Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 94 — 22. MAI 1998 tíðindablaðið Vagamenn og skála- menn hava fult stigatal Klaksvikingar hava fingið soltna byrjan, og tá teir skuldu til Sandoyar eydnaðist ikki at manna lið Tíverri datt umrødan av 3. deild burtur ímillum í síðstu viku. Nú eru vit aftur, og vit ætla at halda okkum til tað, sum vit hava lovað, og tað er at hava eina frágreið- ing frá tridju deild hvørja viku. Hesa ferð taka vit saman um tey bæði umfør- ini, sum hava verið hesar báðar síðstu vikurnar. Og í næstu viku vera vit aftur, og tá verður toppskoraralistin eisini við. Eftir at ein sættingur av kappingini er lagdur aftur- um, eru tað tvey feløg, sum hava fult stigatal. Talan er um tvey feløg, sum ikki hava havt tað serliga gott tey seinnu árini, nevnliga Skála, sum flutti niður úr 2. deild eftir kappingarárið 1996, og FSVágar, sum í fjør noyddist at flyta næst- besta liðið niður í 3. deild, tí besta liðið flutti úr 1. og niður í 2. deild. Annan mánadag, sum er 2. hvítusunnudagur, hittast tey bæði oddaliðini vesturi í Vágum. Komandi viku- skifti skal B71 inn á Skála, og FS Vágar skal norður til Klaksvíkar. Soltið hjá KÍ Í fjór legði KÍ bragdliga fyri í 3. deild, men so taptu teir nógv í seinnu helvt. Onnur ár hava teir verið vánaligir nógvu tey fyrstu umførini, men so hava teir tíkið seg saman fram móti kapping- arenda og tryggjað sær framhaldandi luttøku í deildini. I ár hevur tað hilnast illa hjá KÍ. Eftir 8-3 tapið í Fuglafirði høvdu teir vitjan av B36. Munurin á liðunum vóru Jákup Martin Joensen og Carl Høgnesen, sum høvdu verið eykamenn i 1. deild, men sum ikki vóru komnir inn og ikki minst Jón Harley, sum spældi sera væl og skoraði tvey mál. KI kom á odda, tå 23 min- uttir vóru farnir, og B36 skoraði í 33. og 38. minuttir. I 46. minutti øktu teir til 4- 1, og so var spurningurin um, hvar sigurin skuldi end- a avgreiddur. Dómaratrioin úr Fuglafirði møtti ikki, og tað vóru teir í Klaksvík eitt sindur harmir um. Síðsta sunnudag skuldi KÍ spæla á Sandi, men leyg- arkvøldid ringdu teir suður og boðaðu frá, at teir fingu ikki mannað lið. Vit frætta úr Klaksvík, at ungu menn- inir hildu tað vera ov langt at fara suður á Sand! FSF hevur loyvi til at senda lið úr kappingini, sum ikki metir til ásettan dyst, men riannagongdin plagar at vera, at í fyrstu atløgu fær felagið eina hampuliga stór- a bót. B71 fær trý stig við målmuninum 0-0. Gott hål å Skåla Tað var bygdarstevna á Skála í vikuskiftinum, og leygardagin eydnaðist tað heimaliðnum í spennandi dysti at basa B36. Havnar- menninir minkaðu um mun- in til 3-2, tá tað restaðu fýra minuttir, og so trýstu teir harðliga fyri at javna. Øll málini hjá heimaliðn- um vóru góð. Bogi Greger- sen setti hol á við góðum stútara eftir krossbólt og innfyri aftur, tá tað bara manglaði ein lítil løta av fyrra umfarinum, Alexander Johansen legði teir framum 2-1 við góðum langskoti, tá ein tími var farin, og Kaysten Rasmussen heil- fluktaði úr 17 metrum til 3- i. Regin Didriksen javnaði til 1-1 fimm minuttir inn í 2. hålvleik, Høgni i Jåkupstovu minkadi um munin til 3-2, tå tad restadu fimm minuttir, og í síðstu løtu misnytti B36 stóran møguleika at javna. Sunnudagin framman- undan fekk Skála trý stig móti ÍF. Ólavur Olsen setti hol á, tá 14 minuttir vóru farnir, og eftir 25 og 44 min- uttir stútaði Pauli Hansen, sum var nógv besti maður á velli, tvær ferðir í kassan. Í síðstu løtu undan stedginum minkaði Jákup Helgi Eg- holm, álopsessið hjá IF, um munin, og tað kom spenn- ingur í, tá Hergeir Eldevig bara tríggjar minuttir inn í 2. hålvleik gjørdi munin uppaftur minni. Bogi Greg- ersen økti f næsta ålopinum, og so mundu skålamenn kenna seg hampuliga trygg- ar. Fyri teirra viðkomandi gjørdi tað støðuna uppaftur tryggari, tá tveir fuglfirð- ingar — Hergeir Eldevig og Annfinn Joensen — ruku út. Aftasti maður hjá Skála, Agnar Højgaard, sum eftir at hava verið bæði í B36 og GI, er komin aftur til barn- dómsfelagið, økti til 5-2 V enninir FS Vågar hevur vunnid å åtivølli móti VB og á heimavølli móti HB. A Vágseiði var målleyst fyrra umfarið, og átta min- uttir inn í seinna umfarið setti Sigmund Mikkelsen hjá heimaliðnum hol á. Leiðslan helt sær í seks minuttir, so javnaði ein av ungu monnunum hjá FSVágar, Eyðfinn Fjalsbak. Korter fyri leiklok skor- aði Tróndur Ravnsfjall fyri FS Vágar, og so høvdu vág- amenn gll stigini við norður um aftur. I vikuskiftinum var triðji besta liðið hjá HB í Vágum, og tá var tað málríkt í fitt av vindi. HB hevði vånaligt fólk, og sjálvt um teir næst- an komu afturí aftur tvær ferðir, so vóru teir ikki nøk- ur verulig hóttan. Stóri maðurin hjá FSVágar var Hilmar Han- sen, og tað skuldi ikki und- ra, um hann verður við í 2 deild nú í vikuskiftinum. Hann venur, og hann skoraði hesa ferð trý sera góð mál. Toftamenn ósteðugir higartil Í fjør fluttu toftamenn niður úr 2. deild. Teir hava hesi seinnu árini ofta flutt mill- um 2. og 3. deild, og tí hev- ur kanska verið roknað við, at teir fóru at vera við til at mynda toppin í 3. deild í ár, men higartil hava teir verið spakir og óstóðugir. Næstseinasta vikuskiftið høvdu teir vitjan av tridju bestu gótumonnunum, og tá var eingin ivi um, hvat var betra liðið. Veteranurin Aksel Højgaard dusadi sær rættuliga og skoraði eftir 19, 83 og 90 minuttir. Oddmar Andreasen skoraði eftir 26 og 74 minuttir, og unglinga- spælarin Mannbjørn Nesá, sum viðhvert er í 1. deild- arhópinum, skoraði eftir 43 minuttir. Jan Jacobsen var høvuds- leikari hjá GI. Hann mink- aði um munin til 4-1, tá 77 minuttir vóru farnir, og hann varð ríkin av velli, tá 88 minuttir vóru farnir. Dómin fekk hann fyri ov óstortliga at vísa sina mis- nøgd vid brotssparksdómin, sum hevði síðsta málið við sær. Tá B68 var í Fuglafirði lá ikki fyri. Jákup Baldvins- son legði heimaliðið fram- um eftir seks minuttir, tá hann eftir stikkbólt fór framvið málverjanum. Aks- el Højgaard javnaði eftir 17 minuttir, men eftir 54 og 70 minuttir var Jákup Helgi Egholm upp á spæl. Fyrst lobbaði hann eftir gott upp- spæl í høgru, og so skoraði hann við langskoti úr 17 metrum. Eftir 72 minuttir minkaði Aksel Højgaard um munin eftir uppspæl i høg- ru, og sidsta IF måid var sjålvmål, eftir at Hergeir Eldevig var komin til bak- linjuna og hevði lagt inn- fyri. Málríkt Tað var linligt, og tað gekk leingi javnt á, tá B71 næst- seinasta vikuskifti vitjaði Gunnar Mohr skoraði tvey mál fyri HB sunnudagin móti B71 HB, sum hevur fleiri spæl- arar á liðnum, ið framm- anundan hava roynt eydn- una á Sandi. HB fekk hol á, tá korter var farið, men so hendi einki næstu trý kort- erini. So gekk skjótt, HB skoraði eftir 59, 64 og 78 minuttir, og Gunnar Mohr staðfesti við tveimum mál- um, at hann hevur ikki heilt gloymt, hvat uppgávan hjá einum framherja er. Tað gjørdist eisini mál- ríkt, tá VB var í Gøtu. Vág- bingar vóru sjálvsagt fegnir um úrslitið, sum besta liðið hjá teimum hevði fingið frammanundan, og teir vóru faktískt vónbrotnir av, at tað ikki eisini eydnaðist teim- um at fáa eitt gott úrslit. I |. hálvleiki komu teir á odda tveir minuttir undan steðginum, tá Palli August- inussen eftir snarálop og innlegg úr vinstru sendi í netið. Frammanundan høv- du teir havt eina rgð av møguleikum eftir skjótt og ágangandi spæl, men urtøk - an var syndarlig. I 2. hålvleiki kom heima- liðið fyri seg. Hans Pauli Hansen lobbaði eftir triggj- ar minuttir til 1-1, tiggju minuttir seinni stútaði Omar Pálsson til 2-1, og í tíggju minuttir mitt í 2. hálvleiki skoraði Per Dalheim, sum so mangan hevur skoraði í 1. deild, eitt klokkureint hattrikk. jh 3. deild Úrslit | B68-GI 6-1 (3-0) 1-0: Aksel Højgaard 2-0: Oddmar Andreasen 3-0: Mannbjørn Neså 4-0: Oddmar Andrasen 4-1: Jan Jacobsen 5-1: Aksel Højgaard 6-1: Aksel Højgaard kåla-IF 5-2 (3-1) -0: Olavur Olsen O: Pauli Hansen 0: Pauli Hansen Jåkup Helgi Egholm : Hergeir Eldevig Bogi Gregersen Agnar Højgaard S | 2- 3- 3-1: 3-2: 4-2: 5.2: A (Í-B36 2-6 (1-2) : Helmar Lassen : Jón Harley : Høgni i Jákupsstovu : Carl Høgnesen : Bjørn Thorsteinsson : Jón Harley : Sørin Petersen Jákup Martin Joensen = 1 ————— ' 1 DS AN þa 9) 5 — ' ' HB-B71 4-0 (1-0) 1-0: Hans Aki Dahl-Christ- iansen 2-6:Gunnar Mohr 3-0: Flóvin Jespersen 4-0: Gunnar Mohr VB-FS Vágar 1-2 (0-0) -0: Sigmund Mikkelsen -1:E yðfinn Fjalsbak 7 Tróndur Ravnsfjall ÍF-B68 4-2 (1-1) 1-0: Jákup Baldvinsson I: Aksel Højgaard I: Jákup Helgi Egholm I: Jákup Helgi Egholm -2: Aksel Højgaard 2: Hergeir Eldevig Skåla-B36 3-2 (1-0) 1- 0: Bogi Gregersen 1-1: Regin Didriksen 2-1: Alexander Johansen 3-1: Kaysten Rasmussen 3-2: Høgni i Jåkupsstovu B71-KÍ B71 u.d. FSVågar-HB 5-3 (2-1) 1-0: Hilmar Hansen 2-0: Herning Simonsen 2-1: Jákup Danielsen 3-1: Hilmar Hansen 3-2: Jákup Danielsen 4-2: Hilmar Hansen 4-3: sjálvmál 5-3: Hjalmar Poulsen GI-VB 5-1 (0-1) 0-1: Palli Augustinussen 1-1: Hans Pauli Petersen 2-1: Omar Pålsson 3-1: Per Dalheim 4-1: Per Dalheim 5-1: Per Dalheim Stødan Skåla 3 30010- 49 FSV 3 30010- 59 IF 3 201 14-106 B36 3 I I110- 74 HB 3 1119 74 B71 3 111 1- 54 B68 3 102 8- 73 GI 3 102 7-10 3 VB 3 0123-81 KI 3 003 5-140