Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 231 - 4. desember 2003 15 Ben Arabo, formaður í FOÍB: Fíggjarmálaráðið forðing fyri framburði Ynski er at fáa olju- fólk henda vegin og menna oljuleitingina. Oljumálaráðið sigur eitt, Fíggjarmálaráðið ger nakað heilt ann- að, og hetta er ikki haldbart kom frá á oljuráðstevnuni týs- dagin OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Ben Arabo, formaður í FOÍB, áhugafelagið hjá oljufeløgum, sum hava leitiloyvi á landgrunninum, vísti á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týs- dagin á, at føroyska kol- vetnisskattaumsitingarlóg- in virkar alt ov illa, og at hon er alt ov strangt orðað á summum økjum. Hetta er púra óneyðugt og tað rætt og slætt styggir burtur út- lendsk oljufólk, sum eitt nú koma á fund í Føroyum í ein dag ella tveir. Ben Arabo, sum var ein av røðarunum á Oljuráð- stevnuni segði, at soleiðis sum henda lóg verður praktiserað, so kanst tú sum útlendingur ikki koma til Føroya á fund í ein dag ella heilt fáar dagar uttan at viðkomandi skal skattast í Føroyum og ein rúgva av óneyuðugum páppírsar- beiði greast. Tað merkir ma. at hann skal søkja um fyribils P tal og arbeiðsgev- arin skal søkja um V tal, og blankettir skulu fyllast út. Harumframt skal arbeiðs- gevarin lata sjálvuppgávu inn fyri alt árið og eitt út- kast av ársroknskapinum. Haraftrat skal lønin fara gjøgnum A-skattaskipan- ina, tvs. at bæði arbeiðs- gevari og arbeiðstakari skulu stovna konto. Hetta er ein skipan, segði Ben Arabo, sum oljufeløg- ini ongantíð roknaðu við fór at vera galdandi fyri bara nakrar fáar dagar. Hó- ast oljufeløgini gjøgnum sítt felag, FOÍB hava gjørt fleiri royndir greiða Fíggj- armálaráðnum frá hesi óhepnu skipan, hevur víst seg at vera sera torført at koma á tal við Fíggjarmála- ráðið um hetta málið. – Vit hildu okkum hava eina 30 dagar regul í 2001, men í fjør fingu vit bræv frá kolvetnisskattadeildini, at hetta var nakað, sum varð gjørt undantaksvíst og var tað ikki heimild fyri tí í lógini, og tí varð mint á, at skattingin fór at vera frá fyrsta degi. Vit hava so í eitt heilt ár roynt at sannføra Fíggjarmálaráðið um, at hetta kann ikki vera røtt mannagongd og hava vit biðið um at fáa sett í gildi ein sokallaðan "bagatell- regul", soleiðis at man kann koma til Føroya á fund í nakrar dagar, uttan at skula fara ígjøgnum alla hesa burokratisku skattaskipan. Men 7. november fingu oljufeløgini bræv frá lands- stýrismanninum, har hann sigur frá, at tað verða ongar broytingar gjørdar. FOÍB hevur síðani sett Fíggjarmálaráðharranum tann ítøkiliga fyrispurning- in, hvussu hetta skal tulk- ast, tá ein persónur úr út- landinum kemur á fund í Føroyum í nakrar heilt fáar dagar í sambandi við leiti- loyvi. Skal hann skattast og skulu øll hesi pappírini fyllast út! Tað svarið hava feløgini ikki fingið enn. Ben Arabo sigur, at tað er sera ónøktandi ikki at fáa at vita, hvat Fíggjarmálaráðið veruliga vil. Tekur tíð at fáa dupult- skattasáttmála Føroyska lóggávan á hes- um øki líkist tí donsku, men stóri munurin er, at Danmark hevur dupult- skattasáttmála við 81 lond. Og Stórabretland hevur t.d. við 117 lond. Føroyar hava skattasáttmála við einans 9 lond. Man hevur gjørt eina lóg í Føroyum, sum bara er hóskandi, um tú hevur dup- ultskattasáttmála við onnur lond vísti Ben Arabo á og helt fram: – Landsstýrið ætlar at taka hetta upp í sambandi við at fáa ein dupultskatta- sáttmála við eitt nú Ong- land, men Ongland hevur longu ein regul, sum sigur, at føroyingar kunnu koma til Onglands uttan hessar forðingar. Og sambart Fíggjarmálaráðnum sjálv- um so tekur tað ár at fáa dupultskattasáttmálan uppá pláss. Og hetta er tað olju- feløgini ikki halda seg kunna bíða eftir. Tey halda, at hetta er eitt so lætt og lítið mál at avgreiða, at tað átti ikki at bíða eftir einum dupultskattasáttmála. Eitt land við nærum ongum dupultskattasáttmálum kann ikki lóggeva sum eitt land við millum 80 og 100 dupultskattamálum. Feløgini hava sum sagt biðið um at fáa eina laga- ligari skipan. Fáa tey ikki tað, kann avleiðingin verða, at tað skal vera ein sera týðandi fundur, um nakar vil koma henda vegin. Hetta merkir so, at feløgini, sum longu eru her, verða noydd til at fara av landin- um at halda fundir um við- urskifti í Føroyum. Um hetta fer at nerva eina olju- ráðstevnu sum tað í Norð- urlandahúsinum er so eisini ein áhugaverdur spurning- ur, nú stórt arbeiði verður gjørt fyri at fáa útlendingar at luttaka í oljuráðstevnum av hesum slag. Ben Arabo vísti á, at vit hava eitt oljumálaráð, sum vil hava fólk at koma til Føroya í sambandi við loyvisumfarið, men vit hava eitt fíggjarmálaráð, sum sigur, at hesi fólk eru óynskt. Ben Arabo spyr, hvat politikkurin hjá lands- stýrinum er, nú vinstra hond gera eitt og høgra eitt annað. –Eg kenni ikki til nakað land í verðini, har tú ikki kanst koma á ein fund uttan at tú skal ígjøgnum eina alt alt ov burokratiska skipan. Ben Arabo: – Vit skulu ikki diktera føroyskan pol- itikk. Tað vilja altíð vera viðurskifti, sum man er ósamdur um. Sum heild hevur tað gingið væl í sam- skiftinum við Oljumálaráð- ið. Tað, sum hevur týdning fyri okkum er, at man fær greið og rímulig boð, men tað sakna vit frá Fíggjar- málaráðnum. Ben Arabo, formaður í FOÍB er sera ónøgdur við viðferðina oljufeløgini fáa frá Fíggjarmálaráðnum Mynd Jan Müller OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Vinnararnir av Xplore 2003 kappingini, Marner Joen- sen, Poul Ingi Olsen og Markus H. Sørensen frá Tekniska Skúla í Klaksvík fingu handað vinningin á Offshore Faroes ráðstevn- uni í Norðurlandahúsinum. Ólavur Ellefsen frá Tökni, sum fyriskipaði kappingini í ár, greiddi frá, at teir tríggir næmingarnir høvdu víst sera stórt hegni við at vinna bæði eitt av innleiðandi umførunum og sjálva finaluna. Teir høvdu snøgt sagt vundið burtur úr hinum 322 luttakarunum, sum vóru úr Íslandi, Føroy- um, Skotlandi, Noregi og Danmark. Vinningurin til teir tríggjar var 15.000 kr at býta, umframt ein uttan- landsferð í part. Ætlandi fara næmingarnir til Aber- deen í einar tríggjar dagar í januar at kunna seg um oljuvinnu og útbúgvingar- møguleikar har. Luca Dragonetti, verk- ætlanarleiðari hjá Eni á Føroyaøkinum, handaði teimum vinningin. Eni hev- ur saman við NORA (Norr- ønt Atlantssamstarv) verðið høvuðssponsor í kapping- ini. Til staðar í Norðurlanda- húsinum vóru eisini rekt- arin á Tekniska Skúla í Klaksvík, Rúni Heinesen, og annar av vegleiðarunum hjá næmingunum, Linjon Jacobsen. Hin vegleiðarin, Nikolas Olsen, kundi tíverri ikki vera við. Vunnu 15.000 kr og ferð til Aberdeen Marner Joensen, Poul Ingi Olsen, and Markus H. Søre- nsen í Norðulandahúsinum Mynd Jan Müller 15 14 Nr. 231 - 4. desember 2003 Føroyaøkið nógv váðiligari enn mett Útlitini fyri eini skjót- ari føroyskari olju- vinnu eru ikki so bjørt, sum tey hava verið. Óvissan um framtíðina er stór. Stóru oljufeløgini leita til onnur lond, har oljan er bíligari at fáa hendur á. Hevur før- oyski landgrunnurin verið knýttur at stór- um váða áður, so er hann uppaftur størri í dag. Men tekin eru um stórar strukturar und- ir basaltinum, sum kunnu vera áhuga- verdir at fara eftir. Hetta var niðurstøðan av oljuráðstevnuni "Offshore Faroes". OLJURÁÐSTEVNA Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað var ikki tað stóra flogið yvir afturvendandi oljuráð- stevnuni í Norðurlandahús- inum týsdagin. Tað kendist sum vánaligu boriúrslitini og øll oljutilgongdin annars merkti teir gott og væl 100 luttakararnar. At so gott sum eingir spurningar vórðu sett- ir røðarunum bar boð um ta apatilíknandi støðu, sum øll oljutilgongdin tykist vera í. Niðurstøðurnar frá røðar- unum vóru heldur ikki alt ov bjartskygdar, hóast har vóru glottar. Journalistiski gestarøðarin úr Skotlandi róði haraftrat framundir, at onkur av fyristøðufeløgun- um vilja sleppa burtur úr sínum bindingum á land- grunninum. Vit eru í einum aldudali. Onnur øki er meira áhuga- verd, men áhugin er ikki burtur, tá feløg velja at vera verandi her við t.d. at halda fram við sínum 9 ára loyv- um, umframt at feløgini longu hava bundið seg til at bora fleiri brunnar. Í nøkr- um førum halda feløgini seg síggja strukurar í 9 ára loyv- unum, sum eru ov góðir at fara frá. Feløg sum Statoil fara ikki at brúka tíggjutals milliónir til fleiri kanningar í eitt nú 9 ára loyvinum, um tað ikki trúði uppá økið. BP tykist vilja brúka sín- ar leitipengar í øðrum støð- um enn í Føroyum og á At- lantsmótinum, men felagið hevur kortini tveir brunnar eftir at bora her.Teir mugu finna fram til, hvussu teir vilja brúka umleið eina hálva milliard kr. til at bora írestandi brunnarnar. Áhugaverdir strukturar Lat okkum tó byrja í tí meira bjartskygda endan- um, við Garreth Allinson, jarðfrøðiliga serfrøðingin- um hjá Statoil fyri m.a. Føroyaøkið. Hann hevði áhugaverda framløgu og vísti á, at Statoil ongar ætl- anir hevur at taka seg úr Føroyaøkinum. Felagið hevur bundið seg til at bora ein brunn aftrat, og ætlar felagið sær at halda. Men haraftrat vil felagið eisini framhaldandi gera íløgur her. Felagið heldur nevni- liga, at tað kunnu vera áhugaverdir strukturar und- ir basaltinum, har Statoil hevur eitt 9 ára loyvi. Men sum støðan er nú er váðin ov stórur at bora har. Tí má meiri arbeiði gerast. Gar- reth Allinson segði, at tað er ov gott at fara frá nú og hevur felagið fingið longt sítt 9 ára loyvi til tað sama. Um seismikkurin, sum er og verður skotin í hesum økinum, verður eitt gjøgn- umbrot, so kann talan verða um nakað heilt stórt at fara eftir. Talan er um sokallaða Kappa-prospektið, ið liggur norðaliga í 9 ára loyvinum. Um so er at tað ber til at síggja betur gjøgnum bas- altið og um tíðin fer at vísa, at nakað er at fara eftir, so stendur eftir spurningurin, um at kunna bora nóg skjótt ígjøgnum basalt. Skal ein brunnur t.d. ikki koma at kosta eina hálva milliard at bora, so má boritøknin í basalti betrast. Sum støðan er beint nú verður tað ov leingi og harvið og kostnað- armikið at bora gjøgnum t.d. hálvan annan kilometur av basalti fyri at koma á mál. Tá verður eitt slíkt fund ikki lønandi. Tí kannar Statoil í løtuni nýggjar hætt- ir at bora gjøgnum basalt. Úrslitini eru misjøvn. Men niðurstøðan er tann, fer at bera til at bora gjøgnum basalt við 4 metrum um tím- an, so er tað í lagi. Vanliga kunnu borast upp í 20 metr- ar um tíman í øki uttan bas- alt. Her er tað so eisini ein spurningur, hvat slag av boritøkni og –útgerð tú brúkar. Samanumtikið helt Allinson, at tað verða gjørd so stór tøknilig framstig bæði innan seismikk og bor- ing, at vit eiga ikki at vera ov svørtskygd. Váðin størri enn hildið Umboðsmaðurin hjá BP var ikki so bjartskygdur. Craig MC Kenzie greiddi frá arbeiðinum og ætlanun- um hjá BP í Norðsjónum serliga. Hann vísti á, at fel- agið roynir at leggja seg eftir at útvinna olju í økj- um, har kostnaðurin ikki er so stórur. Taka vit Føroya økið so vil tað kosta nógv meira at útvinna olju her enn í nógvum øðrum lond- um. Tað vísir seg eisini, at fá fund hava verið gjørd í bretskum øki mongu sein- astu árini. Tað fær BP til at hyggja longur út í heim. Tað er greitt, at henda gongdin ger, at eitt øki sum føroyski landgrunninum kemur ikki í fyrstu røð. – Vit hava borað ein turr- an brunn og ásanna, at før- oyaøkið er váðiligari enn vit upprunaliga mettu. Tær metingar og tulkingar, sum vit hava gjørt í dag, vísa, at bestu og mest lovandi økini, prospektini, eru heldur ikki í okkara loyvi. Og tað er greitt, at eingin ynskir at bora turrar brunnar, og tí vilja vit finna út av, hvat er best at gera í framtíðini sig- ur Craig MC Kenzie við Sosialin. Uppá fyrispurning um felagið hevur gjørt sítt heimarbeiði nóg væl, nú man longu er komin eftir, at tað lønar seg ikki at bora í tí loyvi, sum man var so upp- settur uppá at fáa sigur Craig MC Kenzie, at orsøk- in til, at teir ikki fara at bora í 2004 er tann, at teir vilja royna at gera fleiri kanning- ar í 2004. Málið er so at bora í 2005. – Vit hava ikki gloymt okkara áhuga í Føroyum, vit bara viðganga, at økið er váðiligari í dag, enn vit hildu frá byrjan. Vit arbeiddu eftir einum jarðfrøðiligum mod- elli, sum boringin tíverri vísti var skeivt. Uppá fyrispurning um BP, sum ikki hevur nakað 9 ára loyvi, kundi hugsað sær at farið saman við Statoil og borað inni á basaltinum í teirra 9 ára loyvi sigur Craig MC Kenzie, at tað kundi verið eitt gott hugskot. Men BP hevur ikki tikið nakra avgerð enn. Fyrst vilja teir tosa við Oljumálaráðið. Tað gjørdu teir týsdagin. BP maðurin sigur at enda, at fyri teir er 2004 eitt analysuár, meðan 2005 verður eitt boriár hjá BP, báðumegin markið á At- lantsmótinum. Umframt tveir brunnar á føroyska landgrunninum hevur BP eisini bundið seg til at bora í bretska partinum av At- lantsmótinum. Garreth Allinson, ein av ovastu jarðfrøðingunum hjá Statoil, heldur møguleika vera fyri stórum strukturum og harvið fundum undir basaltinum Mynd Jan Müler Graigh MC Kenzie, stjóri hjá BP var ikki so bjartskygdur. Her tosar hann við Magna Arge, formann í Oljuvinnufelagnum Mynd Jan Müller Hóast lítið og einki orðaskifti var og fáir spurningar settir á oljuráðstevnuni, so høvdu menn kortini nógv at tosa um í steðginum. Her umboð fyri fleiri av oljufeløgunum, sum eru virkin á Føroyaøkinum Mynd Jan Müller C M Y K 14