mikudagur 6. mai 1998síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 84 — 6. MAI 1998
Pauli Nielsen:
tíðindablaðið
SVENN) 1
Nú vågio alt, uttan
ræðist bandið
Nýggj bók, við tekstum eftir Sigurð Joensen, er komin. Turið, dóttirin, hevur
greitt til prentingar. Í formælinum sigur hon m.a. henda lemjandi sannleika
um tær royndir, sum hon, og vit onnur saman við henni, hava havt av sjálv-
stýrismeyli javnarfloksins: Javnaðarflokkurin tosaði um vaksandi sjálvstýri,
og eg trúði teimum lokkandi orðunum. — Seinni skuldi eg síggja, hvussu
syndarliga eg mistók meg
Herfyri møtti eg einum sjó
manni, sum ikki hevði verið
heima síðan fyri jól. Dagin
fyri hevði hann pakkað upp
jólagávuna frá dóttrini.
Jólagávan var bókin Fræls-
mannamál, eitt savn av
greinum úr farnu øld, skriv-
að av frælsisstríðsmonnum.
Og síðan hevði hann lisið.
Rúnabundin. Men so kom
tað, sum mátti koma: "Men
tað veit Gud, Pauli, tað
kundi akkurát tað sama
verið skrivað í gjár. "Men
nú verður tað. Ongantíð fyrr
havi eg hoyrt so nógv tos
um tjóðveldið. Eg kenni tað
á mær. Nú vilja føroyingar.
Nú tora vit."
Í gjár seinnapartin møtti
eg Turið Sigurðardóttir utt-
anfyri - Keypsamtøkuna.
Hon kom brosandi ímóti
mær og lat upp skjáttuna.
Nú skal eg vísa tær, hvat
ið eg havi her, segði hon og
stakk mær eina bók í hond-
ina. Uttaná stóð Sigurð
Joensen, Tekstir 1940-1992.
Eg ornaði, tí eg visti bein-
anvegin, at hetta var dýr-
gripur, eg stóð við í hondini
So beina leið heim at blaða
og lesa. Og eg hugsaði við
mær sjálvum: Tað veit Gud,
Turið, tað kundi líka so væl
verið skrivað í morgun.
Í endanum á formælinum
skrivar Turið:
“Tá ið eg í 1987 greiddi
savnið Eg stoyti heitt til út-
gåvu, visti eg ikki um sumt
av tá gamla tilfarinum, sum
nú kemur á prent í hesi bók.
Tó visti eg um yrkingina
"Olavsøka 1946", sum varð
prentað í Tingakrossi 18.
september 1946, tí yrkjarin
sendi mær hana; so ráddi eg
fyri, um eg tók hana við.
Eg helt hana vera ov hvassa
og tók hana ikki við: nú
tóktist, helt eg, ganga rætta
vegin - móti veruligum
sjálvstýri í Føroyum. Javn-
aðarflokkurin tosaði um
vaksandi sjálvstýri, og eg
trúði teimum lokkandi orð-
unum og ímyndaði mær, at
hann fór saman við hinum
verkamannaflokkinum,
Tjóðveldisflokkinum, at
bera so í bandi, at vit tóku
ræði og ábyrgd í Føroyum
Henda gamla, teytaleysa
stridsyrkingin hóskaði ikki
til ta glæstrimyndina. Yrk-
ingin kom ikki vid. Seinni
skuldi eg siggja, hvussu
syndarliga illa eg mistók
meg, og her er yrkingin.”
Hon skal ikki endurprent-
ast her í bladnum, til tess er
blaðrúmdin ov lítil nú upp
undir valið, men okkurt
brotið skal verða trivid í.
Hoyrið ljóðið:
Nú nærkast
saman standið
og vinnið frælst aftur
fedralandið,
nú vágið alt, uttan ræðist
bandið —
stundin, nú
Hoyr móðir Føroyar við
emkandi rødd,
hon - fyrr í skarlak, nú
sorgarklødd,
av sinum børnum so illa
stødd…—
Ti så er feigur, id undan
ekur,
men alt hann vinnur, ið
frælsið tekur.
Í bókini eru umframt til-
farið, ið Sigurð hevur
skrivað, eisini greinir og
minningarorð um Sigurð
Joensen. Har er eisini ein
heilsan frá Erlendi Paturs-
son á 75 ára fødingardegi
Sigurðar. Eg fari at enda við
henni.
Góði Sigurður!
Eg skrivi ikki ta grein til tin
henda fødingardag, sum tú
hevur uppiborid. Tað veit
eg, at aðrir gera. Bert fari
eg at bera tær hjartans tøkk
fyri øll tey mongu ár, ið
leiðir okkara lógu saman.
Vit áttu somu hugsjónir, og
eiga tær enn. Tað verður
kanska hvørgum okkara
unnt at síggja hesar hug-
sjónir ganga út. Men einum
skalt tú vera fullvísur í, og
tað er, at einaferð verður tað
veruleiki."
Erlendur visti, hvussu tå var
statt hjå honum. Triggjar
vikur seinni var hann farin.
Suzuki-floytufrålæra
Nú er møguleiki hjá børnum i 5-6 ára aldri at læra at spæla floytu eftir
Suzuki-frálæruháttinum
Hendan frálæran byggir á
grundregluna hjá kenda ja-
panska læknanum og tón-
leikaranum Sinichi Suzuki.
Hann var sannførdur um, at
øll børn kunnu læra at
spæla, og at eingi børn eru
fødd meira musikalsk enn
onnur.
Musikalitetur er nakað,
sum øll kunnu taka. ímóti,
alt eftir umhvørvinum ein
veksur upp í. Tað eru ser-
liga tey fyrstu 3 árini í lív-
inum, at musikalska grund-
arlagið verður lagt. Um
børn vaksa upp í musikalsk-
um umhvørvi, verða tey
musikalsk.
Sinichi Suzuki brúkar
móðurmálið sum fyrimynd
í tónleikafrálæruni. Sum
dómi kann nevnast, at børn
læra at tosa, áðrenn tey læra
bókstavirnar. Somuleiðis
læra børn at spæla á ljóð-
fórið, áðrenn tey læra nót-
arnar.
Suzuki-frálæran byrjaði í
Japan og hevur nú breitt seg
um allan heimin. Frálæran
krevur serliga nógv av for-
eldrunum. Børnini eru ov
lítil, tá tey byrja, so foreldr-
ini mugu venja við børnun-
um heima. Børnini læra ikki
nótar beinanvegin, men
hava eitt band heima við
tónleikinum, sum tey skulu
spæla. Børnini skulu lurta
eftir bandinum so ofta sum
til ber, so tey kenna løgini
væl og virðiliga. Annað av
foreldrunum kemur við til
allar undirvísingartímarnar
og verður soleiðis eitt slag
av hjálparlærara hjá barn-
inum.
Suzuki-frálæran hevur
ikki sum aðalmál at útbúgva
øll børn til yrkistónleikarar,
Haldið soslialin
men at geva teimum ein
hollan tónleikakunnleika,
bæði tekniskt og musi-
kalskt, so tey kunnu fegn-
ast um at spæla og hoyra
tónleik.
Børnini fáa undirvising 2
ferðir um vikuna í Tórs-
havnar Musikkskúla. Tveir
næmingar í senn í 30
minuttir og bólkaundirvís-
ing i 30 minuttir hverja
viku. Børnini skulu vera 5-
6 ára gomul.
Lærari er Andrea Heind-
riksdóttir, tlf. 312611. Ljóð-
fóri kunnu leigast frå mu-
Har
Holn
krivar
} 7
%
p 3
ikk
í; 5
verið hildnir at vera f
treytin fyri búskaparlig
um vøkstri og høgum
materiellum livifoti
Hesir sannleikar eru
1) lægri løn minkar um
arbeiðsloysið
2) økt uppsparing er ein
iløga í framleiðsluna
3) landsins fíggjarætlan
skal javnviga
4) inflatión er avgerandi
orsøkin til stígur í bú-
skapinum
5) búskaparligur vøkstur
er neyðugur fyri, at
samfelagið fær ráð at
loysa sínar umhvørv-
isspurningar.
Um heystið 1997 var
miðalarbeiðsloysið í ES
10,6% Luxemburg lá
niðast við 3,8% og
Spania ovast við 19,8%
Hini londini lógu so
sjálvandi = harímillum,
Danmark t.d. við 8,1%.
Týskland við 11,2, Frak-
land við 12,6 og Bret-
land við 6,8.
Fara vit umleið 20 ár
aftur í tíðina, vísir tað
seg, at arbeiðsloysið í
hesum londum ikki er
broytt stórvegis í meðal,
í summum er tað minkað
nakað, í ødrum vaksið —
hóast londini hava ført
tann >neyðuga< búskap-
arpolitikkin.
Inflatiónin hevur verið
lítil og ongin, og upp-
sparingin hevur ikki av
sær sjálvum ført til stórri
íløgur í framleiðsluna
(smb. hvat er hent her í
landinum eisini).
Samstundis er haraft-
urat hent tað, at ein
partur av fólkinum situr
fastur í eini fellu av fá-
Í dag:
Fåtækradømi
- arbeiðsloysi |
- búskapur
TOIK ) k e }
I I
størr |
r } Í
20-25 árini, er tað, at
jogvin millum tey
múgvandi og tey, sum
eru illa fyri, er vaksin
nógv, og summi eru
komin niður um tað
markið, har tað er møgu-
ligt at liva eitt rímiligt
lív
Tá ið Margaret That-
cher var forsætismála-
ráðharri í Bretlandi, førdi
hon meira enn nakar
tann >neyðuga< búskap-
arpolitikki, t.d. fekk hon
latið flestu kolanám í
landinum aftur og so at
siga avlívað akfeløgini
Ein fylgja av hesum er,
at fjórði hver breti — tað
er 5.225.000 — fáa minni
enn 45 kr. um tíman í
løn. 15% av arbeiðs-
styrkini — 3.449.000 fólk
— fåa undir 40 kr. um
timan, 8% — 1.790.000
— fåa undir 35 kr. og
1.010.000 — 4,5% — und-
ir 30 kr.
Sum dømi kann nevn-
ast, at hårskerar vanliga
fortjena 29 kr. um timan,
reingeringsfólk 28 kr.,
og barnaansing gevur 23
kr. um timan.
Tað er trúligt, at hesi
fólk hava eitt sindur ringt
við at síggja tað neyðuga
í tí førda politikkinum.
Eisini kann leggjast
afturat, at talið av heim-
leysum — tað eru tey,
sum liggja á gøtuni og
undir brúm um náttina —
í einum býi sum London
liggur um 70.000. Tað er
stórt sæð tað sama sum í
Calcutta í India
sikkskúlanum fyri 100 kr
árliga. Keyp av nótum og
møgulig ljóðfóri kann ger-
ast í samráð við læraran
Børn, ið ynskja at spæla
floytu eftir Suzuki-frálæru-
háttinum, kunnu verða
melda til á: Tørshavnar
Musikkskúla, Fruutrød 1,
100 Tórshavn, tlf. 333217
mánadag til hósdag frá kl.
9.00 til 20.00, og fríggja-
dag frå kl. 9.00—18.00.