Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 231 - 4. desember 2003 FILMUR Tíðindaskriv Filmsfelag Norðurlanda- húsins KLIPP er í jólahýri. Mikudagin hin 3. desember klokkan 20:00 sýnir felagið triðja filmin í vetrarrøðini. Hann er norskur, fer fram á sálarsjúkrahúsi upp undir jól og ber heitið "Himna- rúmd". Filmurin, sum hevur upp- runaheitið "Himmelfald" (Gunnar Vikene 2002), skrivar seg inn í ta nýskaptu norsku filmtraditión, sum eitt nú við filminum "Ell- ing" (Petter Næss 2001), fylti nýtt innihald í kendar filmar sum "One flew over the Cuckoo's nest" (Milos Forman 1975). Bæði ummælarar og áskoðarar hava tikið ser- stakliga væl ímóti hesum nýggja norska filmi, sum eisini er seldur til fleiri onnur lond. Á einastu burt- urav norðurlendsku films- stevnu, Nordische Filmtage í Lubeck, fekk filmurin í frana mánaða áskoðara- virðislønina. Leikstjóri er hin ungi Gunnar Vikene, ið verður mettur sum nýggja stóra navnið innan norska films- list. Hann letur leikin fara frama á psykiatriskari deild, beint upp undir jól. Í leiklutunum síggja vit norsku leikararnar Kristoff- er Joner og Mariu Bonne- vie, og kenda danska leik- arin Kim Bodnia, ið spælir impotentur lækni. Hugvekjandi jólafilm- urin "Himnarúmd" verður sýndur í Norðurlandahúsin- um mikudagin hin 3. de- sember 2003. Gongdin í filminum Juni og Reidar gera seg til reiðar at halda jól. Tey búgva á Solihøgda, sum er staður fyri fólk, ið eru annarleiðis. Juni kunngerð at deyðin er í durinum, men fyrst skal hon hava jólagáv- urnar. Reidar, sum óttast at fáa ein meteor í skallan, hevur sett sær fyri at bjarga Juni, tá hon um halguna skal taka lívið av sær við eldsløkkingarútgerðini á deildini. Johannes er sálarlækni á Solihøgda. Hann er impo- tentur, men fær hýruvogns- sjafførin Tummas at nøkta kynsliga tørvin hjá konuni Vígdis. Men ólukkutíð, í jólahalguni gerast Tummas og Vígdis góð. Alt ov góð. Men hýruvognsførarin, sum fyrsta dagin skal byrja á Politiskúlanum, er eitt tjóðsvætti, sum rýmir frá Vígdis og fer til Juni. Men hon gevur honum nevan. Heilt sperdur verður Tummas, tá Wong, sum er úr Korea, legst inn á hann. Vinkonan Siw hevur sett hann á dyr og nú má hin fremmandi Wong látast sjúkur og sleppa inn á Solihøgda, skal hann fáa upphihaldsloyvi. Mamma Reidar, hin minnisveika Ruud, hevur júst fingið boð frá myndugleikunum, at hon verður heinta og skal leggjast inn á sjúkrahús. Hon rýmur út í jólanáttina, undan løgreglu og heimahjálpini Vígdis. Jól á aftur- latnari deild Leikkstjórin Gunnar Vikene verðurmettur at verða nýggja stóra navnið innan unga norska filmslist Kristoffer Joner er Reidar í filminum »Himnarúmd« Leygarmorgunin klokkan 11.30 verður matinè í Christianskirkjuni í Klaks- vík. Á skránni verður tón- leikur, sum musikkskúla- næmingar og kvinnukórið, Suð, fara framføra. Millum annað hoyra vit Suð við nútímans klassisk- um kórsangi hjá frans- manninum, Duruflè, og Lacrymosa úr Requiem hjá Mozart. Eisini verða jóla- sangir á skránni. Frá Klaksvíkar Musikk- skúla fara messingblásarar og ein floytutrio at spæla jólasangir. Eisini fara 4 næmingar, sum vóru til roynd í seinastu viku, at spæla nøkur stutt stykki á klaver, floytu og violin. Týskvøldið í næstu viku verður árliga jólakonsertin hjá musikkskúlanum. Kon- sertin verður í Ósáskúlan- um klokkan 19. Matinè í Christians- kirkjuni Subaru Forester, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1998, er nú komin í eini heilt nýggjari útgávu. Í eini amerikanskari test av 12 líknandi bilum fekk Forester besta karakterin BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Subaru leggja seg ikki so nógv eftir at vera sum aðrir bilar, teir satsa uppá sínar egnu boxermotorar og fýra- hjólsdrift, samstundis sum teir eru kendir fyri sínar dygdir sum sera álítandi og slitsterkir bilar. Søgan hjá Subaru í Japan minnir nakað um søguna hjá svensku Saab verk- smiðjuni, báðar byrjaðu sum flogverksmiðjur. Søg- an hjá Subaru byrjar í 1917 tá japanarin, Chikuhei Nakajima, stovnar sína egnu fyritøku sum eftir nøkrum árum bleiv størsta flogverksmiðja í Japan. Í 1946 gjørdu Subaru sín fyrsta skutara, og í 1954 bleiv tann fyrsti bilurin sýndur fram fyri almenn- inginum. Síðan 1972 hava teir spesialiserað seg í fýra- hjólsdrivnum bilum. Besta IIHS karakter Subaru Forester kom fyrstu ferð á marknaðin í 1998. Forester er ein stationcar við somu eginleikum sum ein "off-roadari". Koyri- eginleikarnir eru fult á hædd við nútímans persón- bilar, samstundis sum bilur- in hevur allar eginleikarnar hjá ein "off-roadara", tá brúk er fyri tí. Í Turbo-út- gávuni við 177 hk er Forester ein sera kvikur og lætt koyrdur bilur. Í eini amerikanskari krasj-test hjá IIHS (In- surance Institute for High- way Safety), fekk Subaru Forester besta karakterin millum 12 aðrar líknandi bilar. Forester hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. aktivar nakkapútur, ið stuðla høvdið og nakkan, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá. Eisini er bilurin gjørdur soleiðis, at motorhjálmurin og viskararnir geva eftir fyri at skaða minst møgu- ligt, um ein fótgangari verður ákoyrdur. Forester er ein miðal- høgur bilur at seta seg inn í. Instrumentborðið er einkult og smart við alu-look í miðjuni og gardanboksini. Smá rúm og hillar eru alla- staðni, sum t.d. í gardan- boksini, oman á instru- mentborðinum, uppi undir loftinum og í hurðapanel- inum. 12 volt stikkari er í gardanboksini og í viðføris- rúminum. Sum standard- útgerð hevur bilurin t.d. air- bag framman og í síðunum, klimaanlegg, permanent fýrahjólsdrift (AWD), alu- felgur, cruise controll, CD anlegg, fjarstýrt sentrallás, tokulyktir, hita í setrunum, takboylar, og skivubremsur framman og aftan. Prísirnir byrja frá kr. 304.800. Nr. 231 • hósdagur • 4. desember 2003 • 77. árg. Subaru Forester 2,0 PQ AWD Turbo Motorurin: 2,0 litur 4. syl. boxermotor 177 hk 0-100 km/t: 8,8 sek Bensinnýtsla: 12,8 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 205/70-15 Stødd og vekt Longd 445,0 cm Breidd 173,5cm Hædd 159,0 cm Eginvekt 1485 kg Viðførisrúm 387 litrar Garanti 3 ár / 100.000 km Prísur: kr. 343.800,- Søluumboð P/F D.B. Bilar J. Broncksgøta 15 FO-100 Tórshavn Tel. 310600 Subaru Forester 2,0 PQ AWD Turbo: Praktiskur og kvikur stationcar og »off-roadari« Subaru Forester 2,0 PQ AWD Turbo er ein kvikur og væl koyrandi bilur við 177 hk Subaru Forester er ein stationcar við somu eginleikum sum ein « off-roadari» Forester innan. Instrument- borðið er einkult og smart við alu-look í miðjuni og gardanboksini C M Y K 17 16