tá var vanligt skrivstovu- arbeiði. — I 80 árunum kom broyt- ingin í, tá Landsskrivstovan var býtt upp í tríggjar eindir, og skrivstovufólkini fluttu fyri seg. Síðani eru nógvar broytingar farnar fram, sig- ur Borgarhjørt. Hon heldur kortini, at tað er ógvuliga spennandi av- bjóðing, at fara í nýtt starv, hon fer at sakna Tinganes, har hon hevur gingið í 25 ár - og kennir hvønn krók — Tað er eisini torført at fara frá starvsfólkunum, sum tú kennir væl og ert vorðin góð við, sigur Borg- arhjørt Kragesteen Hon minnist aftur á nógv- ar stuttligar løtur í arbeiði- num tey árini, tå alt ikki var so stórt og formelt hóast Fólk komu á gátt Tað kundi við hvert vera eitt sindur møtumikid, tí fólk í tíð og ótíð komu inn av getuni og spurdu eftir landsstýrismonnunum Onkur var í so ofta á gátt, og tað kundi vera eitt sindur strævið hjá landsstýr ismanninum. So kundu vit finna uppá at siga, at hann var á fundi o.s.fr.., eins og fyri at fáa arbeiðsfrið Ein dagin kom ein per- sónur sum vant inn og vildi sleppa at tosa við landsstýr ismannin. Eg segði sum var, at hann var fundi Ju, vidkomandi før beint at kanna målid, og tå hurðin í fundarhølinum fór upp jusi tá, for persónurin inn og segði: — Nú havi eg tykkum allar samlar! Fundarfólkini hvukku við, men sissaðust aftur, tí persónurin gjørdi hetta bert í skemti, sigur Borgarhjørt. Tað hava ikki bert verið vansar av at umsitingin vaks tey fyrstu árini, tí tá komu starvsfólkini nærri politik- ararunum. — Vit komu hver ødrum nógv meira við, bæði ar- beiðsliga og menniskjans- liga, sigur Borgarhjørt. — Hvat heldur tú um bygnaðarbroytingarnar? — Tað er ein stórbroyting, sum hevur verið torført og strævin, tí broytingarnar hava gingið so skjótt. Tá alt á landsstýris tíðindablað 13 Borgarhjørt Kragesteen starvast í Tinganesi í 25 ár: — Eg fari at sakna starvstelagarnar Í 25 ár hevur hon havt sína arbeiðsgongd í Tinganesi, og hon kennir hvønn krók, men torførast verður saknurin, ikki dagliga at hava samband við starvsfólkini, sum hon við tíðini er vorðin góð við. Eg eri kortini bjartskygd, og vænti mær nógv av nýggju avbjóðingini, sigur Borgarhjørt Kragesteen, sum mánadagin fer til arbeiðis á Argjum, har hon skal vera skrivari í fíggjarmálastýrinum er fingið í rættlag, verður helst í lagi, men hetta verður ein veldug umsiting, sum er alt ov stór eftir okkara um- stóðum, sigur Borgarhjørt Kragesteen. Hon stúrir eitt sindur fyri framtíðini, tí ótrúliga nógv nýggj fólk eru sett í leið- andi størv, sum ikki hava tær stóru arbeiðsroyndirnar. — Vid bygnaðarbroyting- unum verða bert fólk við hægri útbúgvingum sett í størv. Hóast søkt verður eft- ir fólki i skrivarastørvum, verða fólk við hægri út- búgvinum tíkin fram um, og Borgarhjørt Kragesteen, skrivari, flytir eftir 25 ára starvstid úr Tinganesi út á Argjar, har „ Fíggjarmálastýrið hevur fingið innivist í Albeft FR ad a“ tí verður ikki javnvág í bygnaðinum — Okkara starvsfólka stættur minkar tí munandi í tali, tí tey við hægri útbúgv- ingum ota seg inn á okkara stavsøki, sigur Borgarhjørt Kragesteen, sum kortini fer til arbeiðis í Albert Hall við positivum sinni Tað verður eisini ein saknur, tí vit bert eru sjey starvsfólk hidani, sum flyta, og bert eitt starvsfålk sum eg havi arbeitt saman við í nógv ár, sigur Borgarhjørt og fer aftur undir flytiar- beiðið.