mikudagur 6. mai 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Mannligu áskoðararnir fingu
stór eygu, tá ið aerobic
framferslan var
YNGD var í farna
mánað bjóðað við
til eitt dansitiltak í
høllini á Kambs-
dali, har rockbólk-
urin Kjølar spældi
til dans, umframt
at tað eisini var
mótasýning og
aerobicframforsla.
Hetta tiltakið var
ein partur av kon-
sertferðini hjá
Kjølum, ið verður
nevnd FOR FRÁ
DRØN.
Te Nielsen
Tey flestu geva sær nokk
ikki gætur um, hvussu nóg
arbeiði liggur aftan fyri eitt
dansitiltak, sum eitthvor!
áhugafelag skipar fyri í
onkrari itréttarhøll ella
líknandi
i
møttu tey aftur
Løgdu til brots
klokkan tvey
Manningin í Kjølum legði
til brots longu klokkan tvey
Yngd nr. 7 - 6 mai, 1998
leygardagin, tå ið teir
pakkaðu instrumentir,
sum síðani blivu koyrd
inn á Kambsdal við
bussi
Tá ið tað var komið upp
á pláss, fór oll manningin
oman í hárfríðkanar-
stovuna hjá Vivian. ið
liggur við Havnará beint
oman fyri Sjónleikara-
húsið. Har vóru allir
snøggadir og fingu litað
sær hárið!
Klokkan sjey fór
bussurin
Um sjeytidina um kvøldið
fór bussurin so avstað av
parkeringsøkinum hjá SMS.
Umborð í bussinum vóru
teir fýra tónleikararnir í
Kjólum, fimm fólk sum
vegna mótahandilin Deres í
SMS skuldu taka sær av
mótasýmingini, umframt
eina roadie, tvær ju-hu
gentur, ein yrkjara og eit!
blaðfólk. Tann eini av
tónleikarunum í Kjølum,
guitaristurin Jens Marni
Hansen, kom ikki í bussin
fyrr enn í Kollafirði. Hann
var sera errin, tá ið hann
kom umborð, tí hann hevði
júst fingið ein nýggjan guit-
ar, nevnliga ein føroyskan
Bjarnastein!
Lagið var gott umborð, og
skilligt var, at tónleikararnir
gleddu seg nógv til at
sleppa at spæla. Onkur a
teimum, sum skuldi ganga
mótasýming, var heldur
troytt og fekk sær ein blund
á vegnum inn á Kambsdal.
So skjótt, sum bussurin var
komin inn á Kambsdal, var
farið undir fáa alt upp á
pláss hjá Kjølum. Teir báðir
teknikarnir, Jónas og
Hallur, vóru komnir inn á
Kambsdal fyrr um dagin,
og teir høvdu sett alt ljóð-
og ljósanleggið upp. Nú var
so bert eftir at fáa sett inst-
rumentini upp. men tað
gekk skjótt, so var tað eisini
Henning slær
“for frå drøn”
á trummurnar
avgreitt
Stutt fyri at tiltakið skuldi
byrja. var so ljóðroynd, har
alt bleiv fínpussað, so at
ljóð og annað var so gott
sum gjørligt
Nógv fólk kom
beinanvegin
So skjótt sum hurðarnar
vóru latnar upp á Kambs-
dali, kom nógv fólk inn í
høllina. Nýmótans, pump
Jens Tummas, Signar og
Jens Marni syngja
av fullari megi