leygardagur 30. mai 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I A
Nr. 100 — 30. MA! 1998
tíðindablaðið SOS
Kvinnurnar eru
fyri vanbyti
Tá tað kemur til arbeiðsloysið eru kvinnurnar fyri týði-
ligum vanbýti. Tann 1. mai í ar vóru fingu 1200 fólk út-
goldið arbeiðsloysisstuðul frá ALS og av teimum vóru
tveir triðingar kvinnur, og tá eru tólini hjá Almanna-
stovuni ikki tikin við
SVEINUR TRÓNDARSON
Vit eru øll greið yvir, at tað
ganga fólk í hesum landið,
sum ikki hava nakað at tak-
ast við.
Tey eru arbeiðsleys. Ant-
in tí at tað ikki er brúk fyri
teimum nakrastaðni ella tí,
at tað teimum berst frá at
fara út á arbeiðsmarknaðin
av eini ella aðrari orsøk.
Í samband við at rokn-
skapurin hjá ALS varð al-
mannakunngjørdur, hava
tey gjørt nakrar útgreiningar
sum vísa hvussu býti á ar-
beiðsleysum er millum kyn-
ini. Og sigast må, at tølini
tala sítt greiða mál.
Kvinnurnar í Føroyum
eru fyri týðiligum vanbyti
tá tað snýr seg um arbeiðs-
loysi.
Tann 1. mai í ár fingu
1200 fólk útgoldið arbeiðs-
loysisstuðul frá ALS.
Av teimum vóru 783
kvinnur og 417 menn. Tað
vil siga, at dupult so nógvar
kvinnur, sum menn, eru ar-
beiðsleysar.
Keðilig gongd
Tølini merkja, at 65 prosent
av teimum arbeiðsleysu eru
kvinnur og 35 prosent eru
menn.
Samanlíkna vit við stød-
una sum hon var í marts
1995, so sæst skilliga, at tað
eru menninir, sum fáa ar-
beiði, meðan kvinnurnar
verða hangandi eftir í ar-
beiðsloysisskipanini.
Í 1995 vóru umleið 55
prosent av teimum arbeiðs-
leysu menn. Síðan tá hava
fleiri og fleiri menn fingið
arbeiði og nú eru bert 35
prosent, av teimum arbeiðs-
leysu, menn.
Framgongd í
byggi og fiskivinnuni
Fara vit at leita eftir orsøku-
num hví tað er statt sum tað
er, so koma vit fram til at
tað í fyrsta umfari eru
mannfólkavinnugreinirnar
sum hava havt stóra fram-
gongd seinastu tíðina.
Tað hevur ikki verið ser-
liga vanligt, at kvinnur hava
starvast í byggivinnuni og
tað hevur heldur ikki verið
serliga vanligt, at kvinnur
hava verið til sjós.
Tað er tó meiri enn so
komi fyri, at kvinnur hava
valt sjólívið, men tað er ikki
nakað sum ávirkar hagtølini
stórvegis tann rætta vegin
teirra vegna - tíverri.
Hesatr vinnugreinir eru
nú einaferð tær, sum sein-
astu árini hava hála nógv
fólk burtur frá arbeiðsloysi,
og tá kvinnurnar ikki eru
tær sum fáa arbeiði, so
verða tað menninir í staðin!
Suðuroyggin ringast
ri
ara vit so at hyggja eftir
hvaðani tey arbeiðsleysu
búgva í landinum so síggja
vit, at ein stórur parturin av
teimum býr í Suðuroynni.
Víst er arbeiðsloysi fallið
í Suðuroynni við, men har
hevur alla tíðina verið ser-
liga stórt arbeiðsloysi og tí
merkist, sjálvt ein lutfals-
liga stór broyting ikki so
væl sum aðrastaðni. Ar-
beiðsloysi er framhaldandi
omanfyri miðal. Serliga í
sunnaru helvt av Suður-
oynni.
Tað er nú ikki bara í út-
jaðaranum at arbeiðsloysi er
stórt.
Í hóvuðsstaðnum er eisini
stórt = arbeiðsloysi. Tað
merkist ikki bara so væl, tí
her eru so nógv onnur fólk,
sum hava arbeiði.
Manglandi
ansingarpláss
Tað kunnu sjálvsagt verða
nógvar orsøkir til arbeiðs-
loysi. Ein av orsøkunum,
sum f hvussu er er galdandi
í høvudsstadnum er, at tað
eru ov fá ansingarplåss.
Foreldrini skulu velja
hvør teirra skal sita heima,
um tey ikki fáa ansingar-
pláss til tey smáu og tá fell-
ur valið ofta á mammuna.
Um hetta er rætt ella
skeivt, skal verða ósagt,
men tað er eitt val, sum for-
eldrini gera, óiva við fyrst
at hyggja eftir lønarkekki-
num og ambitiónunum og
menninir ofta hægri løn og
hava stórri ambitiónir enn
kvinnurnar.
Hetta leiðir okkum inn á
eitt annað kjak, sum vit tó
lata liggja í hesum føri.
Tað mangla í løtuni um-
leið 300 ansingarpláss í
høvudsstadnum í løtuni og
í restini av landinum er
stødan heldur ikki ov góð.
Eitt rættiliga vanlig dómi
á bygd er, at maðurin er til
skips og konan er eftir
heima við småbørnum. Eru
eingin ansingarmøguleikar
ALS klárar ikki
eitt skrædl sum er
Tá roknskapurin hjá ALS varð lagdur fram fyri tíðinda-
fólki í gjár segði Finn Danberg, at skipanin klárar ikki
eitt rættuligt skrædl í verandi stóðu. — Til tað er eginpen-
ingurin ov lítil
SVEINUR TRÓNDARSON
ALS hevði eitt framúr gott
rakstrarúrslit í 1997 og út-
litini fyri 1998 eru eisini
góð.
Heldur gongdin í samfel-
agnum fram sum higartil
kann vantast, at úrslitið
verður umleið hevltina av
ti tað var í 1997.
Men tað verður so nógv
tosad um eina nýggja
kreppu. Hvørja ávirkan fær
tað á rokrskapin hjá ALS?
— Kemur ein kreppa sum
tann í byrjanini av niti-år-
unum, so megnar ALS hana
ikki einsamøll.
— Eginpeningurin hjá
ALS er í løtuni umleið 49
mió. krónur og taðeru 45
mió. krónur lægri enn hon
var tá skipanin byrjaði og
tá síggja vit burtur frá, at
ALS í árunum 193-95 fekk
tilført umleið 81 mió. krón-
ur frá landskassanum og
»samhaldsfasta«.
Finn Danberg sigur, at
skal skipanin einsamøll
skula standa ímóti eini so
stórari kreppu, sum hinari,
so skal eginpeningurin
verða nógv hægri.
— Leysliga mett, so skal
eginpeningurin liggja imill-
um 250 og 300 mió. krónur.
Í løtuni er hann 49 mió. so
har er langt á mál, sigur
Finn Danberg, fíggjarleiðari
á Arbeiðsloysisskipanini
n
UI
Nyggjar førleikar til
tey arbeiðsleysu
Størsta avbjóðingin hjá ALS er at fáa tey arbeiðsleysu
virkin aftur. Í mongum krevjast serlig tiltøk, tí tey ar-
beiðsleysu eeru ófaklærd, sigur leiðslan í ALS
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá ein fyrst gerst arbeiðs-
leysur er altíð vandi fyri,
at ein ikki fær arbeiði aft-
ur.
Í Danmark verður sagt
at hevur tú ikki fingið ar-
beiði aftur innan hålvt til
eitt ár eftir at tú ert vorðin
arbeiðsleysur, so er stórur
vandi fyri, at tú ongantíð
fær arbeiði aftur.
Um henda útsøgn eisini
kann brúkast í Føroyum
skal stóða ikki takast til,
men á ALS hava tey tikið
stóðu.
Í framtíðini ætlar skip-
anin at gera meira fyri at
betra um førleikarnar hjá
teimum arbeiðsleysu.
Skipanin ætlar eitt nú at
skipa fyri trygdarskeiðum
fyri sjófólki.
Tað er í løtuni ikki krav í
Føroyum, at ein sjómaður
skal hava tikið trygdarskeið,
men vantandi verður hetta
sett í gildi í Føroyum við.
— Í øðrum londum er hetta
eitt krav, sigur Allan Skaal-
um, stjóri á ALS.
— Hava føroyingar ikki
tikið trygdarskeið, so sleppa
teir eitt nú ikki við útlendsk-
um oljuskipum.
Av tí at tað er sovorðin
mismunur millum kynini,
so ætlar ALS við fjøltått-
aðum skeiðtilboðum at
gera sítt til at minka um
henda mismun.
Arbeiðsloysisskipanin
hevur í fyrsta umfari sett
S mió. krónur av til skeið-
tiltøk, og ætlanin er at tað
skal koyra á einum roynd-
arstødi í fyrsta umfarið.
— Vit fara ikki inn at
velja fólk burturúr, men
sjálvandi verður hædd
tikin fyri um tey hava ver-
ið langtíðararbeiðsleys.
— Kunnu vit samstundis
betra um førleika teirra á
onkrum ødrum øki, so er
teirra møguleiki at fåa ar-
beiði aftur nógva ferðir
stórri, sigur tey á ALS.
OD ——G0aeÁ
í bygdini, so ber heldur ikki
til hjá mammuni at fara til
arbeiðis. Fyri kvinnuna ein
óheppin stóða sum sigur
okkum at tað í Føroyum enn
er langt á mál, áðrenn tað tá
arbeiði viðvíkur verður
»likarættur«.
Nógv ófaklærd
Í hagtølunum sum ALS
m—
|
|
|
|
- ringið og fáið
nærri at vita
Gisting fyri serprís
hevur tikið fyri mai mánað
í ár var eisini ein talva sum
visti útbúgvingarsteði hjá
teimum arbeiðsleysu.
Her er stødan tann, at um-
leið 70 prosent av teimum
arbeiðsleysu, eru ófaklærd,
meðan bara umleið 30 pro-
sent hava eina útbúgving.
Hetta eru ógvuslig tel,
men hjá ALS siga tey, at tað
eru rættiliga fá útbúgvin
fólk í skipanini.
— Kemur ein faklærdur
inn, sum hevur eitt ávíst til-
knýti til olju ella nakað í
tann rætning, so nær við-
komandi ikki at gerast skrá-
settur í skipanini. Hann far
arbeiði beinanvegin.
Country Steak v/ bakaðum epli,
kipsi og chillisós
Apple Pie
Eisini hava
vit fjølbroytta
a la carte
matskrá
t
Æ méktern
rætir ri 7 50), -}
Tlf. 317500