Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 92 — 19. MAI 1998 ÍTRÓTTUR R rr itrottar SOS) 13 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo Åbendingarnar eru Fótbóltur: HB hevur fingið besta startin í eini landskapping, sum longu nú er vorðin nógv merkt av reyðum kortum Herfyri segði Jan Dam, liðskipari hjá HB, í útvarpinum, at hann ikki var samdur við metingunum hjá fjølmiðlunum um, at HB í ár er favorittur til at gerast føroyameist- ari fyri fyrstu ferð síðani 1990. Øll vita, at kappingin enn er ung, og tað eru framvegis 45 stig at spæla um, men at HB er, um ikki greiður favorittur, so størsti favorittur, man lítil ivi vera um, nú havnarliðið sunnudagin vant burtur úr NSÍ í Runavík — enntá uttan Jan Dam. At ein av fyrstu fortreytunum hjá einum liði fyri veruliga at kunna gera seg galdandi í toppin- um í fótbólti — tað verið seg før- oyskum sum útlendskum — eru støðug úrslit, er einki at taka seg aftur í. Við hesi fortreytini fylgir eisini ein onnur fortreyt: Ein stórur og breiður hópur. Gongdin í føroyskum fótbólti hevur seinastu árini verið tann, at tey sterku feløgini gerast sterkari, meðan tey veikaru, sum heldur ikki eru eins væl fyri figgjarliga, gerast veikari. Hetta sæst best aft- ur í, at teir góðu spælararnir fara til tey góðu liðini. Við øðrum orð- um gerast tey ríku ríkari og tey fátæku fátækari. Fýra lid Seinastu tvey-trý árini hava fýra lið myndað toppin í føroyskum fótbólti: GÍ, HB, B36 og KÍ. Og áðrenn landskappingin í ár byrj- aði, vórðu hesi fýra liðini eisini mett sum tey, ið fóru at stríðast um FM-heitið í 1998. Og ábendingarnar eru eisini longu har. HB er komið sera væl frá byrjanini við tydningarmiklum sigrum móti B36 og NSÍ. B36 er sum núverandi føroyameistari sjálvsagt at rokna millum favo- rittarnar, og eftir eina eitt sindur trilvandi byrjan við tveimum tor- fórum dystum móti HB og KÍ hava teir nú fingið ferð á. Tað sama hevur KÍ, sum vann á Tvør- oyri og saman við HB er einasta ósigraða liðið eftir í kappingini. Og so er tað GÍ, sum enn íkki rættiliga hevur livað upp til tað, fólk høvdu væntað av teimum, men eingin ivi er um, at gøtumenn fara at vera millum liðini, sum stríðast fyri heiðursmerkjum, hó- ast teir ikki liggja heilt so væl fyri í løtuni. NSÍ vann tveir teir fyrstu dyst- irnar, men eftir avrikið móti HB fer ein at seta spurnartekin við, hvussu leingi teir klára at halda dampinum uppi. Liðið er fram- vegis ungt og vantar kanska enn júst tað seinasta, sum skal til. Sumba líkist einum niðurflytara — Tað er so smátt eisini farið at síggjast, at Sumba helst ikki fer at fáa langa livitíð í 1. deild. Har ger tað við støddini á hópinum seg aftur galdandi. Sumbingar hava ikki nógv fólk at taka av, og tað merkist beinanvegin, um ein ella tveir av stuðulsspælarunum fella frá. TB, sum saman við Sumba flutti upp úr 2. deild í fjør, er niðast í 1. deild eftir fyrstu trý umførini. Tvøråmenn hava fingið eitt stig burtur úr — á heimavelli móti VB. Síðani hava teir tapt tepurt móti HB og sunnudagin eisini móti KÍ. Hóast TB hevur eitt sindur meira av fólki enn Sumba, ger tað sama seg galdandi her. Um onkrir av teimum týdningarmiklu monnun- um ikki kunnu vera við, er úrvalið at seta í staðin ikki so stórt Hvussu væl HB veruliga er fyri, og um GI veruliga ætlar sær at vera við, har tað hendir, fáa vit kanska eina góða ábending um komandi vikuskifti, tá gøtumenn skulu í Gundadal Um hesin dysturin endar við sigri til havnarliðið, mugu teir sig- ast at liggja sera væl fyri. So hava teir vunnið bæði B36 og GI um- framt outsidararnar NSI. Sam- stundis kann tað fyri GI merkja, at munurin verður ov stórur. Hin- vegin hevur GI fyrr víst (í 1995), at teir kunnu taka júst HB aftur, hóast munurin er stórur tíðliga í kappingini. Hålvfinalur hósdagin Aðrenn áhugaverda dystin í Gundadali komandi sunnudag, skulu fyrru hålvfinalurnar í kapp- ingini um løgmanssteypid fåast av vegnum. Og hesir báðir dystirnir — HB-B36 og KI-GI — eru júst vid teimum fýra liðunum, sum undan kappingini vórðu mett sum tey sterkastu, so her kann alt henda Annars er tað spell at staðfesta, at reyðu kortini longu nú eru meir Í Lesið eisini ttrottin á Internetinum www.sosialurin.fo Tað leikaði mangan hart á framman fyri NSI-målinum, tá FM-favorittarnir HB vunnu ársins fyrsta toppdyst Mynd: Birgir ella minni gerandiskostur. Og har- afturat eru tey flestu av teimum givin fyri ónollur heldur enn »verulig« frispørk. Try reyð kort vórðu givin i 1. deild hetta viku- skiftið, og tey vóru øll beinleiðis reyð: Eitt í Havn fyri at sparka mótstøðumann, eitt í Runavík fyri hevnisøku, og eitt á Tvøroyri fyri at geva mótstøðumanni albogan í andlitið. Ein keðilig gongd, sum sjálvandi skal revsast, men sum ikki er serliga fyrimyndarlig ella á nakran hátt tænir fótbóltsspæl- inum Men nú er fótbóltsárið so av álvara komið gongd, kvinnurnar eru farnar undir sína landskapp ing, og fyrsti landsdysturin — móti Estlandi hósdagin 4. juni — liggur hinumegin hornið Flestu liðini hava longu vant í fleiri mánaðir, og spælararnir eru væl fyri, nú altjóða avbjóðingar nar nærkast, bæði hjá landslidun um og feløgunum, sum hava spælt seg út i europeisku kappingarnar í ár Vónandi vera úrslitini góð, og vónandi halda spælararnir sær tá frá ónollunum elj