Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 231 - 4. desember 2003 Nr. 231 - 4. desember 2003 21 Jóannes Martin Hansen Í Sosialinum tann 29. nov. er grein um niðurstøðurnar í eini frágreiðing, sum Búskaparráðið hevur gjørt um búskaparstøðuna í Før- oyum í dag. Um Herman Oskarsson er rætt endugivin av Øssuri Winthereig, so er í stuttum niðurstøðan hendan: Landskassin skal ikki stuðla kreppuraktum vinn- um, soleiðis at skilja, at konkursreglarnar í útflutn- ingsvinnuni verða settar úr gildi við almennum stuðuli Einans rentabiliteturin hjá vinnuni skal avgera, um út- flutningsvinnan skal yvir- liva ella doyggja. Tað er heilt óskiljandi, at búskaparfrøðingar í al- mennum størvum kunnu sita og staðfesta sovorðið tvætl, sum ikki hevur nakað fótafesti í tí verunliga bú- skaparumhvørvinum, sum Føroyar jú eru ein partur av. Niðurstøðurnar bera týðu- lig brá av teoretiskari lummafilosofi og eru ikki grundaðar á tær reglur, sum eru á altjóða marknaðinum fyri matvørur í dag. Her er tað jú, vit sum útflutnings- tjóð fáa okkara vælferð frá . Føroyski útflutningurin og kappingarneytar: Hvørt mansbarn í Føroyum veit, at Føroyar hava so- nevndan monoexport. Tað er bert fiskivinnan og fiskavørur, sum skapa inn- tøkur inn til landið í út- flutningskrónum. Altjóða marknaðurin fyri fiskavørur er serstakliga skiftandi. À okkara høv- uðmarknaðum hevur tað verið búskaparlig niður- gongd, og keypiorkan hev- ur verið á lægri støði til at gjalda fyri 1. floks føroysk- an fisk samanborið við fiskavørur, sum í dag floyma marknaðin. Hesar vørur koma eitt nú úr Kina, men eisini úr Suðuramer- iku, Baltalondum og Pó- landi, har tímalønin er mill- um nakað og onki saman- borið við ta føroysku. Sam- an við stórum fallið í USD, sum er gjaldoyra hesu lond nýta mest til útflutning, er prísurin á bæði feskum og frystum botnfiskasløgum raplaður samanborið við undanfarin ár. Flakavinnan og fiska- virkir í Føroyum hevur spíl- að seg út fyri at klára kapp- ingina við hesar nýggju veitarar, sum hava allar fyrimunir, hvat løn og rakstrarútreiðslur viðvíkja. M.a. eru íløgur gjørdar í nýmótans tøkni, sum kann vera við til at gera okkum enn betur kappingarfør. Flakavinnan og fiska- virkir í síni heild, eru í dag hornasteinurin undir útjað- aranum í Føroyum. Samb. heimasíðuni hjá Vinnuhús- inum rindar føroyska flaka- vinnan og fiskavirkir uml DKK 300 milliónir út í løn- um um árið. Hetta kom fram, tá ið verkfallið var fyrr í ár. Okkara kappingarneytar í EU fáa stuðul í høvd og reyv. Undirritaði var við til at stovna fyritøku í Dan- mark, har vit fingu 30% íløgustuðul til útgerð sum flakalinjur. Harafturat stuðlar EU øllum so ella so, sum hevur til endamáls at skapa fólki arbeiði - ser- stakliga í útjaðaranum. Her er Skotland fremsta dømi, har føroysk flakavirkir hvønn dag mugu kappast við eitt nú skotskar keypar- ar um rávøruna, sum Løg- tingið hevur veitt bátum og skipum fyri onki. Tað er sera lætt at sita í Albert Hall og staðfesta, at um tað frysta ikki ber seg, ja so má tað feska vera bet- ur. Um tað frysta er ringt í løtuni, ja so er feskfiska- marknaðurin enn verri. Feskf iskamarknaðurin klárar ikki at taka nøgdirn- ar, uttan at marknaðurin brennur saman. Her hevur flakavinnan á landi so tann leiklut, at teir kunnu taka rávøru hvørja viku og fram- leiða bæði feskt, saltað og fryst. Um tað ikki var, ja so fingu bátar og skip so slett ongan prís. Hetta hevur ein best sæð, tá ið verkfall hava verið í Føroyum. Grundað á omanfyri- standandi er tað lítið høpi í at siga, at marknaðurin er Gud, um tað skal skiljast soleiðis, at ongin almenn króna skal í vinnuna. Eitt nú skotar og onglendingar keypa rávøruna undan okk- um, av tí at teir eru betri kappingarførir við tí stuðuli teir fáa úr EU og ensku stjórnini. Er marknaðurin tá Gud? Harra Heman Osk- arsson! Marknaðurin fyri matvørur, har føroysk virk- ir kappast við eitt nú EU- veitarar, er undirdíktur í stuðuli, men í Føroyum fær ein ikki krónuna. Um hetta er kapping á jøvnum føti, ja so má tað vera á Búskapar- ráðnum, at henda teori hev- ur sæð dagsins ljós. Tá ið so Búskaparráðið staðfestir, at um so er, at virkir fara av knóranum, so kann tað almenna stimbra heimamarknaðin. Àlvara- tos! Er tað ikki betur at stimbra eftirspurninginum eftir vørum og tænastum á heimamarknaðinum við at lata fólk vinna krónurnar á einum virki í útflutnings- vinnuni, enn at hækka út- gjaldið frá ALS?? Búskaparteoriir og stuðul til fiskivinnuna Tað er ein royndur lutur, at tað er sera trupult at nýta búskaparteoriir til fiski- vinnu á landi og sjógvi. Fyritreytirnar fyri útrokn- ingum broytast allatíðina - ja frá degi til dags. Herman veit uttan iva, at ein kann fáa alt at ganga upp á pappírinum. Tað er bert ein spurningur, um hvørjar búskaparfyritreytir tú brúkar til útrokningarnar. Hetta er neyvan broytt, frá tí eg las búskaparfrøði í seinnu helvt av 80´unum Rentabilitetur hjá eitt nú fiskavirkjum hevur sjáldan skarað framúr, um ein sam- anber hesa vinnuna við so mangar aðrar vinnur. Tí er tað ser ringt at lata rentab- ilitetin vera einasta faktor, ið skal avgera, um eitt virki skal yvirliva ella vera av- høvdað. Eitt nú lánveitarar vilja avgjørt taka aðrar faktorar inn í myndina, sum t.d. húsamarknaðin. Um virkið fer av knóranum í eini miðalstórari føroyskari bygd, ja so vera so og so nógv arbeiðsleys, og hetta kemur so at ávirka orkuna til at gjalda t.d. húsalán aftur við. Fyritreytirnar fyri at veita stuðul til eitt nú flutning av rávøru til fiskavirkir í út- jaðaranum ella at lata rækjuvinnuna fáa eina FAS-skipan, skal verða giv- in, um útbýtið til land og fólk verður størri enn latið verður. Samstundis skal stuðulin ikki økja eftir- spurningin eftir vørum og tænastum á heimamarknað- inum í sovorði mát, at handilsjavni og prísir fara skeivan veg. Eru hesar fyri- treytir í lagi, hvat er so skeivt við at lata stuðul, tá ið landskassin fær meira innaftur?? Búskaparráðið sigur beinleiðis, at tað ber ikki til at lata stuðul í eini tillag- ingartíð. Alt skal heldur fara av knóranum. Hetta er ein heilt ótrúligur hugburð- ur. Tað er betur at lata alla rækjuvinnuna fara og onga skatta- og útflutningskrónu fáa frá hesu vinnu, enn at t.d. góðtaka ein FAS-skip- an, har so landskassin fær hóast alt nakrar skattakrón- ur. Harafturat útflutningin av rækjunum, sum viga positivt á handilsjavnanum. Eg havi selt føroyskar fiskaúrdráttir, bæði frá virkjum og bátum, síðani 1991. Sostatt kenni eg nógvar garpar, sum reka fiskivinnuna í dag - bæði á sjógvi og landi. Tað er ongin av hesum vinnulívs- monnum, sum vilja fara biddargongd út í Tinganes. Tað einasta biðið verður um er, at í eini tillagingartíð sleppa bíligari í rakstri, ella hjá útjaðarnum at fáa flutningsstuðul, so at ein hevur somu kappingarfyri- treytir í Vági og Norðdepli sum í miðstaðarøkinum. À henda hátt fær lands- kassin skattainntøkur frá verkafólkinum, partafel- agsskatt, og ein betri handilsjavna við tí útflutn- ingi, sum stuðulin er við til skapa. Um øll fiskavirkini stongdi, harra Herman Oskarsson, ja so stongdi bæði Búskaparráð og Hag- deild við. Ùtjaðarin føðir og klæðir almennu umsit- ingina í Havn, sum ikki skapar eina útflutnings- krónu til landið. Hetta er kanska heldur ikki uppgáv- an hjá almennu umsiting- ini, kann ein so siga. Hin vegin eri eg neyvan tann einasti í landinum, sum undrast, and ein kann fáa løn fyri at seta sovorðn- ar niðurstøður á prent. Um vinnan øll fer á heysin, sum tað hendi fyri 11 árum síð- ani, hvar skulu so land og fólk fá sína útkomu frá, harra Herman Oskarsson? Kanska eitt sindur hypotet- iskur spurningur, sum í tykkara teoretiska um- hvørvi uttan iva kann skapa nógv høvuðbrýggj. Livst so spyrst. Argir, tann 30.nov. 2003 Teoretiskt slutur frá Búskaparráðnum VIÐMERKINGAR Hans B. Hansen Eg eri fyri at skapa veruliga bygdarmenning við at fáa skipað partar av almenna, lands, privatu, ríkis, umsit- ingum, skrivstovu og ser- frøðingaveldir úti í teim størru kommununum, oyggjunum, sí niðanfyri! Skula vit skapa bygda- menning, skula vit broyta bygnaðin hjá tí almenna, landi, privata, ríki ið bert skula hava høvuðssæti í Havnini/Suðurstreymoy, og fáa stovna deildir, eindir, úti í størru kommununum! Tað at fremja býti ímillum almenna, landi, kommunur, er ein liður í at skapa bygd- armenning. Eg haldi at peningurin skal fylgja við brúkaranum, børnum, ung- fólki, eldri fólki ið skula virka á bygd og í bý! Tær galdandi lóggávur, skipanir, mannagongdir, kunn- og reglugerðir innan fyri áðurnevndu umsitingar eru av donskum, fremm- andum uppruna, ið eiga at vera politiskt endurskoðað- ar og dagførdar sum skjót- ast! Vit skula avtaka allan valdsavgerðarrætt á fáum hondum og leggja slíkan út til vanliga arbeiðandi verkafólkið úti á bygd og í bý, skilja allir blaðlesarar tað, ið fleiri ferðir um vik- una, lesa føroysku bløðini! Vit skula avtaka lóggáv- ur, skipanir, mannagongdir, kunn- og reglugerðir, við diktatur, facismu og hernaðar- og politistatum í einum størri stati, við bureauukrati, formyndarí, stovnsveldi, ið vit hava ídag! Vit kunna ikki skriva, og tosa um demokrati, fólkaræði, stýri, bygdar- menning við áðurnevndum fortreytum, grundarlagið ið bleiv innført og skapt fyrst í sjeytiárunum av landsstýr- inum ið framdi sparingar! Eg havi einfalt og lætt við at gjøgnumskoðað alt og øll í einum størri saman- hangi, og vísa á hvussu órættvíst alt og øll eru skip- að, hvat ið ein ger vart við í hvøssu atfinningunum í lesarabrøvum í bløðunum! Henda miðspjaðing á øll- um økjum skal skapa fram- burð, trivna og menning av lokalu samfeløgunum úti í útjaðaraoyggjunum og á útoyggjum, so fólkið kann støðast í heimstaðarkomm- ununum, skilja tit tað! Vit skula venda tí skeivu bú- skaparligu og samfelags- ligu gongdini tann øvugta vegin, so vit sleppa av við øll avbygdar, býarfólk, ið hvønn morgun og kvøld ferðast til og frá Havn- ini/Suðurstreymoy! Vit skula hava stongt undir- sjóvartunnilin og kolla- fjarðartunnilin á náttartíð, so tað slepst undan øllum ólevnað og rukkukoyring úr Vágoy, Norðurstreymoy, Eysturoy, til Havnar hvørt tað einasta vikuskifti! Vit eiga at skipa flutn- ings, tænastu og ídnaðar- vinnur og mentan og list og lestrar, læru og frítíðar- møguleikar uttan fyri Havnina/Suðurstreymoy, við at broyta grundleggj- andi strukturin ídag! Vit skula steðga allari tí privatu ferðsluni ígjøgnum Kolla- fjarðartunnilin og av Gomlurætt og tá ið Smyril kemur úr Suðuroy, so slepst undan av slíta lands og kommunalu vegakervini hjá okkum ídag! Vit skula steðga allari til- flytan til Havnina/Suður- streymoy og fáa alt avbygd- ar, býarfólki at flyta út aftur til heimstaðarkommunurn- ar, so teimum verður lív lagað, til at kunna føra lokalu samfeløgini víðari! Eg vil javnan koma at draga saman um skrivaða í lesarabrøvum, í føroysku bløðunum og lyfta upp vitanarstøðið hjá teim ið fylgja við einum, ið eg fari at samskifta við um mangt og hvat her í Havnini! Bygdarmenningarpolitikkur í Føroyum Rætting Í grein í blaðnum í síðstu viku skrivaðu vit, at Teitur hevur konsert í Norðurlandahúsinum tann 6. desem- ber í sambandi við útbúgvingarráðstevnuna Markleys Útbúgving. Hetta er tó ikki heilt rætt. Teitur hevur konsert í Norðurlandahúsinum bæði fríggjakvøldið 5. desember og leygardagin tann 6. desember. Fríggjakvøldið spælir hann í sambandi við útbúgvingarráðstevnuna, og har verða eisini aðrir tónleikarar at hoyra. Leygarkvøldið 6. desember klokkan 19.30 hevur hann einsamallur á palli. Vit biðja lesararnar umbera okkum mistakið. - ingrid C M Y K 21 20