fríggjadagur 15. mai 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 15. MAI 1998
tíðindablaðið
føj +
Alguinnrås å Skålafjørdinum
Bæði alibrúkini Luna og Bakkafrost
eru rýmd av Skálafjórðinum, tí alga
hevur gjórt seg inn á laksin. Talan er
helst um nýtt slag av algu. Eisini í
Noregi og Danmark hevur nógv alga
herjað seinastu tíðina
ÓLAVUR i BEM
Mánadagin fóru teir at
sleipa ringarnar út av Skála-
fjørðinum og út á Nes, og í
gjár vóru teir lidnir. Tað eru
bert tvey alibrúk á Skála-
fjørðinum og eru tey Luna
og Bakkafrost.
Atli Gregersen, stjóri í
Luna, sigur, at talan er um
eina nýggja algu. Tann
kenda var reyð og gul á liti,
men liturin á hesi minnir
meiri um litin á eini gl-
fløsku, myrkari
Mist 15 tons
Luna hevur fýra aliringar
við tilsamans 800 tonsum
av laksi, og Atli Gregersen
metir, at teir hava mist eini
15 tons, so talan er ikki um
nakra katastrofu, sum hann
målber seg
Men tað er ikki bert í Før-
oyum at algan er farin at
herja. Tey sum hava fylgt
við í donsku og norsku loft-
miðlunum hava eisini hoyrt
um, hvussu stóran skaða
alga hevur gjørt í hesum
londum.
Nógv alga í sjónum
Eitt norskt flogfar var farið
á kanningarferð og hevði
tikið myndir av stórum
blettum av algu í sjónum
millum Hetland og Noregi.
Stundir vóru ikki at fáa
nakra viðmerking frá Fiski-
rannsóknarstovuni, áðrenn
blaðið fór til prentingar, og
heldur ikki frá Heilsufrødi-
ligu Starvsstovuni.
Alibrúkið hjá Bakkafrost er eisini rakt av alguinnråsini
-
rr — x
I
Allir aliringarnir á Skálafjórðinum eru sleipaðir út á Toftir og Nes
Gospelkonsert
í Runavík
Leygarkvøldid 16. mai
verður ein stór kórkonsert í
ítróttar- og samkomuhøllini
f Runavik. Konsertin byrjar
kl. 21.
Kórini, ið eru vid, og sum
eisini vóru við á gospelfesti-
valinum 98, kalla seg Au-
rora, Gospelkór úr Eystur-
oynni og United Voices. Au-
rora kemur úr Tórshavn og
er eitt kór, ið hevur nógvar
royndir, tá talan er um kór-
sang og tónleik, kóri er
stjórnað av Olavi Jøkladal.
Gospelkórið úr Eysturoynni
er eitt nýtt kór, ið stoð seg
sera væl á gospelfestivalini,
hetta kórið er sett saman av
sangarum úr Eysturoynni
og tónleikarum kring land-
ið, kórið er stjórnað av Eyð-
un á Lakjuni.
United Voices er kórið,
sum bleiv stovnað í sam
bandi við Andrew Chrauch
á gospelfesuvalinum 97,
hetta kórið hevur havt tvær
framførslur, og er sett sam-
an av sangarum og tonleik-
arum kring alt landið, Eirik-
ur Skála stjórnar hesum
kóri. Felagið, ið stendur fyri
hesi konsert, er VTJ Music,
ið er eitt felag, sum vil
stuðla øllum gospeltónleiki
í Føroyum, og harav onnur
góðgerandi endamál. ADJ-
Sound stendur fyri ljóð-
góðskuni. Orsøkin til hesa
konsert er, at áhugin var so
stórur á Gospelfestivalini
98, at bert ein lítil partur av
åhoyrarum fekk møguleik-
an at hoyra hesi professio-
nellu kór, tí vilja vit geva
øllum møguleikan.