hósdagur 7. mai 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ir
Nr. 85 — 7. MAI 1998
tíðindablaðið SOM 9
Ef ———————U[————— .|.%$> 5222 kn, ÍS
Fuglafjarðar = manskór
hevur vant dúgliga at sungið
undan páskum, tí kórið
hevði sett sær fyri, at tað
skuldi halda konsert í
London á páskum í ár.
Sosialurin, ið var við á
ferðini, hitti fleiri av
teimum, ið sungu við.
Nei, tað hevði ikki gingið
bara væl, tí meginparturin
av sangarunum, vórðu raktir
av tí herviliga virusi, ið
hevði leitað sær umborð á
Norrønu.
Ja, onkur teirra, hevdi lig-
ið heilar fimm dagar i
koyggjuni, við nógvum
fepri. Men hóast hetta, so
vístu teir seg at vera í góð-
um hýri, og vóru væl nøgdir
við konsertina, ið teir høvdu
hildið í Donsku kirkjuni í
London.
Helgi Joensen, búsitandi
í London, ættaður úr Gøtu,
hevði sett seg í samband við
donsku kirkjuna í London
um at loyva Fuglafjarðar
manskóri at syngja í kirkj-
uni
Jú, tað var
gaman í
L: skuldi s
Væl av fólki varð møtt
UPP, og presturin saman við
kirkjutænaranum við kirkj-
una, høvdu skipað væl fyri
So skjótt fuglfirðingarnir
vóru komnir í kirkjuna
vórðu teir bodnir til mat og
drekka, og blíðskapurin var
sera stórur.
Konsertin var hildin
klokkan tvey, og sum longu
nevnt, var væl av fólki kom-
ið saman. Meginparturin av
tí fólki, ið hevði leitað í
kirkjuna henda da, vóru før-
oyingar búsitandi í London
ella býum uttanfyri London.
Sangirnir, ið fuglfirðingar
høvdu valt at syngja, vórðu
væl valdir. Byrjað varð við
sálminum »Jesus til vårt sál-
argagn«, ið Jákup Dahl
yrkti. Næsti sålmur var
>Leið milda ljós<. Jú, kirkj-
an var sera vælegnað at
syngja í, og fólkið varð hug-
tíkið av sálmunum.
Sangskráin var ógvuliga
fjølbreytt, nakrar vælvaldar
tjóðskaparsangir = høvdu
fuglfirðingar = tíkið við.
ELS
Hannis á Brúnni syngur solo
Vøkru yrkingina hjá Ras-
musi Effersse >Kom
sveima, mjúki vestanvind-
ur< var tann fyrsti, og eydn-
aðist hann eins og sálmarnir
frammanundan, sera væl.
Rættiligt lív kom í, tá ið
kvæðakenda lagið >Frægir
funnu Føroya land« var
sungin og sangurin av sama
skaldi >Fjallprúða heim«
rungadi.
Men fuglfirdingar høvdu
eitt fjølbroytt úrval av sang-
um. Næsta lagið var is-
lendskt. Aleksandur
Kristiansen hevði umsett
sangin til føroyskt og
Hannis á Brúnni sang solo.
Allir føroyingar munnu
kenna rødd Hannisar, vøkur
og sterk, og hann hugtók
mangt eitt kirkjufólk henda
LÅ
Fuglafjarðar manskór hevur konsert
dagin.
Síðani var íslendski sang-
urin >Jeg vil elska mitt
land< sungin. Eftir hann
tveir kendir danskir sálmar,
fyrri >Der stár et slot í ves-
terled« og seinni »I østen
stiger solen op«. Tad såst
tydiliga at hesir sålmar
gjørdu stórt inntrykk á teir
danskarar, ið ikki vóru so
fáir í tali, ið høvdu leitað
sær í kirkju henda dagin.
Frá tí danska, var farið
yvir til norskt, og sangurin
»Landkjenning« av Bjørn-
son og har Edvard Grieg åtti
lagið, varð síðani sungin.
Eitt stykkið, ið er rættiliga
torført at føra fram. Men
væl gekst, ikki eitt mistak
var gjørt í stykkinum, og
solosangarin, Hannis, kom
sera væl frá sínum leikluti.
Fuglafjarðar = manskór
endaði við einum enskum
>Negro spiritual<. Solo-
sangari var Annvør Abra-
hamsen úr Fuglafirði. Bæði
solosangari og kórið komu
ógvuliga væl frá hesi sein-
astu framførslu.
Eftir konsertina varð aftur
boðið til drekka og mat, ikki
bert tey, ið høvdu luttikið í
konsertini, men so sanniliga
øll tey, ið høvdu verið við
til konsertina.
Hetta var ein ógloymandi
løta, siga allir fuglfirðing-
arnir sum við ein munn.
Mangir føroyingar, ið hava
búð nógv ár í London, fingu
eitt hugnaligt prát við fugl-
firðingarnar, ið høvdu sung-
ið fyri teimum.
Ein av hesum var Borg-
arhjørt Patursson, ættað úr
Kirkjubø. Hon býr í øðrum
býi, men hevði gjørt sær
tann ómak at koma til Lon-
don at hoyra føroyskan
song.
Fyri henni var hetta ein
ógloymandi løta og vónaði
hon, at í framtíðini fór at
verða skipað fyri slíkum til-
tókum, tí føroyingar í Bret-
landi, ið vórðu komnir sam-
an, vóru ómetaliga glaðir
fyri hesa løtuna, saman við
fuglfirðingum.
Framhald
=
Hans Jacob Hansen og Niels Midjord