Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-05-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. mai 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 30. MAI 1998 Nr. 100 - 30. MAI 1998 Jens-Kjel Jensen og Annleyg Patursson vid firval- dasavni, sum nú hevur fingið nýggj føroysk og låt- insk nøvn. Tey bædi vilja fegin i samband vid åhug- aði i Føroyum, sum vita okkurt um firvaldar ella bert hava hug at gera viðmerking til føroyska fir- Dagny Joensen I løtuni eru firvaldar málið hjå Annleyg Patursson og Jens-Kjel Jensen, sum sein- astu tvey árini hava staðfest nøvnini og skrásett 112sleg av firvaldum í Føroyum. Ikki tí hetta er yrkisstarv teirra - Annleyg arbeiðir í Fa. Trónd Hansen blómu- handlinum við Aarvegin, og Jens-Kjel er fuglaútstappari í Nólsoy. Tað hevur verið felags frítíðarítriv at samla firvaldar og staðfesta, hvat slag teir eru o.s.fr.. Firvaldar sum ítriv Upprunin til hetta arbeiðið var, at Annleyg Patursson er firvaldasamlari. Tað var mamma hennara eisini, og hon lærdi dóttrina hetta, eins og tær báðar eisini vóru ógvuliga áhugaðar í blóm- um, skordjórum og annars øllum ti, sum rørdi seg í náttúruni. — Hvussu kom firvalda- samstarvið í lag? — Tað kom av, at eg setti meg í samband við Jens- Kjel, av tí at eg hevði brúk fyri amboði at spenna fir- valdalistan Jens Kr. Vang sostalurn +. Tey hava navngivið firvaldar í Føroyum 112 ymisk sløg av firvaldum eru fangadir í Føroyum, harav eini 60 búgva her, meðan aðrir eru komnir hendavegin við vindinum, siga tey bæði Annleyg Patursson og Jens-Kjeld Jensen, sum í frítíðina hava givið firvaldum føroyskt navn og funnið fram til altjóða nøvnini valdar, sigur Annleyg. Tá byrjaði Jens-Kjel at tosa um at broyta firvaldangvinini, men av tí at so fá fólk hava hetta ítriv, helt eg fyri, at um hetta skuldi gerast, so vildi eg vera við í hesum arbeiði. — Higartil hava vit bert havt bókina hjá Leif Dahl, sála, at halda okkum til. Hann var lækni á Eiði, men skrivaði í 1954 bók um fir- valdar, har hann bert nýtti látínsku ngvnini. — Av tí at henda bókin er so gomul, vísti tað seg at látínsku ngvini á firvaldum vóru broytt. Síðani fingu vit Seinastu tvey árini hevur Jénvør Joensen verið kór- leiðari. Við í kórinum eru einir fimmogtjågu sangar- ar. Til hesa konsertina hevur hon valt eina sera fjøl- fatur í eina enska bók um firvaldar, og tá vísti tað seg, at bert fá nøvn vóru røtt í dag. Nú hava tey bæði gjørt ein lista yvir føroysku nøvn- ini á firvaldum, og viðmerkt rætta látínska navnið. Við hesum lista ber nú til bein- leiðis á leita í útlendskum bókum eftir tilfari um fir- valdar, sum eru funnir í Før- oyum. Stórt leitingararbeiði Stórt leitingararbeiðið er farið fram, fyri at gera hen- da listan. Tey bæði Annleyg og Jens-Kjel hava sett seg í samband við firvaldasaml- arar og søvn í Bretlandi, Noreg, Svgríki, Íslandi og í Danmark, fyri at vita, hvussu firvaldarnir eita á látíni í dag. — Nú kunnu vit hyggja í bókina hjá Leif Dahl, finna ein firvald, hyggja í nýggja listan og finna føroyska og látínska navnið, og við upp- lýsingum leita í enska bók um firvaldar, siga Annleyg og Jens-kjel hava fingið hjálp frá Jóan H. W Poulsen, sum hevur ráðgiv- ið teimum, um orðingar og nøvn í firvaldalistanum. Listin um firvaldar i Før- oyum er nú liðugur, og å- hugadi kunnu fåa hann vid at venda særtil Annleyg Pat- ursson å telf. 316252 ella Jens-Kjal Jensen å telf 327064 í Nólsoy. Ahugaði kunnu gera viðmerkingar Tey bæði vilja fegin tosa við fólk, sum vita okkurt um firvaldar. Tey vita ikki, um onnur fólk í Føroyum fåast við hetta ítrivið, og kanska eru áhugaði í at gera við- merkigar til firvaldalistan, ella hava hug at leggja okk- urt aftrat tí arbeiði, sum nú er gjørt. Tá Leif Dahl á sinni skrivaði = firvaldabókina, vóru bert umleið 56 firvald- ar skrásettir og navngivnir í Føroyum. Um orsøkina til, at tað nú eru nógv fleiri sløg av fir- valdum her, siga tey bæði, at Náttúrugripasavnið hevur sett fellur upp og samlað inn firvaldar kring landið Firvaldalistin er fyribils at fáa hjá Annleyg og Jens- Kjel, men ætlanin er seinni at geva tilfarið út í bók. Bert vilja tey bæði fegin tosa við áhugaði, um okkurt er at leggja aftrat tí arbeiði, sum nú er gjørt broytta skrá. Sungnir verða føroyskir sálmar, latinsk, israelsk og afrikansk smá kórverk, onkur íslendsk vøgguyisa, negro spiritu- als, western, norskir, svenskir og danskir sangir. Hetta verða tilsamans 15 ymisk løg, sum kórið hes- aferð fer at syngja fyri øll- um teimum, sum tíma at lurta. Vágafólk hava tikid væl ímóti kórinum og mett fjøl- ment upp til konsertirnar. Kórið hevur virkað uttan steðg síðan 1981. Sera sjaldan fara tey um Sundið at syngja fyri avoyggjar- fólki og uttanlands hava tey ongantíð verið enn, so ikki Árliga várkonsertin hjá Vágakórinum á Giljanesi Vágakórið hevur árligu várkonsertina hvítusunnudag kl. 16 í skúlaskálanum á Giljanesi kann sigast, at tey eru gromm eftir at lata onnur enn vágafólk hoyra, hvat kórið dugir. Men í summar fara tey sína fyrstu uttan- landsferð. 5. august gongur leiðin vestur um hav til Norðfjørðin, har vinarbý- urin hjá Sandavági, Nes- kaupstaður verður vertur. sd