Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 • týsdagur • 2. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Jákup aftur í KÍ Landsiðsmálverjin tykist nú enda yrkis- leiðina innan fótbólt- in, og frá nýggjárin- um at rokna veðrur hann leysur av skotska ævintýrinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at ivast í, at ein av teimum monnum, sum klaksvíkingar hava verið heilt stoltir av, er Jákup Mikkelsen. Seinastu nógvu árini hevur landsliðsmál- verjin roynt seg sum yrkis- leikari uttanlands, og eitt nú var hann partur av liðnum hjá Herfølge, sum púra óvæntað streyk avstað við danska meistaraheitinum í 2000. Síðani hevur verið eitt sindur misjavnt, hvussu hevur gingist hjá Jákupi. Meistaraheitið varð árið eftir býtt um við niðurflyt- ing, og eitt lovandi skifti til norska Molde endaði við einum plássi á beinkinum, tá felagið eisini keypti ein svenskan málverja. Sein- asta hálva árið hevur tað tó verið í Skotlandi, at Jákup hevur roynt seg, men heldur ikki her gekst nakað serligt. Felag hansara, Partick Thistle, eigur enn fyrsta sigurin til góðar, og sein- astu nógvu umførini hevur føroyski landsliðsmálverjin bert verið á beinkinum, og tað er ikki júst tað, sum ein spælari hevur besta hugin til. Tí hevur Jákup eisini spurt seg fyri, hvørt tað er møguligt at verða loystur úr sáttmálanum, og við Norð- lýsið sigur málverjin, at hetta hevur hann fingið skriftligt lyfti um. At tað gjørdist KÍ, sum verður nýggja felag hansara, man neyvan koma so óvart á tey flestu, men tað var tó um reppið, at talan gjørdist um annað felag. Í øllum førum varð undan vikuskiftinum sagt, at B36 stóðu klárir við tí heilt stóra kekkheftinum. Hvørt hald varð í hesum, ella um Jákup bara valdi kenslurnr fram um peng- arnar, er ikki staðfest, men í øllum førum tykist víst, at tað verður í KÍ, at Jákup nú fer at royna seg. – Vit hava ikki gjørt nakran endaligan sáttmála, men hava avtalað at for- handla smálutirnar upp á pláss, so skjótt sum eg komi heim, sigur Jákup Mikkelsen við Norðlýsið á netinum, og tað líkist í øllum førum eini staðfest- ing av, at málverjin nú setir kós heimaftur. Í farnu viku mátti HB standa til svars fyri fútanum, sum vil hava skil upp á ar- beiðs- og uppihalds- loyvi hjá útlendskum ítróttafólkum. Sum skilst, so vóru tó eing- ir trupulleikar hjá føroyameistarunum ÚTLENDINGAMÁLIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast boðini fyri stuttum vóru frá fútanum, at tað ikki varð gjørt meira við út- lendingamálið her og nú, so eru aftur greiðar ábending- ar um, at útlendska arbeiðs- megin hjá ítróttafeløgum skal eftirkannast. Alt byrjaði sum kunnugt við skrivinum frá VÍF um- framt onkrari aðrari fráboð- an, og úrslitið av hesum varð tá, at VB, Neistin og Stjørnan vórðu kannað, og í hjá VB varð úrslitið, at tey leiktu fleiri dystir uttan at gera nýtslu av útlendsku arbeiðsmegini. Politiskt er málið eisini viðgjørt, og líkt er nú til, at ítróttarfeløg koma at fáa okkurt slag av sersømdum, soleiðis at partur av papp- írsarbeiðinum kann av- greiðast, eftir at fólkini eru komin til landið. Fríggjadagin visti Út- varpið at siga, at løgreglan hevði sett seg í samband við eitt ítróttafelag í Havn, har váttan skuldi fáast fyri, at ymsu loyvini vóru í rættlag. Sum vit hava skilt, so er tað HB, sum er biðið um leggja øll skjøl á borðið viðvíkjandi Nico Dugaru. Rumenski miðvallarin hev- ur annars leikt við føroya- meistarunum í tvey ár, og sambært formanninum í HB, Birgir Enghamar, so vóru heldur ikki nakrir trupulleikar við pappírnum her, og í øllum førum hevði HB so ikki hoyrt nakað aftur um málið. Enn er so ikki staðfest, hvørt talan verður um fleiri feløg, men við Útvarpið segði Bergleif Brimvík, at fær løgreglan illgruna um at viðurskiftini ikki eru í lagi, so verða kanningar gjørdar. Fútin heldur fram C M Y K 17 16