Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 87 — 12. MAI 1998 tíðindablaðið AUVR>ÁKa) hevur ment seg frá ideal- ismu til at vera eitt felag, ið fer út og selur Føroyar? Jú, svarar Kristian, men vit eru framvegis idealistisk, tí spenningur er framvegis í at gera hetta, hóast hetta er nakað, eg havi fingist við í fleiri ár. Endamálið má vera at samantvinna tað erliga og tað kommerciella, og hevði hann ynskt sær, at eini fimm fólk kundu starvast hjá plátufelagnum. Hann leggur tó dent á, at tað ikki eigur at vera nøkur samfelags- uppgáva at røkka hesum, tí hetta má felagið klára sjálvt við at hava nakað at bjóða upp á eins og ein og hvgr onnur fyritøka. Nú prátað verður nógv um at útflyta tónleik, sigur Kristian tað ikki bara verða nokk at hava eitt gott or- kestur. Tað kostar at markn- a0darføra, men sigur tað við- hvert loysa seg at halda seg til tað, sum er egið og før- oyskt. Millum 10 tær frægastu Hetta hevur Kristian eisini sjálvur sannað. Eitt nú er seinasta flega hansara >Tjaldursgjógv< (>Shalder Geo«) og endurútgávan av „Concerto Grotto< nýliga kosnar av gomlum og al- gongdum amerikanskum jazztónleikablaði - sum ikki bara er kent fyri at rósa - at teljast millum tíggju tær bestu útgávurnar av sínum slag í fjør. Men so havi eg eisini givið plåtur út síðani 1977, leggur Kristian aftur lítillátin afturat. Ummælarin á hesum blaðnum er eisini útvarpsmaður í Toronto, og verður Kristian sostatt nógv spældur í Kanada. Tað sama gjørdi eitt franskt blað - valdi jazzverk hjá Kristiani at teljast mill- um tiggju tær frægastu fløg- urnar í fjør. Hugsar ein um, hvussu nógvur jazztónleik- ur verður útgivin er hetta ein heiður, men hetta er eis- ini úrslit av 20 ára royndum, og verður bygt á tær, so hav- a vit møguleika at gerast kendari, heldur Kristian. Ferðavinnan Umframt at hava lagt seg eftir at útflyta føroyskan tónleik, nevnir Kristian å- hugan hjá ferðafólki, ið kemur hendanvegin, at ogna sær føroyskan tónleik, líkasum tey eisini hava á- huga í fóroyskum myndum, bókum og gðrum hand- verki. Tutl hevur altíð, men serliga seinastu árini, selt nógvan tónleik hvert summar, og kann hetta eis- ini roknast sum útflutning- ur, sigur Kristian. Ikki minst verður selt nógv, tá kon- sertir verða hildnar. Enn einaferð er tað tann etniski tónleikurin og jazzurin, sum vekja áhuga, og metseljarar í fjór vóru Enekk og Tjald- ursgjógv. Fjálga um evnini Men skal nakað munagott fáast burturúr, eru evnini ein avgjørd fortreyt. Tað krevur talent - bæði fyri marknað- arføring og so sjálvandi eis- ini tað listaliga talentið. Sum dómi nevnir Kristian islendsku Bjørk, ið ikki er nakad »produkt«, men sum byrjadi at syngja sum små- genta, og sidani hevur ment seg til tad, hon er i dag. Plåturnar frå teirri tíðini verda enn spældar. Hon er altso ikki nakað produkt av nakrari = businesshugsan, men hon er eitt talent. Men um alt hetta kann kombin- erast í t.d. MTVhøpi, kemur list burtur úr. Tað er ikki so lætt, sum tað ofta kanska kann ljóða, at vit kunnu »gera eina Bjørk«. Man kann jú ikki siga, at nú vilja vit hava ein William Hein- esen afturat…hvør skal tað verða? spyr Kristian. Tað týdningarmiklasta hjá okkum, sum hava við mentan at gera, er at víðka møguleikarnar hjá teimum sum hava evnini, so evnini koma fram. Umstødurnar eru týdningarmiklar, so at vit Ld. fáa spælistød, og at tey sum yrkja kunnu koma út við teirra tilfari - at vit koma fram við okkara eks- perimentunum. Oheppin gongd Kristian heldur kapping flestu økjum vera góða, men gongdin í seinastuni á heimamarknaðinum, er komin eitt sindur illa við hjá Tutli. Aður gav Tutl út fitt av tí, sum var vælumtókt í Føroyum, umframt tað sum var meira á »sidulinjuni«, sæð við føroyskum eygum, men sum er áhugaverdast sæð uttanífrá, sum Kristian málber seg. Nógv av tí, ið ikki bleiv so nógv selt í Før- oyum, gekk nevniliga væl uttanlanda. Men nýggj plát- ufeløg eru komin afturat, ið bert fáast við tað, ið er pop- ulert í Føroyum. Ikki so at skilja, sigur Kristian, at nak- að slag av tónleiki er betri enn nakað annað - hvert hevur sína funktión - men tað, at vit nú bara kunnu taka tað á okkum, ið er eksperimentalt, eisini fíggj- arliga, ger tað sera tungt hjá okkum. Hann sigur, at mentunarpolitikkurin er um at hvørva í hesi kappingini, og tónleikurin verður taparin. Spennandi Tá prátið fer at snúgva seg um klassiskan tónleik, sigur Kristian, at hann roynir eis- ini at gera nakað við hann, men á ein løgnan hátt er tann klassiski tónleikurin í sama báti sum tann komm- ersielli rokkurin. Her er nevniliga aftur talan um stór og effektiv forløg. sum tey smærru hava torført at kappast við. Her nevnir Kristian kórið Ars Nova, ið hevur selt 75.000 plátur í Japan, men hóast tey eisini syngja á eini plátu hjá Sun- leifi Rasmussen, ið hevur fingið øll tey bláu stempul, ein kann ynskja sær, gongur meira striltid at selja hesa - tað er sum sagt marknaðar- føring, sum skal til. Men tað er spennandi, skundar Krist- jan sær at skoyta upp í. Atli Dam í tilmæli til Javnaðarflokkin: — Medvirkið til broytingar i stjorn- arvidurskiftunum EIRIKUR LINDENSKOV — Eg kundi tikið undir við nógvum av tí stjórnarskip- anarliga í hasum samgong- uskjalinum, sigur Alli Dam, fyrrverandi løgmad- ur og formaður Javnaðar- floksins. Hann sigur, at sjálvstýr- islógin hjá Javnaðarflokk- inum eisini bygdi á ís- lendsku skipanina frá 1918. — Okkara skipan inni- heldur tættir, sum bygdu á ta íslendsku - eitt nú at slig- ið varð fast, at Føroyar var eitt sjálvstóðugt land og føroyingar ein sjålvstødug 60 - at talan var um tvinnar tjóðir. — Men vit vendu heima- stýrislógina á høvdid. I prinsippinum vóru gl! mål yvirtikin, og L. v. s. at vit kundu taka yvir lóggávu- og fyrisitingarvald á øllum økjum, so hvørt sum vit kundu semjast um tað og høvdu møguleika til tað, sigur Atli Dam. Hann sigur vidari, at hetta vid at proklamera ein suverenitet, sum so skal berast aftur til Danmarkar - tad smakkar mær ikki væl, sigur hann. — Tað hevði verið virði- ligari og reiðiligari við eini sjálvstýrislóg, sum var ein samarbeiðsavtala millum tey bæði londini. Um hetta so skuldi verið innan fyriríkisfelagsskapin ella í einum ríkjafelags- skapi - tað kundu vit so tikið stóðu til, heldur Atli Dam. — Men tað er einki duls- mál, at mín persónliga stóða er, at eg síggi stórt virði í at samvirka í ríkis- ella ríkjafelagsskapi. Tí síggi eg minni stórt í at proklamera loysingina. Atli Dam sigur, at poli- tikkur Javnaðarfloksins al- tíð hevur verið, at skuldi loysingin koma, so tók"1 vit stóðu, tá vit vóru komin at loysingini - vid heimastýr- íslógini, ella sum nú við eini nýggjari sjálvstýris- lóg. Og Atli Dam hevur sítt tilmæli at geva Javnaðar- flokkinum: — Eg vil mæla Javnaðar- flokkinum ti, at flokkurin — Eg kundi tikið undir við stórum parti av tí stjórnarskipanarliga í nýggja samgonguskjalinum, men restin av skjalinum er tað svartasta og mest borgarliga, sum nakrantíð hevur verið á prenti í Føroyum, sig- ur Atli Dam, fyrrverandi lógmaður og fyrrverandi formaður í Javnað- arflokkinum — At Tjóðveldisflokkurin nú greitt hevur snarað til høgri gevur Javnaðarflokkinum enn stórri ábyrgd. Tí Javnaðarflokkurin er nú tann einasti verjin hjá lónmótakarunum og vanliga fólkinum, | sigur Atli Dam positivt fer inn og med- virkar til at broyta stjórn- arvidurskiftini, so at tann sáttmáli, sum kann gerast millum londini bæði, bøtir sum mest um - uttan tó at fremja loysing. Tað svartasta, sum verið hevur á prenti Restini av samgonguskjal- inum gevur Atli Dam ikki tað besta skoðsmáli. — Tað kann sigast stutt um tað, sum har stendur, at hatta er tað svartasta og tað mest borgarliga, sum verið hevur á prenti, sigur hann. Atli Dam heldur, at nýggja samgonguskjalið brýtur nógv av ti, sum varð vorðið siðvenja. — Hatta prógvar eisini, at Signar á Brúnni var tann, sum kom at seta kósina hjá Djóðveldisflokkinum burt- ur frá at verða roknaður sum partvís vinstraflokkur til burturav at vera ein borgarligur flokkur. Atli Dam sigur, at Signar á Brúnni í valtríðnum boð- aði frá, at Tjóðveldisfloks- ins politikkur fevndi frå uttasta høgra og inn ímóti miðjuni í politikki. — Hetta gevur so Jain- aðarflokkinum enn stórri ábyrgd. Tí Javnaðarflokk- urin er nú tann einasti verj- | in hjá lønm6étakarunum og | vanliga fólkinum, sigur | hann. | Atli Dam sigur víðari, at samgonguskjalið hevur alt | ov nógvan dám av, attað í | alt ov stóran mun tosarum | marknaðarbúskaparligar | treytir. — Men kortini er tað tann | gamla vælkenda Fólka- | floksdefinitiónin um, at tað bara eru ávísir bólkar í samfelagnum, sum skulu hava ágóðan frá restini av borgarunum. Hetta ger tað torført at liva upp ul mål- setningin um lægri skatt og betri sosial vidurskifti hjå vanliga borgaranum Tiskil heldur Atli Dam, at nógv av ti, sum stendur i samgonguskjalinum mill- um Fólkaflokkin, Tjóð- veldisflokkin og Sjálvstýr- isflokkin bert eru orð, sum geva okkum eitt meira borgarligt og ósostalt sam- felag. — Burtursæð frá hasum, so er kvinnan - helmingur- in av borgarunum í landi- num - vorðin nógv meira ósjónlig í samfelagnum - ella nærum horvin, endar Atli Dam sínar viðmerk- ingar um nýggja samgong- uskjalið.