Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. juni 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 10. JUNI 1998 eitt hóskandi høvi at spyrja, um vit í dagstrevi okkara eru trúgv ímóti okkum sjálvum, móti landi okkara og móti framtidini hjá børn- um okkara. Abyrgdin at fáa tað at bera til í hesum landi er jú okkara — í felag. Lata vit tað upp í hendurnar á øðrum at seta kósina at fylgja í blind- um. Tá verður landið av- toftað og tjóðin fokin. Skaldið Chr. Matras sáli yrkti um Blinda liðið 1. Ganga fram í myrkri øll tey blindu. Ganga ymsar leiðir eftir lyndi Eingin hóma málið fram bert ganga - so fer blinda liðið vegin langa. 2. So í sælum stundum henda lívsins undur blindir fáa megi at lata eygu sundur liva ríkar løtur ið leingi minnast sjá at allar gøtu saman finnast. Eisini blinda liðið fær í sæl- um stundum megi at lata eygu sundur Stevnuhaldið og fólka- fundurin kann vera ein tílík løta, sum harafturat gevur stevnuni eitt veruligt inni- hald, ið støðugt verður end- urnýg sum mál verða rokkin Tey, ið stríddust fyri at vinna merkinum sømdir á sjógvi, og sum eftir 20 ára stríði rukku hes- um máli í 1940. Tey ætlaðu ikki, at stríðið skuldi enda tá, tað at vinna føroyingum 120, so hvert | 1 1 > landi og å rætt at umsita og ráða sær sjálvum sum tjóð. At byggja land endar ongantíð, at oyða land er skjótt. Stóra bóka- verkið eftir Símuni Hansen sála ber heitið >Tey byggja land<. Og við honum ber til at siga, At byggja land er lív, tey byggja land, ið liva. Síðani Heimastýrislógina er lítið hent í okkara polit- isku menning. Karmarnir eru sprongdir, og tíðin er farin frá hesum samstarvs- hátti. Greiðar stjórnarregl- ur mugu fáast, ið tryggja okkum sjålvsøgd rættindi, og samstundis leggja å okk- um åbyrgd av egnum av- gerdum. Tad er ikki ov mik- 10 at krevja, at føroyingar råda sær sjålvum f egnum vidurskiftum, og at krevja manna- og tj6darrættindi vird her, eins væl og vit virda tey hjå ødrum. Men soleidis hevur ikki altid verið. Herferðin móti Før- oyum í grindamálinum er talandi dómi um tað. Føroyar eru ein tjóð, tí ivast eingin í. Men hvat er ein føroyingur. »Ein í Før- oyum heimahoyrandi dani«. Henda lysing er ikki nøkt- andi, og eigur at fåa eitt innihald sum meining er i. Heimarættur er ein sjålv- fylgja i einari og hvørjari tjóð. Tað er okkara ábyrgd at virka fyri hesum rætti. Og heimarættur eigur ikki at verða lagdur undir illgruna, hvørki í spurninginum um ríkisfelagsskapin, ella í spurninginum um at viður- kenna aðrar tjóðir. Tað hava føroyingar altíð gjørt. Og vit hava altíð kent týdningin av at samstarva við aðrar tjóð- ir og ikki at byrgja okkum inni Heimarættur er stødid undir samstarvi á jøvnum føti við onnur lond og aðrar tjóðir. Eg nevndi grundlógar- dagin í áðni. Ein og hver tjóð hevur sjálvandi rætt til at samtykkja sína egnu grundlóg Men í løtuni hoyrast aðrir tónar frá landinum, ið metir seg at hava heimsins mest demokratisku - grundlóg. Danmark Vit hoyra danskar ser- frødingar og danskar polit- ikarar, sera hugsunarsamar, við brillum niðri á hålvari nøsini úttala seg um rætt føroyinga at samtykkja sína egnu grundlóg. Teir venda tumlinum niður, og siga at tað ber ikki til, tí so skal tann danska grundlógin broytast fyrst, og tað er ógvuliga ivasamt, um und- irtøka verður í danska fólk- inum fyri tílíkari broyting. Hesi sjónarmið verða endurtikin ferð eftir ferð — eisini í føroyskum fjølmidl- tíðindablaðið SOS ælu Í um. Og tíverri verða tey ikki víst aftur. Men fyri tað um eitt sjónarmið verður ofta endurtikið, verður tað ikki rætt Tad er ikki neyðugt at broyta grundlógina. Eingin kann taka rættin frá einum fólki og einari tjóð at sam- tykkja sína egnu grundlóg. Og tað gongur ímóti and- anum í donsku grundlógini, at tað skulu vera 5 mill. danir, sum gera av, um 45000 føroyingar hava rætt til at orða og samtykkja sína egnu grundlóg. Tað sigur seg sjálvt, at soleiðis kann tað ikki vera At tvíhalda um hesi sjón- armið fløkir bara vidurskift- ini millum Føroyar og Dan- mark uppaftur meira Í bókini Tíðargreinir skrivar Jørgen Frantz Ja- cobsen longu í 1926 um henda spurning soleiðis. At Føroyar av einum tilvildar- leika og av kringleika hjá einum diplomati í 1814 fóru undan norsku krúnuni inn undir hina donsku, og í 1850 — uttan at vera eftir- spurdir — komu inn undir grundlógina, ger ongan mun tjóðskaparliga. Føroy- ingar vóru og eru enn eitt egið fólk Til tess at røkka málinum verða vit vidhvørt noytt til at spreingja teir karmar, sum er, og soleiðis er í dag. Veikleikarnar hjá einum lítlum samfelag kenna vit, og hava lært av teimum Men fyrimunirnir eru mangir. Møguleikarnir i landi, á sjógvi og í undir- grund okkara eru ótómandi, verða teir umsitnir við hógv og við skili, eins og møgu- leikar okkara á jøvnum føti at knýta samstarvsbond við onnur lond og aðrar tjóðir. A Norðoyastevnu veittrar merkið — krossmerkið. Tað savnar og myndar okkum sum fólk og sum friðsæl, frílynt og kristin tjóð. Merk- ið ímyndar tað, ið orð valla megna at lýsa, alt tað sum kortini býr í hjørtum okk- ara, og sum vit virða og verja, uttan at taka nakað frá nøkrum. Må megi merkisins lata H H| Sl eygu sundur og eggja okk- Harrin heldur sína hond yvir um at taka við avbjóðing- land og fólk. ini. Góða Nordoyastevnu og Við hesum fari eg at takka = gott summar fyri orðið og ynskja at