fríggjadagur 5. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 232 - 5. desember 2003
Nr. 232 - 5. desember 2003
13
- Vit hava gjørt eina
einfalda skipan. Nú
skal onkur til at
gjalda eitt sindur av
pengum, tí man ikki
hevur gjørt tað man
skal sambart lógina
sigur Karsten
Hansen, landsstýris-
maður, sum vísir
aftur kritikki frá
oljufeløgum
KOLVETNI OG
SKATTALÓG
Jan Müller
Málið um umsitingina av
kolvetnisskatti, ið varð til
umrøðu á oljuráðstevnuni í
Havn nú um dagarnar varð
eisini
umrøtt
á
tingi
mikudagin, tá fyrispurning-
ur varð settur Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharra
um eitt nú dupultskattaav-
talur. Landsstýrismaðurin
segði, at tað er álagt toll- og
skattstovuni at fyrireika til-
far at brúka í samráðingum
við onnur lond um tví-
skattaavtalur. Vinnan er
spurd, hvat hon heldur og
ein útlendskur serfrøðingur
er biðin um at ráðgeva um
slíkar samráðingar. Sam-
bart útvarpinum boðaði
løgmansskrivstovan
fyri
stuttum frá enska sendi-
harranum, sum var í Føroy-
um í summar, at Bretland
heldur seg ikki hava brúk
fyri tvískattaavtalu við Før-
oyar.
Tað var annars Ben
Arabo, formaður í FOÍB,
sum á oljuráðstevnuni nú
um dagarnar, ið hevðist at
myndugleikunum
fyri
handfaringini av kolvetnis-
skattinum, har útlendsk
oljufólk, sum koma til Før-
oya í nakrar dagar, skulu
gjalda skatt frá fyrsta degi.
Tað krevur eitt nú nógva
umsiting hjá oljufeløgun-
um. Ein orsøk til, at hetta er
so, er tann, at Føroyar hava
ikki tvískattaavtalu við m.a.
Ongland.
Við útvarpið mikukvøld-
ið, segði Karsten Hansen,
landsstýrismaður, at lands-
stýrið fer ikki at gera laga-
ligari skipanir fyri fólk úr
londum, sum Føroyar ikki
hava tvískattaavtalur við,
fáa føroyingar ikki somu
sømdir í hesum londum.
Karsten Hansen vísti á, at
áðrenn kolvetnislóggávan
varð gjørd tosaðu teir við
lond, sum hava royndir á
hesum øki og alla staðni
varð fingu tey í Fíggjar-
málaráðið ávarað um at
ansa eftir, at tað vóru nógv
smærri feløg, sum komu til
landið og gjørdu eina upp-
gávu fyri nakrar milliónir í
nakrar vikur, fingu sínar
pengar frá loyvishavarun-
um og rýmdu síðani. Eftir
stóðu skattamyndugleik-
arnir, sum ongar pengar
fingu, tí hesi feløg hoyrdu
til aðrastaðni í heiminum,
sum man ongar avtalur hev-
ur við. Tí varð føroyska
lógin smíðað soleiðis, at
loyvishavarin hevur ábyrg-
dina mótvegis undirentre-
prenørum, soleiðis at lands-
kassin fær tann partin, sum
hann eigur sambart lógini.
- Tá oljufeløgini her
heima nú skulu gera eitt
ávíst arbeiði hevur tað so
víst seg, at onkur er mis-
nøgdur, tí ábyrgdin er løgd
á tey sigur landsstýrismað-
urin við útvarpið og leggur
aftrat, at hann heldur hetta
vera eina góða skipan, tí
yvirornað snýr tað seg hjá
føroyingum um at fáa úr-
tøku burtur úr oljuvinnu so
ella so. Og skal tú tað, hev-
ur tú ikki nógvar møguleik-
ar uttan at leggja ábyrgdina
út. Vit hava gjørt eina ein-
falda skipan. Nú skal onkur
til at gjalda eitt sindur av
pengum, tí man ikki hevur
gjørt tað man skal sambart
lógina.
Karsten Hansen sigur
víðari við útvarpið, at vit
hava
dupultskattaavtalur
við nøkur lond og royna at
fáa slíkar við enn fleiri
lond. - Vit hava roynt at fáa
eina avtalu við Bretland.
Teir siga, at teir í løtuni
hava ikki áhuga. So er hetta
tað, sum vit kunnu handla
við. Um vit fara og avreiða
okkara poeng áðrenn, og so
fara til samráðingar, tá vit
hava givið út, og so fáa vit
einki úrslit. Vilja teir hava
eina avtalu við okkum, so
vilja vit tað, men eg vil ikki
selja út áðrenn segði Kars-
ten Hansen við útvarpið
mikudagin.
– men Fíggjarmála-
ráðið má geva greið
boð sigur Ben Arabo,
formaður í FOÍB,
sum heldur, at meðan
kolvetnisskattalóggáv
an er greið, so er kol-
vetnisskattaumsitinga
rlóggávan er ógreið
og inkonsekvent
OLJUSKATTUR
Jan Müller
Nú Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmálum
við útvarpið mikudagin
vísti aftur atfinningunum
frá formanninum í FOÍB á
oljuráðstevnuni í Norður-
landahúsinum, sigur Ben
Arabo, at FOIB ætlar sær
ikki út í nakað blaðkjak. -
Eg veit ikki, um landsstýr-
ismaðurin hevði lisið røð-
una, ið eg helt sum for-
maður í FOÍB, tá hann út-
talaði seg til útvarpið.
Hann svaraði so ikki nógv
til hana. Tá hann tosar um
summi feløg, so vil eg gera
vart við, at FOÍB umboðar
øll oljufeløg, ið eru aktiv á
Føroya økinum.
Ben Arabo sigur, at hetta
snýr seg ikki um, at olju-
vinnan ikki vil gjalda skatt.
- Sjálvandi skulu vit
gjalda skatt, sum øll onnur,
og tað er eingin, sum ivast í
rímiligheitini í tí. Okkara
viðmerkingar í hesum mál-
inum snúgva seg um, at før-
oyska lóggávan er soleiðis
skrivað, at ein persónur, ið
arbeiðir innan oljuvinnu og
býr í Bretlandi skal skráset-
ast hjá Toll- og Skatt, søkja
um fyribils p-tal, stovna
konto fyri at kunna móttaka
løn
gjøgnum A-skatta-
skipanina, arbeiðsgevarin
hjá honum skal søkja um V-
tal, lata sjálvuppgávu inn,
lata útdrag úr ársroknskapi
inn og stovna føroyska
konto og gjalda løn gjøgn-
um føroysku A-skattaskip-
anina fyri hendan eina dag-
in. Kemur hinvegin ein per-
sónur úr Bretlandi, sum
ikki arbeiðir innan oljvinnu
– t.d. selur skrivstovuinn-
búgv ella annað fyri ein
bretskan arbeiðsgevara, so
kann hann verða her uttan
skatt í upp til 180 dagar. So
her hongur ikki saman hjá
Fíggjarmálaráðnum.
Formaðurin í FOÍB sigur
seg annars ikki júst vita,
hvørja ráðgeving Karsten
Hansen brúkar, tí Bretland
hevur longu nú ein regul,
sum ger tað møguligt hjá
øllum at vera har í upp til
91 dagar, um arbeiðið er
»incidental« av og á. So
hann heldur, at har er ringt
at síggja, havt skal sam-
ráðast um. Ein dupult-
skattasáttmáli má vælsakt-
ans merkja, at tað sama
skal verða galdandi báðar
vegir.
Ben Arabo sigur víðari,
at ásetingarnar, sum tær
standa nú, svara til, at um
ein føroyskur fiskaútfytari
ella annað virki sendir ein
mann til Bruxelles at selja,
tí tá skuldi hesin, um Bel-
gia hevði eina lóg, sum
føroyingar hava fyri olju-
vinnu, søkt um belgiskt p-
tal, v-tal, latið sjálvupp-
gávu og úrdrag úr ársrokn-
skapi, stovnað konto o.s.fr.
-Hevði man gjørt tað fyri
ein dag spyr FOÍB formað-
ur og svarar: - Neyvan, men
hetta er tað, sum Karsten
Hansen krevur av olju-
vinnuni.
- Eg loyvi mær at ivast í,
um skattainntøkan frá ein-
um persóni í ein ella tveir
dagar er hægri, enn tað,
sum tað kostar at viðgera
umsókn um p-tal, umsókn
um v-tal, skráseting og við-
gerð hjá Fíggjarmálaráðn-
um. Nakað annað er so, at
um tað er so strangt, tá fer
ekspertisan at hittast eitt nú
í Keypmannahavn til stytri
fundir o.s.fr., og tað kann
ikki verða til frama fyri
Føroyar.
Ben Arbao endurtekur, at
hetta er ikki ein roynd at
sleppa undan skatti. - Vit
hava eina kolvetnisskatta-
lóggávu, ið er greið og
sjálvandi skal tann skattur
gjaldast, sum lóggávan
sigur. Trupulleikin er kol-
vetnisskattaumsitingarlógg
ávan. Onkur ógreiða er
enntá til beinleiðis fyri-
muns hjá útlendskum fel-
øgum framum føroysk fel-
øg. Eitt dømi um, hvussu
inkonsekvent hendan lógin
er, er, at útlendskar fyritøk-
ur hava ein 7% skattafyri-
mun, framum føroyskar
fyritøkur, um talan er um
útlendska
arbeiðsmegi.
T.v.s, at tveir mans, ið gera
tað sama arbeiði og búgva
sama stað verða skattaðir
ymiskt, alt eftir um man ar-
beiðir fyri eitt føroyskt fel-
ag ella eitt útlendskt felag. Í
hesum førinum kann tað
útlendska felagið bjóða ein
bíligari prís, tí lóggávan er
skrivað so, og er hetta til
skaða fyri føroyska vinnu.
So man sær, at tað eru nógv
ting, ið eiga at verða
greiðari.
Ben Arabo sigur, at hann
annars beit merki í, at
Karsten Hansen í útvarps-
samrøðuni brúkar Noreg
sum fyrimynd. - Har er so
tann munurin, at Noreg
hevur milliardir at tunnum
av
rakstrarverdugum
goymslum, meðan Føroyar
inntil víðari ongar hava -
null. At koperia lóggávu
ókrittiskt, uttan at hugsa
um samanhang, gagnar ikki
nøkrum, hvørki myndug-
leikum ella teimum, ið
skulu liva undir slíkari
lóggávu sigur formaðurin
Ben Arabo í viðmerkingini.
Selja ikki út áðrenn avtalu
Ben Arabo, formaður í FOÍB:
Sjálvandi skulu vit gjalda skatt
Tað, sum serliga fellur FOÍB fyri brósti er burokratiska kravið um, at eitt vitjandi oljufólk, sum kemur á arbeiðsfund í Føroyum í
bara ein dag, skal søkja um fyribils P tal, skal stovna konto og rinda A-skatt fyri henda eina dagin. Hetta er ein áseting, sum ikki
er galdandi fyri nakra aðra vinnu enn bert oljuvinnuna vísir formaðurin í FOÍB, Ben Arabo á. Her eru útlendsk oljufólk á
oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum
Mynd Jan Müller
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Minningarorð um
Petur Z. Hentze
Mánadagin 24. november 2003 bórust sorgar-
boðini, at Petur Z. Hentze brádliga var deyður, bert
60 ára gamal.
Petur, sum var útbúgvin maskinsmiður og síðani
maskinmeistari, byrjaði sum lærari á Tekniska
Skúlanum Tórshavn 1. jan. 1979. Sostatt restaðu
bert 37 dagar í, at hann hevði sín 25 ára starvsdag.
Í vár helt Petur 60 ára føðingardagin. Hetta var,
meðan føroyska náttúran vísti seg frá síni vakrastu
síðu, og føðingardagurin varð lutvíst hildin í
túninum Oman Viðarlund 13, í milda sólskininum
henda stilla vármorgun.
Veturin er komin, og Petur er farin frá okkum.
Við sínum vinarliga og skemtingarsama lyndi
vann Petur hjørtuni í okkum øllum.
Petur var eldhugaður og dugnaligur í sínum
arbeiði. Vit kunnu spyrja hundraðtals maskin-
lærlingar, S.I.T.næmingar, tekniskar assistentar og
nú eisini framleiðslutøkningar, sum gjøgnum hesi
nógvu árini hava havt Petur sum lærara.
Seinast í 1980`unum varð álagt lærarunum á
Tekniska Skúlanum at skipa sítt egna fakfelag.
Petur gjørdist formaður í fyrstu nevndini. Hetta
hevði samstundis við sær, at hann varð valdur til
álitismann hjá lærarunum.
Við sínum nærlagni og eldhuga arbeiddi Petur
við lív og sál, og hetta fekk stóran týdning fyri,
hvussu skúlin varð lagaður til nýggju krøvini, tá
hann kom undir føroyskar myndugleikar.
Petur hevði eisini onnur álitisstørv á skúlanum. Í
tryggleikaarbeiði var Petur ein eldsál og skipaði
eisini ein bygnað fyri hesum arbeiði.
Á eftirútbúgvingarøkinum var Petur somuleiðis
undangongumaður, og tað eru ikki so fá virki í
Føroyum og tekniskir skúlar í Danmark, sum
høvdu tætt samstarv við Petur á hesum øki.
Góðu Marita, Dania, Hans Pauli og Karolina!
Saman við tykkum drýpa vit høvur í virðing fyri
kæra pápa tykkara og biðja Hann, sum øllum
valdar, troysta og styrkja tykkum og familjuna í
hesi sváru sorg.
Lærarar og starvsfólk
á Tekniska Skúlanum í Tórshavn
Mærsk McKinney
Møller
pensioneraður
Á stýrisfundi tann 18.
november boðaði tann nú
90 ára gamli skipsreiðarin
Mærsk Mc-Kinney Møller
frá, at hann tann 15. de-
sember fer frá sum formað-
ur í stýrinum í A.P.Møller –
Mærsk A/S. Hann fer ikki
einans frá sum formaður
men verður ikki við í stýr-
inum meira. Nýggjur stýr-
isformaður verður Michael
Pram Rasmussen.
Fyrisitingarstjórin Jess
Søderberg hevur framvegis
dagligu leiðsluna meðan
Mærsk Mc-Kinney Møller
verður sameigari.
Mærsk
Mc-
Kinney
Møller er tó ikki farin úr
øllum
nevndarsessum,
hann er framvegis formað-
ur í "A.P. Møller og Hustru
Chastine
MC-Kinney
Møllers Fond til almene
Formaal" og í Odense
Staalskibsværft A/S. Eisini
verður hann nevndarlimur í
Mærsk Olie og Gas A/S.
Mærsk Mc-Kinney Møll-
er er føddur 13. juli 1913 í
Keypmannahavn. Sum son-
ur til Arnold Peter Møller
bleiv hann sameigari í
fyritøkuni í 1940. Tá pápin
doyði í 1965, tók hann
leiðsluna í A.P. Møller
Gruppen.
A.P. Møller Gruppen,
sum hevur høvuðssæti á
Esplanaden í Keypmanna-
havn, hevur yvir 60.000
fólk í starvi og skrivstovur í
yvir 100 londum. Skipa-
flotin er upp á umleið 250
skip, har ein stórur partur
av yvirmonnunum eru før-
oyingar. Teir eiga m.a.
flogfelagið Maersk Air og
handilsketurnar
Bilka,
Føtex og Netto. Konsernin
er mett til at hava eitt virði
upp á umleið 150 milliardir
krónur. Grunnurin, " A.P.
Møller og hustru Chastine
Mc-Kinney Møllers Fond
til almene Formaal", hevur
latið gávur til Tórshavnar
Sjómansheim, Føroya Sjó-
mansskúla og onnur áhuga-
mál í Føroyum.
Dagurin
5. desember. Sabina. Nógvar halgikvinnur bera hetta
navn, men eingin tykist at hava havt samband við henda
dag. Hildið verður tí, at talan er um tann halga mannin
Sankta Sabas, ið var kendur kleysturbyggjari í Palestina.
Hann doyði í umleið ár 532.
Mikudagin var ein bygn-
ingur reistur á Argjum, sum
skal verða karmur um
nýggjan barnagarð og frí-
tíðarskúla.
Bygningurin
verður
bygdur yvir ein grund, sum
hevur staðið í hálvum gekki
í fleiri ár.
Tórshavnar
Kommuna
hevur keypt grundstykkið
og grundina, sum verður
karmur um ein barnagarð
við plássi til 40 børn og til
frítíðarskúla við plássi til
onnur 40 børn. Frítíðar-
skúlin heldur í løtuni til í
AB-húsinum.
Umleið 9 milliónir eru
settar av til arbeiðið, sum
væntandi verður liðugt
komandi summar.
Barnagarður og frítíðarskúli reistur á Argjum
Mikudagin varð hesin bygningurin reistur á Argjum, sum verður karmur um barnagarð og
frítíðarskúla
Mynd: Jens Kristian Vang
Demmus Hentze
80 ár
Hósdagin 4. desember fylti
Demmur Hentze, lands-
rættarsakførari og fyrrver-
andi landsstýrismaður, í
Havn, 80 ár.
Demmus er føddur á
Sandi 4. desember 1923,
sonur Sunnevu, f. Clement-
sen, úr Húsavík, og Johan
Petur Hentze á Sandi. Hann
giftist við Helenu, f. Debes,
úr Havn.
Demmus varð útbúgvin
løgfrøðingur í 1952 og
byrjaði sum advokatfulltrúi
1. mai 1953 hjá Kehler &
Lützen og bleiv lands-
rættarsakførari í 1958. Í
1981 stovnar hann sítt egna
advokatvirki. Hann var
skrivari í Føroya Skipara-
og
Navigatørfelag
frá
1955-75, formaður fyri
Landsskattanevndina
frá
1964-75.
Hann var løgtingsmaður
frá 1966-74 og frá 1978-80,
undantikið tíðarskeiðið tá
hann var landsstýrismaður
frá 1975-81. Hann varð
valdur í løgtingið í Sand-
oyar valdømi umboðandi
Fólkaflokkin.
Hann kom aftur í Lands-
skattanevndina í 1981 og
sat har til síðst í 90-unum.
Hann var nevndarlimur í
SEV frá 1967-75, limur í
Norðurlandaráðnum
frá
1973-80, nevndarlimur í
Norrøna
felagnum
frá
1985-95, har hann var for-
maður frá 1990-95. Hann
hevur verið brasilianskur
varakonsul síðan 1957.
1.mai
2003
kundi
Demmus halda sín 50 ára
starvsdag sum sakførari.
C
M
Y
K
13
12