Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 3. JUNI 1998 ítróttar 11 Sivic settur út av spælinum Fótbóltur: Formaðurin í kappingarnevndini sær við sera stórum álvara uppá, at B36 venjarin fór av beinkinum og tók søkina í egnar hendur inni á vellinum Í góðveðrinum fríggja- kveldið frøddu fótbóltshug- að í Gundadali seg um ein fínan fótbóltsdyst við stór- um spenningi, góðum spæli og fýra málum, tá granna- feløgini B36 og HB hittust í seinnu semifinaluni í kappingini um løgmans- steypið. Sutt fyri leiklok stóðst ein stóða, sum formaðurin i kappingarnevndini hjá Fót- bóltssambandinum, Jens Erik Magnussen, sigur, heilt víst fer at hava eitt eftirspæl við sær fyri venjaran hjá B36, Tomislav Sivic. Stødan stóðst av, tá Allan Mørkøre, HB, eitt korter fyri leiklok bresti saman vid Egin Høgnesen, målverjan hjá B36, sum fór so ógvus- liga um koll, at hann noydd- ist at taka seg úr dystinum við skaða í økslini. Dómarin bríkslaði fyri frisparki til B36 og gav All- ani Mørkøre gula kortið, og í frágreiðing til FSF sigur hann, at kortið varð givið fyri at „koma brøkpartar av einum sekundi ov seint við einari takling“. B36 viðhaldsfólkini sóu tilburdin ødrvisi enn dóm- arin hevur orðað tað, sum hann så, og tey vóru uppøst, tí tey hildu, at tað var heilt eyðsýnt, at HB maðurin var so nógv ov seinur við sínari roynd. Tomislav Sivic, venjarin hjá B36, tók søkina í egnar hendur. Venjarin var ikki å dómaraseðlanum, ti hann hevur skada at dragast vid. Men tad helt honum ikki aftur í at renna teir umleið fjøruti metrarnar inn á vøll- in og at gera eina roynd at geva Allani Mørkøre tann avsmurningin, sum venjarin mundi halda, at hann hevði uppiborið, men sum dóm- arin hevði sektað við einum gulum korti. Dómarin gav venjaranum reyða kortið, og hann var ikki á beinkinum, tá B36 og B68 spældu 2. hvítusunnu- dag. Púra burturvið Formaðurin í kappingar- nevndini hjá FSF dylur ikki, at hann heldur tað, sum venjarin gjørdi, vera full- komuliga burturvið: — Vit síggja upp á hatta við sera stórum álvara. Í fyrstu atløgu boðaðu vit frá, at maðurin kundi ikki vera á beinkinum, tá B36 spældi í landskappingini 2. hvítu- sunnudag. Í hesi vikuni og í seinasta lagið hósdagin fara vit at taka avgerð um, hvat meiri skal henda í mál- inum, men tað er heilt greitt, at vit kunnu ikki lata so- vorðið fara aftur við borð- inum uttan nakað. Men hvat fara tit at gera við hetta? — Sum eg segði, so fara vit at taka eina avgerð í vik- uni. Tá vit viðgera eina tí- líka søk, so hyggja vit eftir, um tað eru nøkur fordømi, og hvussu vit hava taklað tær søkirnar. Men at tað er sera ålvarsamt, og at tad eigur at fåa vittfevnandi av- leiðingar, tå ein venjari ber seg soleidis at, tad ivist eg onga løtu i, stadfestir Jens Erik Magnussen. Málið og avleiðingarnar fer hann at viðgera, meðan hann er í Estlandi. Formað- urin í kappingarnevndini fór seinnapartin í gjár saman við landsliðnum til Est- lands. Avgreitt í vikuni Løtu aftaná, at hann hevði fingið gula kortið fyri sam- anbrestin við Egin Høgne- sen, fekk Allan Mørkøre eitt gult kort afturat, og so varð hann sendur av vellinum. Seinna gula kortið fekk landsliðsmaðurin fyri at brúka seg, og avleiðingin av hesum kortinum var, at leik- bannið, sum eftir fyrra gula kortið (tað triðja í steypa- kappingini í ár) hevði verið í steypafinaluni móti Kl (gul kort givin í steypakapp- ingini telja bara í tí kapp- ingini), varð flutt til lands- kappingardystin móti VB 2. hvítusunnudag (reyð kort É F | me mm Fx] Allan Mørkøre (HB) varð revsadur við gulum korti fyri ófantaliga frisparkid móti B36-målverjanum Egini Høgnesen, men tað gevur ikki B36-venjaranum Tomislav Sivic rætt til at taka sakina í egnar hendur skulu sektast við leikbannið í næsta dysti, uttan mun til um talan er um steypadyst ella landskappingardyst). B36 viðhaldsfólkini hald- a, at talan var um eitt nógv grovari brot á reglarnar, enn tað, sum dómarin sigur, at tað var? — Dómarin hevur tikið eina stóðu, sum hann hevur latið okkum sína frágreið- ing, og hana taka vit til eft- irtektar, og so er einki meiri at tosa um tað, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í kappingarnevndini Mannagongdin er, at FSF í tílíkum førum heitir á part- arnar, sum málið snýr seg Mynd: Alvur Haraldsen um, og biður um eina frá greiðing frá teimum, áðrenn stóða verður tíkin. Partarnir í málinum hava møguleika fyri at skjóta eina avgerð, sum kappingarnevndin hev- ur tikid, inn fyri déms- nevndina jh KÍ skal halda HB burtur frá hornunum Fótbóltur: Stórur møguleiki fyri, at bæði KÍ og HB fara at taka lut í Europa Cup kappingini komandi summar Tað er uppgávan hjá Kl at syrgja fyri, at tað eisini komandi ár verður kappast um løgmanssteypid. Klaks- vikingar eru teir einastu, sum kunnu syrgja fyri, at HB ikki vinnur steypakapp- ingina í ár. Vinnur HB, so hava teir vunnid løgmans- steypið fýra ferðir, síðani farið varð at kappast um tað í 1989, og so eiga teir tað til ognar. Vinnur Kl, so eru teir javnir við HB — bæði feløgini eiga tá triggjar akt- lur í steypinum — og so held- ur appingin fram í hvussu so er eitt ár afturat. HB og KI hava eina ferð áður spælt finalu um løg- manssteypið. Tað var 12. august í 1992. Í einari ikki serliga væl spældari finalu vann 1-0, og tað var nú- verandi HB formaðurin, Gunnar Mohr, sum skoraði einasta málið. Nývaldi lógmaðurin, Annfinn Kallsberg, skal longu mikukvøldid 17. juni fyri fyrstu ferð handað løg- manssteypið. Sum tað varð sagt í blaðnum fríggjadagin, so hevur FSF gjørt av, at framskundað finaluna, sum skuldi vera sunnudagin 5. juli, tí graslíkið á ovara vølli í Gundadali skal skiftast í summarsteðginum. Vanliga hevur finalan ver- ið fyrst í august, men tá teir løgdu kappingina í år til rættis í FSF varð hetta broytt, tí tað varð mett at vera stórri møguleiki fyri betri fótbóltsspæli fyri summarsteðgin enn beint eftir summarsteðgin, og tað varð mett at vera passandi, at finalan markeraði endan á fyrra parti av fótbóltsár- inum. Við flytingini verður hetta síðsta ikki veruleiki í ár. Altjóða luttskan Men eitt er kappingin um Skal kappingin um løgmanssteypid halda fram næsta år, so má KÍ vinna á HB i finaluni seinni í ár. Gera teir ikki tað fær HB steypið til ognar løgmanssteypid. = Nakað annað er kappingin fyri at fáa rætt at taka lut í altjóða fótbólti. Hetta hevur nógv stórri týdning enn heiðurin at vinna, sjálvt um hann framvegis er stórur — ikki minst tá tað eru klaksvík- ingar og havnarmenn, sum kappast innanhýsis! Men atgongumerkid til Europa Cup er uppaftur tydningarmiklari, og tad kann gott fara at visa seg, at vid at røkka finaluni i steypakappingini hava bæði HB og KÍ vunnið sær pláss úti í Europa Tað hava teir, um annað av hesum liðunum stendur við FM steypinum og har við rættinum at taka lut í (savnsmynd) Europa Cup, tå landskapp ingin verdur lidug fyrsta vikuskiftid í oktober. Men enn eru nógv stig at spæla um i ti kappingini, og tad er einki at ivast í, at bæði HB og KI fara at gera alt, sum stendur i teirra makt, fyri longu 17. juni at tryggja sær atgongumerki út í Europa jh