Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 103 — 5. JUNI 1998 Heini Olsen og John Rødgaard eftir drúgva kapping síðiligur, men inni í Ósá- skúlanum kl. 14.00 var stødan alt annað enn friðar lig. Heini hevði í seinasta talvinum við hvítum valt at telva eina garvilla byrjan, so nústaðni spennandi talvið, sum oll høvdu bíðað eftir. Byrjanin var slavisk, men hesa ferð valdi Heini at lata eina finnu fyri spæl, og sá tað ut til at eydnast. Talvið gjørdist uttan iva tað mest spennandi í umdystin- um og var spenningurin øgiligur líka til síðsta leik. Meðan umdysturin fór fram, var møguleiki at fáa eina skilliga frágreiðing um talvið og ymiskar møgu- leikar hjá svørtum og hvit- um frá Rana Nolsge, ið gjørdist Føroyameistari í 1997. Rani hevur framúr góð evni at greiða frá og var sera væl upplagdur allar dagarnar og sostatt fekk hann meiri spenning í. Tað var ein ggilig tuskan aftur og fram millum talvið og analysurúmið líka til síðsta leik, tá teir endiliga samdust um remis. Ein væl- upplagdur John Rødgaard og onkur lítið óneyvleiki høvdu við sær, at villa stød- an fjaraði út í eina javna stóðu. Sostatt kundi John kalla seg fyri Føroyameist- kom Sosialurin fylgir ara. Hetta var fyrstu ferð, at John yvirhøvur hevur lut- tikid i Føroyameistaraskap- inum fyri einstaklingar, og má tað sigast at vera sera flott klárað. Heini kundi blivið Føroyameistari fyri fimtu ferð, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Heini er tó enn tann, sum hevur vunnið flest FM-heiti fyri einstaklingar í nýggjari tíð. Eftir at talvið var liðugt, segði Jógvan við Keldu, bý- ráðsformaður í Klaksvík, nøkur orð og handaði teim- um virdislønirnar, ið Klaks- víkar Býráð hevði latið. John Rødgaard fekk sum meistari 6.000 kr. og Heini fekk 4.000 kr. Jógvani við Keldu var eisini latið í hendi at kunn- gera talvlandsliðið, ið fer til Kalmykien í september. Teir úttiknir vóru: John Rødgaard, Heini Olsen, John Arni Nilssen, Jens Chr. Hanse, Rani Nolsøe og Rógvi W. Rasmussen. Sum heild eitt væleydnað tiltak, ið helst ikki hevði verið so gott uttan stuðul frá Klaksvíkar Býráð, Norðoya Sparikassa, Shell, Føroya Bjór og Klaksvíkar Talv- felag. við ollum - eisini talvi - er eisini á internetinum www.sosialurin.fo tidindabladid SOS Ikki talan um eina kollvelting Tað sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, ið ikki heldur tað vera torfórt at skilja, hvat sam- gonguflokkarnir ætla á sjálvstýr- isleidini. Tað vil bert gera viður- skiftini millum Danmark og Fóroyar greiðari, heldur Høgni Hoydal — Um uppleggið til danir verður nóg greitt lagt fram, eru ongar form- ligar ella løgfrødiligar hindringar, bert viljin er til staðar — og tað fer bert at gera viðurskiftini millum Danmark og Før- oyar greiðari, sigur Høgni Hoydal, lands- styrismadur DAGNY JOENSEN — Ætlanin framyvir er at fåa Føroyum fult politiskt vald f øllum vidurskiftum, men tad merkir ikki, at vit vilja koyra samfelagid å blåman, sigur landsstyrismadurin, sum enn einaferð heldur ótolin roynir at greiða frå tí, sum skal henda á sjálv- stýrisleiðini, sum hann heldur so nógv tvætl hevur verið at hoyrt um. Hann nevnir mikrofonhaldarar, sum bert órógva kjakið, við at geva »sonvendum« ser- fróðingum blaðrúmd. Ikki allir hava so gott skil fyri málinum, sum teir vilja vera við. Sumt av tí er so burturvið, at landsstýris- maðurin noktar at gera við- merkingar, eitt nú at danska grundlógin skal broytast, og at félkaatkvøda eisini skal vera í Danmark o.s.fr. Hetta er heilaspuni, sum einki hevur við veruleikan at gera, sigur Høgni Hoy- dal. — Tað mest átrokandi í løtuni er at fáa samråding- arnar um blokkstudul, skuld og bankamálið frá hondini. Hetta eru mál, sum áttu at verið avgreidd í fjør heyst og um árslok. Tað merkir, at vit fyrst fara at samráðast um hesi við- urskifti við danir. Síðani fara vit at nevna sjálstýris- málið, men tað verður ikki til realitetssamráðingar nú, sigur Høgni Hoydal. Mest umráðandi hesa- ferð er, at føroyingar fyri fyrstu ferð vita, hvat teir vilja. Tað hevur danska stjórnin bíðað eftir í áravís, men nú er vón fyri framm- an. Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa broytingar á ríkisrættarliga gkinum, og seinni skal tað skapa grundarlag fyri tí, sum skal henda. Møguleikarnir eru góðir, sigur Høgni. Tað ber til Spurdur, nær føroyingar kunnu vænta sjálvstýri, sig- ur landsstýrismaðurin, at tað verður ikki fyrr enn fak- liga arbeiðið er gjørt. — Vit fara ikki at fremja nakað kvetti. Tað verður gjørt ógvuliga seriøst og sidiliga. Hetta verður ein prosess, har tingið er við í arbeiðinum og síðani fáa allir politiskir flokkar å- virkan, sigur landsstýris- maðurin. Víðari í skránni skal standa, at fakliga og søgu- ilga arbeiðið, saman við ti løgfrødiliga, skal vera grundarlagið fyri at skipa Føroyar sum sjålvstøduga tjóð. Her skulu búskaparligar útrokningar eisini gerast, sum skulu prógva, at um vilji er til staðar, ber væl til at Føroyar gerast sjálv- bjargnar. Týðandi partur í hesum arbeiði verður at kunna vanliga føroyingin um úr- slit av arbeiðnum og ætl- anir á sjálvstýrisleiðini, og sum seinni skal føra til fólkaatkvgðu um málið. Høgni Hoydal metir leysliga, at ein sáttmáli kann gerast við danir um eitt ár, har staðfest verður, at Føroyar eru ein suver- enur statur. Henda avtala verður ein sáttmáli millum tvey javn- bjóðis lond, og landsstýris- maðurin vísir til Ísland í 1918, sum valdi at fara úr danska ríkinum. Tað verður kortini neyð- ugt at skapa trygd fyri før- oyska samfelagnum á fíggjarliga økinum, og her hugsar landsstýrismaðurin sær, at ein avtala um skift- isbúskap verður gjørd viðd anir. Búskaparlig skiftistíð Fyri at strika undir, hvat skal gerast, endurtekur Høgni Hoydal, at politiska valdið skal flytast heim til Føroya, síðani fara føroy- ingar at biðja danir umsita ávís mál fyri okkum, um- framt at grundarlag verður skapt fyri at fáa avtalu um eina rímuliga búskaparliga skiftistíð. — Tað er umráðandi, at fíggjarlógin ikki verður skerd, og vit ístaðin i skift ístíðini minka um blokk- stuðulin í eitt ásett áramál, sigur Høgni Hoydal og leggur dent á, at føroyingar ikki skulu vera bangnir fyri at nakað hendir á sjálvstýr isleid frá degi til dags. Aðr enn nakað hendir, verður Føroya fólk væl og virði- liga kunnað um málið. Tað metir landsstýrið vera ein týðandi tátt í fyrireikingar- arbeiðnum. Greiðari viðurskifti Spurdur um Føroyar í hes- um valskeiðnum verða ein suverenur statur, sigur Høgni Hoydal, at tað bert velst um politiska viljan - Um uppleggið til danir verður nóg greitt lagt fram, eru ongar formligar ella løgfrødiligar hindringar, bert viljin er til stadar — og tað fer bert at gera vidur- skiftini millum Danmark og Føroyar greidari, sigur landsstyrismadurin.