Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 229 - 2. desember 2003 Nr. 229 - 2. desember 2003 13 Um landsstýrismað- urin við vinnumálum ikki visti um viður- skiftini frammanund- an, so kennir hann tey í hvussu er nú. Hvannasunds Komm- una hevur nevniliga verið á fundi í Vinnu- málaráðnum fyri at upplýsa landsstýris- mannin um hættis- ligu og lemjandi um- støðurnar í tunlunum á Borðoynni VEGAKERVI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Hvønn einasta dag noyðast tey, ið búgva norðanfyri tunlarnar á Borðoynni, at senda sítt dýrasta tilfeingi, børnini, gjøgnum tveir vandafullar tunlar. Tað eru næmingarnir í framhaldsdeildini, ið hvønn skúladag fara til Klaksvíkar og norðuraftur við bussi. Fyri ikki so langari tíð síðani kom eldur í bussin. Men tíbetur var hann ikki staddur í tunlunum, sum eru deyðsfellur. – Vit orka ikki at hugsa um, hvat hevði hent, um bussurin var staddur í tunl- inum við 50 børnum, sigur borgarstjórin í Hvanna- sundi, Júst Poulsen. Hann sigur víðari, at kommunan hevur eitt lítið sløkkilið, men teimum vit- andi er einki sløkkilið mill- um tunlarnar, og inni í tunl- unum er eingin trygdarút- gerð yvirhøvur. Yvirlit hjá Landsverks- frøðinginum yvir ferðslu- óhapp vísa, at flestu ferð- sluóhapp á landsvegunum í Norðoyggjum henda á vegastrekkinum við tunlar- nar. Tunlarnir einasta farleið Herfyri bóðu umboð fyri Hvannasund Kommunu landsstýrismannin um fund, har tey greiddu frá umstøð- unum í samband við vega- kervið, serstakliga við atliti til Norðoyatunnilin. Tey vístu á, at tá undir- sjóartunnilin verður tikin í brúk, fer ferðslan norður- eftir nattúrliga at vaksa. Norðanfyri tunlarnar búgva um 1000 fólk ella áleið 20 prosent av fólk- inum í Norðoyggjum. Høvuðsvinnan er útróð- ur. Í økinum liggja tvey flakavirki. Tríggjar av seks sjógvalistøðum í Norð- oyggjum liggja har, um- framt tríggjar av fýra smoltstøðum á landi. Allur fiskur verður koyrd- ur til Klaksvíkar við stórum lastbilum og trailarum, fyri síðani at verða koyrdur norðuraftur til virkini. Tá fiskurin er hagreiddur, verður hann førdur aftur til Klaksvíkar við bili. Nærum alt fóður til ali- støðirnar verður koyrt við stórum trailarum og tanga- bilum. Størsti parturin av mjólk- arframleiðsluni í Norð- oyggjum er í økinum norðanfyri tunlarnar. Tað er sjálvsagt, at vinnuvirkini krevja nógva tænastu. Flestu tænastu- stovnarnir eru í Klaksvík, og elvir hetta eisini til nógva ferðslu gjøgnum tunlarnar. Við øllum hesum í huga varð heitt á landsstýris- mannin um skjótast at bera so í bandi, at nýggjur tunnil ella tunlar verða gjørdir til bygdirnar norðanfyri. Listakvinnan Jóna Rasmusen lat sunnu- dagin upp framsýn- ing í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Grafikkur og málningar hanga uppi og sjálv metir Jóna, at litríku máln- ingarnir viga mótveg- is grafikkinum, sum er í svørtum og hvít- um LIST Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Gallarí Oyggin á Tvøroyri hevur í heyst havt nógv nøvn á skránni og í desember er tað listakvinn- an Jóna Rasmussen, sum sýnir fram. Jóna er kanska mest kend fyri síni grafisku verk, men hon málar eisini og hevur gjørt tað í mong ár. – Eg havi málað síðani eg var eini 14 ár. At eg so fór at taka lut, tá møguleiki var at læra seg grafikk og at eg helt fram, hevur helst gjørt, at eg eri blivin sjónligari, sigur Jóna Rasmussen. Litríku málningarnir viga mótvegis svørtu og hvítu grafikkverkunum, metir listakvinnan. Onkur av málningunum er sera bláur og onkur hev- ur nevnt hetta fyri Jónu, sum tók hetta til sín, men tó helt, at málningurin var sum hann átti. Og mong av listaverk- unum hava dám av sjógvi og sjólívi og tað metir lista- kvinnan er náttúrligt. Sjálv hevur hon sjólívið nær í gerandisdegnum og føroy- ingar síggja sjógv og harvið blátt nærum hvar teir so venda sær. Sjógvur og sjólív seta dám á og annars eru tað náttúrulýsingar. At sinnis- lýsingar – kanska í sam- band við sjólív – eisini fáa rúm sæst á verkheitum sum t.d. Fráferð og Longsul. Onnur við Onnur listafólk eru eisini við, nú Jóna sýnir fram. Hetta eru listafólk úr Suðuroynni, sum hava nøk- ur verk við á sýningini. Hans Jørgen Remmer er í Suðuroynni kendur fyri sín dugnaskap og hann hevur vatnlitsmyndir við og Michael Thomsen úr Hval- ba hevur framúr vakra kera- mikklist við. Palle Julsgart, ið rekur Gallarí Oyggin, sýnir eisini fram nakrar av nýggjaru málningum sín- um. Hvannasunds Kommuna rópar varskó Hvør túrur gjøgnum tunnilin er ein marra hjá bilførarum á stóru bilunum, sum fleiri ferðir um dagin noyðast gjøgnum trongu holini. Teir kenna hvønn kneysa undir loftinum, men eitt lítið óhapp kann gera, at bilurin stendur fastur inni í tunlinum Mynd: Bárður Lydersen Beint áðrenn farið verður í tunnilin, noyðist trailaraførarin úr bilinum at sleppa luftini úr fjarðunum – fyri at lækka bilin, so nógv sum yvirhøvur gjørligt Mynd: Bárður Lydersen Jóna Rasmussen í Oynni Jóna Rasmussen sýnir fram í Gallarí Oynni í hesum døgum Mynd: D. Olsen Lokal listafólk eru eisini við og vatlitir og keramikk er at síggja Mynd: D. Olsen NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 28. november fingu 12 hárfríðkarar prógv á Tekniska Skúla í Havn, tey eru: Malan Danielsen, Tórs- havn, lærupláss: Salong Sól & Klipp, Tórshavn, Jógvan Hansen, Klaksvík, læru- pláss: Sp/f Vera Klipt, Klaksvík, Gurli Isaksen, Vestmanna, lærupláss: Sal- ong Finngerð, Vestmanna, Marian Klein Ivansdóttir, Vestmanna, lærupláss: Sal- ong Tóta, Tórshavn, Beinta Holm Jacobsen, Tórshavn, lærupláss: Salong Olevina, Hoyvík, Sólrun E.M. Jacobsen, Lopra, lærupláss: Fa Klippistovan, Tórshavn, Jacoba Jensen, Vestmanna, lærupláss: Kvilt Hár-fríðk- an, Tórshavn, Anja Joen- sen, Vágur, Salong Elin- borg Vágur, Elisabet Joh- annesen, Keypmannahavn, lærupláss: Jørgen Ludvig- sen, Keypmannahavn, Dag- ny Kristiansen, Fuglafjørð- ur, Salong Viviann, Tórs- havn, Erika Nielsen, Tórs- havn, lærupláss: Hjá Ásu, Tórshavn, Barbara Stein- kross, Tvøroyri, lærupláss: Salong Hárrøktan, Tvør- oyri. Dagurin 2. desember. Bibiana, (deyð umleið 1367). Dóttir ein keisarligan embætismann Flavianus. Tá ið tað kom upp, at dóttirin var kristin, vórðu øll í húsinum tikin av døgum. Bibiana stendur summastaðni skrivað Viviana. Edith Mørkøre hevur fram- sýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn í døgunum frá 4. til 8. desember. Opið verður frá kl. 15.00 til kl. 19.00 allar dagarnar. Á framsýningini eru um- leið 30 málningar - teir flestu acryl. Framsýningin er í trim- um pørtum. Ein partur er um hugna- lig støð í Havnini. Annar partur er bíbilskur boð- skapur inspireraður úr sangum. Á loftinum í Smiðjuni eru køks- og blómumyndir. Edith hevur áður verið við á Norðoy- arstevnuframsýning og á framsýningum hjá Lions í Havn og í Esturoynni. Í desember í fjør hevði Edith eina framsýning í Smiðjuni. Hon var væl vitjað, og hetta gav henni hug til at sýna fram aftur í ár Mánadagin 1. desember hevur Unnur Patursson í Tórshavn arbeitt í 25 ár á Fiskirannsóknarstovuni. Arbeiðsøki hjá Unnur hevur øll árini verið at halda skil á sýnum og nytrum savnaði frá landingum og skipum. Eisini hevur hon út frá nytrunum sett aldur á einstøku fiskarnar. Eyðkenni fyri Unnur er ordan og skil og hon hevur øll árini røkt arbeiðið fyrimyndarliga. Hárfríðkarar fingið prógv á Tekniska Skúla 25 ára starvsdagur á Fiskirannsóknarstovuni Hárfríðkararnir saman við modellunum á Tekniska Skúla í Havn til próvtøkuna fríggjadagin Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara kæra kona, mamma og omma Ann Gunhild Marr Poulsen Hoyvík andaðist á Landssjúkrahúsinum leygarnáttina 29. november, 69 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin kl. 13.00. Robert, Annika, Beinta og Andras v/ familjum Tey, ið ætla at lata blómur ella kransar, kunnu í staðin lata eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabbameini. Edith Mørkøre í Smiðjuni í Lítluvík C M Y K 13 12