leygardagur 2. mai 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 2. MAI 1998
tíðindablaðið
25
[re
Lyklaspælarar
ivasamir
i Runavik
Fótbóltur: Utlendine gar eru vid at
manna bæði NSÍ og GÍ
Ein av mongum upp-
gerðum millum eystur-
oyarlidini verður í morg-
in, tá NSÍ fer inn til Gøtu
at royna seg
I Gøtu hava teir fingið
Johan Nielsen aftur til
venjara, og hóast teir ikki
hava fingið serliga stóra
tilgongd úti frá, so gekk
tað væl í bólkaumfarin
um í steypakappingini.
Har skulu teir komandi
fríggjadag spæla á heim-
avølli móti NSI, og ti
kunnu vit siga, at dyst-
urin í landskappingini
millum somu feløg á
sama vølli er bæði prem-
iera og forpremiera.
Hjá GI eru fleiri ungir
menn á veg inn á liðið,
Sunnvard Joensen verð-
ur ivaleyst málverji, og
Súni Olsen tykist longu
hava vunnið sær fast
pláss. Samson Neså hev-
ur í ár verið fastur fúsur
á midvøllinum, og har
verður hann eisini í
morgin
GI hevur fingið ein
dana á liði, Søren Skov
Jørgensen. Danin, sum er
góður ålopsstyrkur, hev-
ur ikki vant i vikuni, ti
hann hevur verið plágað-
ur av vøddaskada, men
hann verður við í morg-
in.
Nógv meiri ivasamt er
tað við liðformanr inum
á landsliðnum og á Gl
liðnum, Magna Jarnskor.
Hann varð skaddur í
steypadystinum á Svang-
askarði, og síðani tá hev-
ur hann vant millum lítið
og einki. Í gjár roknaðu
teir ikki við, at hann fer
at spæla í morgin.
Breyt armin
Gert Langgaard hevur
verið fastur fúsur í NSI
ålopinum hígartil í
steypakappingini, men
hann verður ikki við í
morgin og heldur ikki
tær næstu vikurnar
Gert fekk ilt í armin,
tá KÍ var í Runavík
mikukvøldid. Hann fór
av vellinum stutt undan
leikloki, men teir rokn-
aðu ikki við, at tað var
so álvarsamt. Hósdagin
varð staðfest, at armurin
er brotin, og Gert skal
halda seg fur frá fót-
bólti í nakrar vikur. Óli
Hansen, sum hevði verið
seingjarliggjandi, var á
bonkinum størsta partin
av tíðini móti KÍ. Hann
verður ivaleyst við frá
fyrsta bríksli í morgin.
Helgi Lamhauge Pet-
ersen hevur drigist við
menisk trupulleikar í
nakrar vikur. Hann kann
ikki taka lut í venjingini,
og hann verður ikki við í
morgin. Teir rokna við,
at hann skal leggjast und-
ir skurð í komandi viku.
NSI hevur fingið
nýggjan málverja úr
Jugoslavia. Hann eitur
Dejan Milanovic. Teir
hava eisini ein danskan
miðvallara, sum eitur
Kasper L. Jacobsen.
Tá GÍ og NSÍ spældu í
Gøtu í fjør vann heima-
liðið 2-0, og í Runavík
var jaynleikur 2-2.
jh
Mikkjal Thomasen (v.m.) er í ár farin til B36. Í morgin verður hann kanska á vellinum móti gamla felagnum
hjá sær, HB
Mynd: Terji Nielsen
B36 vil hava fatur
a Sofavoljarunum
ótbóltur: Bæði liðini e
ru væl fyri
undan fyrru uppgerðini um
høvudsstadin
Hvørki teir i B36 ella teir i
HB hava nakað ímóti, at
fyrra innanhýsis uppgerðin
millum grannarnar verður
avgreidd longu í morgin.
Hetta halda teir vera eina
góða markering fyri við-
haldsfólkunum um, at nú er
rættuligur álvari komin í.
Heldur ikki kassameistar-
in hjá B36, Kjartan Mohr,
hevur nakað ímóti at HB er
fyrsta mótstýðuliðið í lands-
kappingini, men hann á-
sannar, at tað kann gerast
ein fíggjarligur missur:
Fimm feløg kappast
um tvey pláss
Fótbóltur: Sannlíkt at feløg, sum frammanundan eru
umboðað í bestu deildini fara at mynda toppin í 2. deild
Seinnapartin í dag skulu øll
tiggju 2. deildarliðini í eld-
in. Atjan umfør standa fyri
framman, og síðsta leygar-
dagin í september, sum er
tann 26., verður greitt, hvat
lið flytir beinleiðis upp, og
hvat lið skal spæla um upp-
flyting móti tí liðnum, sum
endar næstniðast í 1. deild.
Men longu nú, áðrenn hol
verður sett á fyrsta umfarið
er greitt, at tey av teimum
tíggju liðunum, sum hava
møguleika at flyta upp,
kunnu teljast á aðrari hond-
ini. KÍ, GI, NSÍ, B36 og HB
hava lið í 2. deild, og tey
eru øll frammanundan um-
boðað í 1. deild.
Tað vil við øðrum orðum
s:ga, at feløgini, sum kapp-
ast um uppflyting, eru EB/
Streymur, LIF, FS Vágar,
B71 og Royn. Hjá hinum
feløgunum snýr kappingini
seg um at vinna deildina, og
tað kann væl vera, at okkurt
av hesum feløgunum fer at
vera við í stríðnum um
steypið og guleronureer.
HB vann deildina i 1995,
og sidani tå hava teir og
eisini B36 og KÍ verið við
til at sett dám á 2. deild. Øll
hesi feløgini hava nógvar
spælarar, sum eru um boðið
í 1. deild, og nú fara nakrir
av hesum spælarunum hvørt
vikuskifti at spæla í 2. deild
fyri at halda dystarvenjing-
ina við líka, og tað átti at
borið við sær, at tað fyrstu
fimtan umførini av kapp-
ingini verður torført at taka
stig frá teimum. Trý tey
seinastu umførini ger strik-
an vidvikjandi flyting av
spælarum seg galdandi, og
tå plagar tað at vera eitt
sindur truplari hjá feløgun-
um, sum eisini eru umboðað
í I. deild.
Sambært kappingarregl-
unum, so er møguleikin fyri
uppflyting úr 2. deild treyt-
aður av, um feløgini, sum
enda á fýra teimum ovastu
plássunum, eru umboðað í
1. deild. Skuldi tað komið
fyri, at øll feløgini á ovastu
plåssunum í 2. deild framm-
anundan eru umboðað í |
deild, so verður eingin upp-
flyting. At tað fer at enda
soleiðis í heyst man vera
lítið sannlíkt. Men tað er
ikki Omøguligt, at try av
teimum fýra bestu i 2. deild,
fara at verða feløg, sum
frammanundan eru umboð-
að í 1. deild. Verður tað so-
leiðis, so verður bara talan
um beinleiðis uppflyting, og
so sleppur liðið, ið endar
næstniðast í 1. deild, undan
at spæla um plássið í bestu
deildini. jh
Um kappingin hevdi
verið nøkur umfør gomul,
g tað hevði havt víst seg
at bæði vit og HB lógu v æl
fyri, so høvdu fleiri áskoð-
arar komið. Nú kann tað
henda, at tey ivasomu sita
við hús. Vit eiga dystin, og
vit vóna sjálvsagt, at >sofa-
veljararnir« koma niðan at
stuðla bæði okkum og HB,
sigur Kjartan Mohr.
Jugoslavin raktur
av verkfalli
Hjá HB rokna teir við, at
allir spælararnir verða tøkir.
Einasta ivamålid er Andrew
av Fløtum, sum higartil í ár
hevur mannað álopið saman
við nýggja manninum, Súna
Fríða Johannesen. Andrew
hevur verið skaddur í lær-
krikanum
Rói Arting er við aftur,
eftir at hava búð fleiri ár á
flatlondum, og hann kapp-
ast um pláss á midvøllinum
saman við Rúna Nolsøe,
Inga Rasmussen, Allan
Mørkøre og Jens Erik Ras
mussen
Hjå B36 eru allir spælar-
arnir tøkir, sum hava vant
við. Millum teirra, ið kunnu
spæla í landskappingini fyri
fyrstu ferð á B36 liðnun
eru Rógvi Larsen, sum er
komin úr IF, Bjarni Prior úr
FSVágum, Pól Thorsteins
son úr VB og Jákup Martin
Joensen, sum er komin úr
EB/Streymi og hevur vant
við besta liðnum hjá B36
Ætlanin hevur verið, at
ein jugoslavi, Ninoslav Mil-
enkovic, skuldi styrkja um
verjuna hjå B36. Avtala er
gjørd, og loyvisbrævid er i
lagi, men verkfallid i Dan-
mark hevur gjørt, at jugo-
slavin er ikki komin til land-
ið. Hann er stórur og sterk-
ur, og ætlanin hevur verið
at brúka hann í miðverjuni
Men hann hevur ikki vant
við B36, og hann er ikki
vanur við at spæla á gras-
líki, so tað er neyvan sann
líkt, at hann verður við í
morgin, sjálvt um tað skuldi
hent, at hann kom til Føroya
i dag
B36 og HB hava ikki
spælt ímóti hvørjum ødrum
i år. I fjør var B36 FM vinn-
ari, men tað var bara móti
HB, at teir taptu. HB vann
báðar landskappingardystir-
nar. 3-2, tá B36 hevði heim
avøll, og 1-0, tå HB átti
heimavøllin. jh
Sosialurin
fimm ferðir
um vikuna