Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 17 síður

Tekstur á síðuni

32 Nr. 230 - 3. desember 2003 VEÐRIÐ Veðrið fríggjadagin: Gul til stívt andøvsgul av vestri og stundum sirm ella mjørki. Hitin millum 8 og 11 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Lot til andøvsgul mill- um vestan og sunnan og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 7 og 11 stig. Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur greiðir frá um veðrið VESTFALLSKYRRINDI Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av út- synningi og fyrrapart- in yvirhøvur turt og sólglottar, men seinna- partin møguliga sirm ella mjørki. Hitin mill- um 9 og 12 stig. 23. november: Mánin næstur jørðini 30. november: Fyrra kvarter 7. desember: Mánin longst frá jørðini 8. desember: Fullmáni Kelda. Álmanakkin 2003 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. 3. des 02.41 15.00 01.41 14.00 01.56 14.15 04.41 17.00 05.41 18.00 00.56 13.15 — 12.15 02.56 15.15 03.56 16.15 02.26 14.45 03.41 16.00 4. des 03.19 15.37 02.19 14.37 02.34 14.52 05.19 17.37 06.19 18.37 01.34 13.52 00.34 12.52 03.34 15.52 04.34 16.52 03.04 15.22 04.19 16.37 5. des 03.56 16.16 02.56 15.16 03.11 15.31 05.56 18.16 06.56 19.16 02.11 14.31 01.11 13.31 04.11 16.31 05.11 17.31 03.41 16.01 04.56 17.16 6. des 04.37 16.58 03.37 15.58 03.52 16.13 06.37 18.58 07.37 19.58 02.52 15.13 01.52 14.13 04.52 17.13 05.52 18.13 04.22 16.43 05.37 17.58 5 707265 100036 > Veðrið hósdagin: Andøvsgul upp í ein strúk av vestri og yvir- høvur turt og sólglott- ar, men mjørkaflókar. Hitin milum 7 og 10 stig. HITALAGIÐ 5 10 15 20 25 30 14 12 10 8 6 4 2 0 ÷2 ÷4 Hitalagið mált frá 01/12 kl. 0600– 02/12 kl. 0600. Hitin í gjár: 4,7° Minsti hiti máldur í des.: ÷10,5° Mesti hiti máldur í des.: 13,2° Miðalhitin fyri desember 10–15 m/s LUFTTRÝSTIÐ Eitt lágtrýst, 1001 hPa. sunnan fyri Ísland fer í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikunáttina. Lágtrýstið vestan fyri Ísland fer í landnyrð- ing eystan og brúgvalagið haðani kemur móti Føroyum við lýggjum veðri. L H H H H L 5–10 m/s 5–10 m/s AVFALLIÐ 5 10 15 20 25 30 Avfallið: 0,0 mm – mált frá 01/11 kl. 0600–02/12 kl. 0600 Avfallið higartil í desember: 0,0 mm 200 180 160 140 120 100 80 60 40 20 0 Miðalavfallið fyri desember Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John’s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannah. Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires 0 1 0 0 6 6 0 0 4 6 5 8 3 4 – 7 7 2 ÷2 5 6 ÷2 4 10 6 13 14 15 16 19 1 – 31 32 – 10 23 15 18 – 13 – 28 L 8–13 m/s 10–15 m/s 8–13 m/s L L L Drongurin, ið fór til skips 13 ára gamal Í gjár kom út bók um skiparan og vinnu- lívsmannin, John Dam sála. Hann var undangongumaður og bygdi saman við øðrum fyrsta før- oyska rækjuskipið í 1969 BÓKAÚTGÁVA Helgi Jacobsen hevur skrivað bók um skiparan og vinnulívsmannin John Dam, sála. Bókin er fyrst og fremst skrivað um vinnulívsmannin og undan- gongumannin John Dam. Men hvørt menniskja hevur eina sál, og oftani er tað úr sálini, at menniskjað verður evnað. Í bókini koma eisini persónligu eginleikar hans- ara til sjóndar, og hetta er við til at fremja fatanina av vinnulívsmanninum John Dam. Søgan um John snýr seg um drongin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 13 ára gamal. Hann fór við trolara longu sum 14 ára gamal. Hann sigldi við nøkrum av tiltiknastu skiparum í Før- oyum. Bókin sigur frá, tá hann sum einans 20 ára gamal førdi Fame, sum hann sam- an við øðrum keypti. Síðani fór hann út í verðina at sigla. Vit fylgja honum á hem- ara- og laksaveiðu við Baki, sum hann førdi í níggju ár. Í 1969 bygdi hann, saman við øðrum, fyrsta føroyska rækjuskip- ið. Fram til 1986 hevði hann trý rækjuskip. Í bókini lýsir høvundurin eisini tað mest spennandi tíðarskeiðið í rækjusøguni frá 1969 til einaferð mið- skeiðis í 80-árunum. Nógv- ar nýggjar upplýsingar koma undan kavi, og søgan prógvar, at John veruliga var ein slóðari á fiskivinnu- økinum. Síðsta átakið hjá John Dam var skeljaveiða við Svalbard, í Barentshavinum og undir Føroyum. Ein reyður tráður í bókini er, at John allatíðina verður foraður at halda fram í teimum ymisku veiðu- hættunum. Men alla tíðina finnur hann veg burtur úr tronganum og fer í holt við nakað nýtt. Hetta sást kanska serliga væl, tá John Dam setti sær fyri at veiða rækjur undir Grønlandi. Tað, vit í dag nevna »reyð- argullið«, gekk í síni tíð undir niðursetandi heiti- num »marflugurnar í Grøn- landi«. John Dam vísti og prógvaði, at hetta skuldi bera til, og legði sostatt lunnar undir eina vinnu- grein, ið enn í dag er horna- steinurin undir grønlendska búskapinum. Ein hópur av keldum og heimildarfólki hava stuðlað høvundanum við frásagn- um og myndum. Hetta merkir, at bókin er sera fjølbroytt og gevur eitt einastandandi innlit í lív og virki hjá John Dam. Sam- røður við heimildarfólk burturi og heima eins og spennandi myndatilfarið kasta soleiðis eitt spenn- andi og serstakliga livandi ljós á innihaldið. Talan er um søguligt tilfar, skemti- ligar hendingar, lýsingar av persónum og mangt annað. Eisini hevur Helgi Jacob- sen funnið ein lættan penn, sum hann hevur latið siga frá søguni á ein sera hegn- isligan og livandi hátt. Bókin er prýdd við nógvum áhugaverdum myndum, ið fevna um alt lívsskeiðið og virksemið hjá John Dam. Aftast í bókini eru m.a. kort yvir Norðuratlantshavsøkini og leiðum í Vesturgrønlandi umframt eitt sera hent leiti- yvirlit, har til ber at finna eitt nú fólkanøvn og skipa- nøvn við síðutilvísingum í bókini. Eisini eru yvirlit av manningunum frá skipu- num, sum John Dam átti ella førdi. John Dam hevði í sínum virksemi samskifti við nógv fólk, so sum arbeiðs- felagar á sjónum, fyritøkur á landi eins og landsmynd- ugleikar. Fleiri av hesum nýttu høvið at hittast í sam- bandi við, at útgevararnir bjóðaðu til móttøku í Vertshúsinum týsdagin, har bókin varð sýnd alment fram. Tað var Oddvør, einkjan eftir John Dam, ið fekk handað fyrsta eintak- ið frá høvundanum Helga Jacobsen, sum eisini sign- eraði bøkur á staðnum. Bókin um John Dam er 400 blaðsíður og fæst um alt landið. Bókin er innbundin og kostar 295 krónur Søgan um John Dam snýr seg um drongin, sum fyrstu ferð fór til skips sum 13 ára gam- al. Hann fór við trolara longu sum 14 ára gamal. Hann sigldi við nøkrum av tiltikn- astu skiparum í Føroyum. C M Y K 32