mikudagur 20. mai 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 20. MAI 1998
tíðindablaðið 500
ÍTRÓTTUR |
sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tlf 31 47 20 -
e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Kyndlamenn fáa
11
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
Á
venjara úr Íslandi
Hondbóltur: Jakob Jónsson eitur maðurin.
sum skal venja og spæla við besta mans-
liðnum hjá Kyndli komandi kappingarár
Herfyri var íslendski hondbólts-
spælarin Jakob Jónsson í Havn og
vitjaði Kyndil. Endamálið við vitj-
anini var at finna útav, um íslend-
ingurin var áhugaður í at gerast
venjari hjá mansliðnum hjá
Kyndli, og um Kyndil var áhugað
í at fáa hann sum venjara.
Og báðir partar hava eftir øllum
at dóma verið nøgdir við tað, teir
hava sæð, tí sunnudagin frættist,
at Kyndil hevur skrivað sáttmála
Jakob Jónsson hevur drúgvar
royndir sum hondbóltsspælari
og hevur m.a. eitt skifti spælt í
norska Stavanger
Mynd: Alvur Haraldsen
við 33 ára gamla íslendingin, sum
skal vera spælandi venjari hjá
havnarfelagnum. Umframt venj-
aran kemur eisini 22 ára gamli
málmaðurin Pétur Magnusson til
Kyndil komandi kappingarár
Í stuttum tíðindaskrivi sigur
Kyndil, at Jakob Jónsson umframt
at vera spælandi venjari hjá I
mansliði eisini skal venja mans-
unglingarnar
Málverjin Pétur Magnusson er
upprunaliga úr felagnum IR úr
Reykjavík, men spældi seinasta
kappingarár sum fyrsti málmaður
við Hørði av Ísafirði.
Jakob Jónsson hevur drúgvar
royndir sum hondbóltsspælari. Frá
1980 til 1983 spældi hann við KA
av Akureyri, har hann var aftur
bæði í 1987-89 og 1996-97. Har-
umframt hevur hann spælt við KR
úr Reykjavik (1983-85), Hørði av
Ísafirði (1994-96 og 1997-98) og
var eitt skifti eisini i Noreg, har
hann royndi seg i SIF i Stavanger
Tað var árini 1989 til og vi
Og nú skal hann so royna seg
Føroyum, har hans Í
uppgáva ve at fáa ks
aftur á somu hæddir, lið
nøkrum
»rdur
árum síðani
Venjingin byrjar
í næsta mánaði
Kyndil fer annars undir venjing
ina longu um ein góðan mánað
Jakob Jónsson kemur íkki til land
ið fyrr enn miðskeiðis í juli
inntil tá fer Sophus Dal Christi-
ansen, sum vandi FM-liðið hjá
kvinnunum seinasta kappingarár
at taka sær av venjingini. Ætlanin
er at halda frí í juli og so byrja
aftur aftan á Olavsøku
Tað fer uttan iva eisini at koma
væl við hjá Kyndli at fáa ein mál
mann afturat, tí Hans á Lag, sum
seinastu árini hevur verið fyrsta
val sum málverji hjá Kyndli, er
eisini fótbóltsspælari og er sått-
málabundin at HB. Sostatt kann
hann ikki veruliga fara undir at
spæla hondbólt aftur fyrr enn í
oktober, tá fótbóltskappingin end-
ar, og tá er hondbóltsárið longu
komið væl áleiðis
so
elj
HS i storari
kapping i Esbjerg ;
Svimjing: Havnar Svimjifelag skal um vikuskiftid vera við í eini
stórari kapping í Esbjerg, har nakrir av sterkastu svimjarum í
norðurlondum vera við
Í dag fer Havnar Svimjifelag til
Esbjerg, har felagið skal luttaka í
kappingini Danish International
Swim Cup. Við á ferðini hjá HS
verða 2i svimjarar og seks venj-
arar/leiðarar.
Í kappingini í Esbjerg verða
svimjarar úr Danmark, Týsklandi,
Belgia, Svøriki, Noreg og Føroy-
um, og talan er um eina sterka
kapping.
Eitt nå kann nevnast, at Kristian
Martin Joensen i 400 metur bland-
að skal svimja móti Michael
Christensen (NM-juniormeistari á
1500 metur frí og 400 metur frí),
Anders Bo Pedersen (NM-junior-
meistari á 100 og 200 metur fir-
vald umframt 200 og 400 metur
blandað), og Jacob Carstensen
(heimsmeistari í 400 metur frí og
nummar tvey í World Cup).
Tað er ikki bert Kristian Martin
Joensen, sum er komin millum
sterkar svimjarar. Hallur Stakk-
sund, Kristoffur Hentze, Katrin
Sørensen, Rannvá Jacobsen,
Maiken Petersen og Durita Han-
sen skulu eisini upp ímóti sterkum
útlendskum svimjarum.
I Italia
HONDBÓLTUR: Av og á
frættist um føroyingar, sum
gera vart við seg í itrottargrein-
um uttanlands. Tann seinasti av
hesum er ein ungur hondbólts-
spælari úr Havn, sum í løtuni
er í lestrargrindum í Italiu. Tað
er Róar Nielsen, sonur Stein-
tóru og Hans P. Nielsen. Hann
spælir á einum liði fyri spæl-
—— a |
Føroyskur hondbólts-
spælari ger um seg
arar undir 18 ár, og í einum av
italsku blødunum verður Roar
Nielsen umrøddur sum ein sera |
góður og evnarikur spælari. |
Róar Nielsen er ættaður av |
Tvøroyri, og hann hevur ikki
båltførleikan frå fremmandum.
Soleidis var påpin Hans P. Niel-
sen ein g6dur unglingaleikari i
TB.
Tríggjar heilir
Kappingin er ein bólkakapping,
og fyri føroyingar verður tað eisini
áhugavert at fylgja við eitt nú Jó-
annesi á Flotti og Jógvani Joensen,
sum báðir eru í bestu »heat'um« í
sínum bólkum.
Kappingarnar byrja fríggja-
pping i gg
morgunin og enda sunnukveldið
Av tí at so nógvir luttakarar eru í
kappingunum, er neyðugt at brúka
ikki færri enn tríggjar svimjihøllir,
so kappingarnar kunnu avgreiðast
innan eitt vikuskifti.
Fótbóltur: 3. deild menn og 1. deild kvinnur
í blaðnum fríggjadagin