hósdagur 11. juni 1998síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 11. JUNI 1998
tíðindablaðið
SST
27
Mentanarskipið Høganes
Aftur i år verdur skipad fyri framsyn-
ingum umborð á Høganesi, sum ligg-
ur við bryggjuna í Runavík. Hesaferð
er tað Súsanna í Jákupsstovu, sum
sýnir fram vevaðar lutir og annað
listhandverk
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú eru eftirhondini nógv ár
fráliðin, síðan menn byrjaðu
at arbeiða við ætlanunum
um Høganes.
Einaferð var ætlanin at
skipið stillast uppi á turrum,
men tann ætlanin varð slept
av tí at tað ikki rættiliga
kundi lata seg gera.
Ístaðin var farið undir at
umvala skipið, so at tað
kundi brúkast til ymisk
mentunartiltók, meðan tað
lá í sjónum og hetta vísti
seg at vera skilagóð loysn.
Ti sidan Høganes varð
tikin i nytslu, sum »ment-
unarskip, so hava verid
nogv - ymisk og spennandi
- mentunartiltøk umborð.
Stort
umvælingararbeiði
Tað er sjálvandi at tað
skuldu gerast åbøtur á Høg-
anes, tá skipið varð keypt
Eitt slíkt skip er ikki inn-
rættað til tað endamálið,
sum keypararnir ætlaðu at
brúka tað til, og tí skuli ym-
iskt gerast áðrenn tað kundi
takast í nýtslu.
Hetta arbeiði fór í gongd,
men tað vísti seg skjótt, at
nevndin ikki så seg føran
fyri, at gera alt sum sjålv-
boðið arbeiðið.
Tískil valdi nevndin at fáa
tveir danir til Føroya at gera
tey stóru arbeiðini. Teir
skiftu ein part av dekkinum,
tóku ein part av motorrúm-
inum upp í lastina og gjørdu
alt tað soleiðis at lastin kann
brúkast til tiltók av ymsum
slag.
Slíkt arbeiðið kostar
pengar og tí valdi nevndin
at taka upp lán til hesa upp-
gávuna. Lánið var upp á
300 túsund krónur, men tað
er væl og virðiliga aftur-
goldið.
Samstarv við
Norðurlandahúsið
Sum nevnt omanfyri, so er
Høganes at rokna sum
mentunarstaðið í Runavík.
Páll Rasmussen, sum er
formaður fyri Høganesi sig-
ur, at teir hava eitt serstak-
liga gott samstarv við Norð-
urlandahúsið.
Kári Sverrison hevur
borið so í bandi, at tá Norð-
urlandahúsið far vitjan av
tónleikagestum uttanífrá, so
koma teir eisini inn higar.
— Og somuleiðis hevur
hann eitt gott samstarv við
Kristian Blak. so hava nógv
tiltøk umborð
Misjevn undirtska
Men tað er misjavnt við
undirtókuni. Til okkurt
tiltak eru bara einir 15-20
áhoyrarar, meðan tað til
onnur tiltók eru eini 40 til
50 fólk, sigur Páll Rasmus-
sen.
Nú eru ikki bara tónleik-
atiltøk umborð á Høganesi.
Har verður eisini skipað fyri
øðrum tiltøkum.
Dånjal Petur Højgaard
skipar fyri kvøldum, har
eldri fólk koma og greiða
frá og so hava teir eisini
fingið eitt undirhús umborð
á Høganesi.
Snøgt er tað vorðið umborð á sluppini Høganesi og hon verður væl brúkt. Eitt nú til >Undirhús<. Har mótast einir
at
10 til 12 mans fyri at práta og spæla kort
Fimm dagar um vikuna -
teir hava bara »fri« í viku-
skiftunum - metast menn-
inir í Undirhúsinum um-
borð á Høganes fyri at práta
og at spæla kort.
Teir eru umborð á Høga-
nesi frá klokkan 15 til
klokkan 19 hvgnn gerand-
isdag, sigur Páll Rasmussen
og leggur afturat, at menn-
inir eru sera hjálpsamir tá
okkurt skal gerast.
- Teir metast ókeypis um-
borð, og so vilja teir fegnir
taka eina hond í við okkum
og tað munar sera væl.
Ikki eru teir so fáir heldur.
Einir 10 12 mans hverja
ferð.
— Teir manna try borð
SVEINUR TRÓNDARSON
Bygdasavnið Forni er
tíggju ár í ár.
Og í hesi tíggju ár hevur
savnið skipa fyri ikki færri
enn 14 framsýningum.
14 sera ymiskum fram-
sýningum, sum hava við-
gjørt alt frá klæðum til
trúðarlív og kommunu-
| læknan í Runavík.
Tá framsýningin í ár
skuldi = skipast valdi
nevndin at gera eina
ødrvisi framsýning enn hii
árini, men tó við innihaldi
frá júst framsýningunum
seinastu tíggju árini.
Maria Jacobsen er for-
maður í Forna og arbeiðir
samstundis á savninum.
Bygdasavnið Forni 10 ár
Tað eru í ár liðin 10 ár síðan bygdasavnið Forni byrj-
aði virksemi sítt og í tí sambandi er framsýningin í ár
ein uppsamling av tí sum er farið fram hesi árini
Hon sigur:
— Tá bygdasavnið byrjaði
fyri tíggju árum síðan
gjørdu vit tað vit kundu fyri
at savna inn lutir og teir
fingu vit ymsastaðni frá. Og
tað sum vit fingu inn var
brúkt á fyrstu framsýningini
og stendur á savninum enn
í dag, sigur Maria.
— Síðani hava vit havt
framsýningar um t..d. Heið-
alæknan Einar Djurhúus
Vit hava havt framsýning
um Saltangará, og Ærðuvík,
sum fyltu åvikavist 150 og
100 ár, og um Glyvra kirkju,
sum fylti 70 ár.
— Tilfar frá øllum hesum
framsýningum verður við á
framsýningini í ár, sigur
Maria Jacobsen.
Í nevndini fyri bygda-
savnið Forna sita seks
fólk.
Maria Jacobsen er for-
maður og Karin Kastalag |
er næstformaður. Afturat
sær hava tær Jónsvein
Knudsen, Janus Jensen,
Hans Jákup Lanhauge og
Petur Georg Poulsen
Tað eru Maria Jacobsen
og Karin Kastalag sum
dagliga starvast á savnin-
um.
Opið er månadag, mik-
udag og sunnudag frá
klokkan 15 til 19
I samband við Eystan-
stevnuna hevur Forni opið
bæði leygardagin og
sunnudagin frá kl. 15.00
ul 19.00
næstan hvørja ferð, sigur
Páll.
Súsanna í Jákupsstovu
sýnir fram
Aktivitetsárið umborð á
Høganesi endar vanliga á
Eystanstevnu.
Tá verður skipað fyri serl-
igari framsýning í samband
vid stevnuna og í ár verður
tað Súsanna í Jákupsstovu
sum fer at sýna fram ymiskt
listhandverk.
Hon arbeiðir nógv á vevi
og tað verða m.a. lutir
gjørdir á vevi, sum verða
sýndir fram.
Eisini verður møguleiki
hjá fólki at koma umborð
at fáa sær ein ókeypis kaffi-
ella temunn og eina køku
afturvið.
Hetta er eitt afturvend-
andi tiltak, sum hevur verið
fast nú í fleiri ár.
Høganes var í 80-årunum umvældur frá at verða eitt siglandi far til at verða
(Myndir
Páll Rasmussen sigur
- Vit hava ókeypis kaffi
og køkur, men so stilla vit
ein kagga fram, sum fólk
kunnu lata pengar í, um tey
hava hug. Seinasta ár fingu
vit umleið 3.000 krónur inn
og tað vóru vit sera væl
nøgdir við.
Lagaligur rakstur
Tí tað er ikki ókeypis at reka
eitt slíkt skip, um enn rakst-
urin hevur verið stak laga-
ligur.
Talan er um eitt skip sum
skal haldast við líka og tað
kostar.
— Vit hava verið serstak-
liga hepnir, sigur Páll Ras-
mussen.
— Vit hava havt skipið á
beding og í teimum førun-
um hava teir verið sera lag-
aligir, bæði á Skála og í
Havn. Vit hava stórt sæð
re
Jonhard Hammer
bara goldið fyri tilfarið
I fjør vóru teir noyddir at
eggja plátur á dekki á Høg
anesi, tí tað lak igjøgnum
Hetta kostaði umleið 60 tús
und krónur, men timbur-
1andlarnir vóru sera laga
igir sigur Páll
Skipið fær el frá Runa-
víkar kommunu og tað eru
vit teimum takksamir fyri
sigur Páll Rasmussen
— Restin av rasktrinum
kostar umleið 15 - 20 tús
und um árið, og tað klaára
vit at fáa til vega
Tað eru í løtuni einir 200
limir í felagnum og teir
gjalda allir limagjald
Tað vóru fleiri limir í
byrjanini, men tá kreppan
kom fall talið eitt sindur
Vit ynskja Høganesi góða
eydnu við tiltakinum á Eyst-
anstevnu og >góðan byr«
framyvir.
ein mentanarstovnur í einum øki har einki beinleidismentanarhiis er til taks
Onkur er enntá farin so langt sum at kalla Høganes fyri eitt >mininorður
landahúss