Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

k Nr. 103 — 5. JUNI 1998 Bretski uttanríkismálaráðharrin Robin Cook vi tíðindablaðið Latið okkum finna eina loysn í arknatrætuni -sum er til gagns fyri bæði londini JAN MØLLER Anfinn Kallsberg, løgmad- ur fekk mikudagin bræv frá bretska uttanríkisráðnum við lukkuynskjum frá sjálv- um tí bretska uttanríkisráð- harranum, Robin Cook. Hann ynskir nýggja løg- manni tillukku og vónar at fáa gott samstarv við nýggja landsstýrið í framtíðini Anfinn Kallsberg sigur, at innihaldið í hesum brævi- num er alment. Hann heldur ikki nakað løgið vera í, at umboð fyri bretsku stjórn- ina á henda hátt senda góð ynski beinleiðis til ertt nýtt landsstýrið. -Mær vitandi er hetta sambart protokollina, og vit takka sjálvandi fyri góðynskini frá grannanum fyri eystan Tað hevur eydnast Sosial- inum at fáa innlit í brævið, sum er soljóðandi: „Pleace accept my warm congratulations on your be- coming løgmaður of the Faroe Íslands. Britain and the Faroes both have com- paratively new govern- ments in office. We also have: considerable econo- mic interests in common. Í hope your appointment can mark a fresh start in our discussions about oildelim- itation. We are ready to search for an early settle- ment, which Í am sure you also desire. Our aim 1s to reach an inquitable agree- ment of mutual benefit as between friendly neigh- bours. Í whery much hope, that we shall be able to work together With every good whish for your time in govern- ment Robin Cook" (A føroyskum: Hjartaliga tillukku vid løgmansstarvi- num. Bretland og Føroyar hava bædi fingid nyggja stjórn innan stutta tíð. Vit hava felags búskaparlig á- hugamál. Eg vóni, at tygum í løgmansstarvinum kunnu birta upp undir eina nýggja byrjan í marknasamráðing- unum. Vit eru til reiðar at finna eina skjóta avtalu, sum óivað eisini hevur tyg- ara áhuga. Mál okkara er at finna eina rættvísa avtalu, ið er til gangs fyri báðar partar, sum millum brødra- tjóðir. Stóra ynski mítt er, at vit kunnu samstarva. Við øllum góðynskum í tíni lógmanstíð Robin Cook) Kallsberg, Nyrup og Blair í Keypmanna- havn mánakveldið Umboðini fyri landsstýrið fara til Danmarkar mána- dagin og skulu til samráð- ingar týsmorgunin. Anfinn Kallsberg, løgmaður segði við Sosialin í gjár, at ætlanin var ikki at taka marknatræt- una við bretar upp á sjálvum fundinum við donsku stjórnina, men at tað var ikki óhugsandi, at tað varð gjørt í einum ðrum sam- anhangi -Um hetta samanhangið er tað heldur margháttliga samantreff, at månakvøldid eru bædi Anfinn Kallsberg, løgmadur, Poul Nyrup Ras- mussen, forsætisráðharri og Tony Blair, forsætisráðharri i Danmark samtidis skal ikki vera sagt her. Men lagnunnar speisemi ella ikki - so eru teir triggir í danska høvudsstadnum um somu tíð mánadagin. Tony Blair er í Keyp- mannhavn saman við m.a. Bretski uttanríkisráðharrin, Robin Cook, heitir í brævi ð løgmann: 25 á lógmann um at finna eina skjóta og góða loysn fyri báðar partar í marknatrætuni millum Bretland og Føroyar Robin Cook og ødrum bretskum ráðharrum í sam- bandi við, at Bretland hevur formansskapin í ES. Teir skulu hitta Nyrup og umboð fyri donsku stjórnina. Uppá fyrispurning um tað er ætlanin, at løgmaður, danski og enski forsætisráð- harrin skulu tosa um markn- atrætuni sigur Anfinn Kalls- berg, at tað veit hann als einki um. -Hetta má vera tann reina tilvild, ti vit skulu móta til samráðingar tíðliga týsmorgunin, og tí mugu vit avstað mánadagin Tað var annars fyrrver- andi løgmaður, Edmund Jo- ensen, sum í brævi 27. jan- uar í ár heitti á Poul Nyrup Rasmussen um at taka upp marknamálið við bretska forsætisráðharran og royna at skipa fyri einum fundi á hægsta stigi millum teir tríggjar leiðararnar í Dan- mark, Føroyum og Bret- landi Síðani tá er einki komið fram alment um málið Danska blaðið Politiken spurdi í vikuni forsæusmál- aráðið um, hvat Nyrup hevði fyritikid sær í máli num. Hann vísti til Uttan- ríkismálaráðið JAN MØLLER -Eg vóni, at alt løgtingid stendur saman sum ein maður, nú tá farið verður til Danmarkar at samráðast sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður nú fáar dagar undan samráðingunum. Hann hevði fund við Utt- anlandsnevndina mikudag- in, har greitt varð frá upp- leggi landsstyrisins. Uttan- landsnevndin hevði so inn- anhysis fund í gjár um hetta uppleggið. Tað er ikki greitt, um ein samd nevnd tekur undir við upplegginum frá landsstýrinum, men for- maðurin í neyndini, Jóannes Eidesgaard segði við Sos- ialin í vikuni, at tað er sera umráðandi, at landsstýrið fer til Danmarkar við einum samdum tingi aftan fyri seg. Talan er um eitt samt landsstýrið, sum fer til Dan- markar. Hóast tað kann skiljast sum, at løgmadur og landsstýrismaðurin í sjálv stýrismálum eru ósamdir um sjálvstýrisspurningin, nú samráðingar skulu vera, so sigur Anfinn Kallsberg, at teir eru samdir. Talan er um at loysa nøkur akutt mål og so at nema við onnur, sum skulu avgreiðast uppá longri sikt og sum eisini eru niðurfeld í samgonguskjal- ið. -Hetta er eitt nógv stórri mál, sum ikki nú kann við- gerast út í æsir. Vit taka tað fram og syrgja fyri, at tað vit gera nú, ikki verður ein forðing fyri tí víðari pros- essini. Burtur við bindingum Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at landsstýrið fer til Danmarkar við tí fyri eygað at fáa allar hugsandi bindingar, sum eru millum Danmark og Føroyar, burt- ur. Her sipar hann til bind- ingarnar í teimum avtalu- num, sum vórður gjørdar í 92 og úteftir millum lond- ini. Har var nógv uppílegg- ing í føroyskan politikk. -Við tíðini eru rættiliga nógvar av hesum binding- um burtur, men har hanga nakrir lepar eftir, sum vit leggja upp til at fáa burtur sigur løgmaður. Tær bindingar, sum løg- maður m.a. hugsar um, eru eitt nú kravid um eina kvotaskip, sum teir tó síð andi hava tikið aftur Løgmaður sigur, at mid; að verður móti at gera eina heilt nýggja avtalu, sum als einki hevur við hinar gomlu at gera. Uppá fyrispurning hvat landsstýrið ætlar at fyritaka sær, um danir tvíhalda um at hava javnbjóðis rættindi og møguleikar eisini fyrr- munir fram um aðrar í menningini av eini føroysk- ari oljuvinnu sigur Anfinn Kallsberg, at landsstýriðn hevur ikki sum so fingið nøkur signal tann vegin. "| - Anfinn Kallsberg, lógmaður undar samráðingunum í Keypmannahavn: — Allar bindingar millum Føroyar og Danmark skulu burtur Men er tað ikki Ol mótvegis altjóða oljut num, sum vit vilja hava til Føroya at gera stórar íløgur um danska stjórnin fær tvingad føroyingar at taka við í eina avtalu fyrimunir fyri danskar fyritøkur? -Eg haldi, at allar bind- ingar ella nakað annað á tí økinum eru óhepnar, sum vit mugu gera alt fyri at sleppa undan. Løgmaður sígur annars, at hann ætlar sær ikki at tjakast við danir gjøgnum føroysku pressuna. -Latið okkum nú síggja, hvussu fer at gangast kú 0 0 Á ÁR AR 000 0Á OR AN LA LE