mikudagur 20. mai 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. MAI 1998
tíðindablaðið
Havnar Tr Sjónelkarfelag:
onleikarfelagið
slept barnagarðinum
Formaðurin í felagnum, Heðin Mortensen, ger greitt, at felagið ikki ger meir
við málið um at gera barnagarð í Sjónleikarhúsinum. Ynskir býráðið at taka
málið upp, eigur tað útspælið
Turi KJøLBRO
I skrivi frå Havnar Sjónleik-
arfelag dagfest 18. mai til
Tórshavnar byråd ger felag-
ið greitt, at tað hevur lagt
ætlanina um barnagarð í
Sjónleikarhúsinum á hill-
ina.
Í skrivinum verður sagt,
at tilboðið um at gera barna-
garð í Sjónleikarhúsinum
varð sent býráðnum og mál-
ið varð vidgjørt og einmælt
samtykt í sosialunevnd.
Sama hendi í figgjarnevnd-
ini, og tá ið málið varð lagt
fyri á býráðsfundi tóku allir
býráðslimir í prinsippinum
undir við hugskotinum.
Fyri at arbeiða skjótt, ti
øll vita, hvussu stórur tørvur
er á barnaansingarplássum,
fekk Havnar Sjónleikar-
felag beinanvegin aftan á
býráðssamtyktina arkitektin
Palla Gregoriussen at gera
nágreiniligar tekningar og
uppskot um byggiætlanina.
Eisini fekk felagið til vega
viðmæli og ummæli frá
barnagarðsstarvsfólkum,
foreldrabólki og ødrum av-
varðandi. Mett varð, at um
byrjað varð beinanvegin,
kundi byggingin verða lið-
ug at taka í brúk í oktober í
år við pláss fyri 45 børnum.
Hetta varð einmælt sam-
tykt í sosialunevnd og í
figgjarnevndini, men tå ið
málið kom fyri at býráðs-
fundi, varð tað heilt óvænt-
að tikið aftur, og fyriliggur
enn ongin nidurstøda í máli-
num.
Útbyggingarætlan fyri
Sjónleikarhúsið er kortini
ikki nakað nýtt mál, men
við tí stødi, sum viðgerðin
av barnaansingarplássum er
komið á í býráðnum, velur
Havnar Sjónleikarfelag at
halda fram við uppruna út-
byggingarætlanini.
A hillina
Ætlaði barnagarðurin í
Sjónleikarhúsinum er tí
lagdur á hillina, men er
Tórshavnar býráð sinnað at
gera meir við málið, eigur
tað næsta útspælið.
Í viðmerking til skrivið,
sum er undirskrivað av all-
ari nevndini í felagnum, sig-
ur formaðurin í Havnar
Sjónleikarfelag, Heðin
Mortensen, at felagið ikki
longur kann standa modell
til kjakið, sum er íbirt um
ætlaða barnagarðin.
— Felagið hevur annað at
hugsa um, ikki minst okkara
umdømi. Sjónleikarhúsið er
ein mentunarstovnur í
Havnini, men tað er synd at
siga, at kjakið hevur verið
serliga mentað. Vit vilja
fegin virka fyri eini loysn,
men felagið ger ikki meir
við málið. Vit kunnu bara
staðfesta, at øll tey sum
hava funnist at, hava einki
Sjónleikarhúsið í Havn er ein mentastovnur, men tað er
synd at siga, at kjakið um ætlaða barnagarðin í Sjónleik-
arhúsinum hevur verið mentað
at leggja á borðið ístaðin.
At tað verður skotið okkum
í skógvarnar, at útbyggingin
av Sjónleikarhúsinum tænir
ikki barnaansingini í Havn-
ini, men bara Sjónleikar-
húsinum góðtaka vit als ikki
frá býráðslimum. Tað virkar
heilt øgugt, at man sum
politikari roynir at loysa
málið og so fær brigslað, at
tað er tl egið gagn, sigur
Heðin Mortensen, sum klárt
vísir aftur, at hann hevur
brúkt málið til at gera vart
við seg sum persón
Skrivið varð handað sosi-
alu nevnd og býráðsfor-
manninum í gjár
Felagið hjá
foreldrum at småbørnum í Havn:
Barnagarðurin í Sjó
nleikar-
húsinum skal gerast veruleiki
— Eru 45 barnagarðpláss í eygsjón í
Sjónleikarhúsinum, skal man gera alt
hvat man kann fyri at fáa tey, sigur
Marita V. Rasmussen, umboð fyri for-
eldrabólkin
TuRrID KJØLBRO
Vit ætla at stridast fyri, at
ætlaði barnagarðurin í Sjón
leikarhúsinum kortini verð
ur til nakað, sigur Marita V
Rasmussen í felagnum hjá
foreldrum at småbørnum i
Tórshavnar kommunu í við-
merking til, at Havnar Sjón-
leikarfelag nú hevur lagt
málið um barngarð í húsi-
num á hillina.
— Bólturin hevur alla tíð-
ina ligið hjá Tórshavnar bý-
ráð og vit mugu fáa at vita,
hvør ætlanin hjá býráðnum
í grundini er, sigur Marita
Rasmussen.
Í brævi til sosialunevnd,
figgjarnevndina og trí-
mannabólkin við Katrin
Dahl, Hallstein Sigurðsson
og Klæmint Olsen, sum ar-
beiðir við barnaansingar-
málinum, hevur felagið
gjørdi vart við stødu sína
um politikkin, sum verður
førdur á økinum. Næsti bý-
ráðsfundur verður 28. mai
og tá stendur barnaansing
aftur á skránni. Foreldra-
bólkurin ætlar at hava fund
við sosialunevnd áðrenn
fundin
Fleiri ansingingarpláss
mugu útvegast og tað hevur
ongan týdning, hvar tey
skulu finnast. Felagið tekur
undir við ætlanini um at
gera barnagarð í Sjónleik-
arhúsinum, loysnin er góð
og skjót. Vit halda tað er
ógvuliga spell, um málið
dettur niðurfyri og tí ætla
vit at gera nakað itøkiligt,
soleiðis at tað ikki verður
slept. Tí skulu vit hava fund
við sosialunevnd og hava
svar uppá, hver ætlanin er
og um tað veruliga er so, at
ætlaði barnagarðurin í Sjón-
leikarhúsinum verður slept-
ur, sigur Marita V. Rasmus-
sen.
Ætlan
Foreldrabólkurin hevur
frætt, at ein ætlan skal ger-
ast, sum skal loysa allar
trupulleikarnar á barnaans-
ingargkinum í kommununi
yvir tvey ár. Hvussu tann
ætlanin fer at síggja út, ber
ikki til at fáa upplýst, møgu-
liga verður skotið upp, at
øllum børnum verða tryggja
eitt ansingarpláss.
- Foreldrafelagið hevur
tann hugburðurin, at eru
hesi 45 plássini í eygsjón í
Sjónleikarhúsinum, skal
man gera alt hvat man kann
fyri at fáa tey. Spurningurin
er bara, hvussu vit fáa ávirk-
að býráðið soleiðis at tað
tekur av tilboðnum hjá
Havnar Sjónleikarfelag.
sigur Marita V. Rasmussen
Tad einasta vit kunnu
gera er at arbeiða fram
ímóti, at ætlanin ikki dettur
niðurfyri, og royna at finna
út av, um tað ikki ber til at
loysa málið onkusvegna,
Ld. við at sáttmáli verður
gjørdur við Sjónleikarhúsið,
sigur Marita V. Rasmussen
at enda í viðmerking
Kjakið um barnagarð í
Sjónleikarhúsinum í Havn
er farið at minna um ein
sjónleik, men
14 Þið ar
foreldafelagið at
Havn ætlar
ikki at barnagarðurin skal
gleppa av hondum
Tilvildarlig mynd
SmabDørnum í