Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 9. MAI 1998 tíðindablaðið ÍTRÓTTUR sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo Kristine Ellingsgaard er ein av álitisspælarunum hjá GÍ. Miku- kveldið skeyt hon sjey mál móti NSI Mynd: Alvur Haraldsen 11 Lesið eisini itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo GÍ aftur at síggja í 1. deild komandi ár Hondbóltur: GI verður aftur at síggja í 1. OO deild hjá kvinnum komandi kappingarár. Hetta varð veruleiki, tá seinni dysturin um upp- og niðurflyting móti NSI endaði javnur 17-17 Besta kvinnuliðið hjá GI í hond bólti tryggjaði sær mikukvøldid framhaldandi pláss í 1. deild, tá tær spældu javnt 17-17 móti NSI í høllini á Kambsdali Hetta var seinni dysturin um uppflyting millum hesi bæði lið ini, og eftirsum GI vann fyrra dystin í Runavík við trimum mál um, merkir tað, at gøtukvinnur verða aftur at síggja í 1. deild næsta ár, meðan NSI má spæla í 2. deild í øllum fórum í eitt år afturat Dysturin mikukvøldid var langt frå góður, og tað sást, at liðini ikki eru von við at spæla hondbólt í mai mánaði. Bæði liðini høvdu eitt tíðarskeið í dystinum, har tey vóru omaná, men hevði NSI kent sína vitjunartíð, høvdu tær lættliga kunnað vunnið, eisini við teimum trimum málunum, sum vóru neyð ug Hinvegin kundi GI eisini havt avgjørt dystin til sín fyrimun longu miðskeiðis í seinna hålv leiki, men av tí at so nógv stóð upp á spæl, vildi hvorki av liðun um gevast, tá tað sá svartast út, og eisini tí endaði tað so javnt sum tað gjørdi Liðini skiftust um at vera við yvirlutan. Tað byrjaði nokkso javnt, áðrenn GI tók seg framum, men NSI kom afturíaftur, so stød an í hálvleikinum var javnleikur 9-9. Seinni hálvleikur byrjaði eisini rættiliga javnt, men so fór GI upp á 14-11, og tað sá svart út hjá NSI, sum jú skuldi vinna við í øllum fórum trimum málum. Men tær góvust ikki, og tá sjey minuttir vóru eftir, var stødan 14-14. 8 statt fekk møguleikin hjá NSI nýtt 1v, men 1 sernasta enda gjørd fólkið fram og fingu men tað kostað endanum GI-NSI 17-17 (9-9) GI: Kristine Ellingsgaard 7, Sur rid Gleðisheygg 5, Sonja Gleðis heygg 3, Maria Olsen 2 NSI: Mona Langgaard 4, Turið Lamhauge 3, Ann Mari Østerø Oddvå Fossdalså 2, Elinbjørg Hammer 2, Oydis Hansen 2 Jenny Hansen I Utvisingar: GI 5, NSI 4 Diskvalifikation: GI 1 Todi enn einaferð * Fótbóltur: Todi Jónsson skoraði til 2-0, tá FC Keypmannahavn vann 5-1 á Ikast og tryggjaði sær sæti í donsku steypafinaluni At tað gongur sera væl hjá Toda Jónsson í FC Keypmannahavn, er einki at taka seg aftur í. Klaks- víkingurin í FCK skorar nú í so at siga hvørjum dysti, men altíð er bakgrundin ikki tann sama. Mikukvøldid var bakgrundin soleiðis rættiliga bílig, tå FCK sendi Ikast úr steypakappingini og samstundis tryggjaði sær pláss í sjálvari steypafinaluni. FC Keypmannahavn hevði vunnið fyrru hålvfinaluna í Park- ini 4-1, og sostatt var undan dyst- inum lítil og eingin ivi um, at høvudsstadarlidid fór at sleppa í finaluna, meðan Ikast noyddist at takka fyri seg. Og tað sást eisini aftur á vøll- inum, har Ikast-liðið so at siga ongan hug víst til at vinna. Teir høvdu langt síðani mist trúnna uppá, at tað bar til at venda úr- slitinum frá fyrru hålvfinaluni. Hetta gav eisini FC Keyp- mannahavn góðar møguleikar fyri at spæla álopsfótbólt, og tað gjørdu teir so. FCK vann 5-1 og sostatt 9-2 samanlagt Og millum málskjúttarnar hjá FC Keypmannahavn var sum ikki eina ferð Todi Jónsson, tá hann í 25. minutti økti til 2-0. Todi, sum annars varð skiftur åt f hålvleikinum, lyfti hegnisliga bóltin upp um Ikast-verjuleikaran Nikolaj Hust og sendi hann fram- vid Morten Hyldgaard í Ikast-mål- inum. Morten Hyldgaard er van- liga 3. målverji hjå Ikast, men fekk møguleikan mikukvøldid, tí hinir báðir málverjarnir vóru skaddir. Og tann ungi Hyldgaard fekk nóg mikið at gera. FCK vann 5-1 og kundi vunnið meir. — Vit høvdu fingið meira burtur úr ítróttarliga við at verið heima og vant, segði Henrik Larsen úr FCK við Ekstrablaðið aftan á dystin. Stjórin vil hava Brendby í finaluni Kappingin millum FC Keyp- mannahavn og Brøndby er uttan iva tann størsta innanhýsis kapp ingin millum tvey feløg í donskum fótbólti. Hin hålvfinalan, sum varð spæld hóskvgldið, stóð millum just Brøndby og Silkeborg. Brøndby vann fyrru hålvfinaluna á heimavølli 2-1. FCK-stjórin Flemming Øster- gaard vónaði eftir dystin í Ikast, at Brøndby vinnur hina hålvfinal- — Munurin er ein millión krónur, segði Flemming Østergaard við Ekstrablaðið og roknaði við, at ein steypafinala millum FC Keyp- mannalavn og Brøndby lættliga kann savna 40.000 áskoðarar og sostatt nógvar pengar í kassan. Meðan Flemming Østergaard so vónar at fáa Brøndby í finaluni, kunnu vit í Føroyum so bert vóna, at Todi Jónsson varðveitir stór- formin í øllum fórum í okkurt um ein mánað afturat, tå føroyska landsliðið skal til Estlands at spæla EM-undandyst elj Føroyameistarakappingin í svimjing verður í vikuskift- inum í Svimjihøllini í Havn. Svimjarar úr bólki 3, 4 og 5 og opnum bólki kappast í øll- um svimjigreinum. Innleidandi kappingarnar veråa fyrrapartin friggjadagin (i gjår), leygar- dagin (i dag) og sunnudagin, og finalur um kveldið somu M í svimjing verður hetta vikuskiftið Svimjing: Sjónvarp Føroya verður eisini við, tá føroyameistarakappingin í svimjing verður hetta vikuskiftið dagar. Sunnudagin verður landslid- ið og bestu svimjararnar úttíkn- ir. Bestu svimjararnir fáa steyp handað. Sjónvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá kappingunum friggjakvøldid og leygarkvøld- ið.