leygardagur 30. mai 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 100 — 30. MAI 1998
útskrivað. Vinnuskúlarnir
skulu "rekast sum sjålvs-
ognarstovnar í framtíðini,
ikki sum almennir skúlar,
og tað gleðiliga, sum er
hent, er at semja er millum
allar partar. Viðvíkjandi
vinnuskúlum ræður um al-
tíð at vera á varðhaldi, so-
leiðis at skúlarnir fylgja við
tíðini og tí hon krevur.
— Oljuvinnan er altíð í
hugaheiminum, tí man má
vera fyrireikaður til hana.
Tað er ov seint at fara at
broyta, tá ið hon er komin í
gongd, sigur Signar á
Brúnni.
Lógin um lestrarstuðul
skal dagførast. Hverjar
ítókiligar broytingar skulu
gerast?
— Ein arbeiðsbólkur hevur
gjørt eitt álit um dagføringar
av lestrarstuðlinum. Næm-
ingar á miðnámsskúlunum
fáa hægri studning og meir-
kostnaðurin av tí fer at kosta
9 mill. krónur um árið. Uti-
búgvandi fáa 33.000 krónur
og heimabúgvandi 22.000
um árið. Aldursmarkið
verður 18 ár, men tey yngru
fáa ískoytisstuðul til bøkur,
og næmingar í útjaðaranum,
sum ganga í skúla aðra
staðni, kunnu fáa ískoyti til
ferðing og aðrar útreiðslur,
men her skal reglugerð ger-
ast. Málið verður lagt fyri
tingid í hesi tingsetuni og
kemur i gildi næsta år.
Utbúgvingarpolitikkurin
skal eggja fólki at nema sær
útbúgving uttan fyri Norð-
urlond, verður sagt í sam-
gonguskjalinum. Verður
hugsað um serligar stuðuls-
skipanir ella útbúgvingar?
— Vit eiga at royna at fáa
lesandi at hyggja at útbúgv-
ingum aðra staðni. Ikki tí
eg havi nakað ímóti útbúgv-
ingunum í Danmark, men
tað hevur so stóran týdning
at fáa íblástur, hugskot og
hugsanir aðra staðni frá,
sum lesandi kunnu føra inn
í føroyska samfelagið. Í dag
eru 1500 føroyingar í
lestrarørindum i Danmark
og bara 40 uttan fyri Norð-
urlond. Tað er dýrt at fara
aðra staðni, og ti eiga vit at
kanna eftir, hvussu vit
kunnu stuðla fólki at fara
aðra vegir at lesa. Tað er
sunnari og betri fyri okkum
at fáa hugskot aðra staðni
frá. Men so mugu stuðuls-
skipanirnar rættast hareftir.
Mentamál
Í samgonguskjalinum verð-
ur sagt, at ein greiður
mentapolitikkur verður orð-
aður við stødi í mentanar-
álitinum „Avmarkaður
marknaður. Í álitinum er
yvirlit yvir nøkur bráðneyð-
ug tiltøk. Fert tå sum lands-
stýrismaður í mentamálum
at taka stig til, at tey verða
framd í verki?
— Nógvir góðir tankar eru
í álitinum, men tað sum eg
hevdi væntað var, at álitið
vidgjørdi spurningin,
hvussu hesi mål verda
framd. Komið verður als
ikki inn á fíggingina av til-
tøkunum, sum mælt verður
til at seta í verk. Tí verður
ein av uppgávunum hjá
mær at finna út av, hvussu
tað skal fíggjast. Hinvegin
vil eg siga, at vit eiga at
ganga leiðina, sum skotið
verður upp og hækka upp-
hæddirnar, sum eru á figgj-
arlógini yvir eitt áramál. Vit
fáa ikki framt alt eftir einum
ella fýra árum. Mentunar-
grunnurin eiga at fáa stórri
játtan, kanska uml. 3 mill.
kr. í næstu fíggjarlóg. Ar-
beiðið hjá grunninum er
rættiliga umfatandi og er
fyri listafólk yvirhgvur.
Bara upphæddin á 1,8 mill.
kr., sum grunnurin fær nú,
munar ógvuliga væl. Skipað
kundi verið fyri, at í øllum
fórum ein rithøvundur fekk
starvsløn í komandi ári, so
fáa vit at síggja, hvat tað fer
at kasta av sær.
Barnamentan
stuðlað meir
øðrum londum. Bókadeild
Føroya Lærarafelags, sum
gevur meginpartin av
barnabókunum á fóroyskum
út, fær I mill. kr. um árið.
Fær deildin stórri játtan so-
leiðis at fleiri upprunafør-
oyskar bókur kunnu koma
út?
— Tað er rætt, at vit eiga
at gera meir við barnament-
anina. Hjá okkum hevur tað
ógvuliga stóran týdning at
fáa nakað gott og føroyskt
út til børnini, tí tey verða
fóðrað við so nógvum út-
lendskum tilfari. Árinið av
tí er ikki bara gott. Vit eiga
at gera íløgur til tað sum er
føroyskt og sum kann taka
kappingina upp við tað
fremmanda.
— Í nýggju sjónvarpslóg-
gåvuni verður sagt, at mið-
að skal verða eftir, at í
minsta lagi 30% er føroyskt
tilfar. Tað tekur sína tíð at
fáa alt í gongd, men boðini
eru givin av einum samdum
løgtingi og tí er bara hjá
sjónvarpinum at fylgja tí
Eigur til dómis Sjónvarp
Fóroya at vera á fíggjar-
lógini?
— Eg havi altíð hildið, at
landið eigur at rinda ein part
á fíggjarlógini, tí so kann
løgtingid og landsstýrið
krevja, at tiltøk skulu gerast.
Tá ið stovnurin er farin av
fíggjarlógini, kennir hann
seg leysari. Men eg trúgvi
ikki, at sjónvarpið kemur á
fíggjarlógina aftur, tá ið tað
fyrst er farið av.
verður
Nógvar tilráðingar eru í
mentunarálitinum til tiltók,
ið eiga at verða framd sum
skjótast. Hvórjar viðmerk-
ingar hevur tú til hesi við-
urskifti?
— Eg tori ikki at nevna
nakað itøkiligt, sum eigur
at verða gjørt. Tað er næstan
åbyrgdarleyst, at stødan er
so ring nógva staðni. Vit
hava skyldu til tað, men hjá
mær er trupulleikin at fáa
fígging til vega.
Samanlagt fær mentanin
50 mill. krónur á fíggjar-
lógini um árið, harav 10
mill. kr. fara til skapandi
listina. Hvussu fara hesi tøl-
ini at síggja út á komandi
fíggjarlóg?
— Tað er ringt at svara
uppá hatta í løtuni. Tað
skertar ikki uppá viljan,
men uppá pengar. Vit eiga
at fáa kommunurnar meiri
uppí at stuðla mentunarlig
tiltók. Til dømis er Tórs-
havnar byråd við ul at
stuðla sjónleikinum í Havn
og meir í
tíðindablaðið
Í summum bygdum verður
einki latið til mentunarlig
tiltók. Bygdirnar eiga at
stuðla mentunarlívinum.
Er tað ikki at skjóta
ábyrgdina frá sær?
Tað er tað als íkki
Stuðla kommunurnar fáa
tær eisini stórri áhuga fyri
mentanini og tí sum hendir
í teirra nærumhvørvi. Á
tann hátt kemur gongd á
mentunarlívið úti um landið
aftur, soleiðis at alt íkki
verður miðsavnað í Havn.
Tí fari eg at heita á komm-
unurnar um at vera við at
stuðla mentanini, soleiðis at
mentunarlívið eisini blómar
uttanfyri Havnina.
— Norðurlandahúsið ger
eitt gott arbeiði, men per-
sónliga meti eg, at tað eigur
at koma meir út um landið
við tiltókunum enn tað ger.
So kemur tað øllum borg-
arunum til góðar.
Sjálvstýri
kastar av sær
Føroyska samfelagið má
verða bíligari at reka, skulu
vit vera danska blokkin fyri
uttan, sum samgonguskjalið
leggur upp til. Hvussu
hongur tað saman við, at
fleiri útreiðslupostar fáa
stórri játtan?
— Ætlanin er at avvikla
heildarveitingina yvir nøkur
år. Sum er rinda vit 435
mill. krénur f rentum til
danir. Tí skulu vit strika
rentuna og minka um
blokkstuðulin, soleiðis at
hann kemur niður á 500
mill. kr. So skal restin mink-
ast niður í einki eftir til
dømis 10 árum, tað vil siga
50 mill. kr. minni um árið
Vit skulu í gongd við at
menna vinnulivid í Føroy-
um, og vit síggja aðra
staðni, at tá ið lond taka við
fullum sjálvstýri blómar
vinnulívið og tað kastar
meiri pengar av sær. Taka
vit fiskivinnuna i Føroyum
sum dómi sóu vit, at hon
fekk hålva milliard í studn-
ingi bestu årini f åttatiår-
unum. Meiri fiskað varð,
stórri varð studningurin. Í
dag er nærum eingin studn-
ingur og nú gongur vinnan.
Tí rurar studningur okkum
í blund og avlagar alt.
Hvør verður tann størsta
avbjóðingin hjá tær kom-
andi fýra árini?
— Tað verður at fáa fólka-
skúlalógina at virka væl, so-
leiðis at næmingarnir fáa
enn meir burtur úr. Tað
kemur samfelagnum til
góðar. Ein iløga í uppaling
og lærdóm er tann besta
fløgan man kann gera, um
hon verður rætt brúkt. Ein
fløga í børnini og harvið
framtíðina. Samstundis er
tað av týdningi at vit fáa
eina nýggja læraraskúlalóg,
tí tað hevur ómetaliga stór-
an týdning, at vit hava góðar
og dugnaligar lærarar, tí teir
vera fyrimyndin hjá børn-
unum. Tí er Læraraskúlin
ein tann tydningarmesti
skúlin í landinum, sigur
Signar á Brúnni, landsstýr-
ismadur í undirvísingar- og
mentamálum at enda í við-
tali
P á
Sláimaskinur
ið sláa alt! mest seidu í 12 ár
GOLF 8
341 gear, báðar vegir
= 8 gear tilsamans -
7 HK - 107 cm
17.950,-
2+1 gear - 6 HK - 91 c
14.750,-
Fæst nú eisini v. 5 HK
12.950,-
PONY 12 SUPER
3 + 1 gear í tímum økjum = 12 gear tilsamans.
22.880,-
137 cm 23.400,-
Fæst eisini sum diesel
P 1 50 Fæst eisini sum diesel
Sláimaskinan burturav. 3 41 gear - 9 HK.
22.400,-
137 cm 22.900,-
C M 9 1 Fæst eisini sum diesel
441 gear, báðar vegir = 10 gear tilsamans - 9
HK - differentiale, bremsur - kann nýtast v.
vogni, ið trekkir á hjólunum
28.400,-
28.900,-
TIELBURGER
T25:3.08% cmigga 1.000,-
T 33,30HK 65 om íígga 8.400,-
T 46, 35 Hk 71 om tigga LO. 950,-
117 cm
117 cm
117 cm
137 cm
Hoyvendarar - fresarar - plógv o.a. er at fáa —
fáast eisini við dieselmotori — Eykalutir á goymslu.
Maskinurnar fara at verða sýndar um alt landið.
Heygsvegur 30
TIf. 31 6910
Fax 31 8119