Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 108 — 12. JUNI 1998 Klatriveggur á Skálafjarðastevnu Vit høvdu klatriveggin á marknaðardegnum fyrr í ár. Tá var tíðin so stutt, men nú fáa fólk rættiliga høvid at royna, hvussu fim tey eru, sigur Oluf Joensen, sum ein av skótunum, sum skipa fyri tiltakinum á tivoliókinum FRANTS JENSEN — Klatriveggurin hevur verið sera væl umtóktur. Tí hevur bíðirgðin ofta verið long fyri at royna veggin, sigur Oluf Veggur er gjørdur á tann hátt, at fýra persónar kunnu klatra samstundis, tvey á hvørji síðu. Børn nýta aðra síðuna, meðan vaksin nýta hina. Sjálvur veggurin er 6,83 metrar høgur. — Tad eru seks skótar, sum mugu hjålpa til fyri at alt skal virka. Tveir skótar hjálpa fólki at lata seg í trygdarútgerðina og at taka móti peningi, meðan hinir fýra eru ankarmenn. — Øll, sum byrja at klatra, klára at koma upp. Tað er bara onkur einstakur, sum hevur hæddarskrekk, sum ikki er komin upp. Á jamboree í Chile Tað eru jamboree-skótarnir, sum hava klatriveggin. tíðindablaðið >) NT Annan jóladag fara teir 15 føroysku skótarnir til Chile, har teir skulu taka lut å alheims jamboree-ini. Vid å leguni vera einir 24.000 skótar í aldrinum 14 - 18 ár úr eini 160 tjóðum. Sjálvur verður Oluf Joensen høvudsleidari fyri føroyska ferdalagnum. Legan sjálv varðir í 10 dagar, men áðrenn skótarnir koma heimaftur 19. januar 1999, skulu teir eisini vitja í Bolivia, í Peru og í Brasil. Blái Krossur hevur eina útrætta hond — Vit vilja gjarna vísa fólki, at Blái Krossur hevur eina útrætta hond, og at tað ber til at venda seg til okkara, sigur Sverri Kass, formaður í Bláa Kross Ungdómi FRANTS JENSEN Blái Krossur Føroya hevur eisini nakað at bjóða fólki á Skálafjarðastevnuni. Leyg- ardagin fara teir at hava ein lastvogn standandi á tivoli- gkinum, og við einum ís- vogni fara teir at koyra runt millum fólkið. — Í tivoliøkinum hava vit eitt bókaborð við ymiskum tilfari um rúsdrekka og rús- evni. Okkurt av tilfarinum er eisini ókeypis. Fólk, sum hava hug at steðga til ein kaffimunn og køkur, fáa eisini høvid til tað. — I år hava vit fingið ein lastvogn at vera í. Vit meta, at hann skuldi verið nógv betri enn bussurin, vit høvdu í fjør. Blái Krossur luttók fyrstu ferð á stevnum í fjør. Sverri var væl nøgdur við tey til- tøkini. Men eins og í fjør verður tað á Ólavsgku, at mest verður gjørt burturúr. Selja ís — Vit vilja sjálvandi eisini vera millum stevnufólkið. Tí fara vit eisini at koyra runt millum fólki við ein- um ísvogni og selja ís. Sverri Kass sigur, at teir ikki hava eitt vinnuligt endamál við stevnuni. — Vit vilja hinvegin gjarna vísa fólki, at tað eru nøkur, sum brýggja seg um tey, samstundis sum vit vísa, at vit eru ein útrætt hond. Tað eru jú als ikki øll, sum vita, at Blái Krossur er til Hvussu skulu tey so søkja hjálp hjá okkum, um tey hava brúk fyri tí, sigur Sverri Kass. Kári P. Højgaard hevur gjørt nógv fyri Skálafjórð- in, tá ið ræður um olju- vinnu. Her er hann á ein- um túri í Noregi í somu ørindum. fram og eisini komi eg nakað inn á kappingar, sigur Kåri P. Højgaard, býráðslimur, sum skal seta Skálafjarða- steynuna FRANTS JENSEN Tað verður Kári P. Hgj- gaard, býráðslimur, ið fer at seta Skålafjardastevnuna 1998. Sjálvur er hann ikki komin so langt við fyri- reikingunum enn, men nakrar hugsanir hevur hann kortini gjørt sær, um hvat hann skal siga í setanar- røduni. — Eg havi hugsað at komið nakað inn á tað søgu- liga. Hvussu tað var kappast fyrr og so samanlíkna tuð við kappingina nú á døgum. — Eg havi eisini hugsað um, at nevnt nakað um stevnuna og kanska nakað um býin og kommununa eisini. Men tað mesta verð- ur innan tað ítróttarliga Stevnan verður sett leygar dagin kl. 14. Ítróttarfólk, fimleikarar, skótar og Nes Sóknar Mussikfelag ganga skrúðgongu frá Deild C út á tivoliøkid norðan fyri ltrottarhøllina. Gunnhild og Eydun dåmdu væl at royna klatriveggin Mynd: Jan Miiller á Norðoyasteynu e NA L (omg aiste7e“| 1. Filter 7. Laughter 2. Kolbeins basement 8. Perhaps a little too 3. Sunday 9. Good moming 4. Talkto me 10. Long distance 5. Com flakes 8 stuff 11. Pieces of you 6. The ling cud 12. Perfect day Vinarliga send mær Navn: - Búst.: Tel.: Útfyll lepan, klipp hann út og send hann til: 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955