fríggjadagur 12. juni 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 12. JUNI 1998
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 2
tíðindablaðið
ITROTTUR |
[På fr
0 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
gg
— beint nu
FRANCE 98
15 FK DO NOWDT
Emil L Jacobsen
Vi er verdensmestre
Tað er løgið við norska fótbóltslandsliðnum. Antin
ert tú garvillur við teimum ella orkar tú ikki fyri
teimum. Sjálvur má eg viðganga, at eg hoyri til tey
seinnu (hóast tríggir av teimum spæla við
Manchester United)
Tí var tað eisini ein frægd hjá mær og øðrum at
síggja teir koma heilt niður á jørðina mikukvøldid,
eftir at teir í ramasta álvara hava spekulerað í, um
javnleikur móti Brasilia ikki er nóg mikið til at
vinna bólkin upp á målårtøku.
Í Noreg ivast eingin í, at norðmenn verða
heimsmeistarar (soleiðis var tað í øllum førum
áðrenn dystin mikukvøldid). Venjarin Egil Olsen
sigur, at ein møguleiki er har, men spælararnir taka
tað meira róligt. Tað mugu teir eisini, tí annars
hevði tað staðið heilt illa til við norska
landsliðnum.
Móti Marokko spældi Noreg ikki sum ein
heimsmeistari — langt frá. Hinvegin var tað
ótrúliga stuttligt at síggja Marokko, sum gjørdi
tvey tey vakrastu málini higartil í kappingini.
Tað er jú eisini soleiðis, at tað altíð er stuttligt at
halda við teimum undirtippaðu, og tað var tað
eisini mikukvøldid. Eg skal ikki siga, at Marokko
var betra liðið, men teir vóru so avgjørt ikki verri.
Skotar vóru eisini undirtippaðir móti Brasilia.
Tað mundi eisini hevnt seg fyri verandi
heimsmeistararnar, sum bert vunnu við einum sera
óhepnum sjálvmáli. Í veruleikanum kundi
yvirskriftin eisini verið okkurt um >sjálvmál
bjargaðu favorittunum«. Marokko gjørdi eisini
sjålvmål móti Noreg.
Ikki tey mest sannførandi avrikini frá
favorittunum í bólkinum, um tú spyrt meg.
OK, Brasilia var betri enn Skotland, eingin ivi
um tað, men hugburðurin hjá teimum minti nógv
um tann føroyska í Estlandi herfyri. Og norðmenn
vóru eisini hepnir, tí málini hjá teimum fullu
åvikavist í síðstu løtu av fyrra hálvleiki og beint
aftaná at Marokko hevdi lagt seg á odda 2-1.
Í dag skal Danmark í eldin, og har er vandi fyri,
at teir detta í somu grøv sum norðmenn. Saudi
Arabia er ikki nakað vánaligt lið, og danir skulu
ansa sær. Tað gera teir ivaleyst eisini, tí teir eru
ikki so vissir í sigrinum sum norðmenn vóru, og
nú eru teir ávaraðir.
TT ———m nn
23
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
så AT
Tiggju svartir
minuttir fyri ÍF
Fótbóltur: Stødan var 2-2, tá tíggju
minuttir vóru eftir, men so skrædnaði
alt hjá IF, og VB vann at enda 5-2
EmiL L. JACOBSEN
Tað sá rættiliga gott út hjá
fuglfirðingum ta einu løtuna
í framskundaða dystinum
móti VB mikukvøldid. |
Stødan var 2-2, og IF
hevði gott tak á. Men sein-
astu tiggju minuttir fór alt í
fisk. VB skoradi til 3-2,
Bartal Eliassen fekk sitt
annað gula kort í dystinum,
og alt endaði við, at vág-
bingar vunnu 5-2.
IF hevur nú spælt sjey
landskappingardystir uttan
at vinna, og jú longur teir
bíða eftir tí forloysandi
fyrsta sigrinum, tyngri verð-
ur tað.
Dysturin í Fuglafirði var
javnur. VB fekk fyrsta mál-
ið, tá umleið tjúgu minuttir
vóru spældir, og tað var eitt
vakurt mål. Vágbingar
høvdu bóltin á midjuni, har
John Eystberg sendi hann
fram til Milan, sum við hæl-
inum fann Jón Paula Olsen,
ið legði útiliðið á odda.
Verjukíks
Fram til tá hevði ÍF havt
tamarhald á, hóast talan ikki
var um veruliga yvirvág.
Heimaliðið fekk eisini javn-
vág í roknskapin aftur, tá
Eyðálvur Petersen fekk IF
á máltalvuna. Eitt innkast úr
vinstru síðu varð kastað
langt inn móti málinum. Ein
VB-ari skuldi skalla útfrá
aftur, men rakti ikki rætti-
liga. Í staðin bleiv bólturin
forlongdur, og við handaru
stong stóð Eyðálvur og
skoraði.
Tá Jóhan Carl Dam
bríkslaði fyrra hálvleik av,
stóð sostatt á jóvnum 1-1.
VB var eisini fyrst at
skora í seinna hálvleiki.
Vágbingar settu eitt kontra-
álop í gongd. Jón Pauli Ol-
sen, sum veruliga hevur
endurvakt VB-liðið, síðani
hann kom heim úr Dan-
mark, fann Milan Culjic,
sum nakað úti í vinstru síðu
skoraði eitt heldur >bleytt<
mál. ÍF-málverjin Erling Jo-
ensen roknaði við einum
innleggi, men skotið hjá
jugoslavanum smeyg sær
inn við nærmastu stong.
Veika punktið hjá VB í ár
hevur verið verjan, og tað
var aftur ivasamt verjuspæl
hjá suðuroyingunum, tá IF
enn eina ferð javnaði. Eitt
hornaspark varð sent inn-
fyri, og VB-verjan hugsaði
ov nógv um at verja teir
stóru menninar framman
fyri málinum. Bólturin fór
Høgni Hansen og IF
taptu 2-5 móti VB
mikukvøldid, men
munurin å lidunum var
ikki so stóru sum úrslitið
bendir á. Tá tíggju
minuttir vóru eftir, var
stødan 2-2
útfrá aftur til Mariniak
Maciej, sum smekkaði til,
og góða skotið sat í netin-
um
Líktist javnleiki
Nú var okkurt um eitt korter
eftir, og nógv bendi á, at enn
ein javnleikur skuldi leggj-
ast afturat teimum fimm,
sum IF hevur fingið higartil
í kappingini. Men VB vildi
tað ødrvisi, og tað var fyrst
og fremst Jón Paula Olsen
fyri at takka.
Tá eini tíggju minuttir
vóru eftir, skoraði hann til
3-2. Tað byrjaði við, at tveir
ÍF-arar lupu upp at skalla,
men hvørgin rakti bóltin.
Kviki Magni Magnussen,
sum fram til tå ikki hevði
havt nakað veruligt høvi til
at gera nýtslu av ferðini hjá
sær, varð sendur avstað í
høgru síðu. Komin til bak-
linjuna sendi hann innfyri
til Jón Paula, sum ikki
sveik
Fyri tridju ferð í dystinum
hevði VB tikið leiðsluna, og
hesaferð megnaðu fuglfirð-
ingar ikki at svara aftur. Tá
teir so eisini fingu eitt knekk
sálarliga, og verjuålitid
Bartal Eliassen varð ríkin av
velli fyri sítt annað gula kort
í dystinum, var arbeiðið hjá
VB liðugt. Avrikid bleiv
kryddað við tveimum mál
um afturat, so talan í veru-
leikanum bleiv um stórsigur
til vågbingar.
Málið ul 4-2 syrgdi Jón
Pauli Olsen eisini fyri, tá
hann einsamallur slapp av-
stað, tí ÍF koyrdi fólkið fram
í eini roynd at javna fyri
triðju ferð. Og móti endan-
um slóg Milan Culjic sig-
urin fastan við brotssparki.
Enn eina ferð var tað Jón
Pauli Olsen, sum slapp av-
stað. IF-verjan helt, at
vandamikli VB-áleyparin
var rangstaddur, men einki
flagg kom upp, og so endaði
tað við brotssparki.
Endaligi sigurin bleiv so-
statt 5-2, men tað var eitt
sindur órættvíst móti IF,
sum ikki var so langt aftur-
úrsiglt, sum úrslitið sigur.
ÍF í trupulleikum
Men fuglfirðingar hava
trupulleikar. Teir hava nú
spælt sjey dystir. Fimm av
teimum eru endaði javnir,
og tveir eru taptir. Av teim
um jøvnu dystunum hjá IF
er tað fleiri ferðir komið
fyri, at mótstøðuliðið hevur
skorað í seinastu minuttun-
um, men ein dystur er ong-
antíð liðugur, fyrr enn dóm
arin bríkslar fyri seinastu
ferð. Í hesum døgum við
trimum sugum fyri sigur
kemur ein ikki langt við
javnleikum, og fuglfirðing
ar liggja í løtuni á áttanda
plássi
Nú sunnudagin skulu teir
ul Gøtu at spæla, og tá er
Bartal Eliassen leikbannað
ur. Gl er heldur ikki ov væl
fyri við stigum, og tað er
sjáldan, at IF fær nakað við
sær aftur úr Gøtu.
VB er komið fyri seg eftir
aldudalin fyrr í ár, og ein
av fremstu orsøkunum til
tað er uttan iva, at Jón Pauli
Olsen er komin í álopið at
herja. Mikukvøldid skeyt
hann trý mál og átti ein stór-
an part í hinum báðum
Hann verður eisini ein
styrkur, tá VB seinni í ár
skal royna seg í altjóða fót
bólti fyri fyrstu ferð í søgu
felagsins
VB 2-5 (1-1)
: Jón Pa uli Olsen
: Eydålvur Petersen
: Milan Culjic
: Mariniak Maciej
: Jón Pauli Olsen
: Jón Pauli
: Milan Culjic (br.)
ÍF: E rling Joensen — Torkil
Hansen (Jákup Baldvins
son, 82.), Torstein Joensen
Bartal Eliassen — Bárður á
Lakjuni, Høgni Hansen,
Roy Róin, Egil Zacharia-
sen, Eydålvur Petersen -
Aslakkur Petersen, Marini-
ak Maciej.
Gult kort: Bartal Eliassen
Reytt kort: Bartal Eliassen
(2 gul)
VB: Bjarni Johansen — Eyð-
un Jacobsen, Jon Gærdbo,
Marner Richardt — Magni
Jacobsen, Milan Culjic,
Hans Pauli Dahl, John Eyst
berg, Magni Magnussen
(Mikael i Lågabø, 82.)
Milan Milanovic (Sigmund
Mikkelsen, 85.), Jon Pauli
Olsen
Gult kørt: Marner Rich
ardt, Milan Culjic
Démari: Johan Carl Dam
(HB)
'
VÆ ja þa
SV YNNSYIEIS=
"nd