Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 4. JUNI 1998 tidindabladid SOSU 25 teirra, sum koma f kirkjuna Meinigheitin eg arbeidi i er ikki so stór. Tað koma 140 fólk í kirkjuna hvønn sunn udag. Tey kenni eg og tey kenna meg. Tað er uppá sama máta sum í Føroyum Ein av uppgávunum hjá prestum er at vitja eldri fólk eitt nu fólk sum liggja á ell íisheimum. Er nakar munur á sambandinum millum eldri fólk í Føroyum og Svo ríki? Munurin er tann, at tú kemur sjáldan inn á eitt ell isheim í Føroyum sum fremmandur gestur. Har et altíð onkur sum kennir teg Her komi eg meira sum remmandur gestur Í tí kemur, at tey sum bús Vistarheiminum Klaksvík, tey t.d kenna hvoni annan, ella onkrar starvstfolkunum Eg var og vitjaði á ein um ellisheimi fyri kortum og har lógu tveir danir. Teit kenna ikki hvønn annan Teir høvdu ikki hoyrt um hvønn annan. Starvsfólkini kenna ikki tey eldru og tey eldru kenna ikki starvsfólk ini — Hatta er ikki so nógv ødrvisi í Føroyum. Um eitt eldri fólk á bygd, eitt nú í Norðoyggjum, ikki megnar at vera heima, so má við- komandi flyta til Klaksvíkar og tað er sjálvandi stór og torfør broyting Henning Bøgesvang við- gongur, at tá ein hevur verið prestur í einum prestadømi í 21 ár, so kennir ein meg- inpartin av teimum eldru áðrenn tey fara á ellisheim Tá er munandi lættari at fara at vitja tey á heiminum og hava nakað at tosa um — Hetta er eisini nakað vit hava tosað um i Gøteborg, og vit kundu gott hugsað okkum at gjørt eitt ellisheim fyri danir og føroyingar, sigur Bøgesvang, sum tó samstundis viðgongur, at tað gott kann taka langa tíð áðrenn eitt slíkt heim kem- ur, tí tað er ikki bara sum at sig at fara undir. sjálvandi Storur blíðskapur í Føroyum Tað var sjálvandi ein stór broyting fyri Bøgesvang at koma til Føroya, ti viður- skiftini vóru so nógv gðrvísi her enn t.d. í Danmark Hann sigur, at tað hevur verið eitt stórt upplivilsi at merkja tann stóra blíðskap, sum er í Føroyum Fólk hava brúk fyri at tosa við onkran. Ikki bara um tað ringa isini um tað góða Tak til dømis ein sjó mann, sum bara er: saman við mannfólki. Hjá honum er tað ein gleði at kunna greiða onkrum gðrum frá um hann er blivin pápi - Skipið er í meinigheitini í Gøteborg tað sum bygdin er í meinigheitini í Klaks- vík. Tað við teimum smáu viðurskiftunum men í Norðoyastevnan í hond Saknar tú ikki at vera við í Klaksvík, nú Norðoyastevn- an er í hondum? — Jú, tað geri eg. Eg minn- ist, at eg helt tað vera gott, at fólk komu í kirkju, hóast tey høvdu verið í bynum kveldið fyri. Hóast onkur teirra eisini heyði fingið upp í høvdid kveldið fyri. Kirkj an er jú fyri øll, so tað gleddist eg nógv yvir So er tað sjálvandi kappróðurin, fótbólturin og onnur tiltók. Tað hevur ver ið sera hugnaligt, og tað sakni eg. Serliga tí, at tað er so fólkaligt. Øll kenna hvønn annan og tosa við hvønn annan. Tað er ikki sum til »byarveitslurnar« í t.d. Gøteborg. Har eru so ótrúliga nógv fólk, men tað er ikki samband millum fólk á sama hátt, sum á Norðoyastevnu Dagliga var eg kallaður restur en á Norðoya stevnu at eg Henning, sigur hann og smáflennu Hann minnist eisini aftur á eina hending. sum før fram stutt eftir at hann var komin til Føroya. Tað var dagin fyri eina Norðoya stevnu — Tað var í tí tíðini tå man skuldi á posthúsið at loysa út. Ein bilur við fýra monn- um stóð uttan fyri posthús- ið. Teir ætlaðu at arga meg eitt sindur, so ein teirra rópti: »Prestur, hevur tú hoyrt? Hlimaður er deyður< og so roknaðu teir við, at eg fór at ørkymlast. Eg tók hondina niður í lumman eft ir fýra eittkrónum, gav teimum hvor sína og segði við teir: >Jamen, so eru tit vorðnir fadirleysir«. Tað høvdu teir ikki roknað við, men tað dámdi teimum, at fáa aftursvar - Ætla okkum aftur til Feroya Ætla hjúnini Bogesvang sær at flyta aftur til Føroya at arbeiða? Ja, svarar hann avgjørd- ur. — Vit ætla okkum at verða i Gøteborg í tvey ár og so fara vit at hyggja aftur til Føroya. Eg má sýkja á lika fóti við allar aðrar prestar, og so mugu kirkjuráðini gera av um tey kunnu brúka meg. — Tað er eitt orðatak sum sigur: >Ude af øje, ude af sind<. Eg má viðganga, at eg eri eitt sindur spesiellur og at ikki øllum dámar meg. Men hóast tað, so haldi eg, at eg eri góðtikin Vit føroyingar eru jú ikki einglar, men føroyingar duga at lurta og ti var tað stuttligt, bæði at hava guðs- tænastu og at hava fyrilestr- ar kring landið. Eg helt tað t.d. verða stuttligt, at fólk smilust í kirkjuni. Tað skal ikki bara vera álvara og tí var tað stuttligt at fólk dugdu at góðtaka tað - Just henda parýn min- nist eg við stórari gleði og leingist eftir, sigur Henning Er tað ikki sovorðið sum ger, at fleiri og fleiri koma í kirkju? Jú, eg haldi tað. Krist- indómurin ger okkum íkki til yvirmenniskju. Fólk skulu ikki altíð føla fremsta- fingur. Vit hava skyldu at uppføra okkum sum ordilig fólk, men tað er eingin treyt, at fólk skulu vera so ella so góð, fyri at kunna koma í kirkjuna. Har skal vera Henning Bøgesvang, sum her er avmyndaður saman vid kirkjutænarunum í Kunoy Allastaðni vit eru komin hava vit verði móttikin at koma út á bygd pláss fyri øllum. Bøgesvang leggur dent á, at konan Solveig hevur ver ið honum ein stór hjálp. Meðan tey búðu í Klaks- vík arbeiddi hon dagliga, men nú tekur hon eina hond við í arbeiði hansara og tað er hann sera fegin um. — Vit hava fingið loyvi til at arbeiða tætt saman, og tað hevur gingið framúr væl Tad hevur verið stuttligt at uppliva, tí hon dugir so ótrúliga væl at hjálpa til. Vit gera tað vit kunnu fyri at áa so nógv burturúr sum gjørligt, og til tað hava vit eina góða barlast við úr Før- oyum, sigur Henning Bøg- esvang. — Vit eru vorðnir føroyingar Eftir at hava verid i Før- oyum í so nógv ár, so vid- gongur Henning, at familjan hevur fingið føroyskar røt- ur. — Vit komu til Føroya og skuldu eftir ætlanini bert verða í tvey år, mer vit end- aðu við at gerast føroyingar Báðir synirnir hjá Bøges- vang hjúnunum hava før- oyskar konur. Annar teirra býr og arbeiðir sum lækni í Havn, meðan hin í løtuni býr í Keypmannahavn Hann er tyrluflogskipari og vil fegin >heim aftur< til Føroya. Eg haldi at hann bíðar eftir oljuni, sigur Henning Nú ber ikki til bara at fara higani aftur, sigur hann Tá føroyingar í gomlum døgum fóru í bjørgini ella til útróðrar høvdu teir altíð Harran við sær. Hetta hevur verið okkum ein góð barlast og eg vil ynskja fyri før- oyingar framyvir, at henda barlastin verður okkara — Eg minnist eina søgu um ein bát, sum hevði tikið nakað nógv vatn inn. Tá segði ein av monnunum: »Lat okkum biðja<. Nei, segði skiparin, nú skulu vit oysa. Hetta vísir virðingina fyri tí alvaldandi. Vit leggja við einum ótfórun okkara álit á Harran, men tað merkir ikki, at vit skulu gevast at arbeiða. Vit mugu gera okkara part. Harrin skal nokk gera sín part gjøgnumskodadur enn yvirsæddur Um tu skalt nevna nakad serligt, sum tær leingi i Føroyum, hvat ska vera einsamaliur I kunnu koma Føroyum g Í kenna onkran. Tað an av at vera nakað Eg havi sagt tað fyrr fólk eru ikki einglar, men tey eru góð at vera saman við Tað var einaferð ein sum segði, at hann heldur vildi verða gjøgnumskod- aður enn yvirsæddur. Tað merkir bara, at tú ert ein partur av samfelagnum. Tú verður ikki yvirsæddur. Eft- tr um nor kvødur vid ynskjum un eina góða Norðoyastevnu Eg vóni tit fara at hu; tykkum og at veðrið fer í verða tykkum til vildar. Vit hugsa ofta um tykkum har norði, sigur Henning Bøg esvang at enda Soleiðis kenna norðingarnir Henning Bøgesvang best. Á einum prædikastóli veipandi vid ørmunum tá hann greiðir frá eini ella aðrari søgu