Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 ítróttar Nr. 87 — 12. MAI 1998 B36-odnarveður rendi VB um koll 7 Fótbóltur: Við frálíkum álopsspæli spældu meistararnir úr B36 seg í hålvfinaluna í kappingini um løgmans- steypið Efur dystin í Gundadali seinasta sunnudag, tá ið B36 noyddist at lúta fyri grannunum í HB, vóru tað nógv, sum høvdu hug til at fílast á álopsspælið hjá B36 Um hesi vóru í Gundadali dýra biðidag, so hava tey broytt hugsan Skjóta og flótandi álops- spælið hjá meistarunum virkaði til fulnar, og tunga VB-verjan hevði frá fyrsta bríksli trupult við at fóta sær rvaleyst Skjót leiðsla Tað vóru bert fýra minuttir leiktir, tá ið B36 legði seg á odda. VB-målverjin kiksadi eitt útspark til John Peter- sen, og hann sendi bóltin beinanvegin til Jákup á Borg, sum umvegis handara stólpa legði B36 á odda 1- VB var tvær reisur nær við at javna. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skeyt Magni Magnussen eitt brandskot á stólpan úr 20 metra fjar- stóðu, og bert tveir minuttir seinni skallaði Dan Djur- huus eitt innlegg frá Magna Magnussen á sama stólpa! Hetta var tó nærum tað ein- asta, sum vágbingar høvdu at borðreiða við í øllum dystinum Vertirnir úr Havn løgdu seg á odda 2-0, tá ið 33 min- uttir vóru leiktir. Tomislan Sivic, sum minuttin áðrenn hevði rakt stólpan, spældi bóltin úr vinstru inn í mál- teigin hjá VB, og har stóð John Petersen og prikadi bóltin afturum Bjarna Jo- hansen í VB-málinum tl hålvleikstøduna 2-0 til B36 Seinni hålvleikur eitt stort B36-ålop I seinna hålvleiki var tad einvegis ferðsla ímóti VB- målinum. Teir svørt/hvitu B36-leikararnir spældu VB- verjuna sundur og saman, og tað vóru bert leiktir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá ið B36 kom á odda 3-0 Jákup á Borg gjørdist leys- ur, og hann skeyt bóltin framvið Bjarna Johansen og í málið. Hetta málið tók púr- asta luftina frá vágbingum, og nógvir teirra hingu við høvdinum og skeldaðust sínámillum Heimaliðið økti við jøvn- um millumbilum um leiðsl- una. Jákup á Borg skeyt sítt triðja mál til 4-0, John Pet- ersen gjørdi tað til 5-0, 6-0 og 8-0, medan innskifti Sig- fridur Clementsen gjørdi målid til 7-0. B36 kundi havt vunnið meira, og tað var stórt spell, at Jens Krist- jan Hansen ikki fekk mál í 80. minutti eftir frålikt sam- anspæl við John Petersen, men í tí førinum bjargaði Bjarni Johansen í VB-mál- inum. Jens Kristian, sum leikti í miðverjuni hjá B36, kom annars fleiri ferðir í seinna fram í álop, og tað ørkymladi bara enn meira tí veiku VB-verjuna Meistaraspæl frá meistarunum Sum ådurnevnt, so sýndi B36 frálíkt álopsspæl ímóti vágbingum, men tað var Tveir væl negdir B36-arar aftan á stórsigurin móti vágbingum: John Petersen (v.m.) og Jákup á Borg áttu sínámillum sjey av málunum í 8-0 sigrinum á VB ikki bert í álopinum, at teir spældu væl. Á midvøllinum spældi Pól Thorsteinsson ein góðan dyst móti gomlu liðfeløgunum hjá sær, og eisini Mikkjal Thomassen kom væl frá dystinum. Men tað vóru serliga teir báðir Jákup á Borg og John Pet- ersen, sum leiddu tankarnar aftur á seinasta kappingarár, tá ið havnarfelagið vann sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1962. T.N. B36-VB 8-0 (2-0) 1-0: Jákup á Borg 2-0: John Petersen 3-0: Jákup á Borg 4-0: Jákup á Borg 5-0: John Petersen 6-0: John Petersen 7-0: Sigfríður Clementsen 8-0: John Petersen Fótbóltur: Tað var ein av teimum dystunum, sum skjótt fara í gloymi- bókina, tá ið HB vann á B68 og kom i hålvfinaluna Tey vóru mong, sum komu niðan aftur í Gundadal dýra biðidag og vónaðu at síggja eina eins undirhaldandi fjórðingsfinalu millum HB z B68 sum tann fyrr á degnum millum B36 og VB. Hesi fóru helst vón svikin til hús, tí at so varð ikki. Skoraði móti gomlu lidfeløgunum Tá ið einir 13 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki, legði HB seg á odda. Teir fingu eitt innkast áraka brotsteigarmarkinum, sum Allan Mørkøre kastaði móti HB vann taman dyst málinum, har Johannes Jo- ensen við høvdinum styrdi bóltinum inn í sjálvan 5- meturin. Har var John Heri Dam fyrstur á honum og smekkaði til, men Magnus Poulsen í B68-málinum hálvbjargaði, og so var Súni Fríði Johannesen beinan- vegin klárur og sendi bóltin í málið hjá gomlu liðielyg- Sámal Erik Hentze er júst ov stuttur at verja fyri innleggi frá Jens Erik Rasmussen unum hjá sær. Annars hendi ikki tað stóra í fyrra hálvleiki. Ein keðilig hending var, tá ið landslidsålitid Jan Dam noyddist út við skaða eftir at hava beklað beinanvegin í dystinum. Hetta harmað- ust sjálvsagt øll um, ikki minst landslidsvenjarin All- an Simonsen, sum var mill- um åskodararnar B68 fleiri møguleikar i seinna hålvleiki I seinna hálvleiki var tað fleiri ferðir um reppið, at toftamenn fingu javnað. Tí einu ferðina var russarin Andrey Stakhanov leysur vid Kaj Leo, men skeyt i sidunetid. Løtu seinni var Andrey aftur upp å spæl, men ístaðin fyri at spæla upp á tvørs til ein púra leys- an viðleikara, valdi hann at skjóta sjálvur úr truplari stóðu. HB-arnir vóru rættiliga sjáldsamir gestir í B68- brotsteiginum í seinna hálv- leiki, men so hvort sum seinni hálvleikur gekk, sats- aði B68 meira, og tað førdi við sær, at tað til tíðir gjørd- ist heldur tunnligt í verjuni hjá toftamonnum. Tá ið ein- ir tríggir minuttir vóru eftir av dystinum, slapp Súni Fríði Johannesen leysur við B68-málverjanum, sum íkki hevði nakran annan møgu- leika enn at taka beinini undan HB-åleyparanum. Dómarin Birgir Sondum, sum kom heilt væl frá upp- gávuni burtursæð frá nøkr- um heldur bíligum gulum kortum, ivadist ikki og dømdi brotsspark til HB Hetta smekkadi Allan Mørkøre mitt í málið til endaliga úrslitið 2-0 til HB. Kundi farið báðar vegir Tað er neyvan nøkur loyna, at toftamenn ikki høvdu tær stóru vónirnar undan dyst- inum, men sum dysturin leið, er sannlíkt, at teir harmast um ikki at hava fingið meira burturúr dyst- inum. Teir høvdu målmøgu leikarnar, og vóru teir nakað neyvari, so vóru tað møgu- liga teir, sum skuldu spælt hålvfinalu móti B36! HB-liðið hinvegin kundi havt avgjørt dystin í fyrra hálvleiki, tå ið teir høvdu fleiri góð tilboð. Men tey flestu, sum hava sæð HB leikt higartil í ár, kunnu staðfesta, at teir hava trupul- leikar við miðjuni og álop- inum. Miðjan hongur ikki saman, og av tí sama fáa áleyparnir alt ov lítið at ar- beiða við. Harafturímóti kann sigast, at HB i Jan Dam, Hans Fróða Hansen, Hans á Lag og Johannes Jo- ensen helst hevur bestu verjuna í landinum. HB-B68 2-0 (1-0) 1-0: Súni Fríði Johannesen 2-0: Allan Mørkøre (br.) ——— nn: A