hósdagur 14. mai 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið
Nr. 89 — 14. MAI 1998
Heingið nú heimastýrisornatið
við tær »himmalsku« grindir!
Røda hildin á 1. mai dags-haldinum í Runavík, sum arbeiðarafelagið Hæddin skipaði fyri
Tórbjórn Jacobsen
2. valdagur er í dag og kemur hetta helst at
ávirka alla talu og alt túnatos um alt landið,
á hesum stríðsdegi arbeiðaranna. Eftir at
hava livad í politiskum, vinnuligum og
harvið búskaparligum vaakum síðani
kolonialistarnir gjørdu statskvett 6. oktober
1992, gjørdi føroyska fólkið bart í gjár og
valdi sær Tjóðveldisflokkin, einasta full
veldisflokkin, til vegvísara inn í eina nýggja
tíð — inn í hina 21. eld
Aðrenn farið verður víðari við dags
aktuellum vidurskiftum, leita vit aftur í søg-
una eftir upprunanum og orsøkini til at vit
standa her í dag, á degi verkamanna |. mai
Hundrað ár eftir fronsku kollveltingina
g fyri umleið hundrað árum síðani varð
vort af rY
vgjørt, at I. mai frameftir skuldi hátíðar
verkamanna, og á hesum
erkamannarørslan um allan
síni sjónarmið við krav
g rødum
K
7
€
millumtjóða arbeiðararáðstevnun!
vanliga nevnd onnur Internationala — sum
varð sett í fronsku hevuðsborgini París
1889 vórðu krøvini um munabetri sosiala
trygd og um lógásettan 8 tíma arbeiðsdag
ngin av stríðsdegnum varð
av hest sátt og hesum
sett fram, og ásett
beinleiðis avleið
nyggja rák!
FER
Tað var so nógv farið fram undan hesum
Bylungarfúsir fraklending
1789 undir herr
Egalné et fraternité< føroyskad til
>frælsi g brødralag«. Idnaðar
kollveltingin tók seg fram seinast í 18. øld
og fyrst í
rar gjørdu upp
reistur í unum: >Liberté
jav naður
19. øld, og úr hennara kjalarvørri
reis ein nýggjur mannabólkur hetta var
arbeiðarastættin
arbet k k
rør
søkum tóku íbúgvarnir í høvudsborg
Fraklands ræði á bynum, og stovnsettu eima
arbeidarakommunu í hinum kringsetta
París. Henni var bara lív lagað í skamma
stund, síðani varð hon týnd í eini bl6dugari
massakru, 10 var fyrirskipað av stjórn
arherliðunum úr Verseilles, væl stuðlað av
týska herinum, sum tá stóð inni í Frak-landi
At arbeiðarastættin vísti sína styrki og
sitt vistvitandi í hetta stutta tidarhvarvid,
varð nóg mikið til at seta hvøkk i valds-
harrarnar í Europa, soleiðis at hetta gjørdist
týðandi íkast til byrjanina av 1. heimsbar-
daga. Eftir at Parisarkommunan var fallin,
yrkti ein av limum hennara hin vælkenda
stríðssangin: »Kom kúgaðu kring allan
heimin, øll niðurboygd av sorg og neyð.
Nú kyknar eldurin úr eimi, nú verður stríð
um lív og deyð< — ella Internationala, sum
hann vanliga verður róptur. Arið eftir lið-
aðist altjóða arbeiðararáðstevnan sundur og
varð ikki uppafturtikin fyrr enn í 1889.
Síðani varð hildið fram til fyrri heims-
bardagi steðgaði øllum, og tå var eisini so
nógvur politikkur gingin í rådstevnuna, at
hon íkki framhaldandi kundi virka sum
savnandi depil fyri allar fæloysingar í øllum
londum.
Síðani tá hevur arbeiðarargrslan verið fyri
tapum og sigrum. Verið nýtt og misnýtt í
persónligari politiskari tráðan eftir stjórnar-
valdi. Verið skálkaskjól hjá einaræðisharr-
um og ormetin av pamparum, sum skaldið
so beinrakið kvødur um í sanginum:
Men lágir menn
trívast ikki í skugganum
av føgrum eikitrøum
Ikki fyrr enn lyngur og
kjarr
grør um feldu bularnar
trína teir fram
drekka skål við maktini
Søguliga fakfelagsgongdin í Føroyum tók
sína byrjan í hinum nýggja fiskivinnusam-
felagnum. Føroya Skipara- & Navigatør-
felag var stovnsett i 1892. Fiskimanna-
felagið i 1911. Fylking á tveroyri i 1915
og arbeiðarafelagið Hæddin varð sett á
stovn í 1938, ein deild av Kletti ta fyrstu
tíðina. Síðani varð skilnaður og felagið fekk
sítt núverandi navn á eykaaðalfundi í 1959.
Í skugganum hjá teimum, sum eru á mín-
um aldri, standa myndirnar sterkar frá |
maí dags-haldunum á Valginum og reyðu
|. maí dags-haldunum, sum Oyggjaframi
marx-leninistar skipaðu fyri í høvudsborg
Føroya í sjeytiárunum, og vit minnast eisini
hernaðarparadurnar í Moskva, Peking og í
Havanna. Hetta var tíðin, tá hin melan-
kolska myndin av Che Guevara gav frælsa
og stridsfusa ungdóminum styrki til at við-
gera og broyta partar av steinrunna borgar
hga samfelagnum
Fyri mánaða síðani var eg so heppin at
vitja á grøvini hjá hesum Osjålvsøkna argen-
tinaranum í kubanska býnum Santa Clara
Få fór ein flógvur gjøstur igjøgnum mergin
á einum gomlum ungdóms-uppreistrar-
manni. Samdur ella ósamdur politiskt, so
var hann strategurin í stríðnum ímót
yankic-imperralismuni og fundamentið
hann tók stødt í, var altíð hin verkari part
um. Kendi rithøvundurin
m Greene tók soleiðis I
hevja seg úr høll åhoyraranna, og teir vóru
ræddir fyri, at maðurin teir hataðu, skuldi
verða elskaður av øllum heiminum. Hendan
ræðslan var medvirkandi til, at hann seinni
gjørdist ein legenda, og riflukúlur megna
ikki at drepa eitt politiskt halgimenni«
Hetta var ein onnur tíð og fyritreytirnar
vóru heilt aðrar enn okkara. Uttan at verða
so víðgongdur politiskt í samfelagsspurn-
inginum, so er tað ein sannroynd, at tjóð-
skaparkenslan kanska var høvudsdrivmegin
í bardaga teirra ungu manna. Í gjár fekk
politiska tjóðskaparrgrslan í Føroyum eina
renesansu og vit hava nú ein einastandandi
møguleika at gera enda á donsku im-
perialismuni her á landi. Við atgongumerk-
inum í hondini eiga teir tríggir sjálvstýris-
flokkarnir nú at vísa veljarunum, at hetta
var ikki bara valeitur teir grýttu oman yvir
tykkum uppundir valið.
Javnaðarfloksins lutur í hesum kampi
verður lítil, nú tingmanningin er saman-
sjóðað av breydsosialistum og marxistum í
uttasta borði. Avdúkingarnar um, at sjálv-
stýrislógin ikki var annað enn bluffnummar
fyri at tekkjast veljarunum, gera ikki stød-
una betri.
Urslitid av valinum man merkja, at fólkið
vil avgerandi broytingar í ríkisrættarligu
vidurskiftunum. Yvirtøkur av donskum
funktiónum undir heimastýrisskipanin
verða ikki nóg mikið til at fylla hetta polit-
iska vaakum aftur. Grønlendski LA-politik-
arin Arqaluk Lynge segði einaferð um yvir-
tøkur, at tær vóru at sammeta vid: »En
revolution på listesko< — »ein kollvelting í
snikjaraskom«. Tú kanst gerast so politiskt
sjúkur undir einum valstríði, at tå fert at
droyma um politikk. Eina nåttina droymdi
eg um yvirtøkupolitikkin seinastu fjórð-
ingsøldina soleiðis: I djøragørdum aðra-
staðni hava teir smáar bleikar mýs í lok-
aðum karrusellum. Músin stendur av
stabilitetsorsøkum altíð á botni, og hvørja
ferð hon roynir eitt stig, førkar karrusellin
seg so mikið, at músin aftur stendur á botni.
Teir, ið eiga karrusellina og tey viljandi
hava stóran stuttleika av at fóðra hesar
ólukku mýsnar so frægt, at tær kunnu und-
irhalda víðari og so frægt, at tær ikki bróta
sær veg út úr karrusellini, at liva tað lívið,
sum ætlað var. Stundin man nú vera komin
har til, at vit knúsa hesa karrusellina í
stumpar og stykkir, og taka fulla ábyrgd av
okkum sjálvum.
Martin Luther King hevði ein annan
dreym, sum øll munnu kenna. Øll vanlig
menniskju hava væl saktans ein dreym um
framtíðarsamfelagið, og mítt boð er, at
Føroyar skjótast gjørligt gerast ein suve-
renur statur. Á búskaparliga og vinnupolit-
iska økinum ræður treytaleysur marknaðar-
búskapur, sum við sínum kappingar-
momenti, er einasti búskapur. ið kann halda
vesturlendsku vælferðini, sum er kend á
okkara leiðum. uppi. Í sama viðfangi skal
sigast, at netta ikki er tað sama sum karráð
kapitalisma, har ið fá eiga ov nógv og tey
flestu einki eiga. Ein sosialur búskapar-
politikkur skal eftir hesum tryggja, at øll
kunnu liva eitt sømiligt liv, t.v.s. at vit skulu
hava eina sømiliga sostala umfordeiling av
samfelagsins virðum. Privata vinnan, tað
kunnu jú eisini vera arbeidarafeløg, sum
eiga hana ella ein part av henni. í frælsari
kapping, er einasta kenda lokom:
er nóg stórt til at bera vælferðina. Utróðrar
enn. fisk K sjómenn. hands
vitur "ab
politikarum, at teir kvaklast við og skilja,
at neyðsemjuloysnir og hugsjónir ikki eru
eitt og tað sama. Gævi at heimastýris-
politikararnir nú hongdu sítt ornat — sítt
messuskrúð — við tær >himmalsku< grindir,
einaferð fyri allar. Vónandi er nývaldi lútur-
in á løgtingi so ramur, hugsjónarliga, at
gongd fæst aftur í praktisku tjóðskapar-
prosessina, soleiðis at vit ikki skulu siga
um endur- & nývaldu politikararnar sum
islendski troubadururin Bubbi Mortens
»Teir sem enga hugsjón hafa halda kannska
að, hamingjan sé folgin í að hreyfast ekki
úr stað<. — Sagt við ødrum orðum, at hann
ið ongar hugsjónir hevur, dragnar so smátt
um smátt úr fylginum hadantil hann hvørv-
ur í havsbrúnni og sekkur í kav.
Gera teir av måttloysis orsøkum einki,
mega vit fylgja bodunum hjá Mikis Theo-
dorakis, ið var frælsisstríðsmaður undir
hernaðarjuntuni hjá Papadopulos:
Smíðið eina sterka
patriotiska eind,
Samskipið ein intensan
bardaga fyri frælsinum,
tað finnst eingin annar
vegur enn hin náðileysi
bardagin, haðartil tú
hevur sigrað endaliga.
Og latið okkum ongantíð
gloyma
at frælsi fæst ikki
tað má vinnast.
Nú havi eg altíð havt stóra virðing fyri tí
arbeiðandi fólkinum, í tí ásannan, at var
hesin stættur ikki, var hungur og hall innan-
borða Hóast tað helt eg við Karlu, tá ið hon
heitti á meg um at siga nøkur orð á hesum
degi, at tað var ikki vist, at arbeidarin var
áhugaður í at hoyra hugsanirnar frá einum,
ið pr. definition var kapitalistur, á heum
teirra einasta degi í árinum. Dags dato fyri
11 árum síðanii flutti eg fram rødu undir
arbeiðsmannafelagshúsinum og helt heimin
tá vera at samanbera við eina hondgranat,
sum kundi spreingjast nær tað skuldi vera.
Berlinmúrurin stóð framvegis so fattur og
symboliseraði hitt kalda kríggið. Vápna-
dubbingin koyrdi framvegis í ovaragervi
og tikið var tá til yrkjaran Jóannes Nielsen:
»Sum ein rotin vidarbulur stendur heimurin
og ridar«.
Nógv er broytt síðani tá. Men ein trupul-
leiki sum ikki er batnaður, er skilnaðurin
millum hin ríka og hin fátæka heimin. Okk-
ara akkumulerandi vælferð stendur í gref-
ligari andsøgn til vaksandi svongdina i
triðja og fjórða heiminum, fjarleikin millum
ríka og fátæka heimin økist og kann gerast
ein onnur hondgranat, sum spreingir heim-
in, um ikki itøkilig stig verða tíkin fyri at
basa hesum problematikki.
Norðmaðurin Nordahl Grieg, sum í
Osjålvsøkni gekk inn í deyðan fyri at bjarga
heiminum undan ringastu devlunum í hesari
øldini, nasistunum, helt um heimsins
svongd soleiðis:
Edelt er mennesket
jorden er rík
Finnes her nød og sult
sky ldes det svik
Knus det! I livets navn
skall urett falle
Solskin
så 1 y
g brød og ånd
v all
sty al
MK .