Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 2. desember 2003 15 Alex Kemp, professari á Robert Gordon University: Føroyingar mugu umhugsa treytir til oljufeløgini OLJURÁÐSTEVNA Í LERWICK Jan Múller jan@sosialurin.fo Tá føroyingar fyrireikaðu 1. útbjóðingini seint í 90- árunum var sera umráðandi at fáa karmarnar rætt skip- aðar bæði fyri at kunna draga oljufeløgini til øki men eisini fyri at tryggja føroyska samfelagnum rímuligar og rætta inntøkur av oljuframleiðsluni. Fyri at finna ta so gyltu javn- vágina vórðu boð send eftir tí høgtmetta professaranum á Robert Gordon Univer- sity, Alex Kemp, sum er ein av teimum royndastu lærdu innan oljubúskap yvirhøv- ur. Nú føroyingar fyrireika sína næstu rundu og bretar um sama mundið eru við at tilrættaleggja sína 22. rundu spurdu vit Alex Kemp, sum helt fyrilestur á oljuráðstevnuni í Lerwick í farnu viku, hvørji ráð hann hesaferð hevur at geva før- oyingum fyri at varðveita áhugan hjá oljufeløgini fyri at bjóða í eini nýggjari út- bjóðing. – Eg haldi meg ikki føran her og nú at geva góð ráð, men tað er greitt, at man fyrst og fremst má taka við læru av tí vitan og royndum man hevur frá tí fyrstu út- bjóðingini. Tit hava borað fýra brunnar uttan stórvegis eydnu, so ein verður noyddur at staðfesta ta sannroynd. Men hinvegin eru oljuprísirnir hækkaðir og nýggj vitan er fingin til vega. So ein má endur- skoða jarðfrøðiligu viður- skiftini og møguleikan at finna olju, tá føroyskir myndugleikar ætla sær at bjóða út nýggj øki. Aftrat hesum kemur eisini, at tað framvegis eru brunnar eftir at bora í 1. útbjóðing. Í ljós- inum av hesi vitan má man so gera sær greitt, hvør pro- spektiviteturin er, og síðani at gera sær tankar um bú- skaparliga karmin út frá ymsum oljuprísum. Og so má man gera reglurnar út frá hesum karminum. Tvs. hvat man fer at krevja av oljufeløgunum í teirra ar- beiðsskráum, hvønn olju- skatt man áleggur teimum at gjalda osfr. – Men metir tú út frá hes- um sannroyndum, at mynd- ugleikarnar verða noyddir til at linka krøvini og gera reglarnar lættari hjá oljufel- øgunum at virka her? – Búskaparligu reglurnar, sum eru royalty, oljuskattur ol.mugu endurspegla, hvussu áhugaverd økini eru. Og vitandi, at úrslitini higartil ikki hava verið so góð, so mást tú eisini taka við læru av teimum og har- við møguliga eisini modifi- sera reglarnar. Alex Kemp vísir á, at úr- slitini av leitingini í bretska partinum av Atlantsmótin- um hava ikki verið góð heldur. Økið verður fram- vegis mett sum sera "frontier" tvs. fjarskotið og ókent. Við seinastu útbjóð- ing vestan fyri Hetland linkaðu myndugleikarnar um treytirnar, soleiðis at tær vóru øðrvísi og betri enn tær í Norðsjónum. Eg veit ikki, hvørjar broytingar myndugleikarnir fara at gera í sambandi við 22. Út- bjóðing í næsta ár, men tað er sannlíkt, at teir fara at staðfesta, at úrslitini tey seinastu 7 til 8 árini hava ikki verið nóg góð. Alex Kemp staðfestir, at hóast úrslitini hava verið í lakari lagi, so er áhugin kortini fyri at leita á At- lantsmótinum. Ymisk feløg hava ymsar jarðfrøðingar metingar og eg giti, at hetta er eisini so á føroyska land- grunninum. So vónandi verður tað framvegis áhugi fyri at bjóða á øllum At- lantsmótinum. Royndi prosesssarin úr Aberdeen vísir annars til leiting aðrastaðni, sum tók drúgva tíð, áðrenn nakað varð funnið og sipar her m.a.til Nigeria, har tað vóðru boraðir heilt nógvir brunnar í mong ár, áðrenn nakað veruligt fund varð gjørt. Og eftir sera langa tíð varð eitt stórt fund gjørt og tað er so hildið fram. So tað er alt alt ov tíðliga at gera sær ta niðurstøðu, at føroyski landgrunnurin ikki goymir olju. So tær nýtist tol. Tú kanst blívar yvirraskaður, báðar vegir. Sjálvur haldi eg tað er ein góður møguleika at gera lønandi fund á føroyskum øki. Uppá fyrispurning um tað er óheppið at útbjóðing- ar eru í føroyskum og bretskum øki á Atlantsmót- inum um somu tíð sigur Alex Kemp, at tað eru plussir og minussir við tí. – Um bæði økini eru tøk, so kundi tað fingið fólk at hugt at øllum økinum undir einum. Jarðfrøðingar hyggja nevniliga at før- oyska og bretska land- grunninum sum eitt øki. Tað er eitt pluss. Hinvegin hava oljufeløgini avmarkað budgett, og tey mugu kanska til at velja millum føroyska og bretska økið. Tað kann vera óheppið. – Eitt gott og lønandi oljufund á føroyska ella bretska landgrunninum fyri tað fullkomiliga broytir støðuna leggur Alex Kemp aftrat. Alex Kemp, professari saman við Eyðun Elttør, oljumálaráðharra OLJURÁÐSTEVNA Í LERWICK Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað vóru BP og myndug- leikarnir í Hetlandi, sum skipaðu fyri oljuráðstevn- uni í Lerwick í farnu viku. Úr Føroyum vórðu umboð fyri Oljumálaráðið við sjálvum oljumálaráðharr- anum á odda, umborð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstov- una, fyri Atlantsflog og Vinnuhúsið. Stjórin hjá BP í Føroyum, Hjarnar Djur- huus, sum tók sær av tí før- oyska ferðalagnum, er nøgdur við túrin og vónar, at oljuráðstevnan, sum varð hildin í sambandi við, at tað eru 25 ár síðani, at Sullom Voe oljuhavnin varð tikin í brúk, er til gagn fyri bæði Hetland og Føroyar. Hann heldur tað er skilagott at hava eitt gott samstarv. Hyggja vit at samfeløg- unum Føroyar og Hetland, so kann tað tykjast sum vit í fyrstu syftu líkjast nógv, Teir hava 17 bygdar oyggjar eins og vit. Men so eru vit ikki eins meira. Tað at vit eru ein nógv meira sjálv- støðug tjóð ger okkara land so nógv øðrvísi enn teirra. Vit hava heilt øðvísi møgu- leikar at bjóða tí unga fólk- inum, bæði í sambandi við arbeiði og útbúgving. Tað er m.a. tí, at okkara fólkatal veksur, meðan teirra hevur hug at standa í stað ella fella. Og so kemur hartil, at teir liggja tætt við eitt størri land. Nógv av tí unga fólk- inum, sum m.a. fer til Skot- lands, kemur ikki aftur. Hvat oljuinntøkunum í Hetlandi viðvíkur, so sær tað út til, at oljupengarnir ikki fara at streyma inn í samfelagið eins nógv sum higartil. Í hesum førinum kann man so siga, at støðan hjá teimum og okkum lík- ist, nú tað enn ikki hevur eydnast okkum at fáa inn- tøkur frá oljuni. – Eg skilji væl, at het- lendingar bjóða seg fram við Sullom Voe nú tann íløgan er gjørd og støðin liggur har og kann taka ímóti nógv meiri olju enn í dag. Men vit hava so eina lóg, sum sigur, at finna vit olju, so skal hon upp í Før- oyum. Hjarnar Djurhuus heldur tó, at finna vit bert minni nøgdir, so vil man nokk hyggja at, um tað er tað rætta. Og tað sum man vil gera er tað, sum tænir tí føroyska samfelagnum best. Man má ikki bara hyggja at krónum og oyrum, men eisini at umhvørvinum. Er tað skilagott. Metingin man ger má vera, hvat tænir før- oyska samfelagnum best. Hjarnar Djurhuus, føroyskur BP-stjóri: Mugu gera hvat tænir Føroyum Hjarnar Djurhuus, stjóri hja BP í Føroyum her á ráðstevnu í Lerwick saman við oljumálaráðharranum Eyðun Elttør Mynd: Jan Müller 15 14 Nr. 229 - 2. desember 2003 OLJURÁÐSTEVNA, LERWICK Jan Müller jan@sosialurin.fo Ikki bara føroyingar eru spentir, tá talan er um at finna olju á landgrunn- inum. Eisini grannar okk- ara í Hetlandi bíða í spenn- ingi og seta vónir til, at olja verður funnin. Hetta kom týðuliga til sjóndar á olju- ráðstevnuni í Lerwick í farnu viku. Ein av teimum er stjórin á risastóra olju- terminalinum Sullom Voe, Gunther New combe. – Tað hevði verið fantastiskt fyri okkum, um tit funnu olju. Tað hevði kunnað gagnað báðum londum. Tá eg byrjaði í mínum arbeiði fyri tveimum árum síðani var ein sendinevnd úr Før- oyum við 30 fólkum og vitjaði Sullom Voe. Eg haldi tey vóru sera væl nøgd við oljustøðina her. So finna tit olju er tað frá- líkt fyri tykkum, og ætla tit at brúka Sullom Voe er tað frálíkt fyri okkum. Gunther Newcombe sig- ur, at sjálvandi er tað ein avgerð, sum føroyingar mugu taka, hvar føroysk olja skal flytast. –Vit hava sera stóra orku og kunnu taka olju frá stórum fund- um. Tað ber sjálvandi eisini til at byggja ein terminal í Føroyum og brúka hann umframt at brúka Sullom Voe. Tað veldst so eisini um, hvussu nógv olja verð- ur funnin. Fara tit at byggja tykkara egna oljuterminal, so kunnu tit sjálvandi læra av okkum royndum, meg eg skal ikki dylja, at okkum hevði dámt best, at tit lótu alla oljuna til Sullom Voe, nú tá oljuhavnin liggur so stutt frá møguligum før- oyskum oljufundum, og nú henda íløgan longu eru gjørd. Sullom Voe er størsta oljuhavnin í Europa. Virk- semi er munandi minni enn tað var í 80-árunum og kunnu teir taka ímóti 1 milliónum tonsum aftrat um dagin. Gunther Newcombe sig- ur eisini, at hóast Sullom Voe eisini merkir minkin- inga í oljuframleiðsluni, so sær hann kortini stórar møguleikar, nú BP hevur gjørt av at byggja út risa- stóra Clairfeltið, sum goymir 2,5 milliardir tunn- ur av olju. Tann útbygging- arætlanin, sum er í gongd og sum er mett at kosta einar 7 milliardir krónur, fer bert at troyta 10% av samlaðu goymslunum í Clair, so tey á Sullom Voe hava bjartar vónir, hóast niðurgongdina í løtuni, tí ætlanin er eisini at fara undir útbygging 2 og 3 á Clair. Tað er longu løgd rør- leiðing frá Clair til Sullom Voe, so Clair fer at fáa sera stóran týdning fyri olju- havnina í Hetlandi. Gunther Newcombe er sjálvur jarðfrøðingur og hevur arbeitt hjá BP. Hann hevur eitt nú arbeitt við Suilven feltinum, sum ligg- ur beint við markið og sum er eitt lønandi fund. Tað krevur nakað av arbeiði enn fyrr enn avgjørt verður at fara undir eina útbygging. Gunther Newcombe tel- ist millum teirra, sum siga, at tað krevur tíð og tol til at finna olju í einum øki sum Atlantsmóti. Fyri tað um tú ikki hevur funnið nakað tey fyrstu árini, merkir ikki, at eingin olja er. Stjórin í oljuhavnini Sullom Voe: -Fantastiskt fyri okkum um føroyingar finna olju Stjórin í Sullom Voe, Gunther Newcome heilsar uppá Eyðun Elttør á oljuráðstevnuni Mynd: Jan Müller Hóast føroyingar onga olju finna ella tað ganga mong mong ár til hon verður funn- in, so kunnu Føroyar eins væl og Hetland fáa nógvar inntøkur og fáa nógv fólk í arbeiði í tí nýggju ídnaðargreinini, sum er avtøka og upphøgging av goml- um oljupallum. Hetta heldur Tavish Scott, limur í skotska parla- mentinum fyri Het- land og somuleiðis varafíggjarmálaráð- harri í skotsku stjórn- ini NÝGGJ OLJU- VINNUGREIN Jan Müller jan@sosialurin.fo – Eg haldi, at Hetland kann fáa nógv burtur úr einum størri samstarvi við Føroy- ar, ikki bert á oljuøkinum, men á mongum økjum. Eg haldi so eisini, at okkara ídnaður og myndugleikar hava nakað av læra føroy- ingum, nú vit hava 25 ára royndir sigur Tavish Scott, sum ikki er so bangin fyri framtíðini hjá oljuvinnuni í Hetlandi og fyri tað á At- lantsmótinum. Hann heldur ikki, at oljufeløgini fara at rýma úr økinum fyri tað, at lønandi fund ikki eru gjørd í eina drúgva tíð. – Oljufel- øgini gevast ikki, tey venda tingunum aftur og aftur fyri at finna fram til, hvussu tey skulu arbeiða og koma á mál. Hava tey mistikið seg eina staðni, so royna tey nýggjar arbeiðshættir og leiðir aðrastaðni. Tí trúgv- in uppá at olja er í økinum drívur verkið og fær tey at halda fram. At tað hevur gingið skeiva vegin í eitt ár fær tey ikki at gevast. Eg trúgvi heldur ikki, at olju- málaráðharri og týðandi umboð fyri BP fóru á røð- arapallin her og tosa um møguleikarnar fyri at gera fund í økinum, um teir ikki mettu møguleikarnar at vera tilsteðar. Tavish Scott sigur, at het- lendingar vóru sera fegnir, tá tað frættist, at BP fór undir at byggja út risastóra oljufeltið Clair, sum hevur ligið í dvala síðani tað var funnið í 1977. Sum vara- ráðharri í Skotlandi leggur hann eisini stóran dent á, at øll útbygging av oljufeltum á Atlantsmótinum fer fram við fyriliti fyri umhvørvin- um. Eisini soleiðis at henda útbygging ikki nervar fiskivinnuna, sum framveg- is er tann mest týðandi vinnugreinin í Hetlandi. Tavish Scott vísir annars á, at fiskivinna og olju- vinna hava megnað at livað lið um lið øll hesi árini. Fiskivinnan hevur latið mong før til uppgávur í oljuvinnuni og er partur av ágóðanum frá oljuvinnuni eisini farin til at gera týð- andi íløgur í fiskivinnuni. – Oljuvinna og fiskivinna kunnu virka saman men tú mást kenna tína ábyrgd, hvar tú enn er stæddu,r og tí hevur tað eisini týdning at hava ein góðan dialog mill- um hesar vinnur. Avdøka av oljupallum Á ráðstevnuni í Lerwick varð eisini nógv tosað um avtøku/upphøgging av teimum mongu gomlu olju- pallunum í Norðsjónum (Decommissioning). Innan ikki ov langa tíð verða arbeiði boðin út til at skilja sundur hesar risastóru pall- ar. Hetta fer at geva nógv arbeiði og hetta kann eisini gerast ein heilt nýggjur ídn- aður, men tað krevur so eis- ini, at onkur er førur fyri at átaka sær hesa stóru og nýggju uppgávu. Tað er m.a. hetta sum hetlendingar síggja sum ein framtíðar møguleika fyri teirra ídnað. Tavish Scott heldur eis- ini, at hetta kundi verið ein nýggj leið hjá føroyskum vinnulívi at gingið og møguliga kundu føroysk og hetlendsk vinnuáhugamál í felag tikið henda spurning- in upp. Tað er hugsandi, at her verður so nógv at gera, at tað krevur samstarv av stóru ídnaðarfyritøkum og hví ikki í tveimum granna- londum. Hetlendingar, sum hava havt 25 ár við góðum inntøkum frá oljuvinnuni spyrja seg sjálvar, hvussu teir kunnu fáa 25 enn góð ár við inntøkum frá hesi vinnu. Og her síggja teir møguleikan fyri einum heilt nýggjum vinnuvegi, sum skal taka niður og sundur gomlu pallarnar. Tí hava teir eisini stovnað "The Shetland Decom- missioning Company". Í felagnum eru bæði privatar og almennar fyritøkur, her m.a. havnamyndugleikarnir í Lerwick og Shetland Islands Council. Sjálvur heldur Tavish Scott, at tað kann blíva talan um ein rættiliga stór- an ídnað næstu 20 til 30 ár- ini at taka hesar pallar sundur. Men tað krevur so, at onkur tekur stig á hesi leið og at tú hevur neyðugu amboðini og neyðuga um- hvørvið til tess. Eitt nú djúpt vatn og góðar havnir. Enn er so spurningurin, hvussu hetta arbeiðið skal fara fram, og her verður so eisini hugsað um trupul- leikarnar við Brent Spar á sinni, har eingin vildi síggja henda gamla pallin. So tað er eisini ein spurn- ingur, hvat umhvørvisfel- agsskapir fara at siga og samtíðis, hvussu langt man vil fara við teimum gomlu pallunum, hvat bæði trygd og møguligari dálking við- víkur. Fólkatalið minkar Hóast tað hevur gingið væl í vinnulívinum leingi, so gongur tað minni væl við burðartalinum. Í dag eru umleið 22.000 íbúgvar í Hetlandi og hagfrøðiliga gongur talið tann skeiva vegin. – Tí hevur tað eisini so stóran týdning fyri okk- um, at eisini føroyingar finna olju og møguliga vilja flyta hana til Hetlands, og tað hevur eisini nógv at siga, at oljumenningin heldur fram norðan og eyst- an fyri oyggjarnar. Eisini ein nýggjur ídnaður sum avtøka av oljupallum er sera týðandi, tí hann kann hava við sær, at nógv fólk flyta henda vegin at fáa arbeiði. Hetta hendi eisini í 70-unum, tá arbeiðsfólk steymaðu til Hetlands at vera við í uppbyggingini av oljuvinnuni. Eg hevði fegin viljað sæð, um ikki eitt so stórt "boom", so tó eitt miniboom í sambandi við avtøku av oljupallum sigur vararáðharri fyri fíggjarmál og almennar tænastur í Skotlandi, Tavish Scott við Sosialin. Tavish Scott, varafíggjarmálarráðharri í Skotlandi: Upphøgging av oljupallum kann gerast stórur ídnaður fyri Hetland og Føroyar C M Y K 14