mikudagur 20. mai 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. MAI 1998
tidindabladid SOS
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn:
-Sund er best egnað
til oljuútgerðarhavn
-Hvørki løgting ella landsstýri eiga at leggja seg út í, hvar føroyska oljuút-
gerðarhavnin skal liggja. Tað mugu vera oljufeløgini og utgerdarfeløgini, ið
avgera, hvórja havn tey halda vera best egnaða til framtíðar útgerðarhavn
sigur býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen. Hann sigur samtíðis, at øll
útlendsk feløg, sum teir hava verið í sambandi við, peika á Sund sum besta
øki til útgerðarhavn. Ílógan liggur har, nú er at geva henni bein at ganga á.
JAN MØLLER
Tórshavnar Kommuna og
vinnulívið í miðsteðargk-
inum ætla sær ikki at standa
og hyggja at, meðan suðr-
ingar saman við danska A.P.
Møller felagnum Danbor
Service í Esbjerg fyrireika
seg til at gera Brelnes til
oljuútgerðarhavn.
Eftir tí Sosialurin skilur,
so hava myndugleikar og
vinnulív í miðsteðargkinum
leingi arbeitt við ætlanum
at brúka Sund til útgerð-
arhavn umframt at troyta
veitingarmøguleikarnar,
sum eru bæði í Havn og á
Skålafjørdinum í hesum
sambandi.
Útlendingar áhuga fyri
Sundi
Býráðsformaðurin í Havn,
Leivur Hansen er ikki
serliga fegin um at tosa ov
ftøkiliga um hetta nú, men
hann viðgongur, at arbeitt
verður við ymsum ætlanum.
Hann sigur tó, at tað eru
útlendsk feløg, sum eru
áhugað fyri at leggja útgerð-
arhavn á Sundi. -Allar tær
åbendingar, sum vit hava
fingid frå oljufeløgum og
åtgerdarfeløgum og teirra
umboðsmonnum, sum hava
vitjað í Føroyum, visa, at
miðsteðargkið tvs. Sund,
Havnin og Skålafjørdurin
eru best egnað til at arbeiða
út frá. Allir peika á Sund
sum besta havnin til enda-
málið.
Herfyri vóru umboð fyri
skotska felagið ASco í Før-
oyum. Tey høvdu fingið
sum uppgávu frá oljufeløg-
um at hyggja eftir egnaðum
plássum í Fgroyum til kom-
andi útgerðarhavn.
Uppá fyrispurning um
Tórshavnar kommuna hev-
ur havt samráðingar við
hetta felagið sigur Leivur
Hansen, at eitt ávíst felag
hevur hugt eftir umstødun-
um á Sundi men hann ynsk-
ir ikki at upplýsa, hvgr tað
er.
Borgarstjórin í Havn dyl-
ur ikki fyri, at hann óttast,
at politikararnir skulu fara
og leggja seg út í, hvar út-
gerðarhavnin skal liggja.
-Eg meini ikki, at hetta er
nakað, sum føroyska sam-
felagið skal stýra. Eg ræðist,
tá poliukkur kemur uppí
slíkt. Tað mugu vera olju-
feløgini og útgerðarfelgg
sum saman við møguligum
partnarum í Føroyum, ið
gera av, hvat plássið í Før
oyum er best egnað til út-
gerðarhavn.
Hann vísir í hesum sam-
bandi á orðini hjá fyrrver-
andi norska fiskimálaráð-
harranum, sum vitjaði i Før-
oyum herfyri. Hesin segði,
at størsta mistakið norð-
menn gjørdu, tå oljuvinnan
tók seg upp, var at stýra
útviklinginum soleiðis, at
fløgur vórðu gjørdar í fleiri
útgerðarhavnir úti kring
landið. Hann mælti avgjørt
føroyingum til at læra av
norsku mistøkunum.
Ein útgerðarhavn
Eftir teimum úttalilsum,
sum hava verið frá serfrød-
ingum, er bert brúk fyri eini
útgerðarhavn í Føroyum.
Veruligur tørvur verður ikki
á henni fyrr enn leiting og
seinni framleiðsla fer í
gongd um nøkur ár.
Spurningurin er so, hvar
útgerðarhavnin skal liggja
og hver skal gera tað av.
- Vit hava gjørt eina íløgu
á Sundi, sum kann fáa bein
at ganga á, um ein komandi
útgerðarhavn verður løgd
har. Og tá eitt stórt útlendskt
felag hevur áhuga fyri tí,
fara vit ikki at vísa tí aftur.
Hvat viðvíkur ætlanunum
á hjá AP Møller á Drelnesi
so kundi býráðsformaðurin
hugsað sær at vita, hvussu
seriøst tað er.
Vit spurdu Leiv Hansen,
um tad ikki er ein politisk
uppgåva at gera av, hvar ein
føroysk útgerðarhavn skal
liggja. Hann sigur, at vilja
útlendingar gera stórar fløg-
ur her í eina útgerðarhavn,
so mugu teir eisini sleppa
at gera av, hvar hetta skal
gerast, tó í neyvum sam-
starvi við føroyingar.
Sjålvur heldur Leivur
Hansen, at tad var óneyðugt
at seta í oljulóggávuna, sum
varð samtykt herfyri, at
myndugleikarnir kunnu seta
í loyvini, hvgrja útgerðar-
havn felggini skulu brúka.
-Tað stendur íkki í nakrari
lóg, hvar flakavirki og
onnur virki skulu liggja, og
tí dugi eg ikki at síggja, hví
hetta skal galda fyri eina
oljuútgerðarhavn.
Býráðsformaðurin í Havn
ber ótta fyri, at ávísir polit-
ikarar vilja gera alt fyri pol-
itiskt at forða fyri, at nakrar
vinnuiløgur verða gjørdar í
miðsteðargkinum.
Sjálvur heldur hann, at
ein útgerðarhavn í miðstað-
argkinum kann fara at
styrkja ætlanir at gera í
fyrsta lagi helioport á Glyv-
ursnesi og seinni minni
flogvøll.
-Men eiga vit ikki polit-
iskt at royna at varðveita
og menna útjaðaragkini
og ikki bara vaksa um
Havnina og miðstaðar-
økid?
-Halda útgerðar- og olju-
feløgini, at tad er best, at
útgerðarhavnin er á Drel-
nesi, so er tað í lagi. Men
hetta eru sum sagt ikki tey
signalini vit hava fingið.
Tað er heldur beint tvørt-
urímóti. Allir, sum vit hava
tosað við, peika á Sund.
Eg kenni ikki argumentini
hjá AP Møller at vilja gera
fløgur í eina útgerðarhavn
á Drelnesi. Teir hava so
ongantíð tosað við okkum.
-Kann tað ikki henda, at
oljufeløgini vilja boyggja
seg fyri einum politiskum
ynski i Føroyum um, at
útgerðarhavnin skal liggja
t.d. í Suðuroynni fyri at
varðveita búsetingina og
arbeiðspláss har?
-Tað er møguligt. Men
tað er í hvussu er ikki í sam-
svar við teirra ynski um at
sleppa at etablera seg í mið-
steðargkinum
Havnin ongan góðan á
tingi
Býráðsformaðurin í Havn er
annars vónsvíkin av, at um-
boðini á tingi, sum umboða
Havnina, gera so lítið fyri
hetta økid. -Tað er ein sann-
roynd, at vit verða mótar-
beidd av tinginum. Ein skal
heilt aftur til Kjartan Mohr ”-
sa tíð fyri at finna tingmenn,
sum vildu Havnini væl.
Leivur Hansen sigur, at
vinnuiløgur, sum verða
gjørdar í midstedarøkinum
hava so stórar ringvirkn-
ingar við sær, at tær koma
at gagna øllum tí føroyska
samfelagnum
At skula gera íløgur úti á
bygd fyri einhvønn pris bara
við tí fyri eygað at fáa fólk
at vera verandi har, gevur
ikki ringvirkningar til sam-
felagið.
-Vit kunnu ikki kunstiga
halda lív í útjaðaranum,
men mugu til at hugsa meira
samfelagsbúskaparliga
Tá vit vísa til, at nærum
allir tann almenni sektor-
urin er í midstedarøkinum
svarar býráðsformaðurin:
-Tórshavnar Býráð hevur
gingið á odda til tess at
sannføra hinar kommunur-
nar um at desentralisera al-
mennu umsitingina - við at
fáa tær at skipa seg í færri
Leivur Hansen,
býráðsformaður í Havn
heldur ikki tað er
uppgávan hjá hvørki
løgtingi ella landsstýri at
koma við peikifingrinum
og siga, hvar ein
oljuútgerðahavn skal vera
Tað má vinnan her saman
vid útlendsku feløgunum
sum vilja gera iløgur, gera
a
men stórri kommunur. Tá
fær tú flutt stóran part av
umsitingini á Almanna-
stovuni og Toll- og Skatt út
til nakrar kommunalar fyri-
sitingar og harvið skapt eitt
umhvervi fyri fólk við út
búgving, so tey kunnu stød
ast uttan fyri Havnina. Sum
nú er koma tey bara til
Havnar, tí her er umhvørvid
og her eru størvini
Sum vælegnad til
utgerdarhavn
Utgerðarskip eru ikki
óvanligir gestir