Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mai 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 90 — 15. MAi 1998 tíðindablaðið 11 32.000 atgongumerki seld eftir seks timum Fótbóltur: Einki í donskum fótbólti kann samanlíknast við stórdystirnar millum FCK og Brøndby Tað er langt frá teimum gott 1000 áskoðarunum, sum Todi Jónsson fyri einum ári síðani plagdi at undirhalda á Lyngby Stadion, og til tey 40.000 sum Kristi Himmal- ferdardag sessast í Ítróttar- parkini í Keypmannahavn, har steypafinalan millum FCK og Brøndby verður spæld Og saman við túsundatals føroyingum fara eisini hundraðtúsundtals danir at fylgja størsta dystinum i donskum fótbólti í ár í sjón- varpinum Ein dystur uttan sín líka, og tað er ikki fremmant, ti tá tey bæði stóru fótbólts- feløgini í Keypmannahavn, FCK og Brøndby, tørna saman, kann einki annað í donskum fótbólti standa mát Dysturin millum erka- fíggindarnar eru av heilt ser- ligum slagi, og teir lokka eisini áskoðarar, sum bert landsdystir í Danmark ann- ars klára. Og tað var eisini veruligt rok, tá atgongumerkini til steypafinaluna vórðu sett til sølu týsdagin. Eftir seks tímum vóru 32.000 av teim- um gott 40.000 atgongu- merkjunum seld. Og í ti før- inum klárar sjálvt ikki landsdysturin millum Dan- mark og Kameroun, sum skal verða grundlógardagin, S. juni, at fylgja við. Eftir eina drúgva forsglu eru tað í løtuni seld 28.000 at- gongumerki til tann dystin! Stendur nógv uppá spæl Avrikini hjá FC Keyp- mannahavn í landskapping- ini í år hava verið misjøvn. Teir løgdu harðliga fyri, tá kappingin byrjaði sein- asta heyst, men áðrenn vetr- arsteðgin høvdu teir mist tryggu leiðsluna til Brønd- by Eftir vetrarsteðgin hava urslitini verið hálvvánalig, og dreymurin um gull í landskappingin er rokin. Í tí kappingini eru teir í Brøndby ov sterkir Men møguleikin fyri gull í steypakappingini er fram- vegis til staðar, og at mót- stóðuliðið verður júst Brøndby ger, at tað stendur nógv uppá spæl — meiri enn um mótstøðuliðið heyði ver- ið Silkeborg, sum Brøndby vann á í semifinaluni. FCK vann steypakapp- ingina í fjør eftir finalusigur uppá 2-0 á Ikast. Hesaferð gjørdi FCK av við Ikast í semifinaluni, og i bådum dystunum var Todi Jónsson millum málskjúttarnar. Tvær ferðir í fýra dagar FCK og Brøndby hava ein landskappingardyst eftir at spæla i år, og hann skal spælast í Itréttarparkini longu tríggjar dagar eftir steypafinaluna. Sunnudagin 24. maí klokkan 15.00 standa feløg- ini aftur yvir fyri hverjum ðrum, og til tann dystin eru eisini fleiri enn 30.000 at- gongumerki seld. Leiðslan í FCK væntar, at tað eisini verður útselt til hendan dyst, og so eru danir í eini stóðu, sum teir als ikki eru vanir við. At 80.000 fólk eru til tveir dystir millum donsk feløg innan triggjar dagar. Leidslurnar i FCK, Brøndby og DBU hava í felag avgjørt, at prisirnir fyri atgongumerkini til hes- ar dystirnar ikki skulu selj- ast fyri hægri pris, enn tey vórðu seld fyri i fjør, hóast tað kundi verið freistandi at sett prísin nakað upp, nú eftirspurningurin er so stór- ur. — Sum stødan er nú við FCK og Brøndby í oddinum av superliguni, og at ein dystur millum hesi feløgini altíð savnar nógv fólk, kundu vit havt sett prísin á atgongumerkjum upp, men BP i — 4 Æ É ed tad hava hvørki FCK, DBU ella vit ynskt, sigur Emil Bakkendorf, skrivari í Brøndby. — Og vid teimum prisvin- arligu atgongumerkjunum rokna vit við, at tað eisini verður útselt til dystin í sup- erliguni tríggjar dagar eftir steypafinaluna. Stjórin í ødini Tá Claus Bo Larsen úr Od- ense, sum DBU hevur sett at dóma steypafinaluna, bríkslar dystin í gongd hós- dagin klokkan 15.00 danska tíð, er tað tridju ferð í år at FCK og Brøndby hittast. Fyrstu ferð var í heyst, tá FCK vann 4-1 í Parkini, og Todi Jónsson gjørdi sítt helst besta mál í donskum fótbólti, tá hann lobbaði bóltin upp um Mogens Krogh og í málhornið. Aðru ferð var fyrr í vár, tå Brønd- by vann 2-0 á Brøndby Stadion og tók avgerandi stig fram móti gullmerkj- unum í landskappingini. Fyri FCK hevur steypa- finalan alt at siga, skal kappingarárið í ár ikki mis- eydnast. Teir hava lagt nógv fyri við keyp av spælarum og við annars at skipa um- støðurnar í felagnum so einki er at seta fingurin á, og stjórin í felagnum, Flemming Østergaard, sum hevur stórar ambitiónir við felagnum, var í ødini, tá FCK tapti móti Lyngby seinasta vikuskifuð Við donsku pressuna segði hann, at tað avrikið hjá FCK var ein skomm, og at hann fyri fyrstu ferð rætti- liga var í ødini inn á spæl- ararnar. Trýstið, sum tað kann leggja á teir ellivu, sum byrja á vellinum næsta hósdag, er viðvirkandi til, Todi Jónsson sleppur nú fyri fyrstu ferð at royna seg í dysti í donskum fótbólti, har tað veruliga stendur gull uppá spæl at FCK bara skal vinna Einki annað verður góð- tikið í felagnum, sum ikki vil standa í skugganum av teimum gulu úr Brøndby ek U1G-landsliðið úttikið Jógvan Martin Olsen, sum er venjari hjá føroyska U16- landsliðnum, hevur úttikið 28 spælarar í ein bruttoh6p; sum skal á venjingarlegu á Svangaskarði í dag og í morgin. Ul6-landsliðið luttekur í bæði NM- og EM-kapping seinni í ár og skal spæla tilsamans seks dystir í au- gust og september. Uttiknu spælararnir koma úr øllum landinum. B36, KÍ og NSÍ eru best umboðað í bruttohópinum við fýra spælarum. HB hevur tríggj- ar, Skála, Royn og TB hava tveir, og B68, VB, Sumba, GI, SIF, MB og B7I hava ein í part. Teir 28 ungu menninir eru: Brynjolvur Nielsen, Høgni Højgaard, Bergur Djurhuus og Fróði Jóanes- arson úr NSÍ, Kristian Poul- sen úr B68, Arnold Berg og Sveinur Justinussen úr Skåla, Gisli Dånjalsson og Bjarni á Hólalagi úr Royn, Olivur Abrahamsen úr VB, Hallur Dam Joensen úr Sumba, Kartin Abrahamsen úr GI, Karstin Joensen, Hjalgrím Elttør, Jóannes L. Jacobsen og Rógvi Laksá- foss úr KÍ, Jón Rói Jacob- sen, Vagnur M. Mortensen og Teitur Ellingsgaard úr HB, Elfinn Ørvarodd úr SIF, Jack Johansen úr MB, Helgi Justinussen, Bárður Johannesen, Niels Joensen og Pól Næs Joensen ur B36, Símun Hansen úr B7I, og Jónas Johannesen og Hallur Christiansen úr TB U16-lidi skal luttaka i NM-kappingini, har tað skal spæla móti Sveríki, Onglandi og Finnlandi. Teir dystirnir verða fyrst í au- gust, og í september er tað so EM-kappingin, har Før- oyar skulu spæla móti Finn- landi, Noreg og Wales elj Sosialurin - tað er her tað hendir