mikudagur 10. juni 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106 — 10. JUNI 1998
Súkkling: Fyrsta Grand Prix-
kappingin í súkkling varð avgreidd
í oysandi regni á norðoyastevnu
leygardagin
EMiL L. JACOBSEN
Sum vanligt er, byrjadi
såkklukappingin Grand Prix
Føroyar á nordoyastevnu.
Fimm kappingar afturat
skulu avgreiðast í ár, og
verða tær á stevnunum, har
FM-róður er, tann seinasta
á ólavsgku.
Eitt sindur av útskifting-
um hava verið á føroyska
súkklupallinum í mun til í
fjør. Bogi Kristiansen og
Rógvi Johansen eru báðir í
Danmark, og teir hava verið
millum okkara bestu súkkl-
arar seinastu árini.
Av teimum »etableradu«
er Gunnar Dahl-Olsen fram-
vegis við, hóast hann orsak-
að av arbeiði ikki hevur
stundir til at venja so nógv
sum fyrr.
Og tað var eisini Gunnar
Dahl-Olsen, sum var drúgv-
astur í kappingini á norð-
oyastevnu.
Tað regnaði illa í Klaks-
vík leygardagin, og av ti
sama bleiv tað rættiliga hált
at súkkla. Hetta gjørdi seg
serliga galdandi å gongu-
breytini, har hvita målingin
tíðindablaðið SOHN
Gunnar Dahl-Olsen
var sera ringt undirlag hjá
súkklunum.
Hetta ávirkaði eisini
kappingina rættiliga nógv
Fleiri súkklarar duttu, og
súkklingin bleiv eisini rætti-
liga taktisk. Á hálu breytini
hættaði eingin sær at royna
at sleppa frá hinum, men í
staðin blivu kreftirnar spard-
ar til endaspurtin.
Har gjørdist kappingin
hørd millum fýra súkklarar,
men endin var, at Gunnar
Dahl-Olsen var fyrstur um
málstrikuna framman fyri
Kjartan Egholm, Kára
Brattaberg og Sverra Mohr
Edvinsson.
Ein av teimum, ið varð
roknaður millum favorittar-
nar, var Jóhann Brend, men
hann var so óheppin at
punktera og endaði á
lagt seg á odda
sjeynda plássi
Næsta Grand Prix-kapp-
ingin verður longu leygar-
dagin á Eystanstevnu í
Runavík. Tað verður eins og
í Klaksvík býarkoyring í 50
minuttir og so eitt umfar aft-
urat.
Úrslitið av Grand Prix
Føroyar 1998 á norðoya-
stevnu í Klaksvík:
|. Gunnar Dahl-Olsen
2. Kjartan Egholm
3. Kári Brattaberg
4. Sverri Mohr Edvinsson
5. Eyðun Poulsen
6.'Kåri Simonsen
7. Jóhan Brend
8. Esmar Joensen
9. Eyvind A. Hansen
10. Høgni Øster
Ísak Sambleben, útgingin
Chr. Guttesen, útgingin
Váti vegurin gjørdi, at eingin royndi at bróta frá hinum, men allir satsaðu upp á endaspurtin. Gunnar Dahl-
Olsen (nummar tvey á myndini) vann endaspurtin og sostatt kappingina
Mynd: Birgir Sondum
SVF sendir 34 HM-dystir
2
ótbóltur: Sjålvt Dagur og Vika må
víkja fyri HM-fótbóltinum komandi
mánaðin
EMii L. JACOBSEN
Komandi mánaðin verður
vent upp og niður upp á alt,
meðan HM-endaspælið í
fótbólti stendur á.
Eisini sjónvarpshyggjarar
fara at merkja til HM, og
tað fer neyvan at sleppast
undan at síggja fótbólt
henda mánaðin og nakað
inn í julí mánað við. Euro
sport, TV3 og BBC fara øll
at senda fótbólt, og tað fer
SvF eisini.
Tilsamans skulu 64 dystir
spælast, og Sjónvarp Før
oya fer at senda 34 av teim-
um. Tað er í samsending við
Danmarks Radio, at SvF fer
at senda dystirnar — teir
flestu beinleiðis, men onkr
ar seinni å kvøldi
Nógvir av dystunum
verða spældir klokkan
20.00 føroyska tid, og tað
er jú um somu líð sum Dag
ur og Vika. Og tað verður
tidindasendingin, sum í
flestu fórum má víkja fyri
fótbóltinum. Onkur kveld
verður Dagur og Vika send
klokkan 19.00 og onkuntíð
klokkan 19.30
Byrjað verður longu í dag
klokkan 15.30, tá sjálv HM
setanin verður send bein-
leiðis. Klokkan 16.30 byrjar
so tann fyrsti dysturin, sum
er millum Brasilia og grann
ar okkara úr Skotlandi. Tann
dystin sendir SvF beinleið
ÍS
Få SvF fyrr hevur sent
fótbólt, hava nógv ilskast
inná, at einki verður gjørt í
hálvleikssteðginum. Hóast
eitt nú norska sjónvarpið
ofta hevur okkurt í hálv-
leikinum, verða bert video-
løg send í føroyska sjón
varpinum.
Undir HM verður tað so-
leiðis, at føroyingar eisini
undir summum dystum
sleppa at síggja tað, sum
DR sendir í hálvleikssteðg-
inum. Tað er sonevnd HM-
stova, har húð verður eftir
fyrra hálvleiki og onnur inn
slóg úr Fraklandi
verða send
So tey, sum eru áhugað í
fótbólti, hava nógv at gleða
seg til, meðan tey, sum ikki
orka fyri fótbólti, kunnu
juli, tå
etsint
gleða seg til 12
- kappingin endar
KER
17
Fa
— beint nú
FRANCE 96
OASE MA SAMKS/Ð
LIUPE DO ROS
Sveinur Tróndarson
Graseinkjurnar
Frá í dag at rokna og ein góðan mánað fram verður
talið av fótbóltsáhugaðum »monnum« í gøtunum í
øllum heiminum munandi minni enn vanligt er
HM-kappingin í fótbólti byrjar í kvøld við dyst
inum millum verandi heimsmeistarar Brasilia og
Skotland. Og tá skal vera friður í stovuni
Nú byrjar slagið um tað stóra gullsteypið, sum
allir fótbóltsleikarar vilja ogna sær — og sum vit
aðrir (onnur) droyma um
Og so kunnu konurnar fáa loyvi til at ansa hús
inum so leingi. Vit fara at sita har vit sita best og
droyma, at tað eru vit sjálvir sum renna runt á
teimum ymsu fótbóltsvgllunum í Fraklandi
Konurnar fáa nóg mikið av tíð til sín sjálvs
næsta mánaðin. Ella sagt á ein annan hátt. Tær fáa
í hvussu er frí frá manninum í eina rúma tíð
Fyrsti fótbóltsleysi dagurin verður ikki fyrr enn
|. juli — tá leikararnir hava ein steðg, meðan vit
aðrir fara at hyggja at endurtøkum. endurtøkum og
endurtókum. Antin frá Sjónvarpi Føroya, TV3 ella
frá Eurosport.
Konurnar fáa einki Melrose Place, tí tá er fót
bóltur. Onga Skaðastovu, tí tá er fótbóltur og onga
Dag og viku tí tá er fótbóltur. Á eini ella aðrari rás
Men tað er tó hjálp at heinta fyri graseinkjurnar
Í sambandi við HM-kappingina hava radiohandl-
arnir gjørt serligar >HM-sjónvarpsleigusáttmála
pakkar<. Frá teimum ber til at leiga sær eitt sjón
varp í eina ávísa tíð. Og tað góða fyri graseinkj-
urnar er, at leigan er ókeypis tann fyrsta mánaðin
Men treytin frá okkum monnum, sum fara at
hyggja eftir fótbólti er, at tær ikki seta sjónvarps
tólið inn í stovuna, har sum >fótbóltssjónvarpið
stendur. Har skal vera friður
Tær kunnu seta tað í kjallaranum, á loftinum, í
hjallinum ella heima hjá mammu síni fyri okkara
skyld. Tær skulu í hvussu ikki órógva okkara heil
agu stundir í stovuni saman við Shearer, Klins
mann, Laudrupunum og hinum, sum vit kenna so
væl.
Tær kundu eisini passandi farið túr við
børnunum — aftaná at tær hava givið okkum mat
Tí so hava vit húsini fyri okkum sjálvar og
vinmenninar, sum eisini koma at hyggja at og tosa
um fótbólt
Men um ein mánað venda vit aftur til hesa verð
um nakar tá skoyur um okkum
Fá tørvar okkum ein túr út í ta friu náttúruna
saman við teimum nærmastu, sum vit ikki hava
havt tíð at verið saman við í ein mánað
Men soleiðis er tað bara. Lívið er annað enn
fótbóltur siga tey sum ikki hava áhuga fyri fótbólt
Tær sum tann næsta mánaðin vera grå
seink
hóast maðurin situr í stovuni
So kunnu tær lata seg úr um tær
hyggja eftir fótbólti — á eini ella aðrari rás