Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Áhugavert „útspæl“ frá Robin Cook Bretski uttanríkisráðharrin hevur sent løgmanni eitt rættiliga áhugavert skriv, har hann beinleiðis leggur upp til búskaparligt samstarv millum londini - og í tí sambandinum vónar, at marknaósemjan kann verða loyst skjótt og rættvíst Analysa Jan MULLER Nytt landsstyri er skipad, og vit hava fingið okkara fyrsta oljumálaráðharra. Fyrsta út- bjóðingarumfarið á før- oyskum eki nakrantíð stendur fyri stavn. Arbeitt verður við at gera skattalóg og reglur fyri hesi útbjóð- ing. Marknatrætan er komin inn í eina avgerandi fasu Bretski uttanríkisráðharrin hevur nú eisini meldað út hvussu týdningarmikið tað er at fáa eima loysn har. Og næstu viku fer landsstýrið Danmarkar at samráðast um er IV OO um emaå nyggja av n 4 talu, nar helst etsini spurningurin um møguligar oljuinntøkur og oljuvirksemi ter an prioritet Hetta eru nakrar av teim- um sannroyndum vit hava við at gera, nú 1998 skjótt er hálvrunnið. Og em kann við røttum loyva sær at siga at her er talan um eima um somu tíð ómetalhga spenn andi og sera álvarsliga tíð sum stendur fyri framman Ja, í veruleikanum tosa vit meira um tilveruna bjá okk- ara eftirkomarum - hjá komandi ættarliðum - enn hjá teimum, sum eru vorðin tilkomin í dag Tað er tí so ómetaliga týdningarmikið, at tað verð- ur telvað rætt á øllum mót- um. Veruleikin er so eisini tann, at øll hesi vidurskifti, sum her eru vorðin nevnd, meira og minni eru tengd saman. Ein skerv avgerð á einum gki kann forkoma alt á hinum Hóast mangir føroyingar kanska ikki geva sær far um tað og leggja so nógv í tað heldur, so er brævið frá bret- ska uttanríkisráðharranum Robin Cook til nýggja løg- mann og landsstýrið ikk: so lítið av eini „bumbu“ ella sensation. Fyri tað fyrsta er tað ikki vanligt, at so høgur ráðharri í einum landi sum Stórabretlandi kemur góðynskjum og vónum um samstarv á henda hátt. Har næst eiga vit ikki at gloyma, at bretski uttanrík isrådharrin her vendir sær beinleiðis til Føroya løg mann við ynski um at fáa eina loysn á einum ávísum máli, og tað er marknamál- ið. Tvs. at hann er her farin uttan um tað danska diplo matiið og uttanríkisráðið, ið annars er tað, sum tekur sær at laa hóg við av slíkum málum - í hvussu er í fyrstu atløgu. Um hetta ber boð um, at vit longu hava fingið meira sjálvstýri, skulu vit ikki gera viðmerk- ingar til her. Hvat ætla bretar? Innihaldið í brævinum frá Robin Cook er sera áhuga- vert og vert at geva Størsta gætur. Ein kann sjálvandi velja at halda, at hetta er ein roynd frá bretskari síðu at „lokka“ føroyingar at taka undir við eini skjótari loysn í marknatrætuni, tí ein slík verður fyrst og fremst at gagna bretskum áhugamál- um Hinvegin kann ein etsini velja at halda, at her er veru- liga talan um eina bróður- hond frá einum granna. Tað er rætt, at vit hava fingið nýggjan løgmann, sum ikki nýtist at hava somu støðu í marknamálinum sum tann undanfarni. Hetta kann vera gott, og tað kann vera minni gott. Ilt er at meta um slíkt, tå meginparturin av upplys- inginum um hetta mål eru i trúnaði Men tað er áhugavert, tá uttanríkisráðharrin í einum av heimsins fremstu lond- um heitir á lítlu tjóðina Før- oyar um at fáa samstarv í lag og við at loysa eima marknatrætu fáa skundað undir búskaparliga sam- vinnu. Tað er greitt, at Føroyar og Bretland, sum næstu grannar og sum ognarar av kanska nakrar av heimsins stóru framtíðar oljukeldum á Atlantsmótinum, kunnu fáa nógv skilagott burtur úr einum samstarvi á oljuøk- inum Nú vit síggja, hvussu oljuprísurin lækkar er greitt, at altjóða oljuídnaðurin helst ger fløgur sínar, har útreiðslustóðið ikki er ov høgt. Nettup Atlantsmótið er nýtt øki, og tað skulu lutvíst stórar útreiðslur til at menna hetta økid enn mong onnur oljugki kring um í heiminum. Nógva aðra staðni standa londini og bjóða oljufeløgunum at gera fløgur í leiting uppá nógv lagaligari treytir enn tær, sum eru galdandi eitt nú á djúpum vatni mitt úti í Atlantshavinum Ut frá hesi sannroynd er greitt, at et samstarv millum Føroyar og Bretland i UK — FA + Fish er Nr. 104 — 6. JUNI 1998 SUILVEN BP's latest discovery = (BP 8 AMERADA HESS): Vit síggja, hvussu nær fiskimarkinum bretsku oljukeldurnar eru. Conival, sum tøgn enn valdar um, sigst ganga vestur um fiskimarkið og inn á umstrídda Hvíta ókið. um at menna Atlantsmótið kann vera við til at eggja oljufeløgunum at gera iløg- ur í leiting her, hóast tað í dag er kostnaðarmikið. Net- tup í hesum máli hevur tað so ómetaliga nógv at siga, at tey mest áhugaverðu øk- ini kunnu bjóðast út, og tað vita vit, at tey ikki kunnu í løtuni Fyri ti at kunna varðveita áhugan hjá oljufeløgunum fyri hesum økinum, sjálvt við lágum oljuprísum, er fyri tað fyrsta alneyðugt at bjóða út bestu økini og har- næst er tvingandi neyðugt við samstarvi fyri at minka um kostnaðin. Og loksins er eisini avgerandi, hvussu „regime“ tvs. skattalógir og reglur annars verða. Hóast alt hetta kann sýn- ast fjart og liggja langt úti í framtíðini fyri mong av okkum, so skulu vit ikki gloyma, at komandi sam- ráðingar við danir m.a. net- tup kunnu fara at snúgva seg um júst eina skilagóða handfaring av hesum viður- skiftum. Tí varðveita vit ikki áhugan hjá oljufeløg- unum og eru vit heldur ikki før fyri at bjóða út frægastu økini, so kunnu væntaðar oljuinntøkur liggja langt úti í framtíðini. Og tá er lítil logikkur í yvirhøvur at byggja nakra avtalur vid danir á vónirnar um at finna olju. Hvíta økid kjarnin Tá hugsað verður um, hvussu fáar stórar oljukeld- ur eru funnar í Norðsjónum mongu seinastu árini, og hvussu ringt útlitið er til at finna hesar eru, er greitt, at tað hevur stóran týdning fyri Bretland, sum hevur eim stóran oljuidnad, at kunnu bjóða út nýggj lovandi olju- øki. Og her er Hvíta økid millum Føroyar og Hetland svarið. Tí er møguliga rætt at siga, at hava føroyingar skund við at fáa loyst marknatrætuna til tess at kunna fara undir eina inn- bjóðandi útbjóðingarrundu, so hava bretar tað so sanni- liga eisini, fyri á tann hátt at kunna lata upp fyri olju- leiting, í hvussu í tí part- inum av Hvíta økinum, sum liggur eystan fyri fiski- markið. Soleingi markna- trætan ikki er loyst sleppa hvørki føroyingar ella bret- ar framat Hvíta økinum, tó við tí undantaki, at bretar herfyri lutaðu sær tveir telg- ar burtur av Hvíta økinum. Út frá hesum kunnu vit tí siga, at orðini hjá Robin Cook eru vælskiljandi Bretland og Føroyar hava brúk fyri hvørjum øðrum. Men tá hetta er sagt, so mugu vit heldur íkki gioyma, at tað, sum ósemj- an snýr seg um millum londini, kunnu vera ómeta- liga stór virði. Í blaðnum í gjár umrøddu vit hetta í oddagreinini og settu har fram spurningin, um ikki ein orsøk til at bretar nú so fegnir vilja hava eina loysn á málinum er tann, at teir hava so nógv meiri vitan um umstríddu økini enn vit føroyingar, at teir nettup vilja hava hesa loysn, áðrenn vit klára at ogna okkum somu vitan. Og tá verður so gitt, at henda vitan, sum bretar sita inni við, bendir á, at tað eru sera góðar fortreytir fyri at finna olju í júst teimum gkj- unum, sum breta vilja hava fatur á. Eingin ivi er um, at bretar hava keypt upp meira seis- mikst tilfar frá Hvíta øk inum enn vit føroyingar, og harvið eisini eru betri vit- andi um undirgrundina her og heilt uppat føroyskum øki enn vit Eftirbátar! Í oddagrein okkara í gjár loyvdu vit okkum at gita, at føroyingar - út frá filosofiini um at hava sum minst av útreiðslum uppá oljuvirk- semi í hesi fasuni - eru eftir- bátar í Hvíta økinum, tvs. at vit hava íkki keypt og tulkað tær seismisku kann- ingarnar, sum eru gjørdar har. Við ødrum orðum eru vit í eini verri samráðingar- stóðu enn bretar, tá tosað verður um nettup lands- synningshornið, nærhendis teimum stóru oljufundunum á bretskum øki Tað er rætt at nevna her, at føroyingar hava keypt seismiskt tilfar frå Hvita økinum. Eykajåttan varð latin á fíggjarlógini undir undanfarna landsstýrinum til nettup hetta endamál. Vit mugu so bara vóna, at vit hava keypt nokk av hesum tilfari og harvið eru eins væl førir fyri at meta um møgu- leikarnar fyri at finna olju í teimum umstriddu økjunum sum bretar. Nu skal ein ikki siggja spøkilsi á alljósum degi, men hinvegin eiga vit før- oyingar heldur ikki at vera so góðtrúnir og halda, at bretar ynskja eina semju fyri okkara skyld. Tað er rætt at taka úttalil- sini frå Robin Cook í størsta álvara, og tað er at vóna, at lógmaður og oljumálaráð- harrin saman við Uttan- landsnevndini gera sær ómak at tulka hesi signalini rætt. Tvs. í fyrstu atløgu at taka tey sum eina útrættaða hond frá bretum at fáa loyst eina alt ov drúgva trætu. Men hinvegin verður eisini spennnandi at síggja, um bretar eisini eru sinnaðir til at bakka nakað meira enn teir hava gjørt. Tí er tað bara ein spurningur um at fåa broytt mannagongd og proseduru, uttan nakað ítókiligt innihald, í bretska útspælinum, so er ikki vist, at hetta er at meta sum nøkur útrætt hond. Eftir tí sum eygleiðarar og keldur vilja vera við, so hava bretar førkad seg nógv í mun til sítt upprunaliga krav. Men enn restar nakað Ein hevur eisini skilt, at seinasta útspælið frá bretum var ikki nakað ultimatum. Nú er at fáa partarnar saman aftur - á hesum ella hasum stígi - og fáa loyst hetta málið, sum í veruleikanum er lykilin til tað skattkamar, sum møguliga goymir seg djúpt undir havbotninum á Atlantsmótinum Ekkofisk-syndromið Tað er greitt, at Ekkofisk- syndromið framvegis spøk ir. Høvdu marknasamráð- ingarnar fyri mongum årum sidani millum Noreg og grannar tess fingið aðra loysn enn miðlinjumark, so áttu norðmenn ikki einsa- mallir hetta risastóra olju- feltið. Tá kundi tað verða ogn hjá øðrum! Er tað slíkt bretar ikki ynskja skal endurtaka seg ella hvat! Vert er í øllum hesum eisini at geva gætur, at BP fyri nøkrum árum síðani helst fann eina stóra olju- keldu (brunnurin er oyra- merktur sum „tight hole“ og merkir tað, at einki verður sagt um urslitid av bor- ingini) beint uppat føroyska fiskimarkinum, nevnd Conival. Tað hevur ljóðað, at oljufelagið fyri at verja bretsk áhugamál ikki vil upplýsa innihaldið í keld- uni. Skotska blaðið „Press & Journal“ vildi vera við, at oljukeldan gongur langt inn á tað Hvíta økid, ja vestur um fiskimarkid - og at upplýsingar um hesa keldu kundu skaða samráð- ingarstóðuna hjá Bretlandi mótvegis Føroyum. Við- merkjast skal, at hetta er ongantíð váttað. Um somu tíð, sum hesi orð verða skrivað gera nær- um gll av teimum umleið 25 oljufeløgunum, sum hava áhuga fyri føroyska økinum, seg ferðabúgvin. Umboð fyri feløgini fara at vitja í Føroyum í hesum mánaðinum. Ahugin fyri føroyska økinum er fram- vegis líka stórur - eisini sjálvt um oljuprísurin er botnlágur. Men sohvørt nærkast eini |. útbjóðing á føroyskum øki verður øll stødan meira og meira spent. Seinasta bretska „út- spælið“ ger hana ikki minni spenta.